hósdagur 12. desember 2013síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 13. desember 2013 · Nr. 144
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagin
16.
desember
verður Marner Mortensen
stjóri í Norðoya Sparikassa
fimmti. Marner er ættaður
úr Sørvági, men tað eru
meiri enn tredivu ár síðani,
at hann fór úr føðibygdini og
eftir árini í Hoydølum flutti
norðureftir.
Mamman, Mary, er av
Langgaard
fólkunum
í
Leirvík, og pápin er Hans
Mortensen úr Sørvági. Tey
eiga
fimm
børn:
Herluf
(1956) í Havn, Robert (1958) í
Havn, Marner (1963), Petur
Arni (1966) í Havn og Jonna
(1968) í Hellebæk í Danmark.
Marner er giftur Gudny fødd
Olsen og ættað úr Árnafirði.
Tey eiga trý børn: John (1984)
og Mary (1991), sum bæði eru
í Keypmannahavn, og Rúni
(1997).
Áðrenn
Marner
fór
í
Hoydalar,
arbeiddi
hann
eitt skifti á skrivstovuni hjá
Burmeister&Wain, sum setti
nýggjan motor upp á Sundi.
Beinanvegin eftir at HF
húgvan var komin á høvdið,
fór Marner at arbeiða hjá
Com Data, har hann var í
tíggju ár. Á nýggjárinum í
1996 varð hann settur í starv
í Norðoya Sparikassa, har
hann arbeiddi í fyrisitingini
og var teldumaður. Tá var Jó
annes Poulsen stjóri í Spari
kassanum. Marner fór skjótt
eftir, at hann var komin í
Sparikassan, undir HD lestur
í roknskapi og fíggjarstýring
á lærda háskúlanum í Aar
hus, har hann leyk prógv í
2001. Tá ið Eyðfinn Reyðberg
var stjóri, var Marner vara
stjóri samstundis, sum hann
hevði ábyrgdina fyri rokn
skapinum, og síðani á græk
arismessu í 2010 hevur hann
verið stjóri í Norðoya Spari
kassa.
Tá ið hann varð settur í
stjórastarvið, vóru tað iva
leyst mong, sum ikki komust
við stillføra mannin, sum
ikki hevði verið nógv alment
frammi. Dámligi sørvingurin
í Klaksvík er nágreiniligur
og miðvísur og ógvuliga ar
beiðssamur.
Tað leypir ikki so nógv
tíð av, men áhugamálini eru
nógv og víðfevnd. Hann er
tónleikaáhugaður og spælir
uppá, hann hugnar sær saman
við øðrum klaksvíkingum í
innandurafótbólti, og honum
dámar at koyra motorsúkklu.
Marner er náttúrumenniskja.
Honum dámar væl at kava,
hann gongur á fjall í Árna
firði, og honum líkar væl at
ganga í fjøllunum.
Abbabørnini fylla rímu
liga nógv. Eldri sonurin,
John, er giftur Erlu Hansen
av Kambsdali, og tey eiga
tvær gentur: Súsanna (2010)
og Olivia (2013).
Føðingardagurin verður
hildin leygardagin 21. de
sember, tá ið øll eru væl
komin í Skálan at heilsa upp
á Marner.
J
1. desember fekk Silas tvíburðasystrar. Tær vigaðu 2600 gr
og 2900 gr báðar vóru 48 cm langar. foreldrini eru Katrin
Dam og Sonny Johansen. Tey búgva á Eysturbrúgv í
Keypmannahavn.
25. november fingu Elly Lind Jóanesarson, Runavík, og
Magnus H. Olsen, Skálavík, ein son. Hann var 55 cm langur
og vigaði 4050 gr.
8. desember fingu Salua Manai og Hanus R. Jensen, eina
dóttur. Hon var 50 cm long og vigaði 3550 gr.
2. desember fekk Signhild Sofía Høj Joensen, Strendur, ein
son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3715 gr.
3. desember
fingu Eline og
Rasmus Hammer,
Tórshavn, ein son.
Hann var 55 cm
langur og vigaði
3540 gr.
6. desember fingu Sigfríður Abrahamsen og Randi Sólsker,
Eiði, eina dóttur. Hon vigaði 3500 gr og var 50 cm long
Marner Mortensen 50 ár
Føðingar