fríggjadagur 28. mai 2004síða 17
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 101 - 29. mai 2004
Teir møttust í túnin-
um uttanfyri Sosialin
í Saltangará í góð-
veðrinum týsdagin.
Annar er formaður í
Ráfiskaseljarafelagn-
um og arbeiðir saman
við ráfiskakeyparum
við at stovna eina al-
tjóða uppboðssølu í
Føroyum. Hin hevur
granskað upsa og
hevur sett sær sum
sítt lívsmál, at vit
skulu fáa meira fyri
upsan. Hann er
maskineftirlitsmaður
og hevur fingið pat-
ent uppá eina nýggja
maskinu, sum kann
skera spiklagið oman-
av upsaflakinum,
soleiðis at tað kann
seljast í tveimum
UPSI OG PRÍSUR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
– Eg haldi, tað ræður um at
seta nakað í gongd. Vit
kunnu ikki bara ganga og
grenja um lágan upsaprís,
sigur Jørgin Bech, sum av
tilvild kemur eftir gongu-
teiginum hendan dagin,
meðan blaðmaðurin stend-
ur í túninum og bíðar eftir,
at Árni Joensen, formaður í
Ráfiskaseljarafelagnum,
skal koma fram við.
Skálamaðurin, ið hevur
granskað upsa og fram-
leiðslutól seinastu árini,
heldur, at tað er ongantíð ov
skjótt at fara undir royndir
við daggomlum upsa, har
spiklagið og tann hvíti part-
urin av upsaflakinum verða
marknaðarførd hvørt fyri
seg.
Umframt at vera maskin-
eftirlitsmaður hjá reiðarín-
um, P/F Beta í Saltangará,
hevur hann sjálvur eisini
verið fiskimaður og veit tí-
skil, hvat kann lata seg gera
í praksis, og hvat ikki ber
til.
Men Jørgin Bech hevur
eisini verið aktivur, tá ið
ræður um at finna fram til
maskinútbúnað, sum kann
loysa teir trupulleikar, ið
eru við upsanum. Hann
hevur fingið patent uppa
eina maskinu, sum avtala er
gjørd um skal framleiðast
hjá felagnum, Carnetech í
Danmark.
Myrka spiklagið
Hann hevur brúkt nógv tíð
og nógva orku til tess at
finna út av, hví so lítið fæst
fyri upsa.
– Niðurstøðan hjá mær
er, at tað er tann myrki og
feiti vøddin, sum liggur
ovast á upsaflakinum, ið
ger, at fólk ikki vilja keypa
upsa fyri sama prís sum eitt
nú tosk. Við tað, at hesin
vøddin tráðnar, tá ið hann
liggur frystur leingi, gerst
flakið ella portiónin, um
flakið er skorið í slíkar, trátt
og er nærmast ikki fólka-
føði.
Hetta vísa kanningarnar
hjá Jørgeni, og seinni hevur
hann so eisini sæð norskar
kanningar, sum siga tað
sama.
– Orsøkin til, at eg fór
undir
mítt
kanningar-
arbeiði, var, at vit á arbeiðs-
plássinum sótu og tosaðu
um, hví prísurin á upsa er
so lágur. Tað var tískil lági
upsaprísurin, sum gjørdi, at
eg fór at royna at finna út
av, hvat gerast kann. Skjótt
sá eg, at tað brúna lagið í
flakinum – spiklagið – var
trupulleikin. Hetta snøgt
sagt oyðilegði fiskin.
Jørgin byrjaði at skera,
fresa, frysta, kóka og
steikja.
– Tað vísti seg, at tá ið tað
brúna lagið var skorið
burtur, var parturin, ið eftir
var av upsaflakinum, minst
líka so góður og hvítur – ja,
kanska hvítari – enn toska-
og hýsuflak, sigur hann.
Góður í ráðum
Meðan vit standa á práta á
gonguteiginum í Saltang-
ará, kemur Árni Joensen
framvið.
Áhugavert er at fylgja
prátinum millum teir báðar,
og teir eru ikki ósamdir um,
at meira kann gerast fyri at
fáa betri prís fyri upsan,
sum er ein so týðandi part-
ur av veiðini hjá okkara
fiskiflota.
Árni, sum í løtuni er mest
upptikin av at fáa okkara
politikarar at taka av tær
bindingar, sum eru á sølu
og keypi á fiski í Føroyum,
hevur tó eina holla vitan
um fiskaframleiðslu.
Jørgin vísir á, at ein
trupulleiki við upsaflakin-
um, tá ið spiklagið er
skorið burtur, er, at tað
kanska hevur lyndi at hanga
verri saman. Men hetta
heldur Árni ikki vera nak-
ran trupulleika, tí tað av-
gerandi er, hvussu fiskurin
verður viðfarin og køldur.
Báðir eru teir samdir um,
at tann hvíti parturin av
flakinum er minst líka so
góður sum toskaflakið –
um ikki betur, og tekniskt
er einki til hindurs fyri, at
upsaflak verður selt sum
tvær vørur.
Meðan vit práta, sigur
Jørgin, at hann eitt nú hevur
verið hjá kokkum á mat-
stovum og knettaframleið-
ara sum hava gjørt døgurða
og fiskavørur burtur tí hvíta
partinum av upsaflakinum.
Hann ætlar sær at halda
fram við sínum royndum, tí
sum hann sigur, so er nógv
hjá skipum, manningum og
samfelagnum
øllum
at
heinta, um prísurin á upsa
fæst uppá eitt hægri støði.
– Eg vóni, at teir, sum
fáast við upsa á virkjunum
kring landið, hava hesar
møguleikar í huganum og
taka henda táttin upp, sigur
Jørgin Bech.
Tvey fløk úr daggomlum upsa
Av tilvild møttust teir í Saltangará í góðveðrinum týsdagin, men áhugaverda prátið teirra millum, var ikki tilvildarligt. Jørgin
Bech, uppfinnari og granskari og Árni Joensen, formaður í Ráfiskaseljarafelagnum og sølumaður hjá P/F Vesturvón
Mynd: Vilmund Jacobsen
C
M
Y
K
32
P.O. Box 110 . Kambsdalur . Tel +298 444 170 . Fax +298 444 265 . info@kj-hydraulik.com . www.kj-hydraulik.com
Fjølbroyttur veitari til vinnuna
. Spøl
. Kranar
. Hydraulikklutir
. Filtur
. Aliútgerð
. Katamaranar
KJ er ein fjølbroytt fyritøka, sum veitir útgerð, eykalutir og tænastur til
fiskivinnuna, alivinnuna, flutningsvinnuna og entreprenør vinnuna.
Í okkara úrvali av útgerð finst m.a. trolspøl, kranaspøl, marine -
kranar, lastbilakranar og gravmaskinur.
Í okkara stóru eykalutagoymslu hava vit hydraulikkfittings,
slangur, rør, pumpur, motorar, ventilar, koplingar, tetningsringar o.m.a.