Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-12, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. desember 2013síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. desember 2013 · Nr. 144 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fleiri familjur í somu støðu Arbeiði við málinum – Hetta er ein trupulleiki, sum vit kenna væl. 18 ár er skilmarkið, tá ymsar tænastur, sum okkara brúkarar hava tørv á, detta burtur frá degi til dags – og eingin vil eiga ábyrgdina av at loysa hendan trupulleikan, sigur Sigrun Wardum, forkvinna í Javna – Eg kenni til hetta málið, og eg eri sinnað at broyta lógina, tí hetta er ikki nøktandi sum er. Vit hava ikki búpláss at nøkta tørvin, og tá vit ikki veita eitt bútilboð, mugu vit lofta familjunum á annan hátt, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna. Hon vil tó einki siga um, nær Malena Arnholdsdóttir kann vænta sær hjálp Eydna Skaale –  Í Javna hava vit leingi mælt til at broyta skipanina, staðfestir Sigrun Wardum. Hon vísir í sama viðfangi á eina stuðulsskipan, sum grannalondini hava innført, nevnd »Brúkarastýrd Per­ són­lig Atstøða« (Assistanca) og stytt BPA. – Hetta er ein privat skipað skipan, sum tað almenna rindar fyri. Á hendan hátt fær brúkarin sjálvur ávirkan á, hvør tað er, sum verður sett­ur sum stuðul, greiðir Sigrun Wardum frá. Í støðuni hjá Malenu og Ólavi, kundi Malena sostatt verið sett sum stuðul fyri sonin – tað er jú tað arbeiðið, hon longu hevur – men mun­ urin við BPA skipanini hevði verið, at hon so hevði fingið løn fyri sítt arbeiði. Brúkarin í fokus Sigrun Wardum greiðir frá, at við BPA skipanini er tað brúkarin, sum er í fokus. –  Tørvurin hjá brúkar­ anum verður lýstur, bæði av fak­fólki, men eisini av for­ eldrum og av brúkaranum sjálv­um. Og síðani verður tað játtað av sama kassa, sum tað almenna stuðulstilboðið. Munurin er, at tað ikki er eitt fremmant fólk, sum verður sett, men at brúkarin hevur møguleika at velja sjálvur, hvør tað er, sum skal setast, vísir Sigrun á. Harumframt verður dent­ ur lagdur á at førleika­menna og útbúgva stuðlar­nar. Sigrun leggur dent á, at felagið, sum lutar brúk­ara­ stýrdu persónligu atstøð­ una út, ikki er eitt felag, sum hevur vinning fyri eygað, og at alt fokus er á brúkar­ anum. –  Tað eru fleiri nøgd­ semis­kanningar, sum vísa, at tað er alstórur munur á BPA og á vanligu, almennu stuðuls­skipanum, har tað eru tilvildarligir og skiftandi stuðlar, sum verða settir at hjálpa brúkaranum. Javni hevur leingi víst á møgu­leikan við hesi skipan­ ini – og tey hava eisini heitt á Anniku Olsen um at gera eitt pilotprojekt, so nakrar fam­ iljur skjótt kundu fingið ta hjálpina, tey so stórliga hava fyri neyðini. – Tað tykist, sum at man vil nógv gott frá politiskari síðu, men tað hendir allíka­ væl lítið og einki ítøk­iligt. Javni kennir væl til trupul­ leik­an við 18-67 ára aldurs­ markinum, og vit hava víst á, at tað í løtuni eru fleiri fam­ iljur, sum eru í neyð av hesi regluni. Lands­stýris­kvinn­an sigur seg arbeiða við mál­ inum, men enn er so einki hent, vísir Sigrun Wardum, for­kvinna í Javna á. eydna@sosialurin.fo Eydna Skaale – At broyta hetta við aldurs­ markinum á 18-67 ár er ovar­ liga á mínum rað­fest­ingar­ lista. Stendur tað til mín, verð­ur tað broytt innan stutta tíð. Nokk ikki í ár, men helst fyrst í komandi ári, ger landsstýriskvinnan greitt. Annika Olsen viður­kenn­ ir, at tað er undarligt at hava eitt aldursmark á 18 ár, tá borgarin hevur júst sama tørv á røkt, sum tá hann er 17 ár. Hon vísir á, at hennara ætlanir um at broyta lógina kunnu verða steðgaðar, um politiskur vilji ikki er fyri at fremja broytingina og neyð­ugu pengarnir tískil ikki verða játtaðir. – Men eg ivist ikki í, at eg havi stuðul frá mín­um baklandi í hesum mál­ inum, tí tað er jú fólkafloks­ politikkur, at pengarnir skulu fylgja brúkaranum, utt­an mun til, hvar hann er. So eg kann ikki ímynda mær, at hetta fer at taka langa tíð at avgreiða, sigur Annika Olsen, sum vónar at hava upp­hevjað aldursmarkið í lógini fyrst í komandi ári. Nýggja stuðulsskipan Annika Olsen sigur, at hon eisini arbeiðir við uppskot­ inum hjá Javna um eina meiri brúkarastýrda stuðuls­skipan – nevnd BPA (Brúkara­stýrd Persónlig Atstøða). –  Eg ynski at innføra hesi viðurskiftini, so brúk­ arin fær eina fasta stuðuls­ av­talu við ein, einstakan per­són. Tað skal bera til at byggja eitt gott og for­ tróligt forhold upp. Eg veit, at skipaninar eru ikki nóg góðar, sum er, og at tað er ov stór útskifting við stuðl­ unum. Spurd, um tað kundi ver­ið ein familjulimur, sum varð settur sum stuðul, svar­ar Annika Olsen skjótt og uttan iva. – Ja, tað kundi fyri so vítt verið mamman, sum varð sett sum stuðul - tað síggi eg onga forðing fyri. – Men, leggur hon aftur­ at, – Hetta er ein meiri lang­ siktað ætlan, sum ikki verð­ ur so løtt at seta í gildi her og nú. Men eg arbeiði við henni. Hóast Malena hevur verið heima og tikið sær av Ólavi í skjótt fimm ár, og ikki hevur fingið nakra inntøku hesa tíðina, skal hon ikki vænta sær nakra veiting við afturvirkandi megi. – Tað fer at vera torført at seta nakað í gildi við aftur­virkadi megi, men eg skal broyta hetta við aldurs­markinum skjótast gjørligt, so tað framyvir verður heimild at veita fam­iljum í líknandi støðu fíggjar­ligan styrk, óansæð hvussu gomul børnini eru, stað­festir Annika Olsen, sum tó ikki vil seta nakra tíðar­freist á. Tað er sostatt framvegis óvist, nær Malena Arnholds­ dóttir kann vænta at fáa fyrstu fíggjarligu hjálpina frá tí almenna á konto. Hon og Ólavur mugu áhald­ andi klára seg fyri hans­ara pensjón og annars væl­vilja frá familju og vinar­ligum kenningum. – Tað tykist, sum at man vil nógv gott frá politiskari síðu, men tað hendir allíka­ væl lítið og einki ítøk­iligt, sigur Sigrun Wardum, forkvinna í Javna Savnsmynd Framhald frá síðu 10-11