leygardagur 29. mai 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 101 - 29. mai 2004
Nr. 101 - 29. mai 2004
3
Eftir at tey seinastu
viku sungu í Fugla-
firði, verður tað hesa-
ferð Norðurlanda-
húsið, sum er karmur
um konsertina
KONSERT
Tíðindaskriv
Leygardagin kl 16 verður
konsert í Norðurlandahús-
inum, har sangkórið í Siloa
og
sangbólkurin,
Salt,
syngja.
Júst hesi bæði høvdu eina
væleydnaða
konsert
í
Mentanarhúsinum í Fugla-
firði seinasta sunnukvøldi,
og vóru tá um 300 fólk og
lýddu á.
Siloakórið sang 12 sangir
í tveimum umførum og Salt
10 sangir somuleiðis í
tveimum umførum. Bæði
kór og sangbólkur høvdu
eina fjølbroytta skrá.
Úrvalið hjá Siloakórinum
var serliga rútmiskir sangir
hjá Oslo Gospel Choir,
Andrae Crouch o.ø. Til
hesar sangirnar spældi eitt
sera vælspælandi orkestur
við Gunnari Guttesen á
odda. Men Siloakórið sang
eisini annað, t.d. Kingo-
sangin: "Nú rennur sólin
fríð úr Eysturlondum". Ein
góð og fjølbroytt skrá.
Sangbólkurin Salt sang
allar sínar sangir uttan
ljóðføri. Tey sungu kendar
og minni kendar sangir á
ein sera yndisligan hátt við
nógvum spennandi skift-
um: fleirraddað, einraddað,
solo, duett, trio o.s.fr. Hesi
7 ungfólkini úr Eysturoynni
eru avbera dugnalig og
avgjørt verd at hoyra.
Sum nevnt, so verður
Norðurlandahúsið
nú
karmur um hesa konsert, og
verður hon í dag, leygar-
dagin.
Eftir at hava ferðast
kring landið, fer
Tarira annan
hvítusunnudag at
hava sína seinastu
konsert í hesum
umfarinum
KONSERT
tíðindaskriv
Kórið endar ferðina í
Vesturkirkjuni, mánadagin
2. hvítusunnudag kl. 16.00.
Framførd verða 3 sera
spennandi verk, eitt eftir
Robert White og tvey verk
eftir Arvo Pärt. Fyrru
konsertirnar eydnaðust væl
og gleða sangaranir seg nú
til at framføra í Havn. Fýra
tónleikarar eru við á kon-
sertini, teir eru Sámal
Petersen violin, Nicolas
Kapnas bratsch, Jens Chr.
Guttesen cello, og Heðin
Kambsdal, orgul. Sunleif
Rasmussen er kórleiðari,
konsertin varir ein tíma
uttan steðg og er ókeypis.
Hetta er sísti møguleiki at
hoyra nýggjan og góðan
gamlan kórtónleik fram-
førdan av Tariru á hesum
sinni. Í heyst fer Tarira á
eina norðurlandaferð og tá
komi verður aftur, verður
norðurlandaferðsskráin
framførd heima.
Siloa og Salt
Seinasta Tarira-
konsertin
Annan hvítusunnudag hevur Tarira konsert í Vesturkirkjuni.
Hetta er seinasta konsertin hjá kórinum í hesum umfarinum
Saman við Salt fer Siloakórið
leygardagin at hava framførslu í
Norðurlandahúsinum
Lønir í flakavinnuni í
Føroyum eru farnar
nógv upp seinnu
árini, og hetta ávirkar
kappingarførið á
lønarøkinum. Sera
stórur munur er
millum føroyska og
eitt nú kinverska
lønarstøðið
LØNIR
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Kinverska
flakavinnan
megnar at gjalda fyri 16 ar-
beiðsfólk, meðan føroyska
flakavinnan bert megnar at
løna einum arbeiðsfólki
fyri sama pening. Kinverjar
fáa 16 arbeiðsfólk fyri eina
føroyska løn.
Hetta stendur á lesa á
heimasíðuni hjá Føroya
Sparikassa, sum vísir á
norska blaðið Dagens Nær-
ingsliv sum keldu.
Sum dømi um lønarmun-
in verður nevnt, at arbeiðs-
fólkini í flakavirkissamtak-
inum Yilfa Group fáa 744
danskar krónur um mánað-
in. Ein miðal flakavirkisløn
her á landi er 12.000 krón-
ur um mánaðin. Tað merkir
við øðrum orðum, at ein
flakavirkiskvinna í Føroy-
um er 16 ferðir dýrari enn
ein kinversk.
Flakavirkisarbeiðarar hjá
Yilfa, sum í høvuðsheitum
eru 18-19 ára gamlar gent-
ur, arbeiða frá klokkan sjey
á morgni til klokkan fimm
seinnapartin.
– Bíliga arbeiðsmegin er
størsti fyrimunurin hjá
Kina sum ídnaðarland,
sigur varastjórin hjá Yilfa,
Kevin Wei, í samrøðu við
Dagens Næringsliv.
Alsamt fleiri stórir fiska-
keyparar í Europa velja
kinverska marknaðin, tá
teir keypa fiskaflak. Orsøk-
in skal finnast í, at kinverj-
ar bjóða somu góðsku fyri
lægri prís.
Jan Fossberg arbeiðir í
Kina vegna norsku fiska-
vinnuna, og hann sigur, at
vit skulu hækka góðsku-
støðið til tess at verða betri
enn kinverjar.
– Kina hevur í dag fleiri
enn 100 stór flakavirki,
sum eru á europeiskum
góðskustigi og framleiða til
kundar í vestanlondum.
Norðurlendsku virkini eru
framvegis framman fyri tey
kinversku, tá tað snýr seg
um víðari virkaðar fiska-
vørur, men eisini á hesum
økinum er Kina byrjað at
gera um seg. At kappast við
Kina við kinverskum treyt-
um er til fánýtis. Um vit
skulu sleppa undan bein-
leiðis kapping, mugu okk-
ara vørur liggja ovastar í
príspyramiduni, og góðsk-
an skal vera á einum so
mikið høgum stigi, at kin-
verjar ikki kunnu vera við,
sigur Jan Fossberg við
Dagens
Næringsliv
og
siteraður á heimasíðuni hjá
Føroya Sparikassa.
Kappast mest við
grannar okkara
Meinhard
Jacobsen
er
stjóri í Føroya Fiskavirk-
ing, og hann sigur, at kapp-
ingarneytarnir hjá føroy-
ingum fyrst og fremst eru
grannar okkara og í minni
mun Kina.
– Vit hyggja lutfalsliga
lítið til Kina, men vit
hyggja meira eftir okkara
grannum, Íslandi og Eng-
landi, tí tað er har, sum vit
missa fiskin í fyrsta umfari.
Vit eru dupult so dýrir sum
England og 1,8 ferðir so
dýrir sum Ísland. Og tað
merkir, at ein føroyingur,
sum arbeiðir í flakavinn-
uni, skal hvønn tann ein-
asta dag gera tað sama
arbeiðið sum tveir skotar
ella 1,8 íslendarar. Hvønn
dag. Og tað er trupult. Hví
skulu vit klára tað, tá vit
ikki klára tað í nakrari
aðrari vinnu hjá okkum,
sigur Meinhard Jacobsen,
stjóri í Fiskavirking.
– Hundrað tals milliónir
verða investeraðar í fiska-
ídnaðin í Kina. So fiska-
ídnaðurin er væl fyri í mun
til reinføri. Tað einasta,
sum teir ikki hava gjørt
nógv burturúr, tað er mask-
inum, tí teir hava so bíliga
arbeiðskraft. Og tí gera teir
tað manuelt fyri at fáa
maksimala úrtøku. Men vit
spíla okkum so nógv út
sum vit yvirhøvur orka.
Men tað er givið, at tað er
trupult hjá okkum at fram-
leiða fisk við tí muni, sum
er, sigur Meinhard Jacob-
sen at enda.
Lutfalsliga
vánaligt
kappingar-
føri
Vit eru dupult so dýrir sum
England og 1,8 ferðir so dýrir
sum Ísland. Og tað merkir, at
ein føroyingur, sum arbeiðir í
flakavinnuni, skal hvønn
tann einasta dag gera sama
arbeiðið sum tveir skotar og
1,8 íslendarar. Hvønn dag.
Og tað er trupult. Hví skulu
vit klára tað, tá vit ikki klára
tað í nakrari aðrari vinnu
hjá okkum, sigur Meinhard
Jacobsen, stjóri í Føroya
Fiskavirking
C
M
Y
K
3
2