fríggjadagur 28. mai 2004síða 15
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 101 - 29. mai 2004
Nr. 101 - 29. mai 2004
29
- Eg vænti, at ein slík-
ur marknaður kann
gerast ein partur av
einum norðuratlant-
iskum neti, har stórur
áhugi verður fyri tí
fiski, sum boðin verð-
ur út í Føroyum.
Hetta verður ein
livandi marknaður
við stórum dyna-
mikki, sum fer at
tæna seljarum, keyp-
arum og samfelag-
num øllum. Vit hava
eina kappingarføra
vinnu, sum eg havi
álit á fer at standa seg
í kappingini við aðr-
ar, sigur formaðurin í
Ráfiskaseljarafelag-
num, Árni Joensen
SAMRØÐA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Uppboðssølan hjá Fiska-
marknaði Føroya var eitt
stórt og kollveltandi fram-
brot innan føroyska fiska-
sølu, tá ið hon kom fyri
meira enn 10 árum síðan.
Men í dag virkar skipanin
slett ikki til ávís fiskasløg,
og tað hevur ikki verið nóg
góður vilji í nevndini at
broyta skipanina, sum tískil
ikki er dagførd hesi árini.
Hetta sigur Árni Joensen,
sum er formaður í Føroya
Fiskaseljarafelag.
Hann leggur ikki fingrar-
nar ímillum, tá ið hann
tosar um ta uppboðssølu-
skipan, vit hava í dag. Árni
gevur henni nevniliga bæði
rós fyri tað, hon var, tá ið
lunnar vórðu lagdir undir
hana, men so sanniliga eis-
ini rís fyri, at hon við tíðini
ikki er lagað til broyttu um-
støðurnar.
– Krøvini økjast alla
tíðina. Einki stendur í stað.
Alt broytist. Tær politisku
bindingarnar, sum í sínari
tíð vórðu lagdar á sølu og
keyp av fiski í Føroyum,
vóru ivaleyst uppá sítt
pláss, tá ið skipanin byrj-
aði. Tær vórðu álagdar við
góðari meining. Endamálið
var at forða fyri ov stórum
útflutningi av óvirkaðum
fiski og í staðin varðveita
fiskin og arbeiði í landin-
um.
– So hvørt, sum tíðirnar
og umstøðurnar eru broytt-
ar, ber slett ikki til at selja
ávís fiskasløg um hesa
skipan, tí neyðugu tillag-
ingarnar
ongantíð
eru
framdar. Hetta er serliga
galdandi fyri upsan, sum
slett ikki fær nakað boð, og
við hýsuni hava eisini verið
stórir trupulleikar, tó at tað
hevur gingið heldur betur at
selja hýsuna hjá línubát-un-
um í seinastuni. Hóast bata,
hava hýsuprísirnir kortini
verið alt ov lágir, ásannar
Árni.
Kartell-líknandi
Hann sigur, at treytirnar í
lógini um vinnuligan fiski-
skap um, at fiskurin skal
bjóðast út og seljast á
føroyskari
uppboðssølu,
áðrenn hann kann flytast út
av landinum, føra til dup-
ultmoral og í ringasta føri
til anarki.
– Í fleiri førum verður
fiskurin seldur fyri spott-
prís, har seljarin keypir
fiskin aftur sjálvur og selir
hann av landinum. Soleiðis,
sum skipanin er samansett,
kann eingin fyribyrgja, at
kartell-líknandi avtalur ikki
verða gjørdar. Einki er nið-
urskrivað, og eingin kann
ábyrgdast fyri nakað.
Árni sigur, at soleiðis,
sum støðan er, fær upsin
einki veruligt boð á upp-
boðssøluni í dag.
– Fyri at fáa loyvi at selja
upsan av landinum, skal
fiskurin fyrst um uppboðs-
søluna. Jú, lægri søluvirðið
er, tess minni avgjald liggur
eftir hjá Fiskamarknaði
Føroya. Tann, ið selir fisk-
in, setir ein lágan minsta-
prís og keypir hann aftur
sjálvur. Aðrir
keyparar
bjóða vanliga ikki uppá
henda fiskin, tí teir vita,
hvussu henda sølan hongur
saman, og at tað er seljarin,
sum vil hava fiskin aftur
sjálvur.
Í sínum starvi sum sølu-
maður hjá P/F Vesturvón,
tekur Árni Joensen sær nú
eisini av søluni hjá ís-
fiskatrolarunum, Akranesi
og Dragasundi, sum eru
fyrrverandi Sardis og Topas
og Vestursøka og Vestur-
leika, sum eru fyrrverandi
Stjørnan og Polarhav. Hesi
skipini eigur og rekur fe-
lagið nú eisini.
– Vit koyra onga pro-
forma-sølu
ígjøgnum,
hóast vit hava selt næstan
hvørja last uttanlands síðan
í februar. Hetta hevur givið
okkum ein munandi betri
miðalprís, enn um veiðan
varð seld og keypt til virk-
ingar í Føroyum.
Árni ásannar, at hevur tú
eitt loyvi at fiska undir
Føroyum, hevur tú sum
reiðari
sjálvsagt
eisini
skyldu til at taka sam-
felagsligt atlit og at vera
objektivur, sum hann tekur
til.
– Men sum seljari av
veiðini, ið skip og manning
fáa, hevur tú eisini skyldu
til at royna at fáa sum mest
fyri fiskin og selja veiðina,
har bestu boðini eru.
Altjóða uppboðssøla
Sum tíðin er liðin, og vinn-
an hevur sæð, hvønn veg
tað ber við Fiskamarknaði
Føroya, eru bæði fiskaselj-
arar og fiskakeyparar vorð-
nir sannførdir um, at neyð-
ugt er at taka felags stig.
Størsti trupulleikin hjá
seljarunum er, at ávís fiska-
sløg fáa einki boð á upp-
boðssøluni, og trupulleikin
hjá fiskakeyparunum er, at
so nógvur fiskur fer av
landinum, sum teir í veru-
leikanum ikki fáa høvi at
bjóða uppá.
– Síðan eg gjørdist for-
maður í Ráfiskaseljara-
felagnum í fjør heyst, hava
vit tosað nógv við Rá-
fiskakeyparafelagið,
har
Páll Gregersen er formaður.
Úrslitið er, at vit nú hava
stovnað eitt felag, sum
hevur til endamáls at skipa
eina altjóða uppboðssølu,
har føroyskir keyparar und-
ir liðini á útlendskum keyp-
arum kunnu bjóða uppá
fiskin, sum føroysku skip-
ini veiða.
Árni ásannar, at neyðugt
er við politiskum vilja til
tess at taka av bindingarnar
í lógini um vinnuligan
fiskiskap, sum forða fyri
einum
slíkum
altjóða
marknaði.
– Eg havi góðar vónir
um, at politiski myndug-
leikin fer at taka hetta
málið upp og vil fremja
neyðugu
og
átrokandi
broytingarnar.
Formaðurin í Ráfiska-
seljarafelagnum væntar, at
nýggi fiskamarknaðurin –
um alt gongur, soleiðis sum
feløgini ætla - kann fara
undir sítt virksemið til
heystar.
– Eg dugi ikki at síggja,
at politiski myndugleikin
hevur nakað val og vóni tí-
skil, at hann vil verða við til
at skapa neyðugu fyritreyt-
irnar fyri einum nútímans
og dynamiskum fiskamark-
naði, har fiskurin verður
bjóðaður út og seldur tí
keypara, sum vil geva mest
fyri hann.
Árni vísir á, at føroyskir
fiskakeyparar í eini tílíkari
skipan
framvegis
hava
fiskin her heima hjá sær,
meðan útlendingar hava
geografiina,
sum
hann
tekur til, ímóti sær.
– Eg vóni, at tað arbeiði,
sum nú er sett á lunnar,
endar við, at vit fáa eina
nýggja uppboðssølu, sigur
formaðurin í Ráfiskaselj-
arafelagnum.
Dýrt at selja
Spurdur, hvørja lagnu hann
væntar, at Fiskamarknaður
Føroya fer at fáa, um ein
altjóða uppboðssøla verður
sett á stovn, sigur hann, at
tað dugir hann illa at meta
um.
Árni vísir á, at hóast um-
skipingar nú eru uppá tal á
Fiskamarknaði Føroya, har
sjálv sølan verður skipað í
einum felag fyri seg og
landingin fyri seg, dugir
hann ikki at síggja, at hetta
kann forða fyri, at ein
nýggj uppboðssøla verður
sett á stovn.
– Tað er alt ov dýrt at
selja fisk um uppboðssøl-
una hjá Fiskamarknaði
Føroya, og serliga tungar
eru hesar útreiðslur at bera,
tá ið fiskaprísurin er lágur.
Árni nevnir eitt tilvildar-
ligt dømi, har hann seldi
nøkur kilo av brosmu.
– Eg haldi, at søluvirðið
var 544 krónur, men tá ið
avtornaði, og allar útreiðsl-
ur vóru drignar frá, lá
minni enn helmingurin av
søluvirðinum eftir hjá okk-
um. Minnist eg rætt, var
nettotalið einar 220 krónur
av 544.
Hann leggur dent á, at
hetta var ein lítil nøgd, men
hetta sigur eitt sindur um,
hvussu dýrt tað kann vera
at selja um verandi upp-
boðssølu.
– Ein uppboðssøla skal
ikki ríka seg upp við at
leggja høg gjøld á søluna.
Tað, sum ræður um, er, at
seljarin fær marknaðarprís
fyri fiskin, og at keyparin
fær møguleika at keypa
fiskin í kapping við aðrar.
Tískil eigur ein uppboðs-
søla at verða ogn hjá teim-
um sum selja og teimum
sum keypa. Tað eigur ikki
at vera soleiðis, at tilvildar-
lig feløg ríkað seg upp av
partabrøvum í eini upp-
boðssølu. Hetta eigur at
verða ein non-profit fyri-
tøka, har ágóðin av søluni
eigur at koma vinnuni til
góðar og ikki partaeigarun-
um í uppboðssøluni.
Hann heldur sum nevnt,
at verandi skipan var í lagi,
tá ið Fiskamarknaður Før-
oya byrjaði, men tíðin er
langt síðan farin frá hesi
skipan.
– Verandi uppboðssøla er
vorðin ov gamaldags, tí hon
er ikki dagførd, sum hon
átti at verið.
Ein portalur
Árni sigur, at hann kann
saktans liva við, at allur
fiskurin undan Føroyum
verður boðin út í Føroyum,
men treytin um, at hann
eisini skal seljast í Føroy-
um, má burtur.
– Tað er í lagi, at allur
fiskur verður boðin út her
hjá okkum, men latið tann,
sum gevur besta prísin,
sleppa at keypa.
Hann sigur, at ætlaða al-
tjóða uppboðssølan, sum
seljarar og keyparar nú
arbeiða við at stovnseta,
skal ikki hava fleiri dupult-
funktiónir við eitt nú skrá-
seting av tølum til myndug-
leikar og stovnar.
– Her kundi nógvur pen-
ingur verið at spart, sigur
hann.
Árni vísir á, at uppboðs-
sølan hjá aktørunum í
vinnuni, sum hann tekur til,
verður at sammeta við ein
framsýningarglugga – ella
ein portal.
– Skipini, sum eru úti,
skulu tasta veiðitøl og
annað inn einaferð um
døgnið og bátarnir, sum
landa dag um dag, skulu
tasta tølini inn á landing-
armiðstøðini, har teir leggja
fiskin upp. Á henda hátt
kunnu keyparar gera sær
eina mynd av, hvør fiskur er
og kemur á marknaðin
komandi dagarnar, og har-
við kunnu teir eisini gera
sær greitt, hvørji fiskasløg
og hvørjar støddir, tey
skulu brúka – men ikki
minst; nær tey kunnu vænta
sær at fáa fiskin.
Hann sigur, at tað skal
ikki vera soleiðis, at seljar-
ar kunnu taka søluna, sum
er boðin út, aftur, tá ið teir
hava avgjørt, at veiðan skal
seljast.
– Sum seljari kanst tú
bíða við at selja, men tá ið
tú hevur trýst á "enter",
skalt tú ikki kunna taka
søluna aftur. Sum er í dag,
er ikki ókent, at seljarin
bakkar útaftur eftir, at sølan
er byrjað. Eftir stendur
keyparin við ongum fiski. Í
hinum endanum fær hann
ikki hildið tær avtalur, sum
gjørdar eru við útlendsku
avtakararnar.
Árni dugir ikki at síggja,
hvat endamálið er við, at
skip og manningar skulu
rinda pening fyri proforma-
sølur, sum nógvar av teim-
um, ið fara um uppboðssøl-
una hjá Fiskamarknaðin-
um, eru.
– Hví skulu vit rinda fyri
slíkt, spyr hann og heldur
fyri, at verandi skipan er
púrasta sjúk.
Hann undrar seg yvir, at
eingin er vaknaður og hev-
ur gjørt meira fyri at broyta
hesa skipan.
Formaðurin í Ráfiska-
seljarafelagnum
heldur
avgjørt, at gongda leiðin er,
at fiskurin verður boðin út
og seldur á einum teldu-
skíggja.
– Skipanin skal vera so
einføld sum gjørligt, so-
leiðis at hvør Palleba á
gøtuni kann síggja, hvat er í
útboði, og hvat fiskurin
verður seld fyri. Er sølan
góð, er tað gott. Er hon
minni góð, er tað lort.
Hann vísir á, at í Føroy-
um er vanligt, at seljarin
ásetir ein minstaprís, men í
okkara grannalondum er
vanligt at byrja úr erva og
síðan niðureftir.
– Er toskur á uppboði fyri
35 krónur fyri kilo, kemur
kanska einki boð, fyrr enn
prísurin er komin niður á
20 krónur fyri kilo.
Kappingarfør vinna
Árni sigur seg enn einaferð
vóna, at nýggi fiskamarkn-
aðurin kann koma í gongd
til heystar, men sum hann
nevndi fyrr í samrøðuni,
verður neyðugt at taka
spurningin
um
verandi
bindingar upp við myndug-
leikarnar.
– Eg vænti, at ein slíkur
marknaður kann gerast ein
partur av einum norðurat-
lantiskum neti, har stórur
áhugi verður fyri tí fiski,
sum boðin verður út í Før-
oyum.
Hann ásannar, at tað
sjálvsagt kann henda, at
neyðugt verður við ym-
iskum tillagingum, tá ið
skipanin er sett í verk, tí tað
finst
eingin
endalig
skræddaraseymað
loysn.
Men hann er rættiliga sann-
førdur um, at hetta verður
ein livandi marknaður við
stórum dynamikki, sum fer
at tæna seljarum, keyparum
og samfelagnum øllum.
– Bæði ráfiskaseljarar og
ráfiskakeyparar
eru
so
avgjørt áhugaðir í at hava
eina burðardygga vinnu, tí
hetta er okkara skylda sum
aktørar á økinum.
Árni ivast onga løtu í, at
vit eiga at hava hurðarnar á
gloppi fyri útlendingum,
sum vilja keypa fisk í
Føroyum.
– Eg beri ikki ótta fyri, at
hetta kemur at ganga útyvir
virkini á landi, tí við
nýggju skipanini fer fisk-
urin, sum verður boðin út í
Føroyum, ikki á sama hátt
sum nú fram við føroysku
virkjunum og av landinum,
sum hann í stórum nøgdum
fer í dag. Vit hava eina
kappingarføra vinnu, sum
eg havi álit á fer at standa
seg í kappingini við aðrar,
sigur formaðurin í Rá-
fiskaseljarafelagnum, Árni
Joensen, at enda.
Fiskaseljarar og fiskakeyparar:
Stovna altjóða uppboðssølu í Føroyum
Ein uppboðssøla skal ikki ríka seg
upp við at leggja høg gjøld á søluna.
Tað, sum ræður um, er, at seljarin
fær marknaðarprís fyri fiskin, og at
keyparin fær møguleika at keypa
fiskin í kapping við aðrar. Tískil eigur
ein uppboðssøla at verða ogn hjá
teimum sum selja og teimum sum
keypa. Tað eigur ikki at vera soleiðis,
at tilvildarlig feløg ríkað seg upp av
partabrøvum í eini uppboðssølu.
Hetta eigur at verða ein non-profit
fyritøka, sigur Árni Joensen,
formaður í Ráfiskaseljarafelagnum
Mynd: Vilmund Jacobsen
Árni Joensen dugir ikki at síggja, hvat endamálið er við, at
skip og manningar skulu rinda pening fyri proforma-sølur,
sum nógvar av teimum, ið fara um uppboðssøluna hjá
Fiskamarknaðinum, eru. - Hví skulu vit rinda fyri slíkt, spyr
hann og heldur fyri, at verandi skipan er púrasta sjúk
Mynd: Vilmund Jacobsen
C
M
Y
K
29
28