hósdagur 12. desember 2013síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 13. desember 2013 · Nr. 144
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Í okkara grannalondum eins og í
Føroyum, hevur sentralistiska hell
ingin verið sera ovarlaga í kjakinum,
og meiningarnar ymiskar . Ójavnt
er, sum er komið burtur úr.
Í Føroyum er ein altráan eftir
at fáa allar almennar stovnar
fluttar og sentraliseraðar til høv
uðsstaðin, meðan framleiðslan av
okkara fiskatilfeingi, har privata
fyritakssemi hevur havt høvuðs
leiklutin og lagt lunnar undir, er úti
um í landinum.
Í Føroyum eru ídag í praksis
trinnir tættir í fíggjarbýtinum:
Landskassin, Tórshavnar komm
unukassi og síðani hinar eftirver
andi 29 kommunurnar.
Av og á hoyra vit, at landið er
so lítið, at alt átti at ligið á einum
staði. So løgið tað ljóðar, so hoyrast
eisini átøku røddirnar í Danmark,
har sagt verður, at Danmark er
ikki størri enn, at alt kundi ligið á
einum staði. Hetta er bara best á
pappírinum.
Arbeiðsførar kommunur
Hvussu ofta hava vit ikki hoyrt
bæði frá serkønum og frá teimum,
sum orðini hjá teimum serkønu
hóvar, at: “Umráðandi er at leggja
alt saman, sum kann leggjast sam
an í einum øki, tí hervið verður
peningur at spara”, hóast tað ikki
hevur verið prógvað, at tær størru
eindirnar í roynd og veru gerast
bíligari í rakstri, enn tær smærru
eindirnar. Tvørturímóti eru hópin
av dømum um tað mótsatta, siga
onnur, m.a. Søren Villadsen, m.a.
Ph.d. í almennari fyrisiting í eini
kronik í Politiken.
Nakað heilt annað er, sum hev
ur avgerandi týdning fyri at fáa
sterk økir í Føroyum, ikki tí tað
sparir tað heilt stóra í rakstri, men
at kommunurnar og harvið økini
verða týðiliga styrkt, er neyðugt
við samanlegging, so økini standa
samfelt nógv sterkari, sum bæði
tænir vinnu og tí almenna. Vit fáa
nógv meiri støðug økir.
Ongin ivi er um, at ídag eru før
oysku kommunurnar úti um í land
inum ein sjálvstileinkisgerandi
eind, og harmiligt er samstundis,
at ósamd og ov lítið avgjørd løg
tingsfólk úti í landinum, skorða
undir hesa - kanska ótilvitaðu -
sjálvstileinkisger av økjunum. Tá
Føroyar gjørdust eitt valdømi, bøtti
hetta ikki um gongdina, men tvørt
urímóti. Tað er so mong dømini
um.
Sum landsstýrismaður í komm
unumálum í 2004-2005, bar eg
nakrar ferðir uppá mál bæði í
flokkinum og í samgonguni, um
ikki kommunurnar løgdu saman
frívilliga innan ávísa tíð, so at dagur
verður settur, har samanlegging
kundi verða framd við lóg. Nevndi
hetta eisini á tingsins røðarapalli.
Men her fekst einki afturljóð, ongin
vilji og tí einki úrslit. Kommunurnar
ósamskipaðar og økini sita tí ídag
framvegis við einum harmiligum
og nógv størri trupulleika, enn tær
geva sær far um.
Sjúkueyðkenni lættari
at vísa á enn at lekja
Avgerandi orsøkin var og er ikki, at
kommunurnar skulu leggja saman
í størri eindir, tí so finna vit tær
stóru rakstrarsparingarnar. Fyri
munirnir eru hinvegin, at vórðu
kommunurnar størri eindir, stóðu
tær eisini sterkari bæði yvirfyri
landspolitikkinum og eisini í sam
band við sentraliseringina sum í
dag økist til høvuðsstaðin, soleiðis
verður teppið spakuliga drigið und
an økjunum, sum nú hendir við
lít.
Soleiðis sum nú sentraliseringin
verður framd ár eftir ár, sæst alt
týðiligari, at landið verður stýrt
alt meiri eftir embætis- og serfrøð
ingum. Vit síggja, at hesir eru sera
væl fyri at vísa á sjúkueyðkenni
(symptom), pappírið er vanliga
takksamt, men ofta hevur hetta
so mikið mong lýtir, at tá tað
ikki virkar, og sjúkan ikki verður
lekt, verða brúkt onnur tól, so
sum paragraffir, ein nýggj deild
(ella deildir), nýggj samanrenning
(fusión), reglugerðir í hópatali, fullar
skuffur av “álitum”, og tilseinast -
sum oftast - eykajáttanir í minni og
við tíðini størri mun, tí skaðin tá er
hendur og má gjaldast.
Øllum hesum eru kommunurnar
úti um landið upp ímóti. Fyri at fáa
samfelagið at virka sum heild og
í dynamikki, sum okkara lítla og
fjarlagda oyggjaland er, mugu tær
leggja saman í størri eindir, og ikki
vera nøgdar, sum er. Ein kommuna
ídag við t.d. eitthundrað til túsund
íbúgvum, sum liggur í einum
sterkum vinnulívsøki, har fleiri
almennar funktiónir kundu virka
væl, eru ídag til bága fyri einari
veruligari kommunalri menning,
uttan samanlegging í økinum. Tá
hevur landspolitikarin endaleyst
frítt spæl.
Sterkari støðufesti
Til tíðir er okkara frumvinna (fiski
vinnan) sterk, og gevur nógv av sær
til økini, meðan bakkastini koma
fyrr ella seinni. Vóru kommunurnar
samanlagdar í størri og sterkari
økir, høvdu almennir stovnar við
avleiddum vinnum hoyrandi til
økini ein stabiliserandi faktor, so
niðurgongdirnar ikki virkaðu so
harðar í økjunum, sum nú, har økini
vanliga eftir vánalig ár hava meiri
enn nóg mikið við at arbeiða seg
burtur úraftur. Kommunurnar úti í
økjunum eru ídag í høvuðsheitum
í naggatódn, har tær hvørki í tæn
astu ella búskapi komast undan í
framtíðini, men aka meiri og minni
á knøum.
Í áhugaverdu bókini “Sådan
skabtes Danmarks virksomheder”,
sæst týðiligt, at tað var úti um í
landinum, at tær vóru skaptar
fyri tað mesta, og av teirri orsøk,
at tað tá lógu almennir stovnar í
økinum, fekst fólkið at støðast,
tí bæði maður og kvinna fingu
størv har eftir lestur. Fólk ferðast
eftir arbeiðinum. – Sum nú er, so
koma økini úti um landið at “draga
styttra stráðið”. Hetta fer at gera,
at alt landið samfelt gerst veikari
og kemur sum tíðin líður at hava
við sær, at alt fleiri fara bara víðari
út í heim.
Tí fari eg her at ávara og heita
á føroysku kommunurnar og ting
fólkini úti um landið:
1. Syrgið fyri eini samanlegging av
kommunum í størri og sterkari
økir nú.
2. Tingfólkini – úti um – gerist
meiri tilvitað um eina samskipan
av økjum og semjist heldur enn,
tá møguleikarnir finnast at
fløkja málini upp í einki.
3. Styrkið føroyska samfelagið,
so bæði vinnan og tað almenna
skorða undir øll tey styrktu økini,
so dynamikkurin í samfelagnum
sum heild kann økjast.
Sum er, eru bæði kommunurnar úti
um í landinum og landspolitikararnir
sjálvssaboterandi. Hetta – sum
frálíður - bæði jarðleggur økini sum
til seinast ger, at fólkið meiri flytir
víðari út í heim. - So kunnu vit tosa
um til– og fráflyting sum vit vilja!
tíðargrein
Jógvan við Keldu
fyrrverandi borgarstjóri,
løgtings- og landsstýrismaður
Tórbjørn
Jacobsen
Jóannes
Eidesgaard
Hans Pauli
Strøm
Hergeir
Nielsen
Jógvan
Sundstein
Edmund
Joensen
Kommunurnar eru
sjálvssaboterandi
Verða kommunurnar lagdar saman í sterkari og meiri arbeiðsfør økir, mótvirkar tað, at fólkið
fráflytur fyrst úr økjunum og dynamikkurin fellur, fyri síðani at flyta víðari út í heim