hósdagur 12. desember 2013síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Fríggjadagur 13. desember 2013 · Nr. 144
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
aði til hansara, var tað hann,
sum skuldi broytast – og tað
var í stóran mun gjørt við at
geva honum sløvandi heili
vág. Og tað kundi eg, sum
mamma, ikki góðtaka, sigur
Malena.
Síðani Ólavur varð trapp
aður úr heilivágnum aftur,
hevur hann ongantíð verið
aftur hjá psykiatara. Hann
hevur als ikki verið knýttur
at psykiatriska deplinum, og
hann hevur heldur ikki verið
aftur hjá serlækna orsakað
av hjáárinunum av nógva
heilivágnum.
Eingin hjálp at heinta
Í meiri fýra ár hevur Malena
Arnholdsóttir sostatt havt
sín 29 ára gamla menningar
tarnaða
og
epilepsisjúka
son heima, tí einki hóskandi
bútilboð er til hansara. Tað
merkir, at hon í meiri enn
fýra ár hvørki hevur fingið
løn ella pensjón, tí hon ikki
fær arbeitt.
– Eg eri útbúgvin sjúkra
røktarfrøðingur og kliniskur
vegleiðari, og hesa tíðina,
meðan Ólavur hevur búð
heima, havi eg verið í farloyvi
frá Røktarheiminum, har eg
havi fast starv. Men eg kann
ikki binda meg til eitt arbeiði,
tí eg veit ongantíð, hvussu
okkara dagur sær út ella
hvussu náttin er.
– Eg veit ikki, um Ólavur
orkar at fara inn á Stíggj
um morgunin. Um hann
fer, veit eg ongantíð, um tey
mugu ringja eftir mær at
koma eftir honum aftur. Eg
veit ongantíð, nær anføllini
koma ella um hann kemur
til skaða. Fór eg til arbeiðis,
hevði eg fyri tað fyrsta verið
ein óstøðug arbeiðsmegi og
eg hevði harnæst ongantíð
vitað, hvat eg hevði komið
heim aftur til. Harumframt
er tað jú staðfest, at Ólavur
krevur fólk hjá sær 24
tímar um døgnið. Men einki
hóskandi tilboð er til hans
ara, og tískil má hann vera
her heima hjá mær.
Men hóast støðan er fast
læst, einki hóskandi bútilboð
er til Ólav og Malena ikki
fær arbeitt, er eingin hjálp at
heinta frá tí almenna.
Reglurnar siga nevniliga,
at foreldur bara fáa mista ar
beiðsinntøku at ansa børn
um við serligum tørvi, inntil
børnini eru 18 ár. Sama dag,
sum tey fylla 18, dettur alt
endurgjald fyri inntøkumiss
burtur, eisini hóast tørvurin
er júst tann sami, sum tá
børnini vóru 17 ár og 364
dagar. Inntøkumissur kann
eisini fáast, um tú ansar
óhjálpnum fólki, ið eru eldri
enn 67 ár. Ella um talan er
um álvarsama sjúku, sum
tó ikki er varandi til dømis
krabbamein.
Men ansar tú fólki, ið eru
millum 18-67 ár, sum hava
varandi sjúku ella brek, fæst
ongin fíggjarlig hjálp frá
Almannaverkinum.
Í løtuni eru fleiri føroying
ar í klemmu í hesi undarligu
reglugerðini – og í Almanna
verkinum fáa tey einki gjørt,
tí teimum manglar eina
lógarheimild at hjálpa hesum
fólkunum.
Fólkum í júst somu støðu
sum Malena Arnholdsdóttir.
Einki bútilboð – men heldur
eingin fíggjarlig hjálp.
Onga løn í
hálvtfimta ár
Nærum fimm ár við ongari
inntøku byrja nú av álvara at
merkjast hjá Malenu.
– Ólavur fær hægstu pen
sjón, og henni liva vit av. Men
tað eru hansara pengar, sum
hann eisini hevði rætt til,
tá hann var á búplássinum.
Tað eru ikki pengar, sum eru
ætlaðir til, at hann skal rinda
alt okkara húsarhald, greiðir
Malena frá.
Harumframt fær hann
umleið 6000 kr um mánaðin
í eini veiting, nevnd røktar
viðbót, sum hann eisini fekk,
tá hann búði á stovninum,
millum annað tí at so nógv
brotnar, tá Ólavur fær herð
indi.
Tilsamans uml. 12.000 kr.
eftir skatt og avgjøld. Hesir
pengarnir, sum Ólavur eigur,
eru tað einasta, Malena hev
ur at halda hús fyri, og tað
strekkir ikki til annað enn tað
bráneyðuga. Sjálv fær hon
ikki eina krónu, hvørki í løn,
pensjón ella aðrari veiting.
Sum er, melur tað akkurát
runt, men eykaútreiðslur,
sum tá Ólavur dettur á sjón
varpið, í ein rút ella á eitt
borð – ella tá tenninar brotna,
hevur Malena ikki ráð til. Tá
mugu hini trý børnini ella
onnur vinarlig fólk traðka
til.
– Eg haldi tað vera undar
ligt, at tey vildu senda hann á
ein stovn, sum ikki var hósk
andi, og sum kostar umleið
eina millión árliga. Ella at tey
kunnu seta stuðlar inn, sum
fáa tímaløn fyri at vera um
hann. Men hvørki av hesum
bera til fulla tíð – og eg má
tískil taka mær av honum,
Men eg fái ikki eina krónu
av hjálp, tí hann er ímillum
18 og 67 ár.
Um
undarliga
aldurs
avmarkingin, sum er sett á
fíggjarliga styrkin til teirra,
sum eru um óhjálpin fólk
millum 18 og 67 ár, skal av
skaffast, má heimildin fáast
við eini lógarbroyting.
Í hálvtfimta ár hevur
Malena Arnholdsdóttir gjørt
vart við sína støðu og tosað
við høg og lág í politisku skip
anini og í Almannaverkinum.
Men hóast øll eru skiljandi og
fitt at práta við, er framvegis
einki hent í málinum.
– Sum eg skilji á lagnum,
eru ætlanir um, at tey, ið ansa
menningartarnaðum, skulu
fáa somu viðbót, sum tey, ið
eru heima og ansa gomlum.
Men tað er heilt hvør sín
uppgáva. Eg havi arbeitt á
røktarheimi, so eg veit, hvat
tað krevur. Men at hava ein
menningartarnaðan
son,
sum er mitt í lívinum – sum
skal stimbrast og eggjast og
hava loyvi til at liva, krevur
nakað heilt annað.
– Áðrenn eg tók Ólav heim
at búgva, arbeiddi eg ¾ tíð á
Røktarheiminum. Tað er ta
lønina, eg missi hvønn ein
asta mánað. Eg dugi ikki at
skilja, at tað ikki skal bera til
at fáa mista arbeiðsinntøku,
hóast børnini eru vorðin
eldri enn 18 ár. Okkara støða
er jú á ongan hátt broytt,
síðani hann fylti 18 ár, vísir
Malena á.
Men
hóast
óteljandi
áheitanir til politikarar, eru
Malena og øll hini, sum eisini
eru í somu støðu, slept upp á
fjall. Har er eingin hjálp at
heinta.
Við ST-Sáttmálanum, sum varð
samtyktur av Føroya Løgtingi í
2009, er eingin ivi um, at Føroyar
hava bundið seg til at hjálpa
familjum í somu støðu sum Malena
og Ólavur eru í. Bæði viðvíkjandi
bústaði og fíggjarligum stuðli.
Les
viðmerking
frá Sigrun Wardum í
Javna og Anniku Olsen,
landsstýriskvinnu
á síðu 12
Myndir: Eydbii Myndir