hósdagur 12. desember 2013síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 13. desember 2013 · Nr. 144
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eydna Skaale
– Eg havi søkt allastaðni, og eg
havi roynt allar møguleikar.
Men eg fái bara at vita, at
tað er eingin heimild at geva
mær nakra fíggjarliga hjálp,
tí Ólavur er millum 18 og 67
ár. Var hann undir 18 ella
yvir 67 var eingin trupulleiki.
Men hann er 29 ár, og tí ber
einki til, hóast hann ikki
klárar seg sjálvur, og hóast
einki hóskandi bútilboð er til
hansara, sigur 61 ára gamla
Malena Arnholdsdóttir av
Skála.
Hon leggur dent á, at hon
ikki er beisk um støðuna,
hon er í. Men hon heldur tað
vera órættvíst og undarligt,
at tað skal vera so lítil hjálp
at heinta.
– Tað eru nú hálvtfimta ár
síðani, at eg tók Ólav heim av
búplássinum, hann tá hevði,
tí tað heilt einfalt ikki hósk
aði til hansara tørv. Tað gekk
ikki, og hann mistreivst. Eg
havi hann fegin her heima,
tí hann er mær ikki tungur,
sum so. Men eg fái ikki havt
eitt starv, tá eg einsamøll
havi ábyrgdina av honum.
Tað merkir, at eg nú í hálvt
fimta ár tískil hvørki havi
fingið løn ella pensjón. Og í
Almannaverkinum siga tey
bara, at tey hava ikki heimild
at hjálpa mær, greiðir Malena
frá.
Krevur hjálp alt døgnið
29 ára gamli Ólavur Eliassen
hevur diagnosuna Tuberøsa
Sklerosu. Tað eru smáir
knyklar, sum serliga eru í
heilanum og sum gera, at
hann er ringur av epilepsi.
Orsakað av knyklunum og
ringu krampaherðindunum
er hann vorðin menningar
tarnaður. Hann fær heilivág
fyri epilepsi, men tað vísir
seg vera ógjørligt at finna
nakran heilivág, sum kann
forða fyri herðindunum.
Ein vanligan dag fær
hann eini fýra-fimm ógvuslig
krampaherðindi.
Ringar
dagar er tað verri – góðar
dagar er tað frægari. Tá hann
krampar, dettur hann oftast
– og av tí, at hann 2 metrar og
5 cm høgur, eru tað mangan
ógvusligt, tá hann smellur.
Ólavur hevur pentur og
skeinur um allan kroppin,
herfyri ruku fýra framtenn,
umframt at stórt sæð allar
buksur eru bøttar, tí hann
dettur so ofta dagliga. Krops
liga síggjast dagligu herð
indini sostatt væl – og fólk
mugu altíð vera í nánd, so
hann ikki kemur heilt illa fyri
í einum krampaherðindi.
Men eisini í heiminum
síggjast spor av krampunum.
Møblar, ting, rútar og annað
í húsinum brotna javnan, tí
hann dettur á tað ella tekur
tað við í fallinum.
Kramparnir koma bæði
nátt og dag – og púra óforvar
andi.
Tað er staðfest, at Ólavur
hevur tørv á, at fólk er um
hann 24 tímar um døgnið.
Burtursæð frá kramp
unum er hann væl fyri og
klárar seg væl í gerandisdeg
num. Hann megnar at taka
sær av persónligu røktini,
tosar og er sosialur. Hann
má tó hava hjálp, til dømis
um hann vendir klæðunum
skeivt ella annað, tá hann
hevur latið seg í.
Tá hann er førur fyri tí,
er hann til arbeiðis á Stíggi,
og hann koyrir tá við buss
inum aftur og fram. Tað eru
tó nógvir dagar, har hann
krampar so mikið illa, at
hann ikki orkar at fara til ar
beiðis.
– Ólavur hevur stuðul
tvey kvøld um vikuna í
níggju tímar tilsamans. Eg
havi fingið at vita, at eg kann
fáa meiri stuðul til hansara
eftir tørvi. Men tað er jú vón
leyst hjá mær at siga, nær
tørvurin er har, tí epilepsi-
herðindini kunnu ikki setast
í eitt skema. Og tað tykist
eisini løgið, at skipanin kann
seta fremmand fólk at ansa
honum, men at eg ikki kann
fáa eina krónu í fíggjarligari
hjálp fyri at gera júst tað,
vísir Malena á.
Tilboðið var
ikki nøktandi
Tá Ólavur var 18 ára gamal,
fekk hann eitt tilboð á einum
búplássi í Havn. Har búði
hann í seks ár, inntil Malena
kendi seg noydda at taka
hann heim aftur, tí tað als
ikki gekk.
– Ólavur hevur altíð fingið
heilivág fyri epilepsi. Men
tá hann flutti á búplássið,
fekk hann brádliga heilivág
móti bæði aggresiviteti og
depressión,
hóast
hann
ongantíð hevði havt tørv á tí
áður, vísir Malena á.
– Í tíðini, meðan hann
búði har, var tað støðugt
økt um nøgdina av heilivági,
og sum avvarandi varð eg
hvørki kunnað ella spurd
eftir, tá tað var gjørt. Hann
broyttist nógv, og at enda
gekk hann runt sum ein
zombie og svav tað mesta
av degnum, sigur Malena og
heldur á, – Tá hann so byrjaði
at fáa trupulleikar av at sova
um náttina, tí hann svav tað
mesta av degnum, orsakað av
medisininum, fóru tey at tosa
um at geva honum okkurt at
sova av um náttina.
Men tá var ovboðið hjá
Malenu. Hon tosaði við ein
psykiatara, sum helt, at
Ólavur als ikki hevði tørv á
so nógvum heilivági, og at
hann saktans kundi trappast
úr nógva heiliváginum aftur.
Tað vildu tey tó ikki hava
ábyrgdina av á stovninum.
So tað endaði við, at Malena
segði búplássið upp, tók
hann heim aftur og byrjaði at
trappa heilivágin niður aftur.
Spakuliga dagaði tá tann
gamli Ólavur fram aftur, og
hann gjørdist sjónliga glaðari
og meiri livandi aftur.
– Meðan hann var har, bað
eg tey áhaldandi um at gera
meiri saman við honum, fara
til konsertir, á møti ella í
kirkju, sum hann er vanur við
heimanífrá – ella út at ganga
túrar við honum. Men einki
batti. Hann hevði lítið lív og
teirra loysn var heilivágur.
– Tað var, sum at Ólavur
ikki hóskaði inn í tað tilboðið,
sum var. Men heldur enn at
broyta tilboðið, so tað hósk
Í fýra ár hevur Malena Arnholdsdóttir av Skála ikki kunnað arbeitt.
Hon má vera til taks hjá soninum, sum er menningartarnaður og
er ringur av epilepsi. Hóast einki hóskandi búpláss er til hansara,
og Malena er noydd at vera um hann alt døgnið, fær hon onga
fíggjarliga hjálp frá Almannaverkinum, tí sonurin er eldri enn 18 ár
Grein 19, ST-sáttmálin
At liva sjálvstøðugt og
verða tikin upp í samfelagið
Limalondini viðurkenna rættin hjá øllum fólkum, ið bera brek, at
liva í samfelagnum á jøvnum føti við onnur og við somu valmøgu
leikum, og limalondini skulu taka munagóð og hóskandi stig til
at lætta um hjá fólki, ið bera brek, so tey til fulnar fáa ágóðan av
hesum rætti, verða fult og heilt tikin upp í samfelagið og kunnu
verða fult og heilt við í samfelagnum, eisini við at tryggja at:
• fólk, ið bera brek, sleppa at velja sær bústað og velja hvar og
saman við hvørjum, tey vilja liva – á jøvnum føti við onnur – og
tey skulu ikki vera noydd at liva í serligum bústøðum.
• fólk, ið bera brek, fáa brúkt nógvar ymiskar stuðulstænastur,
bæði heima og á bústøðum og fáa brúkt aðrar stuðulstænastur,
millum aðrar persónliga hjálp til tess at lætta um gerandisdagin
og at kunna verða við í samfelagnum og til tess at forða fyri, at
tey verða einsamøll og avbyrgd frá samfelagnum.
• samfelagsligar tænastur og veitingar til almenning sum heild eru
tøkar fólki, ið bera brek, á jøvnum føti við onnur, og at tær eru
lagaðar eftir teirra tørvi.
hjálp til
Malenu
Eingin