Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-28, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. mai 2004síða 18

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 100 - 28. mai 2004 Nr. 100 - 28. mai 2004 35 Ein dagur í London Eg eri, eftir at hava gingið og malið runt í Soho eina løtu, endað á einum beinki Leicester Square. Undir liðini á mær stendur ein standmynd av Charlie Chaplin og allastaðni rund- an um meg eru fólk á veg. Eg siti og ímyndi mær hvagar øll hesi fólkini munnu fara og hvagani tey koma. Summi síggja fegin út, onnur meira stúrin. Tað verður nokk torført at finna nakað, sum tey øll hava til felags. Men tey eru tó øll á veg. Beint nú. Og tey ganga framvið mær og Chaplin. Tað merkist, at hetta er ein stórbýur. Ein metro- politbýur, sum onkur nevndi tað. Her møtast pólar innan øll hugsandi evni og øki. Bæði innan list, móta, lívsstíl, politikk. Heilt konservativar hugsj- ónir verða góðtiknar eins væl og tær heilt frísinnaðu. Hetta sæst eisini aftur á fólkunum, sum ganga framvið mær. Tað er loyvt at vera øðrvísi og av tí sama er ringt at seta nakran í bás, sum verandi vanligan. Fólk eru, sum tey eru, og royna ikki at broyta seg, fyri at rúmast í normunum. Eg reisist, eftir eini løtu burturi í eygleiðingum og egnum tonkum, og spáki mær niðan eftir vegnum. Seti meg inn á eina café, tær eru óteljandi í London, og fái mær ein heitan munn. Turist-bussarnir Eftir eini løtu steðgar ein stórur dupultdekkari beint uttan fyri vindeygað. „The Original London Sight- seing Tour“, stendur at lesa á honum. Eg skundi mær út og seti meg á ovaru hædd. Kenni meg sum ein rætt ferðafólk, klár við mynda- tólinum, skuldu vit koyrt framvið einum hvørjum, verdum at avmynda. Bussurin fer avstað, næstan fullsettur, og frynt- liga enska guidin, sum er ein ungur maður, greiðir okkum frá tí vit síggja á vegnum. -Ynskir tú tær ein te- munn, so kanst tú fara av her. Á vinstru hond er nevniliga The Ritz, heims- kenda gistingarhúsið, sum selir te fyri einans 29 pund fyri koppin, sigur hann einaferð vit steðga. 29 pund eru góðar 300 kr. Eg eri ikki tyst, havi heldur ikki hug at nýta so nógvan pening uppá ein kopp av te, so eg veri sitandi á buss- takinum. Vit koyra so framvið ein- um staði kallað Marble Arch. Fryntligi maðurin greiðir nú frá, at hetta í gomlum døgum var avrætt- ingarstaðið í London. Her vóru 21 gálgar, og avrætt- ingarnar vóru mettar at hava stórt undirhaldsvirði. Her kundu savnast heilt upp til 200.000 fólk, sum veruliga hugnaðu sær ein heilan dag, høvdu matkurv og teppi við, og hugdu at hesum neyðars fólkunum sum blivu hongd, 21 í senn. Bretsku ferðafólkini, sum eru komin ein sightseing tour í høvuðsstaði sínum, øtast um forfedrarnar. Men eg hugsi við mær, hvussu lítið alt í veruleik- anum er broytt. Nú verða fólk ikki bókstaviliga talað hongd, til almenningsins undirhald, men í fluttum týdningi verða tey tað hóast alt. Ensku miðlarnir eru nevniliga eirindaleysir, og teir munnu óiva hava oyði- lagt mangar mannalagnur, við sínum svertandi orðum og álopum. Bara tær fáu forsíðurnar, sum eg havi sæð her yviri, prógva tað. Onkur má hvønn einasta dag offrast, fyri at metta fólksins hungur eftir van- lagnum. Í løtuni eru tað Beckhams, sum fáa toygg- ið. Tað er vorðið nakað kalt at sita uppi á takinum á einum bussi eftirhondini, London veðrið er jú tiltikið, so næstu ferð bussurin steðgar, sleppi eg mær út. Tað er so snilt, at billettin kann nýtast allan dagin, so tú kanst fara av og á Tour- bussarnar, sum tær lystir. Teir koyra framvið øllum teimum stóru „turist- attraktiónunum“ í býnum, so um tú tekur túrin í einum, hann varir uml. 2 tímar, sært tú mestsum alt. Skilji á lagnum, at tey flestu tó velja at fara av viðhvørt, tá okkurt er, sum hevur teirra áhuga, og so koma í aftur bussin seinni, fyri at koyra víðari. Gastronomi Tá eg komi útaftur, er tíð uppá at fara at eta. Innaftur í býin, har matstovurnar og café’irnar liggja tættar. Har er alt frá kinsesiskum til italiensk til McDonalds. Alt! Eisini innan matin sæst aftur, at hetta er ein al- heimsbýur. Ein býur, har nógvu útlendingarnir hava yvirvág í býarmyndini. Men tað sær allíkavæl út til at fungera fínt. Skal ikki fara og gerast politisk nú, men kanska okkara útlend- inga hatska yvirvøld átti at komið sær ein túr higar, og fingið sjón fyri søgn, at tað ikki nýtist at vera ein vansi við útlendskum íbúgvum. Í øllum førum er tað eitt stórt gastronomiskt pluss! Sneiði inn á eina síðugøtu, fulla av smáum indiskum matstovum. Seti meg inn á eina teirra, og beinanvegin kemur (næstan ov) vinarligi tænarin, og ger sær stóran ómak at fáa meg at kenna meg væl. Men tað kundi hann fyri so vítt spart sær, tí eg kenni meg longu væl. Havi havt ein fantastiskan dag, havi sæð nógv og havi sett nakrar av okkara heimligu vanahugsanum í ein altjóða mátistokk. Nú skal eg bara hava eina góða máltíð at gera dagin fullkomnan, áðrenn eg fari at leita mær heimaftur á hotellið. Ein dagur í London London er ein tílíkur býur, har tú bara kanst fara út og so síggja hvat hendir. Dagarnir nýtast ikki at vera væltilrætta- lagdir við strømmum tímatalvum, fyri at vera innihaldsríkir. Har eru so nógv tiltøk allatíðina, at um tú ert opin fyri møguleik- um, er ikki gott at vita hvar tú endar. FERÐAFRÁSØGN Eydna Skaale • eydna@sosialurin Eg eri steðgað við kenda v o k s m u s e u m i ð Madame Tussauds. Eftirsum eg nú eri her, fari eg bara ein túr innar. Nógv fólk eru inni og tað blitsar í øllum herða- shornum. Fólk, sum eina løtu eru saman við stóru stjørnunum, vilja hava mynd av løtuni, so hon aldri ferst. Eg hyggi útyvir øll hesi fólkini og fái knappliga eyga á Jenni- fer Lopez mitt í roka- num. Verði eitt sindur paff, av at hon skal ganga inni her og mala, men komi so í tankar um, at hetta jú er eitt voksmuseum. Og at Jennifer Lopez á gólv- inum framman fyri mær allarhelst er av voksi. Men ótrúliga verulig sær hon út! Eg gangi runt eina løtu og hyggi. Viðhvørt kenni eg meg eitt sindur illa at ganga og gløða so. Man fer ikki bara yvir til fólk og stillar seg at hyggja at teimum. Fólkini av voksi síggja so verulig og livandi út, at tað eru nøkur blúgvheits mørk, sum skulu brótast hjá mær fyrstu minuttirnar inni har. Madame Tussauds C M Y K 35 34