leygardagur 29. mai 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 101 - 29. mai 2004
Nr. 101 - 29. mai 2004
7
Nakrar av føroysku frisør-
damunum eru í løtuni niðri
á Kreta, har merkið, tær um-
boða á salongunum, skipar
fyri hárfríðkanarskeiði. –
Øll skeiðini verða hildin úti,
m.a. við svimjihylin á hot-
ellinum, greiða frisørarnar á
salong Zig Zag frá.
Í hesum døgum er eitt
føroyskt ferðalið niðri á
Kreta í arbeiðsørindum. Tal-
an er um nakrar frisørdam-
ur, ið eru farnar á skeið.
Merkið, ið tær umboða á
hárfríðkanarstovunum,
nevnt Cutrin, hevur skipað
fyri skeiðnum og túrinum.
Hetta er triðja árið, at Cutrin
skipar fyri skeiði á Kreta, og
hini árini hava túrnarnir
fingið sera góða umtalu. Tí
valdu tær føroysku at taka
av, og fara við.
Tað vera eini 100 frisørar
við, sum allar umboða
Cutrin merkið. Tær skulu á
skeið í klipp og farv,
uppsetan og kunstigum hári
-ella extensions, sum tað
eitur á enskum. Skeiðini
verða hildin úti t.d. við
svimjihylin á hotellinum.
Annars verður skipað fyri
ymiskum dagtúrum har
niðri á Kreta. Hetta søgdu
tær á salong Zig Zag, dagin
fyri, at spentu frisørdamur-
nar fóru úr Føroyum.
Við í ferðalagnum eru tær
frá salong ZigZag í Havn,
Tórhild Kvilt frá Kvilt Hár-
fríðkan, Katrin Olsen v
Toftum og Jórun Sigurðson
úr Runavík. Tvær aðrar eru
við í ferðalagnum, uttan at
skula á skeið, tær eru Nan-
na, dóttir Tórhild Kvilt og
Helen Jacobsen. Tær báðar
hildu møguleikan at fara til
Kreta vera ov góðan til bara
at fara afturvið borðinum,
og valdu tískil at taka av til-
boðnum um eina sólferiu og
knýta seg at ferðaliðnum.
Frisørdamurnar
verða
væntandi aftur á klettunum
1. juni.
eys
Nólsoy, Kirkjubøur og nú
eisini Hestur verða partur
av Havnini 1. januar 2005.
Sáttmálin ímillum Tórs-
havnar býráð og bygdarráð-
ið í Hesti varð undir-
skrivaður
mikukvøldið
26.05
1. januar 2005, verður
Hest kommuna ein partur
av Havnini. Mikukvøldið
26.05 varð sáttmálin undir-
skrivaður, eftir at hann varð
góðkendur á bygdarráðs-
fundi úti í Hesti týskvøldið.
Seinasta
leygardag
var
fólkaatkvøða í Hesti, og har
var undirtøkan fyri sama-
nlegging ikki minni enn
100 %.
Ætlanin er, at nógv ar-
beiði skal gerast úti í Hesti
longu í ár, m.a. verður kei-
økið asfalterað, garður
verður gjørdur um kirkju-
garðin og íbúgvarnir fáa
eisini eina flótibrúgv.
Vatnveitingin, ið nú er
privat, verður kommunal,
eins og bygdastovan og
svimjihylurin verða løgd
undir kommununa.
1. januar 2005 verða eis-
ini Kirkjubøur og Nólsoy
innlimað
í
Tórshavnar
kommunu. Tá verður Tórs-
havn 172 ferkilometrar til
støddar, og fólkatalið fer
upp um 19.000.
kelda: www.tórshavn. fo
eys
Hestur partur av
høvuðstaðnum
Frisørdamur til Kreta á skeið
Sáttmálin ímillum Hest kommunu og Tórshavnar kommunu er nú undirskrivaður, og samanlegg-
ingin verður veruleiki 1. januar 2005. Tá verða eisini Nólsoy og Kirkjubøur innlimað í Havnina
mynd: Tórshavnar Býráð
Ferðalagið av frisørdamum, avmyndað vesturi á flogvøllinum, beint fyri fráferðina til Kreta
Mynd: jan Müller
Lyfta fremstafingur ímóti Tórshavnar Býráð
Meirilutin í Tórs-
havnar Býráð hevur
fleiri ferðir brotið
kommunulógina,
sigur landsstýrið
KOMMUNUMÁL
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Meirilutin í Tórshavnar Bý-
ráð hevur fleiri ferðir hevur
fleiri ferðir gjørt seg sekan í
at bróta klommunulógina.
Tað staðfestir Innlendis-
málararáðið hjá landsstýr-
inum nú.
Tað er nú eitt ár síðani at
minnilutin í Tórshavnar Bý-
ráðið gjørdi av at kæra bý-
ráðssamgonguna fyri lands-
stýrinum fyri í fleiri førum
at hava brotið kommunu-
lógina.
Kæran frá minnilutanum
er í fýra pørtum: Í fyrstu at-
løgu vil minnilutin ikki góð-
taka, at mál ferð eftir ferð
verða endaliga avgjørd í
ymsum nevndunum hjá bý-
ráðnum og bara verða løgd
fyri býráðið til kunningar.
Hóast minnilutin hevur
biðið um at fáa ymisk mál
fyri býráðið til viðgerðar,
hevur hetta verið sera trup-
ult, verður sagt í kæruni til
landsstýrið.
Minnilutin sigur, at hann
kann ikki góðtaka, at meiri-
lutin noktar fyri at mál
verða løgd fyri býráðið til
viðgerðar.
Ì hesum sambandi stað-
festir Innlendismálaráðið,
at tað er altíð er nevndar-
formaðurin, ella borgar-
stjórin, sum hava ábyrgdina
av, at málini verða avgreidd
rætt, og at niðurstøðurnar
eru greiðar og verða førdar
í gerðabókina.
Og Innlendismálaráðið
staðfestir somuleiðis, at
áðrenn eitt mál verður sett í
verk, kann ein nevndarlim-
ur krevja, at tað verður lagt
fyri kommunustýrið til av-
gerðar.
Men er ivi um eitt mál, er
tað bara býráðið sum kann
avgera, um tað skal leggjast
fyri býráðið, ella um sam-
tyktin í nevndini skal setast
í verk.
Kunnu ikki nokta
Ì aðru atløgu kærdi minni-
lutin í býráðnum um, at tá
ið teir hava serstøður í yms-
um málum, ber tað ikki al-
tíð til at fáa tær viðmerktar
í gerðabókina.
Eisini í hesari kæruni,
gevur Innlendismálaráðið
teimum viðhald.
– Í hesum føri er løgfrøðin
greið: Hevur ein nevndar-
limur ella kommunustýris-
limur eina øðrvísi fatan av
einum máli, og ynskir við-
komandi serstøðu sína skriv-
aða í stuttum í gerðabókina,
kunnu
hvørki
nevndar-
formaðurin
ella
borg-
arstjórin, sýta honum tað.
Ráðið staðfestir eisini, at
tann, sum førir gerðarbók-
ina
-nevndarformaðurin,
ella borgarstjórin- hevur
ábyrgdina av at fáa greiði á,
hvat viðkomandi í stuttum
vil hava ført í gerabókina.
Hinvegin ger Innlend-
ismálaráðið eisini greitt, at
tað er ikki einhvør viðmerk-
ing, sum skal í gerðabókina,
men einans tílíkar, sum
beinleiðis eru um hvørja
øðrvísi støðu viðkomandi
kommunustýrislimur hevur
í ávísum máli, og hvat hesin
heldur, at býráðið átti at
tikið avgerð um.
Í triðja lagi vil minnilutin
ikki góðtaka, at meirilutin í
býráðnum alment er í ferð
við at geva føstu nevndun-
um heimild til at taka
avgerð í málum, um at játta
pening til byggiætlanir,
projekteringar og verk-
ætlanir, soleiðis at viðkom-
andi mál ikki longur koma
fyri býráðið til viðgerðar
ella avgerðar.
Í hesum sambandi heitir
Innlendismálaráðið á bý-
ráðið um at gera manna-
gongdirnar
viðvíkjandi
nevndum og uppgávum og
heimildum teirra soleiðis,
at nevndirnar ikki fáa heim-
ild at játta pening til ymisk
endamál.
Somuleiðis eigur at verða
lagt upp fyri, at tá ið mál
um fíggjarviðurskifti verða
løgd fyri býráðið, skal eitt
ummæli frá fíggjarnevndini
fylgja við.
Annars staðfestir Inn-
lendismálaráðið eisini, at tá
ið peningur skal játtast til
barnagarðar, vøggustovur
og aðrar stovnar, skal tað
viðgerðast og samtykkjast í
býráðnum, tá ið tað ikki
ítøkiliga er samtykt í fíggj-
arætlanini, sum býráðið
hevur samtykt framman-
undan.
– Sostatt kann ein nevnd
ikki játta pening ella seta
arbeiði í verk, sum komm-
unustýrið ikki staðiliga
hevur játtað pening til,
antin á sjálvari fíggjarætl-
anini ella seinni.
– Tílík mál, sum verða
viðgjørd
í
nevndunum,
skulu sostatt leggjast fyri
kommunustýrið til avgerðar,
sigur innlendismálaráðið.
– Tá ið tað snýr seg um
myndugleikan
at
játta
pening er heimildin hjá
kommunustýrinum,
og
hesa heimild kann komm-
unustýrið ikki lata øðrum -
heldur ikki føstu nevndun-
um, leggur ráðið afurat.
Men so verður skoytt
uppí, at hóast játtanar-
myndugleikin bara kann
verða hjá kommunustýrin-
um, verður kortini mett, at
ein nevnd, eftir umstøðun-
um, kann taka avgerð um at
seta smærri arbeiðir ella til-
tøk í verk, sum hava við
vanligt virksemi í eini
kommunu at gera, hóast
kommunustýrið ikki ná-
greiniliga hevur tikið støðu
til viðkomandi arbeiðið í
øllum førum.
Hvørji hesi smærri tiltøk-
ini kunnu vera velst m.a.
um, hvør siðvenja er gald-
andi í kommununi, og ann-
ars er tað kommunustýrið,
sum ger av. Aftrat hesum
kemur, at er ivi um neyðug
játtan er til tiltakið, tá ber
altíð til hjá einum nevndar-
limi at nýta íhaldsrætt sín
og at krevja málið fyri
kommunustýrið.
– Hinvegin er greitt, at jú
størri og týdningarmiklari
ein ætlan er - bæði politiskt
og fyri almenningin - jú
størri verða krøvini til at
ein ítøkilig játtan er til ætl-
anina.
Hesi
viðurskifti
mugu tí altið avvigast í
ítøkiliga førinum.
Og í fjórða lagi klagaði
minnilutin um, at borgar-
stjórin hevur latið ein-
støkum
kommunustýris-
limi, sum eisini er partur av
samgonguni í býráðnum,
upp í hendi at gera ávíst
arbeiði fyri kommununa,
uttan at hetta hevur verið
boðið alment út framman-
undan.
Í hesum sambandi er Inn-
lendismálaráðið av teirri
fatan, at í hesum føri er ikki
grundarlag fyri at finnast at
framferðarháttinum.
Men tað samsvarar best
við lógina, um kommunu-
stýrið tekur støðu til, hvørji
mál kunnu verða avgreidd
uttan útboð, eins og al-
mennar leiðreglur eiga at
verða fyri, nær kommunu-
stýrislimir kunnu átaka sær
arbeiðir uttan útboð, sigur
Innlendismálaráðið.
Tórshavnar Býráð má broyta mannagongd á fleiri økjum, eftir at Innlendismálaráðið hevur givið minnilutanum í býráðnum viðhald í fleiri kærum
Skúlaleiðarar vilja
hava avtalu um ar-
beiðstíðina, áðrenn
næsta skúlaár byrjar í
august
FÓLKASKÚLIN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Játtanin til fólkaskúlan er
skerd í ár, afturímóti und-
anfarna ári.
Tað staðfesta skúlaleið-
ararnir í Føroyum, nú teir
hittust á limafundi fyrr í
vikuni.
Einir 50 skúlaleiðarar úr
øllum landinum vóru møtt-
ir á fundinum, har teir stað-
festu, at skerjingin hevur
ført við sær, at skeiðvirk-
semi hjá lærarum og undir-
vísingin sum heild, verða
skerd.
Men hetta taka teir til
eftirtektar og staðfesta, at
soleiðis er politiski viljin,
siga teir í einum tíðinda-
skrivi eftir fundin.
Men av tí sama halda teir
eisini, at málið um, at vit
skuldu hava besta skúla í
Norðanlondum í 2007, nú
má endurskoðast.
Teir vísa eisini á, at í løt-
uni er ongin avtala um ar-
beiðstíðina hjá skúlaleið-
arunum.
– Seinasta heyst var ar-
beiðsbólkur settur at greiða
hetta málið, men hetta ar-
beiðið steðgaði, tí Menta-
málaráðið skuldi kanna
ymisk viðurskifti, sum
skuldi vera fortreytir, at
arbeiðið í bólkinum kundi
halda fram.
– Men onki hoyrdist
aftur. Fundur skuldi vera
18. februar, emn varð út-
settur. Og higartil eru ongi
fundarboð komin, sigur
Skúlaleiðarafelagið.
Teir siga, at longu í
august verður farið undir
næsta skúlaár og framvegis
er ongin avtala um arbeiðs-
tíðina.
Samstundis vísa teir á, at
arbeiðið hjá skúlaleiðslun-
um er munandi økt síðani,
eitt nú síðani ársverkið hjá
lærarunum varð sett í verk
fyri einum ári síðani.
Og skúlaleiðarafelagið
heitir staðiliga á Menta-
málaráðið um at fáa ar-
beiðsbólki til verka aftur
beinanvegin, so at ein
nýggj avtala um arbeiðs-
tíðina kann fáast í lag í
hesum skúlaárinum.
Hava onga avtalu fingið um arbeiðstíðina
C
M
Y
K
7
6