leygardagur 29. mai 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 101 - 29. mai 2004
Nr. 101 - 29. mai 2004
5
»Nomwe Marimba«
nevnist tónleikabólk-
ur úr Íslandi, sum
verður at hoyra í
Havn um vikuskiftið
TÓNLEIKUR
Ein spennandi og eksotisk-
ur tónleikabólkur úr Islandi
kann í komandi vikuskifti
upplivast í SMS og Marga-
rinfabrikkini.
Talan er um eitt slag-
verkorkestur úr Húsavík
við sjey ungum fólkum,
sum nevna seg »Nomwe
Marimba«. Tað serliga við
hesum orkestrinum er, at
tónleikararnir spæla afri-
kanska tónleik á traditionel
ljóðføri, sum eru gjørd og
keypt í Zimbabwe.
Umframt at spæla ma-
rimba,
mbira
(tummil-
fingraklaver) og trummur
syngja og dansa tey eisini.
Við øðrum orðum eru talan
um heilt serlig tónleika
uppliving.
»Nomwe
Marimba«
kann upplivast á torginum
í SMS fríggjadagin 28. mai
kl. 17.00 og í Margarin-
fabrikkini sunnudagin 30.
mai kl. 20.00 har tey fáa
vitjan at tveimum staðar-
bundnum rockbólkum –
Speaker og 48 pages – sum
annars skulu til Island at
spæla í juli 2004.
el
Eksotiskur tónleikabólkur úr Íslandi
Hósdagin verða fyri-
lestrar um epilepsi og
kynslív, sum Epilep-
tikarafelag Føroya
skipar fyri
FYRILESTUR
Epileptikarafelag Føroya
skipar fyri fyrilestri á Hotel
Hafnia komandi hósdag 3.
juni kl. 15.00, har Bjarki á
Rógvi Hansen fer at tosa
um epilepsi og kynslív,
»Ketogen diæt«, sum er ein
kostviðgerð fyri fólk við
epilepsi og teir nýggjastu
møguleikarnir við kirurg-
iskari viðgerð.
Bjarki á Rógvi er yvir-
lækni á neurologisku deild-
ini á Ríkissjúkrahúsinum
og hevur eisini havt fleiri
føroyingar í viðgerð har.
Hann er hálvur føroyingur
og hevur tað tí verið sera
lætt at fáa hann hendan-
vegin. Hann hevur verið
fleiri ferðir fyrr í Føroyum
og hildið fyrilestrar og hava
teir verið sera væl umtøktir.
– Eisini eru vit sera spent
upp á tað seinna innleggið,
sum Ellids Kristensen fer at
hava, hon er M.D. yvir-
lækni, klinisk lektor, leiðari
á Sexological Clinic á
Ríkissjúkrahúsinum
og
kemur hon at tosa um
varandi brek og kynslív.
Hesin fyrilestur halda vit
burdi verið viðkomandi hjá
nógvum fólkum í Føroyum.
Brekini eru ógvuliga ymisk
sjálvandi, men hon tosar
ógvuliga breitt um evnið.
Hon hevur eisini skrivað
ein bók um »Sex og
psyke«, sum er ógvuliga
væl umtókt, sigur Rand-
fríði Sørensen, sum er for-
kvinna í Epileptikarafelag
Føroya.
Fyrilesturin er ætlaður
øllum fólki við varandi
breki ella sjúku og teimum,
fólki í sjúkrahúsverkinum,
heimarøktini, eins og stuðl-
um undir stuðulsfólkaskip-
anini o. l. lærarum, peda-
gogum, teimum, ið arbeiða
á sambýlum v. m., eins og
øll, ið hava áhuga í einum
slíkum fyrilestri.
el
Epilepsi og kynslív
– Eg haldi tað vera
eina skyldu at kanna
nærri føroyska
fólkaskúlan, tí tað er
væl hugsandi, at
negativu tendensirnir
í Danmark eisini eru
at finna í Føroyum,
sigur mentamálaráð-
harrin. Enn fyriliggur
tó eingin ítøkilig
kanning
FÓLKASKÚLIN
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Í fyrradagin kastaði Sosial-
urin ljós á nýggja OECD
kanning um danska fólka-
skúlan, sum avdúkaði álv-
arsamar fakligar og sosialar
trupulleikar hjá donsku
næmingunum. Í gjár metti
næstformaðurin í Føroya
Lærarafelag, Magnus Tau-
sen, at kanningar og skipað
gransking
av
føroyska
fólkaskúlanum eru átroðk-
andi, og mentamálaráðharr-
in tykist eisini taka undir
við hesum.
Skylda
Jógvan á Lakjuni er sjálvur
lærari, og hann hevur fyrr
nevnt fólkaskúlan at vera
ovarlaga á raðfestingarlist-
anum. Hann metir OECD
kanningina
um
danska
fólkaskúlan vera áhuga-
verda og hugvekjandi, og tá
vit eru undir somu skipan í
Føroyum, vil Jógvan á
Lakjuni eisini kasta ljós á
føroysku fólkaskúlanæm-
ingarnar.
– Eg haldi tað vera
skylda okkara at kanna
næmingarnar og skúlan
nærri, tí tað er væl hugs-
andi, at negativu tendens-
irnir í Danmark eisini eru at
finna í Føroyum, sigur
mentamálaráðharrin.
Tí
ynskir hann fyrst og fremst
at seta seg inn í, hvør kann-
ing hevði hóskað best til
føroysk
viðurskifti,
og
hvussu ein slík skal gerast.
– Hetta er nýtt, og eg
kann ikki siga nakað ítøki-
liga um, nær og hvussu,
men hetta er avgjørt eitt
mál, vit ætla at arbeiða við
og ogna okkum meiri innlit
í, sigur Jógvan á Lakjuni.
Hann vísir í hesum høpi
eisini á samtykt í sam-
gonguskjalinum at endur-
skoða og eftirmeta fólka-
skúlalógina og undirvísing-
ina.
Hægri krøv
– Ein møguleiki eru sokall-
aðu PISA kanningarnar,
OECD hevur nýtt, har 4500
danskir næmingar í eini
fakligari roynd verða spur-
dir um ymiskt, men enn er
sum sagt ikki greitt, hvussu
vit skulu fara til verka, slær
mentamamálaráðharrin
fast.
Í løtuni eru stig ikki tikin
til nakra slíka kanning í
Føroyum av myndugleikan-
um, men fyri stuttum gjørdi
miðnámsskúlalærarin
Katrin Næss eina kanning
við studentaskúlanæming-
um um føroyska stavseting.
– Úrslitið var, at før-
oyskir ungdómar duga alt
ov illa at stava, og hetta
kann vera ein ábending um,
at fakligi førleikin ikki er
nøktandi, metir Jógvan á
Lakjuni.
Sjálvur er hann ikki í iva
um, hvønn vong hann um-
boðar í sambandi við fólka-
skúlan og undirvísingarrák-
ið seinnu árini.
– Rákið hevur verið, at
skúlin gerst fríari og fríari,
og hetta havi eg ongantíð
tikið undir við. Krøvini til
okkara næmingar skulu
vera hægri, sigur menta-
málaráðharrin. Fyri stuttum
hevur verið frammi, at
næmingar sjálvir kunnu
avgera, um teir vilja upp í
roynd ella ikki, men hetta
heldur Jógvan á Lakjuni
vera púra burturvið.
Fólkaskúlin kostar
215 mió.
Jógvan á Lakjuni heldur tað
vera hugvekjandi, at júst
tann danski fólkaskúlin sær
út til at hava ov mong
sjúkueyðkenni, tí hesin
skúlin er nevniliga sera
dýrur samanborið við aðrar
fólkaskúlar í granna-lond-
unum. Somuleiðis er før-
oyski fólkaskúlin sera dýr-
ur, og tí vil mentamálaráð-
harrin vita, um vit fáa nóg
mikið fyri peningin. Jógvan
á Lakjuni heldur, at tá
danski skúlin er so kostnað-
armikil
og
samstundis
relativt illa fyri, er okkurt
galið, og so mugu vit eisini
fáa kannað, um somu trup-
ulleikar gera seg galdandi
her á landi.
– Seinastu 6-7 árini er
játtanin til føroyska fólka-
skúlan hækkað úr 130 til
215 milliónir, og játtanin
tykist bert hækka, sigur
Jógvan á Lakjuni. Hann
vísir á, at vøksturin á fólka-
skúlajáttanini í størstan
mun er orsakað av lønar-
hækkingunum, og hóast alt
ikki kann gerast upp í peng-
um, vil mentamálaráðharr-
in vita, um vit veruliga fáa
nóg mikið fyri tær 215
milliónirnar, skúlin kostar.
Fyrr í ár fór Atlantic
Airways undir at
bjóða føroyingum
møguleikan at fara til
Italia at ferðast, og
undirtøkan fyri
hesum tiltaki hevur
verið stak góð
FERÐING
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Teir mongu føroyingar,
sum á hvørjum ári leita sær
suður í heitari lond, hava
sum
oftast
vitjað
á
Mallorca, Gran Canaria,
Tenerife ella einari av
griksku oyggjunum. Hin-
vegin eru tað ikki so mong,
sum hava lagt leiðina til
Italia. Síðani fyrr í ár hevur
Atlantic Airways bjóðað
pakkaferðir til styvlalandið,
og undirtøkan hevur verið
sera góð.
Nógvir bólkar
Kent Christensen, markn-
aðarstjóri hjá Atlantic Air-
ways, sigur, at tey eru stak
væl nøgd við gongdina hig-
artil. Tilboðini til Italia
hava verið væl móttikin
millum føroyingar, og heilt
nógv hava longu verið á
vitjan í landinum. Millum
annað hava fleiri bólkar
keypt hesa pakkaferð, og til
dømis var ein bólkur upp á
ikki færri enn 43 fólk í
Italia herfyri, sigur Kent
Christensen.
Tað er í sambandi við
leigutúrar, sum Atlantic
Airways ger fyri danskar
ferðasmiðir, at flogið verð-
ur til Italia. Tað vil siga, at
danski ferðasmiðurin leigar
flogfarið til eina ávísa nøgd
av ferðafólki, og so kann
Atlantic Airways selja tey
tøku plássini, sum eru eftir.
Útboðið víðkar
Higartil hevur verið flogið
til Perugia í mið-Italia.
Hesin býur liggur í einum
øki, har nógv áhugavert er
at síggja til gomlu italsku
mentanina. Eisini er møgu-
leiki fyri at gista á eitt nú
vinbóndagørðum, og tað
hevur víst seg, at serliga
millum tilkomið fólk hevur
áhugin fyri hesum ferðum
verið stórur, sigur Kent
Christensen.
Í næstum fer Atlantic
Airways eisini at flúgva til
ein annan italskan bý,
Ancona, og tá fara ferða-
tilboðini at víðkast. Av tí at
Ancona liggur nærheindis
sjónum, verða tað nú eisini
bjóðaðar pakkaferðir til
familjur, sum hava hug til
at fara á baðifrítíð, sum tað
verður rópt. Tað vil siga, at
gist
verður
nærheindis
sjónum á barnavinarligum
gistingarhúsum.
Tilboðini upp á pakka-
ferðir til Italia hjá Atlantic
Airways verða á skránni
heilt fram til oktober mán-
aða.
Kent
Christensen,
marknaðarstjóri hjá Atlan-
tic Airways, sigur, at tey
vilja fegin geva føroyingum
ein øðrvísi uppliving, og
tey halda Italia verða eitt
upplagt ferðamál, tí tað
hevur aldrin verið fyrsta-
valið hjá føroyskum ferða-
fólki.
Kanning um fólkaskúlan á veg
– Vit eiga at finna fram til, um vit veruliga fáa nóg mikið fyri
tær 215 milliónirnar, skúlin kostar, og tí er ætlanin at skipa fyri
nýggjum kanningum um føroyska fólkaskúlan, sigur Jógvan á
Lakjuni, mentamálaráðharri
Føroyingum dáma væl Italia
C
M
Y
K
5
4
KŁddg co^jpŁkfkd rj biadlp) corjphˆd ld ÒpqÒº Ò C∞olvrj
Bfk^cboº sˆor C∞olv^o bfqq jbdfki^ka sfº qolmfphrj corjphˆdf ld biadlprj+ Esrppr _ibfs ebqq^ i^kafº qfi) ld esrppr _olvqqfpq q^º qfi q≠o cg^ophlqkr) _o∞qqr lvddg^ok^o) prj sfq hbkk^ Ò a^d<
Co^jpŁkfkdfk bo Ò e∞irkrj egÁ KÁqq¸ordofm^p^skfkrj Á Ab_*
bp^oqo∞º+
Co^jpŁkfkdfk bo lmfk co^j qfi jfºg^k pbmqbj_bo+
JÁk^a^d * coÒddg^a^d hi .- *.3+
Ibvd^o* ld prkkra^d coÁ .2 * .4+
EsÒqrprkkra^d bo pqlkdq) /+ esÒqrprkkra^d bo lmfº coÁ .0 *.3+
Rmme^s C∞olv^
Óli Egilstrøð
Úr Eiðis søgu
Kemur í
bókabúðirnar 5. juni
Kostnaður kr. 385,-