Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-12, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. desember 2013síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. desember 2013 · Nr. 144 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Í bløðunum eru í hesum døgum nógvar lýsingar frá fakfeløgum, sum kyrra limir sínar, nú nýggj eftirlønarlóg kemur í gildi á nýggjárinum. Sagt verður, at okkara viðurskifti eru í lagi, og neyðugt er ikki hjá limunum at gera nakað sum helst. Og tað er tað heldur ikki hjá fleiri, tí fakfeløgini hava verið framfýsin og hava tikið ábyrgd. Lýsingarnar hjá fakfeløgunum eru neyðugar, tí fríu marknaðarkreftirnar gera tað, sum tær skulu: Nýta øll góð høvi at selja seg og vørur sínar. Tí er tað, at bankarnir serliga gera vart við seg. Alt við einum undirtóna av hjálp og vælvild í teimum faldarum, sum komnir eru sendandi í hvørt hús. Men lat ongan iva vera um, at nógvir pengar ganga leysir í hesum sambandi. Hugsið bara um, at forskattaðu eftirlønirnar megna at fíggja flatskattin. Og tá eru nógv, sum framvegis gjalda lítið og einki í eftirløn. Ein lýsing í hesum sambandi, sum ongantíð fer at koma, er tann frá Løgtinginum. Men hevði hon komið, hevði orðaljóðið helst verið nakað soleiðis: “Av tí at vit løgtingsfólk og landsstýrisfólk hava lóggivið okkum sjálvum tænastumannasetan, sum fyri løgtingsfólk gevur fulla løn fyri hálvt starv og double up í eftirløn, og fyri landsstýrisfólk gevur fulla eftirløn eftir 8 árum, er óneyðugt við eyka inngjøldum. Við eftirlønarbroytingini á nýggjárinum fara vit tó allar helst at lóggeva so, at vit umframt tænastumannaeftirlønina eisini skulu hava eini 15% í eftirlønargjaldi til egna uppsparing – tað skulu jú øll, og vit eru púra vanlig fólk!” Í bestu jólatíð kemur hetta grefliga órættvísi til sjóndar. Og minnist til, at sonnu avleiðingarnar koma ikki til sjóndar fyrr enn um nógv ár, tá ið eftirlønarkrónurnar longu eru skattaðar, og almenna skipanin er niðurlaga, tí pengatrot er. Tá er alt, ið bendir á, at vit verða heilt nógv, sum mugu liva fyri alt ov lítið. Í øllum førum munandi minni enn nú. Tá ið verkamaðurin spyr: “Hví kann landið ikki gjalda mær eftirløn, nú eg havi slitið meg upp”, er svarið væl grundað og sjálvandi noktandi. Vit skulu øll, sum kunnu, gjalda fyri okkum sjálvi. Eitt frálíkt aðalmál at hava, men trúvirðið hvørvur heilt, tá ið tey, sum seta seg á pengakassan, tá ið verkamaðurin spyr, sjálvi eru í kassanum og fylla sær lummarnar til ellisár síni. Gerið eina skipan fyri tykkum sjálvi, sum er grundað á tað, tit krevja av øllum øðrum, og sum er hvørki verri ella betri enn tað, øll onnur hava møguleika og atgongd til. Alt annað er valdsmisnýtsla! Gleðilig jól! Magnus Tausen stjóri í Námi EYGA MÁLIÐ So líka og tó kjak kjak Hallbjørg Hansen Seinastu tíðina hava politik­ arar og fjølmiðlar sett sjón­ eykuna á dialysuviðgerð í Før­ oyum, og sum avvarðandi at perósni í dialysuviðgerð á 13. ári fylgi eg við áhuga við hes- ari umtaluni. Eg loyvi mær tí at koma við ískoyti til kjakið. Sum eg havi skilt, hevur landsstýrismaðurin í heilsu­ mál­um, eftir áheitan frá sjúk­ lin­g­um og frá Nýra­fe­lag­num, tikið málið upp, um at fólk skulu kunna fáa dialysu­við­ gerðina í Klaks­vík. Eisini hava tveir fyri­spurn­ingar verið á Løg­tingi í seinastuni um evn­ ið. Vit hava at gera við ein lítlan bólk av sjúklingum, tó at talið er vaksandi, síðani til­ boðið um viðgerð tíbetur eisini verður givið gomlum fólkum. Sum nevnt í greinini í Sosial­inum 11. desember 2013, eru tað einans 20 ár síðani Lands­sjúkrahúsið fekk dia­ lysu­maskinur. Fyrstu nógvu árini varð viðgerðin givin tríggj­ar ferðir um vikuna í dag­tímunum. Tað vóru sjúkra­ røktar­frøðingar, ið høvdu ábyrgd­ina av viðgerðini, með­ an serlækni kom til land­ið einar tríggjar ferðir ár­liga. Fyri sjey árum síðani fekk Lands­sjúkrahúsið ein ser­ lækna í nefrologi, og var tað eitt stórt framstig fyri allar nýra­sjúkar føroy­ingar, ikki bert tey, ið hava dialysuviðgerð fyri neyðini. Tá ið G-bygningurin varð tikin í nýtslu, varð dialysu­ deild­in flutt til eitt rúm á G 3. Seinni er eitt lítið rúm fingið afturat. Fyri nøkrum árum síðani fingu sjúk­ling­arnir møgu­leika at fáa dialysu­við­ gerð um kvøldið. Tað gjørdi, at tey, sum eru so fræg, at tey orka at arbeiða, fingu møguleika til tess. Allir hesir batar hava gjørt lívið tryggari hjá teimum, ið eru bundin at dialysu, men sjálvandi skulu vit ikki seta okkum hendur í favn fyri tað. Endamálið má og skal fram­vegis vera, at vit seta einstaka menniskja, ið er rakt av so herviligari sjúku, sum nýrasvíkjan er, í fremstu røð. Tað má ongantíð koma hartil, at spurningurin um, hvar við­ gerðin skal vera, ella hvør skal geva hana, skal verða avger­ andi. Bøti heldur hølisum­ støðurnar í Havn Tá ið landsstýrismaðurin nú er í holt við at bøta um viður­skiftini, vil eg heita á hann um, saman við heilsu­ verkinum og yvirlækn­anum, heldur at leggja dent á at bøta um verandi umstøðurnar. Tað kann m.a. gerast við at út­vega betri og størri hølir. Sjálvt um núverandi hølini eru í nýggjasta partinum av Landssjúkrahúsinum, so eru umstøðurnar ikki nøktandi til nútíðarkrøv. Tað er alt ov lítið pláss til einstaka persónin, onki umklæðingarrúm er, og ventilatiónin hevur ikki riggað síðani byrjan. Øll hesi viðurskiftini kunnu bøtast fyri lítlan kostnað, men hóast sjúklingar hava gjørt vart við tað í áravís, so er onki hent. Tit mugu minnast til, at sjúklingarnir brúka ímillum 14 og 20 tímar hvørja einastu viku (4-5 tímar hvørja ferð) í hesum rúminum. Eisini vil eg mæla til, at Landssjúkrahúsið gevur fólki møguleika fyri at fáa dialysu sunnudag, tí tað er ikki nøktandi hjá øllum at fáa 3 dialysur um vikuni. Hjá fleiri hevði tað bøtt um lívsgóðskuna, um tey kundu sloppi framat oftari. Aðrir møguleikar fyri viðgerð Eg skilji væl, at norðoyingar og eysturoyingar hava ynski um styttri farleið til dialysu­ viðgerð. Lívsgóðskan hjá øll­ um nýrasjúklingum er nógv skerd orsakað av sjúk­uni, og sjálvsagt er tað troytt­andi at skulu brúka upp í hálvannan tíma í ferð­ing hvønn vegin til og frá dialysu. Eg rokni tó við, at tey, sum búgva í Vágum, í Sandoynni ella Suðuroynni eisini hava somu ynski. Skal møguleiki vera at fáa dialysu aðrastaðni enn á Landssjúkrahúsinum, so kann tað at verða gjørt, við at tann einstaki per­són­urin sjálvur syrgir fyri við­gerðini, ella sum yvir­lækn­in nevnir, við hjálp frá heima­tænastuni. Tað má tó ongantíð vera soleiðis, at sjúk fólk skulu føla seg noydd at fáa dialysumaskinu heim til hús, orsakað av at tað almenna skal spara. Ein møgu­leiki fyri norðoyingar kundi verið, at maskinur stóðu á sjúkrahúsinum í Klaks­vík, og at tey tískil kundu fing­ ið viðgerðina í Klaksvík utt­ an meirkostnað fyri heilsu­ verkið. á Argjum 11. Desember 2013 Viðmerking til mál um dialysuviðgerð í Føroyum Heðin Mortensen Borgarstjóri í Havn Jan Christiansen, fyrrverandi borgarstjóri, hevur í miðl­un­ um í vikuni funnist hvassliga at kostnaðinum av at reka Tórs­havnar Kommunu, sum er vaksin nógv seinastu ár­ini. Tað er rætt, at raksturin er vaksin hesi seinastu 10 árini, men tá ið tað er sagt, so er eisini neyðugt, at hyggja nærri eftir, hvussu komm­unan sá út fyri 10 árum síðani í mun til í dag. Tað er ein sann­roynd, at Tórs­havnar Komm­una er nógv broytt hesi 10 árini, og tí ber illa til at saman­bera hesi tøl, Lut­ falsliga er rakst­rar­kost­naðurin tó vaksin sera lítið. Ein størri kommuna og fleiri tænastur Í hesum 10 ára tíðarskeiði er Tórshavnar Kommuna vaksin við fleiri bygdum/oyggjum, sum frammanundan vóru sjálv­støðugar kommunur. Við árs­byrjan í 2005 løgdu Hest­ur, Nóls­oy, Velbastaður og Kirkju­ bø saman við Tórs­havnar Komm­unu, og tað sigur seg sjálvt, at tað hevur nakrar økt­ ar útreiðslur við sær. Harafturat hevur man í hes­um tíðarskeiði eisini sett á stovn eina ókeypis bussleið í kommununi, sum er ein av mongum nýggjum tænastum til borgaran. Aðrar nýggjar tæn­astur í hesum tíðarskeiði eru eitt nú frítíðarskúlatilboð til 2. flokk, fleiri dagstovnar, sysktinaavsláttur, fleiri ung­ dómstilboð og fleiri komm­ unu­læknar. Harafturat hev­ur kommunan í sama tíð­ar­skeiði yvirtikið barna­vernd­ar­tæn­ ast­una, yvir­tikið og bygt út um­ sorg­anararbeiði á eldraøkinum við m.ø. Heil­ræði, sum hevur heima­vitj­anir og eitt nú skipar fyri rørslu­venjingum til tey eldru, og fleiri tilhald eru komin í kommununi. Vit hava bygt ítróttarøkið út við m.ø. fimleikahøllini Fimi, Tórsbreyt, fleiri sparki­vallum og skoytibreytini, sum sjálvsagt hava nýggjar rakst­rarútreiðslur við sær. Tveir nýggir skúlar eru eisini komnir. Boðanesheimið er bygt, og infrakervið er nógv út­bygt. Hetta eru bert nøkur av fleiri nýggjum rakst­rar­ støð­um, sum eru komin í Tórs­ havnar Kommunu sein­astu 10 árini. Yvirhøvur kunnu vit siga, at kommunan í dag veitir væl fleiri tænastur til borgaran í dag enn fyri 10 árum síðani. Somuleiðis er eisini vert at hava í huga, at í sama tíðar­ skeiði bleiv foreldra­gjaldið fyri ansingarpláss lækkað úr 30 til 25 prosent, eins og kommunan hevur bygt út tænasturnar til børn við serligum tørvi á dag­ stovnum. Væl fyri fíggjarliga Tá áhaldandi verður ført fram, at raksturin støðugt gerst dýrari, so er hetta ikki rætt. Í ár javnvigar fíggjar­ætl­anin við 636 mill. kr. Skatta­prosentið lækkaði úr 20,75% til 20,25% og barna­frádrátturin hækkaði við 45% úr 5.500 kr. upp í 8.000 kr. Tað vil siga, at hetta samanlagt svaraði til kostnaðin av ein­ um skattaprosenti, ið er met til góðar 30 milliónir krónur, men lutfalsliga eru tað barna­ familjurnar, ið merkja lætt­an best. Í fíggjarlógini fyri 2014 verð­ur hildið fast um sama skattaprosent, sum er mill­um tey lágu í landin­um. Fíggj­ar­ lógin 2014 javn­vig­ar við 649 miljónum, 13 miljón­ur meira enn í ár, skatta­pro­sentið verð­ur óbroytt og barna­frá­drátt­urin er millum landsins hægstu – 8.000 kr. Samstundis eru rakstrar­ útreiðslurnar í 2014 settar til at verða 480 milliónir krónur, og tað er ein lækking uppá tvær milliónir krónur í mun til í 2013, hóast hædd er tikin fyri øktum lønarútreiðslum og hægri kostnaðarstøði. Hetta vísir alt, at Tórs­havn­ ar Kommuna er ein fíggj­arliga sterk kommuna, ið verður rikin skynsamt, og har raksturin ikki er vaksin óvanliga nógv. Heldur hin­vegin er Tórshavnar Komm­una ein kommuna, har rakst­urin seinastu árini er effektiviseraður munandi, so­ leiðis at sum mest verð­ur fingið fyri hvørja skatta­krónu. FAKTA: Nýggjar tænastur í Tórshavnar Kommunu seinastu 10 árini: Frítíðarskúlatilboð til 2. flokk Fleiri dagstovnar Systkinaavsláttur Lægri foreldragjald Fleiri tænastur til børn við serligum tørvi Nýggir skúlar Fleiri ungdómstilboð Yvirtikið og útbygt umsorganararbeiðið til eldri Heilræði Fleiri tilhald Ókeypis bussleið Fleiri kommunulæknar Fimi Tórsbreyt Skoytibreyt Útbygt infrakervi Dagførd spillivatnsætlan Kann ikki samanberast