fríggjadagur 28. mai 2004síða 17
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 100 - 28. mai 2004
Nr. 100 - 28. mai 2004
33
Hvítusunnudagur kl. 11.00:
Guðstænasta
í Fuglafjarðar kirkju
Hvítunnudag eru liðin 20
ár
síðani
Fuglafjarðar
kirkja varð vígd, og í tí
sambandi verður hátíðar-
guðstænastu í kirkjuni, har
Uni Næs, prestur, prædikar
og Fuglafjarðar Sangkór
syngur.
Hvítusunnudagur kl. 14.15
Aftur á gomlu
torvheiðarnar
Í tveimum sendingum fara
feðgarnir Heri og Jónheðin
Tróndheim út á gomlu
torvheiðarnar á Vatnhamri
í Leirvík. Heri fer at greiða
frá, hvussu familjan í Leir-
vík livdi sítt lív við neytum
og torvi. Í fyrru sendingini
verður hugt eftir tí gomlu
geilini, sum neytini vóru
rikin í hagan ígjøgnum og
sum enn sæst væl í bønum,
Á veg út á torvheiðarnar
verður prátað um toftirnar
av revagarðinum og fransa-
gravirnar.
Hvítusunnudagur kl. 15.00
Hornorkesturstevna
í Vestmanna
Í
tveimum
sendingum
hvítusunnudag fer útvarpið
at senda frá Hornorkestur-
stevnuni, sum í ár var hild-
in í Vestmanna. Í sendingu-
num verða øll tey orkestur,
sum vóru á stevnuni, at
hoyra.
Hvítusunnudagur kl. 15.45
Funnu kinesararnir
Amerika
Tað vakti stóran ans fyri
tveimum árum síðani, tá
fyrrverandi bretski her-
flotayvirmaðurin
Gavin
Menzies gav út eina bók,
har hann vildi vera, at tað
var ikki Kristoffur Kolum-
bus, sum fann Amerika, og
at Ferdinand Maggelan var
ikki tann fyrsti, sum sigldi
runt jørðina. Gavin Men-
zies vil vera við, at kinesar-
ar vóru teir fyrstu, sum
sigldu kring knøttin, og at
tað eisini vóru teir, sum
funnu Amerika, 70 ár und-
an teirri kendu ferðini hjá
Kolumbusi.
Hvítusunnudagur kl. 19.00
Arnhild og Eystein
Hendan føroyska operan
var fyrstu ferð framførd í
útvarpinum
á
páskum.
Willy
Kastborg
hevur
skrivað tekstin og Kristian
Blak tónleikin. Norski
upprunateksturin
hevur
Dánjal Hoydal týtt til før-
oyskt.
Søgan er um tvær familj-
ur, sum fylgjast ígjøgnum
trý tíðarskeið av Føroya
søgu. 1. akt er frá víkinga-
tíðini, tá kristindómurin
verður boðaður í Føroyum.
Onnur akt er frá einahand-
ilstíðini undir Gabla-tíðini,
og triðja akt er úr nútíðini
við stríðnum um loysing
ella samband. Men hóast
tvídrátt millum familjurnar
av polittiskum ella átrún-
aðarligum orsøkum, so
eydnast tað teimum ungu
Arnhild og Eysteini at
finna saman í kærleika og
semju.
Høvuðsleiklutirnar
í
operuni syngja Eivør Páls-
dóttir og tenorsangaranum
Ernst Sondum Dalsgarð.
Aðrir
sangsolistar
eru
Fróði Sandoy og Herfinn
Árnafjall. Orkestrið er
samansett av seks tónleik-
arum, sum Kristian Blak
stjórnar, og kórið, sum
ímyndar fólkið, er Tarira,
sum Sunleif Rasmussen
stjórnar.
Arnhild og Eystein verð-
ur send aftur í útvarpinum
hvítusunnukvøld.
2. hvítusunnudagur kl. 14.15
Aftur á gomlu
torvheiðarnar
Í seinnu sendingini við
Hera Tróndheim um bygd-
arlív í Leirvík verður prát-
að um gomlu torvhúsini og
um teigalendini. Her fer
eisini at greiða frá, hvussu
tey arbeiddu torvið.
Týsdagur kl. 19.00
Føroyar–Holland
Fyri fyrstu ferð spæla Før-
oyar landsdyst í fótbólti
móti Hollandi. Dysturin
verður á olympiska leik-
vøllinum í sveitsiska bý-
num Lausanne, har europe-
iska fótbóltssambandið eis-
ini
hevur
høvuðssæti.
Dysturin er liður í fyrireik-
ingunum hjá hollendingum
til EM-kappingina í fót-
bólti, sum byrjar 12. juni.
Hvørjar møguleikar vit
hava móti teimum snildu
hollendingunum er ikki
gott at siga. Okkara lands-
lið er ikki fullmannað, tí
spælararnir
í
Íslandi
noyddust at senda avboð.
Hósdagur kl. 19.00
Hellan
Í bókini »Hellan«, sum er
nýggj framhaldssøga í út-
varpinum, lýsir svenski
bispurin Bo Giertz fólk í
eini svenskari sókn og tað,
sum ræður um í mannalívi-
num. Vit hoyra um prestar
og kirkjulið trý ymisk
skifti og sanna, at tíðir
skifta, men at instu spurn-
ingar lívsins eru teir somu:
skuld og revsing, sannleiki
og lygn, gudsótti og fals,
hatur og fyrigeving, frelsa
og glatan.
KROSSORÐ
Jóhannes Henriksen
Undir Eyrgøtu
490 Strondum
Hvønn fríggjadag
er krossorðagáta í blaðnum. Drigið verður millum røttu
innsendu loysnirnar. Vinningurin er ein bók frá Bóka-
deild Føroya Lærarafelags ella Føroya Skúlabóka-
grunni. (Krossa av á listanum høgrumegin, hvørja tú
best kundi hugsað tær).
Fyri at verða við í dráttinum um vinningin, má loys-
unarorðið vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin.
Vinnarin verður saman við loystu gátuni kunngjørdur í
blaðnum fríggjadagin.
Sendið loysunarorðið til: Sosialurin, Box 76, 110 Tórs-
havn – og viðmerkið »Krossorðagáta nr. …« á bjálvan.
Vinnari:
Loysunar-
orðið: ………………………………………
Navn: ………………………………………………………
Bústaður: ………………………………………………
Bygd/býur: ………………………………………………
376
Lesið føroyskt – hugsið føroyskt!
Frá BÓKADEILD
FØROYA LÆRARAFELAGS:
❑Úti á leysum oyggjum - Marianna Debes Dahl
❑Matur í myndum - Sigrid Dalsgaard/
Beinta Johannesen
❑Í skýmingini - Sofía Petersen/Elinborg Lützen
❑Meistarin og teir fýra skrivararnir
- Ulf Nilsson/Karl N. Hansen týddi
Frá FØROYA
SKÚLABÓKAGRUNNI:
❑Villini súgdjór - Dorethe Bloch/Edward Fuglø
❑Rura - Þóra Þóroddsdóttir
❑Havið - Bogi Hansen
❑Íslandsklokkan - Halldór Laxness
❑Fólk og mentan - Jóan Pauli Joensen
Bøkur og annað tilfar
– bæði innan og uttan skúlagátt
Loysnin frá seinastu viku
Loysunarorðið: SNÓRABEINUR
FILMSTEIGURIN
HAVNAR BIO
P
Tlf. 3119 56
P
www.bio.fo
Stórt úrval av
DVD-filmum til sølu
KOMANDI FILMUR
P BIO KIOSKIN P
Heitt Pop-Corn - Coca Cola -
Góðgæti - Fóm ís - o.m.a.
Heimsfrumsýning
Fríggjadagin 28.05. kl. 2015
Fríggjadagin 28.05.
kl. 2300
Leygardagin 29.05. kl. 2015
Leygardagin 29.05.
kl. 2300
Sunnudagin 30.05. kl. 1945
Sunnudagin 30.05.
kl. 2230
Fríggjadagin 28.05. kl. 1930
Fríggjadagin 28.05.
kl. 2245
Leygardagin 29.05. kl. 1930
Leygardagin 29.05.
kl. 2245
Sunnudagin 30.05. kl. 1900
Sunnudagin 30.05.
kl. 2215
Fríggjadagin 28.05. kl. 1730
Leygardagin 29.05.
kl. 1730
Sunnudagin 30.05. kl. 1700
– Seinasta sýning
Frumsýning – Billettprísur: 70,- kr.
Fríggjadagin 11.06. kl. 1630
Fríggjadagin 11.06.
kl. 1945
Fríggjadagin 11.06. kl. 2300
Leygardagin 12.06.
kl. 1630
Leygardagin 12.06. kl. 1945
Leygardagin 12.06.
kl. 2300
Sunnudagin 13.06. kl. 1600
Sunnudagin 13.06.
kl. 1915
Sunnudagin 13.06. kl. 2230
Forsølan byrjar týsdagin 01.06 kl. 1400
Klótan er hótt av alheims
upphiting, sum hevur við
sær eina røð av náttúru-
vanlukkum, og ein nýggj
ístíð byrjar. Klimatologur-
in Jack Hall (Dennis
Quaid), sum til onga nyttu
hevur ávarað myndugleik-
arnar um tann stóra vand-
an, verður noyddur at seta
lív og heilsu upp á spæl til
tess at bjarga soninum
Sam (Jake Gyllenhaal),
sum býr í New York. Ein-
asti trupulleikin er, at New
York býur er raktur av
vatnflóð, og býurin er
frystur, nú ístíðin er byrja
aftur.
Fleiri tekin høvdu verið
um alheims broytingina í
veðrinum: Kavi í New
Delhi, alt oyðileggjandi
ódnir á Hawaii, heglingur í
Tokio til støddar við
grapefruktir, og so fram-
vegis. Men myndugleikar-
The Day After
Tomorrow
nir lurta ikki eftir Jack,
fyrr enn tað er ov seint.
Samstundis sum umfat-
andi evakueringar verða
fyrireikaðar sunnanfyri, so
fer Jack norður til New
York fyri at bjarga Sam.
Men sjálvt garvaði Jack er
ikki fyrireikaður upp á tað,
sum er við at henda -- við
honum, soninum, og teirra
klótu.
Roland Emmerich hevur
leikstjórnað THE DAY
AFTER
TOMORROW.
Hann tók sær eisini av IN-
DEPENDENCE
DAY,
sum gevur okkum eina
ábending um, at THE
DAY AFTER TOMOR-
ROW kundi verið ein
filmur við høgari góðsku.
C
M
Y
K
33
32