hósdagur 12. desember 2013síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 13. desember 2013 · Nr. 144
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Niels Uni Dam
Sofus Olsen upplivdi at síggja savn
ið lata upp í 2006, men andaðist
minni enn eitt hálvt ár seinni, 92
ára gamal. Tá hann í oktober 2006
svav inn í tann æviga blundin,
slóknaði ein eldsál, ið brendi fyri
tí honum dámdi, og sum hann helt
vera rætt.
Hetta sendi Sofus undir jørðina
undir krígnum, gav honum frálík
úrslit sum reiðari, álitissessir í fíggj
arheiminum og var drívmegi hjá
honum at savna nokk besta privat
savn av føroyskari list, ið nú hongur
á Listasavninum á Sandi.
Sofus varð føddur á Sandi og
búði har øll barnaárini. Ein part
av barndóminum búði Sofus hjá
ommu og abba sínum. Hetta var í
grannahúsinum hjá Listasavninum
á Sandi. Hesi húsini standa enn
uppi, og ætlar nevndin fyri Lista
savnið at seta tey í stand.
Sluppfiskiskapur
Konfirmeraður fór Sofus, sum
dreingir flest til skips. Hann var
sluppfiskimaður í fimm ár, inntil
hann í 1935 fór á háskúla. Ætlanin
var altíð, at hann skuldi við aftur
sluppini, tá háskúlin var av. Men so
var ikki, og hóast hann seinni bæði
silgdi og fekst við reiðaravirksemi,
so var hetta endin á hansara lívið
sum fiskimaður.
Til Danmarkar at lesa
Á háskúlanum sá Símun av Skarði
gávurnar hjá unga manninum og
spurdi hann, hvørjar ætlanir hann
hevði. Sofus segði, at hann skuldi
aftur til vaðbeinið. Men hetta helt
Símun av Skarði ikki. Hann segði,
at um hann slapp at avgera tað,
so skuldi Sofus til Danmarkar á
preliminerskúla. Hetta var í 1936, og
Sofus so gjørdi. Hann gekk á preli-
minerskúla í Høng í tvey ár, síðan
fór hann á student somuleiðis í
tvey ár.
Búskap í Århus
Í 1940 hevði Sofus fingið students
prógv og skuldi undir víðari lest
ur. Áhugin var fyri søgu. Men ein
vinmaður hansara á studenta
skúlanum fór til Århus at lesa bú
skaparfrøði. Hesin greiddi Sofusi
frá, at hetta var skilabesta út
búgvingin at fáa sær. Sofus lat
seg yvirtala og fór við. Men tíðin í
Århus gjørdist tó ikki long. Sofus
sigur, at hann kendi næstan ongan
í Århus. Har vóru ikki nøkur onnur
av teimum, ið hann hevði lisið
saman við, og allir føroyingarnir
vóru í Keypmannahavn og lósu.
Hann treivst tí als ikki har. Tá
hann hevði lisið í ein mánað, av
gjørdi hann at flyta. Hann fór til
Keypmannahavnar, har hann var
innskrivaður á universitetið at lesa
til cand. polit.
Lestur undir krígnum
Hetta vóru hendingarík ár í Keyp
mannahavn. Kríggið setti sín dám
á tilveruna, og gerandisdagurin hjá
Sofusi varð eisini nógv merktur av
hesum. Sofus gjørdist partur av
mótstøðurørsluni. Hann arbeiddi
á tí ólógliga blaðnum Information.
Har hann var handlangari, sum
hann sjálvur kallar tað. Hetta var
skitið arbeiðið við at hjálpa við
at duplikera bløð við trumlum og
blekki. Eisini var nógv baks við,
at fáa til handa neyðuga tilfarið.
Arbeiðið við ólógligu bløðunum var
týdningarmikið og tíðarkrevjandi
arbeiði, men eisini sera vandamikið.
Í desember 1943 varð ein av starvs
feløgunum hjá Sofusi tikin. Hann
nevndi nøkur nøvn. Millum annað
navnið á Sofusi. Sofus hevði júst
verið til skrivliga próvtøku, men
varð noyddur undir jørðina, áðrenn
hann slapp upp til munnliga próv
tøku. Hann var sera keddur av hes
um, tí hann hevði fyrireikað seg til
próvtøkuna og vildi ikki, at hetta
arbeiðið skuldi fara til spillis. Tí
valdi hann, at møta upp til munn
ligu próvtøkuna, væl vitandi um, at
nasistarnir kundu taka hann. Hann
var gjøgnumbloyttur í sveitta, áðr
enn próvtøkan var av. Men tað gekk
væl, og hann slapp undir jørðina
aftur uttan at verða tikin.
Hetta var í januar 1944, og Sofus
fekk tí ikki gjørt meira við skúlan,
fyrr enn kríggið var av. Í staðin
nýtti alla sína tíð til arbeiðið við
ólógligum bløðum
Heim til Føroyar
Aftan á kríggið brúkti Sofus fyrstu
tíðina til at halda fríð, áðrenn
hann byrjaði aftur at lesa. Í 1949
var hann liðugur sum cand. polit.
Hann skuldi nú velja sína lívsleið.
Hann hugsaði eitt sindur um, at
fara í starv í ministeriuminum í
Danmark. Men Johan Djurhuus
vildi hava hann at koma heim í eitt
starv í búskapargrunninum. Sofus
søkti starvið, men fekk tað ikki.
Hann sigur orsøkina vera hansara
politiska tilknýti, ið ikki var tað
sama, sum tað hjá tí, ið skuldi seta
starvið.
Stillaði upp fyri
Tjóðveldisflokkin
Hann byrjaði í staðin hjá sakfør-
aranum Leif Waagstein. Skrivstovan
hevði nógv arbeiði innan vinnulívið,
og Sofus var settur at arbeiða
við hesum. Her treivst hann ikki
serliga væl. So tá Erlendur Paturs
son í 1950 bað Sofus um at stilla
upp fyri Tjóðveldisflokkin á fyrsta
løgtingsvalinum, ið flokkurin still
aði upp til, var hann til dystin fús.
Hann var sostatt við til at tryggja
flokkinum, neyðugu atkvøðurnar
til at fáa tvey umboð á ting. Um
sama mundið fór hann í starv
sum skrivari hjá Havnar Arbeiðs
mannafelag. Hann røkti hetta starv
til í 1954, tá han fór av landinum
aftur.
Góðir dagar í Skotlandi
Sofus leitaði sær til Glasgow í Skot
landi. Sofus kallaði Glasgow eitt
magiskt stað, og hann hevur miklan
alsk til Skotland restina av lívinum.
Í Glasgow starvaðist hann í tvey ár
hjá Scottish Cooperative Wholesale
Society. Hann mintist hetta sum
sínar bestu dagar. Hann vildi fegin
halda fram í starvinum, og tey vildu
eisini fegini hava, at hann varð
verandi, men hann fekk ikki ar
beiðsloyvi. Tí noyddist hann heim
aftur. Nógv fremmandafólk kom til
Bretlands í árunum eftir kríggið, so
trupult var at fáa arbeiðsloyvi. Tað
gjørdi heldur ikki støðuna betur,
at Scottish Cooperative Wholesale
Society stuðlaði Labour, og teir
konservativu sótu í stjórn. S
Sigldi við fiski
Heimaftur komin til Føroyar ar
beiddi Sofus eitt sindur fyri D.P.
Danielsen, og fekst við leyst og
fast. Hann fór í 1957 til Aberdeen
at royna eydnuna. Men treivst
ongantíð veruliga har, so tá nak
rir mánaðir vóru farnir, fór hann
aftur til Føroyar at arbeiða fyri
Samvinnufelagið og Fiskimanna
felagið. Sofus varð settur sum
troubleshooter og fekst við fiskin
frá útróðrinum í Grønlandi. Hann
sigldi við farmaskipum niður til
evropeiska marknaðin við fiskin
um og hevði ábyrgd av at ansa eft
ir fiskinum, takað sær av trupul
leikunum, um okkurt var áfatt við
góðskuni og syrgja fyri, at eingin
snýtti føroyska seljaran. Her var
talan um túrar m.a. til støð sum
Grikkaland, Napoli og Rom.
Reiðari í 40 ár
Í 1961 gjørdist hann reiðari á Hav
søka til hann í 1967 segði hetta
starv frá sær og gjørdist reiðari á
Pálli. Her byrjaði samstarvið við
Demmus Hentze, ið átti skipið og
var skipari á tí. Hetta samstarv helt
í 32 ár, og hóast Pállur varð skiftur
út við Hoyvíking, so hildu Sofus og
Demmus fram við somu leiklutum.
Sambært sofus gav Demmus hon
um fríar teymar. Hetta trivust
teir báðir væl við. Hetta er kanska
heldur ikki so løgið. Tí tey 40 árini
Sofus fekst við reiðaravirksemið
hevði hann ikki reyð tøl á einum
einasta roknskapi. Hetta hóast tíð
irnar og fiskiskapurin vóru skift
andi.
Yrkið í fíggjarheiminum
Í 1963 varð Búskaparráðið sett á
stovn, Sofus var við frá byrjan.
Hann røkti henda álitissess fram
til 1992. Í tíðarskeiðinum 1980-92 sat
hann sum formaður í ráðnum.
Í árunum 1964-70 virkaði Sofus
sum fiskaútflytari. Hann seldi fisk
fyri nøkur skip, ið ikki vóru undir
Fiskasøluni, hetta var eftir áheitan
frá Løgmanni Hákuni Djurhus, ið
bað hesi fiskiskip um at selja fiskin
í felag. Hetta starv gavst Sofus við
í 1970, tá táverandi stjórin í Før
oya Banka bað hann um at koma í
starv sum grannskoðari hjá bank
anum. Sofus var grannskoðari í
bankanum fram til 1987, tá hann fór
frá. Miðskeiðis í 80’árunum, royndi
Sofus sum grannskoðari hjá bank
anum at senda boð til Den Danske
Bank, um at sum gongdin var, fór
at verða galin endi, men sambært
Sofus vildi Revisiónschefurin ikki
bera boðini víðari.
Áhugin fyri listini
Í 1961 keypti Sofus sín fyrsta máln
ing, og samlaða, til sín deyða, serliga
útvalda føroyska list. Áhugin fyri
myndlistini kom síðst í fimti áru
num. Hesa tíðin gekk hann inn í hús,
har nógvir málningar hingu og hesir
vaktu hansara ans. Um sama mundið
gjørdist hann vinmaður við Nonne
gaard, ið var stjóri í Føroya Banka.
Nonnegaard hevði stóran áhuga í
myndlist, og hetta smittaði. Saman
við Hanus við Høgadalsá, settu Sofus
og Nonnegaard eina ávísa upphædd
um mánaðin av til at keypa listaverk
hjá útvaldum listamonnum, m. ø.
Ingálvi av Ryeni. Teir deildu síðan
listaverkini í millum sín.
Áhugan fyri myndlist hevði Sof
us felags við konu sína Gunnhild,
ið hann giftist við í 1965. Gunnhild
hevði sjálv málað sum yngri, og í
húsunum á Tinghúsvegnum vóru
longu, tá Sofus flutti inn listaverk
av málarum sum Waagstein og
Mikines. Tey høvdu sostatt bæði
nógva gleði av listini, ið tey samlaðu
sær gjøgnum árini heilt upp til 1999,
tá Gunhild andaðist.
Høg góðskukrøv
Sofus hevði eisini stóran áhuga
í aðrari list, bæði tónlist og bók
mentum. Hann var kendur fyri
sínar onkuntíð heldur bersøgnu
meiningar og setti høg góðskukrøv.
Hetta hevur verið við til, at gera
savnið hjá Sofusi, til ivaleyst tað
mest forkunnuga og spennandi
privata listasavnið í Føroyum.
Hetta er list, sum hann hevur
savnað ígjøgnum eitt langt lív sum
listasavnari. Við útvaldum lista
verkum av m.ø. Samuel Joensen
Mikines, Poul Horsdal, Elinborg
Lützen, Jack Kampmann og Frimod
Joensen umframt nógv listaverk av
Ingálvi av Reyni. Alt savnið hongur
nú á Listasavninum á Sandi, ið
Sofus bygdi til sama endamál.
nud@sosialurin.fo
Sofus Olsen 100 ár
Týsdagin 10. desember hevði heimasandsmaðurin Sofus Olsen verið 100 ár. Sofus bygdi
Listasavnið á Sandi, ið hann foreraði Sands bygd, og verður stórt 100 ára hald á savninum komandi
summar. Sunnudagin verður konsert við Tinganest á savninum fyri at markera dagin