hósdagur 12. desember 2013síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Fríggjadagur 13. desember 2013 · Nr. 144
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tað er tú, sum tekur endaliga avgerð um tína
útbúgving, men nú kanst tú fáa svar upp á
spurningar um lestur her í Sosialinum. Holger
Arnbjerg, sum starvast á Altjóða Skrivstovuni við
Fróðskaparsetur Føroya, og Bjørg Róin, lærari á
Føroya Studentaskúla í Hoydølum, vegleiða teg
um tínar møguleikar innan útbúgving og um tey
fíggjarligu viðurskiftini.
Holger og Bjørg arbeiða dagliga við at vegleiða
fólki, sum ætla sær undir útbúgving í Føroyum
ella uttanlands, antin tað er styttri ella longri
útbúgving, verklig ella ástøðilig.
Tú kanst senda spurningar um útbúgvingar til
post@sosialurin.fo, og so svara Holger og Bjørg
tær her í Sosialinum.
Umsóknarfreistir á hægri útbúgvingum
Danskt CPR.nr. og Nem-ID
Spurningur um bústað i DK
Spurnarsíðan
Spyr og fá svar
um útbúgvingar.
Allar.
Allastaðni.
Spurningur:
Hey!
Eg ætli mær undir víðari útbúgving í Danmark
í summar. Havi frætt, at tað kann vera sera
ringt at fáa íbúð, so eg ætli mær at vera í
góðari tíð at søkja. Eg ynski at sleppa at búgva
á einum kollegii.
Mín trupulleiki er, at eg ikki veit, um eg
sleppi inn til tað, sum eg ynski mær, og heldur
ikki, hvar eg vónandi sleppi at lesa tað, sum
eg so gjarna vil. Eg ætli mær at søkja á fleiri
universitet. So hvussu skal eg bera meg at
viðvíkjandi tí at søkja kollegii í góðari tíð, tá
eg ikki fyrr enn seinast í juli fái at vita, hvar
eg vónandi sleppi at lesa.
Kunnu tit geva mær nøkur ráð?
Takk fyri!
Svar :
Ja, tað kann vera sera trupult at finna bústað í
Danmark og serliga í teimum størstu býunum.
Sum tú sjálv skrivar, ræður tað um at vera í
góðari tíð.
Okkara ráð:
- Skriva teg upp til íbúð so nógvastaðni sum
gjørligt, so tíðliga sum gjørligt.
Tað kann vera upp til eitt ár áðrenn
útbúgvingarbyrjan.
Tá tú søkir, skalt tú skriva, nær tú ætlandi
byrjar útbúgvingina. Fært tú tilboð um eina
íbúð í einum býi, har tað seinni vísir seg, at tú
ikki sleppur at lesa tað, sum tú hevur ynskt,
takkar tú nei til tilboðið um íbúð (onkur annar
verður glaður).
- Hugsa eisini um aðrar íbúðarmøguleikar,
t.d. privata leigu, búfelagsskap og lutaíbúð.
Um hesar møguleikar kanst tú lesa í t.d.
bløðunum bæði í Føroyum og í Danmark. Í
Danmark m.a. í “Den blå avis”.
Góðar leinkjur um kollegiir í Danmark finnast
á ug.dk á “Om at finde bolig”.
Millum annað eru hesar adressur :
ungdomsboliger.dk
kollegierneskontor.dk
boliger.dk/kollegier.php
Vónandi eydnast tað tær at finna eina íbúð!
Vinarliga Holger og Bjørg
Umsóknarfreistirnar
at
søkja
um
upptøku á hægri útbúgvingum eru
rættiliga ymiskar frá landi til lands og
viðhvørt eisini í landinum frá einum
útbúgvingarstovni
til
ein
annan.
Set teg í samband við lærustovnarnar
og fá meira at vita um freistir og
umsóknarmannagongdir. Men minst til
altíð at kanna freistirnar í góðari tíð, t.v.s.
eitt ár áðrenn lestrarbyrjan, og gloym ikki
at kanna upptøkukrøvini samstundis.
Føroyar
Freistin fyri kvotu 2 á Fróðskaparsetri
Føroya er 15. mars. Søkir tú um kvotu 2,
er tað samstundis ein umsókn umvegis
kvotu 1. Freistin fyri kvotu 1 á Setrinum
er 1. juli.
Tekniski skúlin í Havn tekur í 2014 upp
til byggitøkningur, klædnaatstøðingur
og
tilvirkis-útbúgvingur,
ið
tekur
2 ár og upptøka verður juni 2014.
Framleiðslutøkningur hevur upptøka
juni 2015.
Handilsskúlin í Havn tekur upp til
telduatstøðingaútbúgvingina og HD 1.
part + HD 2. Part + Akademiútbúgvingina.
Allar hava umsoknarfreist 1. juli 2014..
Danmark
Freistin fyri kvotu 2 er 15. mars kl.
12.00. Søkir tú umvegis kvotu 2, er tað
samstundis ein umsókn umvegis kvotu
1. Umsóknarbløðini eru tøk umleið 1.
februar. Um tú ikki hevur NemID, skalt
tú undirskriva og senda eina váttan við
posti til hvønn einstaka stovn/útbúgving,
ið tú søkir inn á. Henda váttan kemur
fram, tá tú endaliga hevur góðkent tíni
útbúgvingarval. Tað skal vera frammi
innan 15. mars klokkan 12.00, fyri at tín
umsókn á optagelse.dk skal vera viðgjørd.
Freistin fyri kvotu 1 er 5. juli kl. 12.00.
Umsóknarblaðið kann útfyllast online á
optagelse.dk.
Noregi
Vanliga er freistin 15. apríl. Les meira á
samordnaopptak.no
Svøriki
Vanliga er freistin 15. apríl. Les meira á
antagning.se
Ísland
Tað er eingin felags upptøka til íslendskar
lærustovnar. Freistirnar eru ymiskar frá
stovni til stovns og umsóknarbløð fáast
frá lærustovnunum. Til dømis er freistin
5. juni fyri norðurlendskar studentar, ið
ætla sær at lesa á Háskóla Íslands.
Finnland
Umsóknarfreistirnar
eru
ymiskar
frá
stovni
til
stovns.
Vanliga
eru
umsóknarfreistirnar
til
hægru
útbúgvingarnar (kandidaatti/kandidat)
millum januar og mai.
Stóra Bretland
Føroyingar verða roknaðir sum EU-
íbúgvar í Stóra Bretlandi. Til ber at søkja
gjøgnum UCAS.com. Tað er møguligt at
søkja frá 1.9. árið fyri lestrarbyrjan og
mann søkir sum einstakur lesandi. Við
leinkið “Apply” er møguligt at finna góða
vegleiðing. Vanliga umsóknarfreistin fyri
hægri lesnað í Stóra Bretlandi er 15. januar,
men fleiri lærustovnar velja at umhugsa
umsóknir fram til 30.juni, um pláss eru
tøk. MINST TIL at umsóknarfreistirnar
til Oxford og Cambridge umframt
lækna, djóralækna og einstakar aðrar
útbúgvingar eru 15. oktober árið fyri, sum
tú ætlar tær at byrja. Harafturat krevja
fleiri lærustovnar innan læknavísindi
í Stóra Bretlandi, at nýggj lesandi hava
meldað seg til eina roynd (BMAT ella
UKAT) ella at lesandi hava søkt og fingið
dispensatión fyri eina tílíka roynd í
seinasta lagi september árið fyri lestrar
byrjan.
Onnur lond
Ofta verður umsóknin send beinleiðis
til útbúgvingarstovnin og oftani kann
tað vera eitt hálvt ár fyri lestrarbyrjan,
men tað kunnu vera tøk pláss heilt fram
til lestrarbyrjan. Einstøk universitet,
millum annað tey heilt kendu og virdu
í USA hava umsóknarfreist eitt heilt ár
fyri lestrarbyrjan. Set teg í samband við
lestrarvegleiðarar ella Admissions Service
á staðnum, sum tú ætlar at søkja til.
Ella set teg í samband við Altjóða
Skrivstovuna, so kann vegleiða teg um
tú ivast í onkrum.
Hvussu fær mann danskt CPR.nr. og Nem-ID,
tá ið mann skal lesa uttanfyri Føroyar?
Lestur í Danmark:
Tá mann sum føroyingur flytir til Danmarkar, skal mann fyrst
og fremst fara til Borgerservice-skrivstovuna á kommununi,
sum mann flytir til, og boða frá flytingini til kommununa.
1a. Um mann hevur danskt CPR.nr. kann mann fáa Nem-ID
beinanvegin, um mann ikki hevur tað.
1b. Um mann ikki hevur danskt Cpr.nr., fær mann tað so
skjótt mann boðar frá flyting til eina danska addressu, og so
kann mann fáa Nem-ID. Tað kann t.d. brúkast til almennar
stuðulsskipanir sum t. d. SU, sum mann kann søkja talgilt um
gjøgnum “minSU”.
Lestur uttanlands:
2. Um mann skal lesa uttanfyri Danmark og hevur danskt CPR.
nr. í sínum passi og hevur havt addresssu, sum er skrásett í
Folkeregisteret í Danmark, kann Nem-ID útflýggjast fyri 200 kr.
á donsku sendistovuni í tí landinum mann er. Mann kann eisini
fáa Nem-ID undan fráferð úr Føroyum gjøgnum Ríkisumboðið.
3. Um mann ikki hevur danskt CPR.nr. skal mann fyrst søkja
SU-styrelsen um góðkenning av útbúgvingini og uppptøku
á útbúgvingini, sum mann skal hava góðkenda. Síðani skal
mann søkja um SU-stuðulin á einari pappírsumsókn og
upptøkubrævið skal leggjast við. Eitt avrit av passinum
og eitt “Tro og love”-oyðublað skulu sendast saman við
umsóknini til SU. So syrgir SU fyri at seta seg í samband
við SKAT í Danmark, sum gevur tær eitt danskt CPR.nr.
Fyri at fáa Nem-ID noyðist studenturin at møta persónliga hjá
Borgerservice í einari danskari kommunu. Hav neyðugu skjølini
við so sum CPR.nr. og pass. Við Nem-ID kann mann samskifta
við SU ígjøgnum “minSU”.
Mann kann gott fáa bæði SU-stipendium og SU-lán við
pappírsumsóknum (uttan Nem-ID), men tað tekur longri tíð
enn við Nem-ID.
Minst til at seta teg í samband við SKAT í Danmark og
fyribilsskráset teg (fyri at sleppa undan at gjalda ov nógvan
skatt) og send eina skattaváttan, ið tú fært frá TAKS í Føroyum,
til SKAT í Danmark.
Vinarliga Holger og Bjørg
Nýggj bók – LES OG LÆR í FØROYUM 2014 - frá FUR (Føroya ungdómsráð) um útbúgvingarmøguleikar í Føroyum, er komin í heyst og
kann keypast í bókahandlunum fyri 35 kr.
Umsóknarfreist til UCAS í UK er 15. januar
NORDPLUS-skipanirnar hava umsóknarfreist 1. mars.
Aktuelt