Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-28, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. mai 2004síða 16

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 100 - 28. mai 2004 Nr. 100 - 28. mai 2004 31 Vágaleys partabrøv Um tríggjar vikur gevur Kaupthing út nýgg láns- brøv. Og lánsbrøvini eru ikki bara nýggj. Tey eru eisini nýskapandi. Vanliga er tað soleiðis við lánsbrøvum, at hesi hava eina fasta rentu, sum gjarna er nakað yvir tí, sum bankarnir vanliga bjóða á innlánskontum. Samstund- is ger fasta rentan tó, at vinningurin ongantíð gerst so lokkandi stórur, sum hann kann gerast við parta- brøvum. Við lánsbrøvum er tó ikki vandi fyri beinleiðis pen- ingamiss, og tí verða hesi ofta nýtt sum tann trygga íløgan, tá tosað verður um keyp og sølu av virðis- brøvum. Bonus uttan vága Nýggju lánsbrøvini frá Kaupthing eru tó skipað eitt sindur øðrvísi. Rentu- avkastið av hesum er nevn- liga beinleiðis tengt at, hvussu gongdin á parta- brævamarknaðinum er. Yvir tey trý árini, sum lánsbrøvini eru í gildi, verður rentan av hesum nevnliga 75% av hækking- ini á Dow Jones vísitalin- um. Hetta vísitalið vísir gongdina í europeiska virð- isbrævamarknaðinum, og umboðar tað gongdina í partabrøvunum hjá 50 av teimum heilt stóru fyritøk- unum í Europa. At keypa nýggju lánsbrøvini svarar tí til at keypa partabrøv, tó við tí týdningarmikla mun- inum, at íløgan er tryggjað. Tað vil siga, at um vísitali yvir hesi trý árini hækkar t.d. 40%, so verður avkastið til lánsbrøvini tríggjar fjórðingar av hes- um. Altso 30% yvir trý ár, og tað er nú ikki so galið avkast. Tað er tó sett eitt ovara mark fyri avkast- inum, soleiðis at íleggjarin ikki kemur at fáa meira enn 50% í rentu yvir hesi trý árini. Men skuldi tað verið talan um slíka rentu, so munnu flestu íleggjaranrir tó vera nøgdir kortini. Og lánsbrøvini verða heilt áhugaverd, tá tað sam- stundis verður latið trygd fyri, at tey ikki fella í virði. Tað vil siga, at um talan er um eina negativa gongd á europeisku virðisbræva- marknaðinum yvir hesi trý árini, so fær íleggjarin framvegis fulla innskotið aftur. Nýggju lánsbrøvini verða send á marknaðin tann 21. juni -jm HB hevur beina kós Hundrað ára dagurin ætlast eitt nú at hald- ast við uppflyting í næstbestu deildina 3.DEILD Jóannes Hansen Eingin ivi tykist vera um, at HB ætlar sær at flyta upp- aftur í næstbestu deildina. Undanfarnu árini hevur tað ofta verið soleiðis, at HB ikki hevur megnað at manna eitt odruligt lið í 3. deild. Í ár er vent í holuni. Teir hava góða manning, sum ivaleyst hevði staðið seg í næstbestu deildini, og higartil hava úrslitini verið fult stigatal hvørja ferð. NSÍ og GÍ royna at fylgja við. NSÍ misti á stokkinum, tá ið Fram javnaði í síðstu løtu í Gundadali. Tað gong- ur eitt sindur striltið at fáa dómaraseðlarnar til FSF skrivstovuna. Sum vit áður hava sagt frá, so hava vit ikki orku at ringja runt fyri at fáa fatur á úrslitum og málskjúttum. Upplýsingar- nir eru bara frá dómara- seðlunum. Á yvirlitinum sæst, at dómarin í 3. umfari í dystunum SÍ–EB/Streym- ur og EB/Streymur hevur framvegis ikki sent FSF upplýsingar um hesar dyst- irnar. Tá ið hann hevur gjørt tað, so taka vit í aftur hesi úrslitini í næstu upp- gerð, sum vónandi verður eina ferð í næstu viku. Vit hava eisini spurt okk- um fyri á FSF skrivstovuni um dómaraseðlar frá triðja umfarinum í kvinnukapp- ingini. Tríggir dystir vóru á skránni Kristi himmals- ferðardag, men eingin seðil er enn komin á FSF skriv- stovuna. 3. umfar SÍ-EB/Streymur ikki innkomin NSÍ-B68 6–2 (4–0) 1–0: Jan Nónklett 20. 2–0: Jan Nónklett 32. 3–0: Eddie Mikkelsen 37. 4–0: sjálvmál 42. 4–1: Hans E. Danielsen 48. 5–1: Jan Nónklett 49. 6–1: Magni Jacobsen 55. 6–2: Arnfinn Olsen 80. HB-TB 11–2 (6–0) 1–0: Svenn F. Jacobsen 5. 2–0: Heri Petersen 17. 3–0: Svenn F. Jacobsen 19. 4–0: Heini Gaard 28. 5–0: Svenn F. Jacobsen 30. 6–0: Eyðun Jensen 32. 6–1: Andrew Joensen 55. 7–1: Eyðun Jensen 61. 8–1: Heini Gaard 62. 9–1: Heini Gaard 67. 9–2: Búgvi Randal 81. 10–2: Páll M. Joensen 86. 11–2: Svenn F.Jacobsen 90. Skála–ÍF 2–2 (2–0) 1–0: Rói Jacobsen 31. 2–0: Malmberg Olsen 34. 2–1: Høgni á Lakjuni 52. 2–2: Høgni á Lakjuni 80. GÍ–Fram 5–1 (1–0) 1–0: Páll Rói Poulsen 37. 2–0: Omar Pálsson 53. 3–0: Magni Jacobsen 69. 4–0: Omar Pálsson 71. 4–1: Tommy Jacobsen 75. 5–1: Omar Pálsson 83. 4.umfar Fram–NSÍ 2–2 (1–1) 1–0: Steingrím Funding 2. 1–1: Debus Danielsen 35. 1–2: Jan Nónklett 45. 2–2: Steingrím Funding 89. EB/Streymur–TB ikki innkomin ÍF–HB 3–5 (1–0) 1–0: Sverri Ellingsgaard 43. 1–1: Heini Gaard 50. 1–2: Emil N. Leifsson 53. 1–3: Heini Gaard 59. 2–3: Henry Petersen 68. 3–3: Høgni á Lakjuni 70. 3–4: Páll M. Joensen 87. 3–5: Jóhan Ei. Mouritsen 88. B68–Skála 2–0 (1–0) 1–0: Kristian A. Andreassen 40. 2–0: Hansmar Poulsen 88. SÍ–GÍ 1–4 (0–2) 0–1: Páll Rói Poulsen 1. 0–2: sjálvmál 25. 0–3: Omar Pálsson 52. 1–3: Rúni Kruse 65. 1–4: Magni Jacobsen 85. Støðan HB 4 4 0 0 23–6 12 NSÍ 4 3 1 0 19–7 10 GÍ 4 3 1 0 18–6 10 Fram 4 2 1 1 7–9 7 B68 4 1 1 2 9–12 4 SÍ 3 1 0 2 6–9 3 Skála 4 0 2 2 3–7 2 ÍF 4 0 1 3 10–22 1 TB 3 0 1 2 3–15 1 EB/S 2 0 0 2 2–7 0 Málskjúttar Jan Nónklett NSÍ 9 Heini Gaard HB 8 Magni Jacobsen GÍ 6 Omar Pálsson GÍ 4 Svenn F. Jacobsen HB 4 Páll Rói Poulsen GÍ 3 Høgni á Lakjuni ÍF 3 Henry Petersen ÍF 3 Arnfinn Olsen B68 2 Kristian Poulsen B68 2 St. Funding Fram 2 Heini Heinason GÍ 2 Páll M. Joensen HB 2 Eyðun Jensen HB 2 Johan E. Mouritsen HB 2 Rasmus Nolsøe HB 2 Debes Danielsen NSÍ 2 Magni Jacobsen NSÍ 2 Rúni Kruse SÍ 2 Jón Nielsen SÍ 2 Hans E. Danielsen B68 1 Arnfinn Olsen B68 1 Símun Olsen B68 1 Brian Olsen EB/S 1 Sigfr. Abrahamsen EB/S 1 Rógvi Højgaard Fram 1 Áki Mortensen Fram 1 Kaj Ennigarð GÍ 1 Emil N. Leifsson HB 1 Gunnar Mohr HB 1 Heri Petersen HB 1 Poul Djurhuus ÍF 1 Sverri Ellingsgaard ÍF 1 Rúni Petersen ÍF 1 John Thomsen ÍF 1 Bjarki Danielsen NSÍ 1 Jóhan D. Djurhuus NSÍ 1 Dan Knudsen NSÍ 1 Eddie Mikkelsen NSÍ 1 Búgvi Olsen NSÍ 1 Rúni Haraldsen Skála 1 Rói Jacobsen Skála 1 Malmberg Olsen Skála 1 Petur Niclasen SÍ 1 Ragnar Niclasen SÍ 1 Andrew Joensen TB 1 Búgvi Randal TB 1 Birgir Jógvansson TB 1 sjálvmál GÍ 1 sjálvmál NSÍ 1 Meinigheitin í Hoyvík uppi á Brekku 3 Týsdagin kl. 20 Meinigheits- fundur. Mikumorgunin kl.7 Bønar- møti. Eingi tiltøk verða á Hvítu- sunnu. Ebenezer Hvítusunnudag kl. 10 Minnis- máltíð Harrans, kl. 12 Sunnu- dagsskúli, kl. 18 Evangel. møti. 2. Hvítusunnudag kl. 18 Evangel. møti. Frelsunarherurin, Tórsgøta 19 Hvítusunnudag kl. 11 Møti, Palli Petersen talar. Kl. 17 verður Familjutími v/ Eyðfinn og Siv. Øll eru vælkomin. Filadelfia, Landavegur 22 Í kvøld kl. 20 Ungdómsmøti v/ Paula Høj, evnið: Gleði. Ímorgin kl. 17 Landsbøn. Sunnudagin kl. 11 Morgun- møti v/ Robert Bwalya, kl. 11.30 Barnagudstænasta, einki ABC vegna møtirøð, kl. 19 Møtirøðin »Rørir tað teg?« við Robert Bwalya, Barna- gudstænasta. Mánadagin kl. 19 Møtirøðin »Rørir tað teg?« v/ Robert Bwalya. Møtirøðin heldur fram restina av vikuni. www.filadelfia.fo Samkoman Rhema Sunnumorgunin kl. 11 Møti og sunnudagsskúli. www.rhema.fo Hebron, Argir Hvítusunnudag kl. 10.30 Morgunmøti og samstundis verður barnaansing. Hvítu- sunnudag verður eingin sunnudagsskúli. www.hebron.fo Lívdin Í Hoyvíkar skúla (inngongdin er flutt til nýggjaskúla). Sunnumorgunin á Familju- møtinum kl. 10 verður eitt Vitnisburðamøti. Á Tilbiðjanarmøtinum kl. 12 talar Rólant í Skorini um evnið: »Hvítusunna«. Barnaansing er fyri børn undir skúlaaldur á báðum møtunum. Sunnudagsskúli kl. 12. Drekkamunnur er millum møtini. Týskvøldið samlast húsbólk- arnir. www.livdin.fo Katólska Kirkjan Hvønn gerandisdag kl. 17.30 Orðsins tænasta v/ komm- unión í Kerit. Leygardag kl. 11.30 Messa í Kerit. Hvítusunnudag kl. 11 Há- messa kl. 11 v/ Wladysls Zdunek, presti í Mariukirkj- uni. Aftaná verður kirkjukaffi. Eingin sunnudagsskúli. Síðsta sunnudag í hvørjum mánaði verður tilbiðjan av Heilaga Sakramentinum í Mariukirkjuni frá kl. 15.30 til 18. Serliga vilja vit biðja fyri okkara meinigheit og tí henni tørvar. »Ver her og vak við mær, vak og bið«. 2. Hvítusunnudag kl. 11 Messa v/ Wladyslw Zdunek, presti í Mariukirkjuni. Meinigheitshúsið Fríggjakvøldið kl. 19.30-21 Juniorhugni. Leygardagin kl. 9.30-12 For- eldur og børn. Hvítusunnudag kl. 14 Sunnu- dagsskúli, kl. 18 Møti v/ Alfred Petersen, Gittit syngur. 2. Hvítusunnudag kl. 18 Møti v/ Heðin Jacobsen, Fríðbjørg Jensen syngur. Missiónshúsið við Landavegin 2. Hvítusunnudag kl. 18 Møti v/ Sigurd Sørensen. Tórshavnar Hvítusunnusamkoma Yviri við Strond Sunnudagin kl. 11.00: Morg- unmøti og kl. 18.00: Evangel- iskt møti. Øll eru vælkomin. Saron, Vestmanna Sunnudagin, hvítusunnudag verður Morgunmøti við breyðbróting kl. 11 við Eiler Johannesen. Verið hjartaliga vælkomin í Saron. Vestmanna missiónshús 1. hvítusunnudag kl. 19 Møti við Hellu og Regini Olsen úr Havn. Lívsins Orð, Saltangará Sunnudagin kl. 10.30 Møti við breyðbróting. Øll eru vælkomin. Keldan, Skálafirði Leygarkvøldið kl. 21 Opið hús v/ Leif Høj. Sunnudagin kl. 11 Morgun- møti við kvinnum. Vælkomin í Kelduna. www.keldan.fo Elim, Søldarfjørður Hvítusunnudag kl. 12 Breyðbróting. Á møtinum kl. 18 koma nøkur í samkomuni at hava ein vitnisburð. Øll eru hjartaliga vælkomin. 2. Hvítusunnudag kl. 18 Møti, talari er Joen Magnus Rasmussen. Øll eru hjartaliga vælkomin. Thabor Fuglafjørður Ungdómsmøti verður leygar- kvøldið kl. 21. Hvítusunnudag verður einki tiltak í Thabor vegna 20 ára føðingardagshaldið hjá kirkjuni. 2. Hvítusunnudag kl. 18 Møti, har evnið er Ísrael. Missiónshúsið í Leirvík Hvítusunnumøtini byrja leyg- arkvøldið kl. 20 við Alfred Olsen. Sangur Jónhilda og Gulak. 1. Hvítusunnudag kl. 19 Møti við Hans Kristian Johannsen. Sangbólkur úr Leirvík. Innsavnan til ársgávuna hjá Heimamissiónini. 2. Hvítusunnudag kl. 19 Møti við Regin Høgnesen. Sangur Húsakórið. Getsemane, Klaksvík Fríggjakvøldið kl. 20.30 Hugnakvøld fyri ung. Sunnudagin kl. 11 Møti. Tú ert hjartaliga vælkomin. KFUM og K, Klaksvík Fríggjadagin kl. 22 Opið hús. Sunnudagin kl. 15 Barna- gudstænasta í Christians- kirkjuni. Hvítusunnudag og 2. Hvítu- sunnudag felagsmøtir í Christianskirkjuni kl. 18. 2. Hvítusunnudag kl. 21 Ungdómsmøti. Øll eru hjartaliga vælkomin. Missiónshúsið í Skopun Møtini á Hvítusunnu við skopuningum í útisetri byrja leygarkvøldið kl. 20, Súsanna Hammer talar. Innsavnan til barna- og ungdómsarbeiði. Hvítusunnudag verður møti kl. 19.30 vegna kirkjugongd, v/ Símin Hansen, innsavnan til húsið. 2. Hvítusunnudag kl. 16 Úti- møti um viðrar. Viðrar ikki verður møti inni kl. 18. Jacob Hendrik Hansen talar, ymisk- ar sangkreftir luttaka á øllum møtunum. Øll eru hjartaliga vælkomin. Missiónshúsið á Tvøroyri Ungdómsmøti verður leygar- kvøldið kl. 21. Øll eru hjar- taliga vælkomin. Eingin sunnudagsskúli verður sunnudagin. Einki møti verður sunnukvøldið vegna Hvítusunnustevnu í Vági. Betel, Vágur Fríggjadagin kl. 20 Bønar- fundur í Betel. Leygardagin kl. 10 Uppbygg- ingarfundur í Betel. Hesir fundur verða í Ítróttar- høllini/Betel: Leygardagin kl. 20 Evangel. fundur, kl. 22.30 Opið hús í Betel. Hvítusunnudagin kl. 10 Breyðbróting, kl. 16 Upp- byggingarfundur, kl. 19 Evangel. fundur, kl. 22.30 Opið hús í Betel. 2. Hvítusunnudag kl. 10 Uppbyggingarfundur, kl. 15 Uppbyggingarfundur, kl. 20 Evangeliskur fundur í Betel. Frelsunarherurin, Vágur Hvítusunnudag kl. 17 Fam- iljumøti. 2. Hvítusunnudag kl. 18 Evangel. møti v/ Eddie Bech. Øll eru hjartaliga vælkomin. Tilhaldið í Tórsgøtu 21, tlf. 316491 Opið er mánadag 10.00- 18.00. Týsdag-fríggjadag kl. 10.00-17.00. Drekkamunnur er at fáa hvønn dag, eins og bløðini eru til taks. Mánadagur 24. mai. kl. 10-10.30 Fimleikur, Sonja Danielsen kl. 10.30-18 Veving á loftinum kl. 14-18 Kortspæl, telving, landastrok, dart og onnur spøl Túrur til Eiðis mikudagin 26. mai kl. 10 úr Steinatúni, vitjað verður glassmiðjuna hjá Elisabeth og Páll Ellingsgaard, síðani verður døgurði í Lonini á Eiði. Aftur í Havnini uml. kl. 16. Kostnaður 150,- gjaldast áðrenn kl. 12, 24. mai. Tilm. 316491. Týsdagur 25. mai kl. 10-11.30 Sangur, Jóhann R. Jacobsen. Øll eru hjartaliga vælkomin. kl. 15 Ábyrgd fyri egnari heilsu, Jógvan Fríðriksson, prestur Mikudagur 26. mai Tilhaldið stongt. Hósdagur 27. mai kl. 10-10.30 Fimleikur, Sonja Danielsen kl. 14-17 Telduprát, Brandur Petersen kl. 14-16 Boccia í kjallaranum Fríggjadagur 28. mai kl. 10-12 Handverk, øll eru hjartaliga vælkomin Fríggjadagur 28. mai Fyrireiking til »Litir og lutir renna millum runnar« í Grasagarði 4. juni. kl. 12-17 Opið hús Fyrireika søluna í Grasagarði av sjálum. Tað er altíð ein krókur í Til- haldinum – um tygum ikki fáast við nakað ítriv. Vit ynskja at øll skulu kenna seg vælkomin. Tilhaldið Hugnin í Sandoynni Tilhaldið í Sandoynni er opið mánadag og mikudag frá kl. 14-17. Báðar dagarnar er drekkamuður at fáa. Øll eru hjartaliga vælkomin. Fløvi – dagtilhaldið fyri pensiónistar í kvinnufelagshúsinum á Glyvrum – allir pensionistar hjartaliga vælkomnir. Opið mánadag- fríggjadag kl. 15-18. Mánadagin 24. mai Boccia v/ Jóhan Danielsen Týsdagin 25. mai Ítriv fyri áhugað Mikudagin 26. mai Helen og Eyðun Joensen greiða frá túri á Hawaii Hósdagin 27. mai Fimleikur v/ Jóhannu Troest Fríggjadagin 28. mai Opið hús Tú fært altíð ein góðan drekkamunn, somuleiðis eitt gott Guðs orð. Bløðini eru altíð til taks. Felagið Tórshavn – gongutúrur Mánadagin 31. mai, 2. hvítu- sunnudag, verður gongutúrur: Blásendi-Reyðafellstindur- Oyri. Farið verður av Kunn- ingarstovuni kl. 9.30. Havið heit og góð gonguklæðir og matpakka við. Túrurin er tungur, og gingið verður 6-7 tímar. Tilmelding. Eysturoyar Gongufelag Gongutúrur verður mánadagin 31. mai (2. hvítusunnudag). Gingið verður niðan á Ørvitisfelli. Vit møtast við Oksnagilsá í Saksunardali kl. 14. Tilmelding ikki neyðug. Dagtilhaldið í Vági er hvønn týsdag og tórsdag frá kl. 15 til 18. Øll eru vælkomin. Vágs Pensionistafelag Vágs Pensionistafelag – fel- agið fyri pensionistar í Suður- oyar sunnaru helvt – hevur limafund kl. 19.00 hvønn seinasta mánadag í hvørjum mánaða. Ymiskt áhugavert er á hvørjum fundi, har tú eisini fært drekkamunn við bollum og køkum. Fundirnir verða hildnir í hugnaligu hølunum hjá Vágs Matmøðrafelag. Allir pensionistar og øll omanfyri 60 ár eru vælkomin. Gerst limur í Vágs pensionistafelag. Spælistovan í meinigheitshúsinum er opin mána-, týs- og hósdag kl. 9-12 fyri foreldur við børn- um, sum ikki hava ansing. Reyði Krossur Føroya Sorgarlinjan svarar mánadag, mikudag og fríggjadag kl. 19.00-21.00 á tlf. 319630. Kennir tú føroying í Keyp- mannahavn, ið hevur tørv á vitjan ert tú vælkomin at seta teg í samband við Reyða Kross Føroya, Bryggjubakki 10, 100 Tórsh. tlf. 319630/61 655400. Føroya Heimavirkisfelag Postadressa: J. Paturssonar- gøta 24, 100 Tórshavn. Formaður: Óluva Vilhelmsen. T-postur: fhf@craft.fo Heimasíða: www.craft.fo Tlf. 322686 / 319629 NA (Anomymir narkomanar) Tinghúsvegur 37 NA-Fundur hvørt sunnukvøld kl. 20.00 til 21.00 á Tinghús- vegnum 37. Al-Anon Fundur fyri avvarðandi at alkoholikarum er hvørt hós- kvøld kl. 20 og sunnudag kl. 17. Síðsta sunnudag í mán- aðinum er opin speakarafun- dur í Al-Anon, Tinghúsvegur 37. ACA (Adult children anonymous). Fundur fyri tilkomin, ið eru uppvaksin í alkoholiskum ella dysfunktionellum familjum er hvørt leygarkvøld kl. 20.00- 21.30 á Tinghúsvegi 37, Tórshavn. www.aca- danmark.dk. E-mail: acafaroeislands@hotmail.com AA-fundir í Havn Tinghúsvegur 37 Mánadag: kl. 20.00–21.00 Týsdag: kl. 20.00–21.15 Mikudag: Sporafundur kl. 20.00–21.00 Hósdag: kl. 20.00–21.00 Fríggjadag: kl. 20.00–21.00 og kl. 22.30–23.30 Leygardag: kl. 9.00-10.00 opin fundur. Kl. 17.00–18.00 Sunnudag: kl. 11.00–12.00. Allir fundir eru roykfríir. Heimasíða: http://heima.olivant.fo/~aa-fo/ AA-fundur í Eysturoy Á Toftum hvønn týsdag kl. 20 í húsinum norðanfyri skúlan. Á Glyvrum hvønn fríggjadag kl. 20 í Hvítaskúla. (gamla læraraíbúðin). AA-fundir í Vágum Í gamla skúla í Sandavági hvørt hóskvøld og leygar- kvøld kl. 19.00 (á loftinum, inngongd niðanfyri). Al-Anon í Vágum Fundur fyri avvarðandi hjá alkoholikarum er hvørt týs- kvøld kl. 19.30 í Gamla skúla í Sandavági. AA-Suðuroy AA-fundirnir í gomlu lækna- miðstøðini á Tvøroyri eru fríggjakvøld kl. 19 og sunnu- dag kl. 15. Hvønn sunnudag síðst í mán- aðinum – opin fundur kl. 15. AA í Vági AA fundir verða í Undirhús- inum onsdag og leygardag kl. 19.00. Blái Krossur – Glyvrar bjóðar til eftirviðgerðarfund hvørt mánakvøld kl. 19 í hølunum hjá Bláa Krossi á Glyvrum. Blái Krossur – Eiði bjóðar til eftirviðgerð í Losj- uni á Eiði annaðhvørt týs- kvøld kl. 20. Meira fæst at vita á tlf. 315575. Fyribyrgingarráðið Argjaboðagøta 7 · 160 Argir postrúm 135 · 110 Tórshavn tlf. 315155 · fax 320272 Teldupostadr.: fyribyrg@fyribyrg.fo heimasíða: fyribyrg.fo TILTØK C M Y K 31 30 Gevið gætur Bert heilsanir, skrivaðar á henda lepan og goldnar frammanundan við 30,- kr. fáa innivist í blaðnum. Til ber eisini at lata okkum lepan og gjald í avgreiðs- luni á Argjavegi 26, millum kl. 8.00 og 16.00. Myndaheilsanir skulu vera okkum í hendi á mið- degi 2 dagar fyri útkomudag. Viðmerkið annars niðanfyri, um heilsanin ynskist í blaðið ávísan dag. Týsd. Mikud. Hósd. Fríggjad. Leygard. Tekstur:...................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... Myndina aftur: Minnist til at skriva navn og bústað aftanfyri á myndina og at leggja við ein frankeraðan brævbjálva við navni og bústaði. Um neyðugt fyri arbeiðsgongdina, taka vit okkum rætt til at fáa heilsanina í blaðið annan dag, enn tann ynskta. Sent hevur (skal fyllast út). Navn: ........................................................................ Bústaður: .................................................................. Bygd/býur: .................................... Tlf.: ................. Heilsanir 5 ferðir um vikuna 30,- kr. Sendið lepan, mynd og gjald til: Postsmoga 76 •110 Tórshavn Merkið bjálvan: »Heilsanir« HEILSANIR Góða elskaða Hedith Hjartaliga tillukku við 13 ára føðingar- degnum tann 27. mai. Ynskja mamma, babba og Alda Góða kona og mamma Hjartaliga tillukku við xtí runda degnum. Vit elska teg. Ynskja maður og børnini