fríggjadagur 28. mai 2004síða 16
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 101 - 29. mai 2004
Nr. 101 - 29. mai 2004
31
Fá vita líka nógv um
umsiting av heimsins
fiskastovnum sum
ísraelin Menakhem
Ben-Yami. Hann
hevur vinir i
kenningar í øllum
heiminum - eisini í
Føroyum. Nú kemur
hann fyri fyrstu ferð
til Føroyar at vitja
Jógvan Hugo Gardar, Oslo
Reiðarar
og
fiskimenn
kenna hann, og báðir partar
lurta hugtiknir tá Menak-
hem Ben-Yami greiðir frá
og roynir at loysa fløkjur
sum eru ringar at skilja hjá
gerandisfólki. Millum før-
oyingarnar sum hava tikið
Ben-Yami til sín er stjórin á
Beta, Olaf Olsen og for-
maðurin í Fiskimannafel-
agnum, Óli Jacobsen.
Men hvat er tað sum ger
at bæði høgur og lágur inn-
an fiskivinnuna finna nak-
að áhugavert hjá Menak-
hem Ben-Yami. Hann er 77
ára gamal og hevur síðani
seinna heimsbardaga búð í
Ísrael.
Vit hittu Ben-Yami í holl-
endska býnum Haag, har
hann millum annað hevði
ein fund við Olaf Olsen.
Teir tosaðu millum annað
um eitthvørt samstarv har
Menakhem Ben-Yami hev-
ur kunnleikan og førleikan
til at hjálpa Beta.
Skilagóður
Hesin sera vitandi maðurin
hevur luttikið í tveimum
kríggjum, seinna heimsbar-
daga og krígnum í Palestina
seinast í fýratiárunum tá
staturin Ísrael bleiv stovn-
aður.
Men tað er sum altjóða
serfrøðingur innan fiski-
vinnuumsiting at hann hev-
ur stríðst longst.
Reiðarar og fiskimenn
lurta í andakt tá Ben-Yami
greiðir frá. Tað er eisini
heilt týðuligt at hann fangar
skjótt tað sum verður lagt
fram, og beinanvegin hevur
hann eina meting klára.
Undir vitjanini í Haag sær
hann fyri fyrstu ferð hag-
tølini hjá FAREC sum vísa
hvussu fiskiskipini í Ís-
landi, Norra og Føroyum
klára seg. Samstundis fær
hann eina stutta gjøgnum-
gongd av hvussu skipaninar
eru í hesum trimum lond-
unum.
Hann spyr nakrar spurn-
ingar, og hevur so eina
meting av støðuni klára.
Hann tykist at hava eina
týðuliga mynd av hvat som
gongur gott, hvat sum
gongur minni gott og hann
hevur eina meting av hví
skipini klára seg sum tey
gera. Samstundis samanber
hann skipaninar í hesum
londunum
við
hvussu
royndirnar hava verið av
líknandi skipanum heilt
aðrastaðni í heiminum.
Hann er sum ein brunnur
av vitan.
– Hvussu stovnsrøktin
skal vera er kanska tann
mest umtalaði spurningurin
á fiskivinnustovunum kring
heimin. Tey flestu londini
hava roynt ymsar skipanir
og tað er sjáldan at vit
síggja nakað sum ikki er
roynt onkra aðrastaðni, sig-
ur Menakhem Ben-Yami.
Hann vísir millum annað til
at tann føroyska fiskidaga-
skipanin hevur lutir sum
hann kennir aftur frá skip-
anum sum eru royndar
aðrastaðni.
Sjálvur hevur Menakhem
Ben-Yami fiskað í Miðal-
havinum, í Reyða Havinum
og í Atlantshavinum. Sum
ST-serfrøðingur hevur hann
vitja kring allan knøttin og
sæð hvussu tey ymsu lond-
ini hava loyst sína stovns-
røkt. Sjálvur var hann við
fiskiskipi gjøgnum fimti-
árini áðrenn hann fyrst í
sekstiárunum fekk møgu-
leikan at fara til Eritrea fyri
ST-felagsskapin FAO. Her
skuldi hann leggja teimum
lokalu fiskimonnunum lag
á. Eftir tíðina í Eritrea helt
hann fram at arbeiða fyri
FAO.
Særdur undir
krígnum
At hann kom so langt kann
næstan sigast at vera rein
tilvild. Hann luttók í seinna
heimsbardaga. Hann strídd-
ist móti nazismuni av øllum
alvi. Ein dagin bleiv hann
særdur, og fyri eftirtíðina
var tað gott at tað vóru
russarar sum fingu fatur á
honum og lagt hann inn á
eitt sovjettiskt sjúkrahús. Á
sjúkrahúsinum brúkti hann
tíðina til at læra seg russisk.
Hetta tíðarskeiði gjørdi eis-
ini at hann fekk gott sam-
band við rættiliga nógvar
sovjettbúgvar. Hesi vinar-
bond góvu honum innlit í
hvussu
Sovjetsamveldi
hugsaði á fiskivinnuøkin-
um. Og framvegis í dag
metir hann at tað hetta
samveldið sum á so nógvar
háttir var alt annað enn eitt
paradís, at teirra hugburður
innan fiskivinnu var nakað
tey flestu kundu lært nakað
av.
– Tá Sovjettsamveldi
sendi skip út at fiska á
einari nýggjari leið, so kom
alltíð eitt havrannsóknar-
skip fyrst. Manningin á
hesum skipinum skuldi
gera royndir av heilsustøð-
uni í tí nýggja økinum: alt
fra hita í sjónum til fiska-
sløg og mett mongd bleiv
kannað. Tá granskararnir
høvdu gjørt sítt fingu fiski-
skipini lov at fara inn og
fiska, sigur Menkhem Ben-
Yami.
– Á hendan hátt høvdu
tey eina sera viðkomandi
vitan um øll økini tey fisk-
aðu. Ein vitan tey kundu
taka fram og brúka tá fiski-
skipini rýmdu ella fiskurin
bleiv burturi. Tey kundu so
aftaná meta um hvat fiski-
skapurin hevði ført til.
Eingin fullkomin
skipan
Menakhem
Ben-Yami
meinar at tað er ógjørligt at
finna eina skipan har
stovnsrøktin umfatar alt.
– Vit mugu vita um so
nógvar faktorar sum ikki
uttan víðari kunnu setast
inn í eitt roknistykki. Vit
mugu kenna nátúruna betri,
alt frá hitanum í sjónum,
saltinnihaldið til onnur
óbeinleiðis viðurskiftir sum
kunnu ávirka tað endaliga
úrsliti. Eitt úrslit sum
álíkavæl ikki gevur tí røttu
myndina, sigur Ben-Yami.
Hann vil ikki siga at nøk-
ur skipan er betri enn ein
onnur.
– Ein skipan má skrædd-
araseymast til hvønn ein-
asta fiskastovn. Ein slík
hugsan passar illani inn hjá
skrivstovufólki og politikk-
arum, men skal skipanin
virka rætt so er tað tað sum
skal til. Stovnsrøktarskip-
anin má taka støði í tí ein-
staka stovninum; um fiski-
skapurin er eftir bert einum
fiskastovni ella fleiri sam-
stundis; hvussu er havbotn-
urin: hvat fyri reiðskapur
skal brúkast; hvussu er við
samfelagnum og hvat bygg-
ir hetta á; politikkurin spæl-
ir inn; mentanin sum rosin-
an í pylsuendanum má
skipanin hava við í rokni-
stykkinum at veðrið iki
letur seg stýra, sigur Ben-
Yami og leggur afturat at
tey sum fiska sjálvi eru við
til at ávirka stovnarnar.
Ben-Yami sigur at fiska-
stovnarnir og teir ymsu
fiskihættirnir eru so ymisk-
ir at teir ikki eiga at viðger-
ast sum um alt sum svimur
í havinum er tað sama.
– Ymsar fyritreytir eiga
at handfarast ymiskt, sigur
Ben-Yami.
Hann sigur at hann ikki
hevur funnið tað skipan
sum skarar serliga framúr.
– Um vit skulu hava allar
tær fyritreytirnar við í
roknistykkinum sum eg
longu havi nevnt, so má
svarið gerast nei. Men vit
kunnu nokk finna skipanir
sum nærkast eini skipan
sum hevur alt. Tað landið
sum gjøgnum siðarvin hev-
ur ment eina slíka næstan
fullkomnan skipan er Jap-
an. Samstundis so hava
USA og Australia skipanir
har stovnarnir verða við-
farnir ymiskt. Men hetta
merkir tó ikki at hesi lond-
ini ikki velja sama heilivág
til øll sjúkueyðkenni sum
raka eina fiskivinnu – í
staðin fyri at finna rætta
heilivágin til tær ymsu
sjúkurnar. ES hevur roynt
at broyta fiskivinnuskipan-
ina heilt frá botni av, uttan
at samveldið er komið á
mál. Kanska vit hava brúk
fyri nýggjum tonkum?,
spyr Menakhem Ben-Yami,
og letur svarið sveima í
luftini.
Kvotuskipanin ikki
nóg góð
Royndirnar hjá Menakhem
Ben-Yami siga honum at
tað er trupult at finna eina
skipan sum virkar nóg væl.
Tær skipanir sum kunnu
eydnast eru so strangar at
tey sum skulu liva við
henni skjótt vilja synda, og
tá eru fyritreytirnar fyri at
eydnast longu farnar.
– Kvotuskipanin setir
eina ávísa kvotu fyri eitt
avmarkað tíðarskeið fram í
tíð, til dømis eitt ár.
Myndugleikarnir kunnu við
kvotuskipanini siga at ein
stovnur tolur at 155.000
tons kunnu fiskast tað
komandi árið. Við hesi
skipanini er ikki møguligt
at taka hædd fyri veður-
lagsbroytingum og øðrum
broytingum sum eingin
kendi til tá kvotan bleiv
ásett. Tey sum meta hvat
stovnarnir tola meta í
eftirtíð um tann kvotan tey
mettu var røtt. Er ov nógv
fiskað so noyðast myndug-
leikarnir at minka um kvot-
una næsta ár, sigur Menak-
hem Ben-Yami. Hann vil
ikki avvísa kvotuskipanina.
– Tað finnast góðar or-
søkir til at velja antin
kvotuskipanina sum Norge
ella Ísland hava ella fiski-
dagaskipanina sum Føroyar
hava. Kvotuskipanin rakar
teir smáu og miðalstóru
fiskiskipini, og vandin er
fyri at rættindini savnast
hjá nøkrum fáum stórum
reiðarum. Tí kann ein siga
at kvotuskipanin er tilpassa
teimum reiðaríunum sum
eru stór, ella teimum sum
droyma um at gerast stór.
Kvotuskipanin passar eisini
best fjarfiskiflotanum best.
Útróðrarbátar og smærri
trolarar hava ikki alltíð
somu fyrimunir. Fiskidaga-
skipanin passar væl har ov
nógv skip eru til at fiska
tann fiskin sum er til.
Báðar skipaninar regulera
fiskiskapin, spurningurin
er bara um myndugleikarn-
ir ynskja at fylgja fiskiska-
pinum frá dag til dag, sum
fiskidagaskipanin, ella um
ein er nøgdur við at seta
kvotur sum byggja á fiski-
skapin sum hevur verið,
sigur Ben-Yami og leggur
afturat:
– Har flotin er tilpassaður
tí trýstinum fiskastovnarnir
tola, er púra óneyðugt við
bæði fiskidagaskipan og
kvotuskipan.
Broytingar koma
Menakhem Ben-Ymai er av
tí áskoðan at fiskivinnu-
samfeløgini mugu duga at
liva við broytingunum sum
henda, óansæð hvørjar hes-
ar eru.
– Alt er í broyting. Einki
verður sum tað var. At
halda fast við tað sum var
gott fyrr er sjálvdan nøkur
loysn. Einki í hesum heim-
inum er sum tað var, og tað
mugu vit hava í huganum tá
vit leggja til rættis fyri
framtíðini.
– Eg vil ikki verja tað
sum Sovjettsamveldið stóð
fyri, men innan fiskivinnu
høvd uteir eina sera áhuga-
verda skipan. Tey høvdu
nátúruna við í roknistykk-
inum. Her vestanfyri var
talan um at fiska so nógv
sum møguligt sum hevði
týdning. Framvegis er tað
so at lond ikki hugsa um
hvørja ávirkan veður og
ovurfisking kann hava.
Hygg bara eftir hvat sum
hendi á Grand Banks, og
hvussu er stætt í Eystur-
sjónum.
Menakhem
Ben-Yami
sigur at allar søgurnar um
fiskastovnar sum hvørva
hava eitt til felags, og tað er
at eingin var varðin tá
broytingar hendu í veður-
lagnum ella veiðutrýstin-
um.
– Vit mugu taka øll tekin
um broytingar í einum
stovni í fullum álvara, ann-
ars kann tað enda við at
stovnurin verður oyðilagd-
ur.
Menakhem Ben-Yami – fiskarin
á teimum sjey høvunum
C
M
Y
K
31
30