hósdagur 12. desember 2013síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 13. desember 2013 · Nr. 144
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
Tað var filmurin Terminal hjá
Dávur Djurhuus, sum vann
ársins Geyta á filmskvøld
inum í Norðurlandahúsinum
hóskvøldið.
Filmurin er tikin upp í
London, og fer søgugongdin
fram í og úr einum bussi.
Filmurin varar 10 minuttir.
Áðrenn
dómsnevndin
kunngørdi Geuyta-vinnaran,
høvdu áskoðararnir kosið
filmin Munsch, sum var
fráfaringaruppgávan – ella
sveinastykkið, hjá Jónfinni
Stenberg, sum hevur lært til
fotograf í Kringvarpinum,
sum vinnara av áskoðara
virðislønini.
Ungi
filmsleikstjórin
takkaði fyri heiðurin.
– Eg veit ikki, um eg havi
tað uppiborið. Tað heldur sal
urin so ikki, segði Dávur Djur
huus smílandi – uttan iva við
tilsiping til, at salurin júst
hevði kosið filmin Munsch
til áskoðaravirðislønina.
– Nei eg veit ikki, her
vóru so nógv ótrúliga nógv
flott verk, sum vísa Føroya
fólki – og politikarum, at
tað er framtíð í føroyskari
filmsvinnu og høgt støði
hjá fólkunum, sum starvat í
filmsvinnuni, segði hann.
Saman við heiðrinum fyri
at vinna Geytan, fær Dávur
Djurhuus ein kekk upp á
25.000 krónur.
Jónfinn Steenberg fær ein
kekk upp á 15.000 krónur fyri
heiðurin at vinna áskoðara
virðislønina.
Í grundgevingini fyri at
lata Dávuri Djurhuus Geytan,
sigur dómsnevndin soleiðis:
»Dávur Djurhuus fær Geyt
an fyri filmin Terminal. Tað
er Norðurlandahúsið, sum
letur
Geytastandmyndina
og ein kekk, sum er 25.000
krónur.
Í
Norðurlandahúsinum
grundgav dómsnevndin í
kvøld soleiðis fyri at geva
Dáva Djurhuus Geytavirðis
lønina 2013:
“Eins og í fjør, tá ið fyrsti
Geytin varð latin, hevur
nevndin grundað sínar met
ingar á trý metingarvirði.
Tey eru søga, filmisk frásøg
usnildi og filmskt handverk.
Nevndin hevur í dømingini
varnast eina heilt serliga
rødd, sum í hesum føri
megnar at røkka út um hesi
trý metingarvirði. Nevndin
er samd um, at virðisløna
filmin Terminal eftir Dáva
Djurhuus. Filmurin spælir
við almenna skynsemið, tí
hann byggir á eina vitborna
og avbjóðandi gerandissøgu,
ið er rámandi og fyndug. Mitt
á gøtuni tykist søgan fara
eftir eini greiðari rás, men
sum frá líður, vita vit ikki,
hvønn veg hon fer. Her eru
sniðfundigir snúningar, sum
gera upp við ógrundaðar
hugsanir, vit kunnu hava um
medmenniskju í stórbýar
samfelagnum, sum eru lýst í
og úr einum bussi. Filmurin
fastheldur okkum við einari
náðileysari
frásagnarrødd,
sum kløkkar okkum, tá tað,
ið vit av berum fordómum
vænta, júst ikki hendir. Snøggi
og kontanti filmurin, ið varir
10 minuttir, kveikir hugan og
tankan um medborgaraskap
í einum fleirmentaðum býi.
Filmurin talar til vitið og
skapar eina órógv, sum hjá
áskoðaranum liggur leingi á.
Dómsnevndin metir, at við
hesum filmi hevur ungi leik
stjórin góðar møguleikar at
gera seg galdandi á altjóða
filmfestivalum.”
Vegna
dómsnevndina
handaði formaðurin, Birgir
Kruse, kekkin og Geytavirð
islønina til Dáva Djurhuus.
Intellektuellur filmur
- Terminal elvdi til tað heilt
óvæntaða, at hann nam meg
og gjørdi meg bilsnan, bæði
í skapi og innihaldi, sigur Sif
Gunnarsdóttir, stjóri í Norð
urlandahúsinum, sum eisini
er
í
Geytadómsnevndini.
– Filmurin er smartur og
intellektuellur, aldri grunnur
ella uppgjørdur. Terminal
verður borin fram av einum
sjálvsáliti og lættleika, sum
avgjørt er sjarmerandi.
Jónfinn
Stenberg
og
starvsfelagar fáa Áskoðara
virðislønina
Áskoðaravirðislønin 2013,
sum Tórshavnar kommuna
letur, fer til Jónfinn Sten
berg fyri filmin Munsch.
Filmurin er eitt sveinastykki
hjá Jónfinni í sambandi við
útbúgvingina í Kringvarpið
Føroya, har hann hevur gjørt
filmin saman við starvs
feløgunum Elin Dagbjarts
dóttir Neshamar, Jens Jákup
Hansen og Brian Samson.
Munsch er ein skemtifilmur,
sum veruliga fekk láturin
fram í fullsetta salinum
í
Norðurlandahúsinum
í
kvøld.
Helena Dam á Neysta
bø, forkvinna í Mentamála
nevndini, og Heðin Morten
sen, borgarstjóri, handaðu
Áskoðaravirðislønina, sum
er 15.000 krónur.
- Tórshavnar kommunan
hevur altíð víst stóra virðing
fyri filmi sum listagrein.
Kommunan hevur gingið
undan
og
hevur
stuðla
filmsgerð sum heild og ikki
minst
Filmverkstovuni
Klippfisk, har ungir spírar
sjónliga
mennast,
sigur
Marjun
Niclasen,
sum
umboðar
Tórshavnar
kommunu í dómsnevndini.
- Tí er tað okkum ein heiður
aftur í ár at sleppa at handa
fólksins virðisløn.
Heilsan úr Woodstock
Amerikanska
Meira
Blaustein
er
listaligur
leiðari fyri Woodstock Film
Festival. Hon er innboðin
d ó m s n e v n d a r l i m u r
í
Geytanevndini
í
ár.
Umframt at vera við í
avgerðini,
hvør
skal
fáa
ársins Geytavirðisløn, hevur
Meira haft eina verkstovu
um føroyska filmsgerð í
Norðurlandahúsinum.
- As a newcomer to the
Faroese filmmaking, I am
thrilled to observe these
young, fresh voices whose
passion and vision for the
cinematic story is as sharp
in contrast and as sensitive
to details, as the rugged
yet delicate landscape they
hail from. I look forward
to
seeing
their
future
works as filmmaking in
the Faroe Islands grows
and
flourishes,
sigur
Meira Blaustein úr einum
fullsettum Norðurlandahúsi
undir herrópinum ‘Spreading
the love from the spirit of
Woodstock!’«
Dávur Djurhuus vann Geytan
– og Jónfinn Stenberg vann
áskoðaravirðislønina
Birgir Kruse, formaður dómsnevndini, handar Dávur Djurhuus ársins Geyta 2013
Mynd: Álvur Haraldsen
TÍÐINDI
Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentanarnevndini hjá Tórshavnar
Býráð handar Jónfinni Stenberg áskoðaravirðislønina 2013