Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-29, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. mai 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 101 - 29. mai 2004 Nr. 101 - 29. mai 2004 9 Hóast SEV kann breggja sær av einum avlopi á slakar 30 mio. krónur í 2003, skulu føroysku húsar- haldini ikki vænta nakra príslækking í næstum. Vinnan kann kortini fegnast um tilmælið hjá SEV- stýrinum um prís- lækking LÆKKING Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo SEV-stýrið hevði fríggja- dagin gleðisboð til før- oyska vinnulívið. Stýrið í SEV mælir til, at el-prís- urin til vinnuna lækkar við 3 oyrum frá 1. januar 2005. Síðan 2000 hevur prísurin verið 0,67 krónur fyri kilowatttíman, men stendur tað til SEV-stýrið lækkar prísurin til 0,64 krónur. Tilmælið hjá SEV-stýr- inum skuldi góðtakast seinnapartin fríggjadagin- eftir okkara evsta mark. Í skrivandi løtu ber tí ikki til at staðfesta um umboðs- nevndin góðtekur tilmælið stýrinum. – Vit hava í dag ein hægri prís enn eitt nú Danmark, og tí halda vit, at tað er rætt at lækka prísin. Vit vilja eisini gera okkara til, at tað er lættari at fara undir vinnuvirksemi í Føroyum, sigur Hans Tausen Olsen umboðsnevndarformaður Sami prísur Meðan nógv bendir á lægri prísir hjá føroysku vinnu- lívinum, skulu húsahaldini ikki vænta eina príslækking komandi árini. Hóast SEV kann breggja sær av einum roknskaparavlopið á góðar 30 mio. krónur, hevur leiðslan ongar ætlanir um at lækka prísin fyri húsahald í Føroyum. Leiðslan í SEV vísir staðiliga aftur skuldseting- unum um okursprís á el- orku, og vísir á, at príslegan er bæði hægri í Grønlandi og í Danmark. Grønlenski og danski el-prísurin fyri húsarhald er ávikavist 2,23 og 1,79 krónur kilowatt- tíman. Síðan 2000 hevur føroyski prísurin verið 1,39 krónur kilowatttíman. Gongur væl Rakstrarroknskapurin hjá SEV fyri 2003 gav 31, 3 mio. krónur í avlopi. Klæmint Weihe sigur, at úrslitið er betur enn væntað. – Vit høvdu væntað ein vøkstur á góð 2%, men endaliga úrslitið varð ein vøkstur á 3,6%. Oljuút- reiðslurnar vórðu eisini lægri enn væntað, og tí er úrslitið betur enn okkara upprunaligu fíggjarætlan, greiðir Klæmint Weihe frá. Eginognin hjá SEV er 279 mio. krónur, og langa- freista skuldin er 226 mio. krónur. Tá harðast leikaði á fyrst í nítiárunum, var skuldin hjá SEV slakar 800 mio. krónur, men nú vit skriva 2004 er skuldin undir einari álíkning. Fylgja oljuprísinum Høgi oljuprísurin í løtuni ávirkar eisini fíggjarstøð- una hjá SEV. Á rakstrar- roknskapinum fyri 2003 svaraði oljuútreiðslurnar hjá SEV til slakar 53 mio. krónur. – Tað er ómetaliga torført at vita, hvussu oljuprísurin fer at vera. Í løtuni er hann rættiliga høgur, og av tí, at oljuútreiðslurnar hjá okk- um er ein stórur fíggjar- postur, mugu vit fylgja gongdini gjølla, sigur Klæmint Weihe. Oljuprísurin liggur í løtuni um góðar 40 dollar/- tunnuna, og hetta er væl hægri enn oljuprísurin hev- ur verið seinastu árini. Oljuframleiðandi londini mæltu herfyri til, at prísurin lækkar aftur til vanliga prísin á 25-30 dollar/- tunnuna. SEV vil lækka el-prísin hjá vinnuni Nú er opið Fríggjadagin var fyri fyrstu ferð møguleiki fyri hjá fjølmiðlafólkum at luttaka á umboðs- nevndarfundi hjá SEV. Seinasta árið hevur SEV verið fyri nógvum ákoyringum um, at stovnurin er ov aftur- latin. Á seinasta umboðs- nevndarfundi samtykti SEV at lata hurðarnar upp fyri fjølmiðlunum til umboðsnevndarfund- um, og seinnapartin fríggjadagin var møgu- leikin hjá fjølmiðlafólki at luttaka á fundinum. -páll Á tíðindafundi á Hotel Før- oyum slerdi Klæmint Weihe fæst, at SEV fyrst og fremst dúvar upp á vatnorkuna, hóast møguleikan fyri øðrum orkukeldum Mynd: Jens Kristian Vang Gamli Landsverks- frøðingsstovnurin, sum síðani 1948 hev- ur borið navnið, hev- ur nú skift navn til stutta navnið »Lands- verk« NAVNASKIFTI Edvard Joensen Samstundis sum stovnurin skiftir navn, broytir stovnurin eisini bæði lit og búmerki. – Gamla navnið var ov langt og torført at siga – serliga hjá útlendingum, sigur Oyvindur Brimnes, landsverksfrøðingur. Nýggja navið vísir kort- ini aftur til tað gamla. Í navninum liggur at talan er um almennan stovn, sum eisini hevur nakað við bygging og framleiðslu at gera. Stovnurin fær eisini nýtt búmerki og nýggjan lit. Nýggja búmerkið og framtíðarætlanirnar hjá stovninum vórðu avdúk- aðar á samkomu á Maskin- støðini í Kollafirði seinna- partin fríggjadagin eftir at blaðið fór til prentingar. Landsverksfrøðingsstovnurin eitur nú »Landsverk« Andras Joensen, sum hevur stóran áhuga fyri gomlum skipum og bátum, sigur, at til ber at finna út av, hvussu gamalt skipið er, sum í sínari tíð fórst innanfyri Flem- mish Kap. Kunnu vit síggja, hvørjar di- mensjónirnar eru, ber eisini til at staðfesta støddina á skipinum og skipaslagið VRAKIÐ Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í samband við elligomlu vraklutirnar, sum trolarin, Ljósafelli, fekk á leiðini innanfyri Flemmish Kap á seinasta túri, vendu vit okk- um í gjár til Fornminnis- savnið fyri at fregnast, um stovnurin hevur ætlanir um at kanna hesar lutir. Men á Fornminnissavninum var eingin, vit kundu tosa við, sum visti nakað at siga um málið. Tó visti fryntliga skriv- stovukvinnan, at kalsoying- urin, Andras Joensen, sum er ættaður av Húsum, hevur tikið sær av ymiskum upp- gávum fyri stovnin, sum hava við bátar og timbur at gera. Vit vendu okkum tí til Andras, sum starvast á Hjálpitólamiðstøðini. Vit spurdu hann, um møgu- leikar eru at staðfesta nak- að sum helst í slíkum føri sum hesum, har tú hevur nakrar plankar, sum drignir eru upp av havsins botni. Tað ber til Andras, sum hevur stóran áhuga fyri søgu og hevur lisið nógv um gomul skip og gamlar bátar, sigur, at tað saktans ber til at stað- festa rættiliga neyvt aldur, stødd og skipaslag, um tíð og orka verða brúkt til hetta. Sjálvur hevur hann um- vælt nógvar bátar, og hann hevur eisini bygt tveir bátar eftir gomlum tekningum til Kiwanis. Somuleiðis hevur Andras teknað gomlu bát- arnar í bókini hjá Andras Mortensen. Í sínari tíð lærdi hann eisini skipasmíð í Klaksvík, og tað var her, áhugin fyri skipum og bátum byrjaði. – Heilt aftur til 1880’ini og enntá longur aftur í tíðini var stór fiskiveiða á Ný Foundlands-bankunum, og tað vóru ikki minst spaniólar og portugisar, sum royndu um hesar leiðir. Teir fóru vestureftir við skonnartum og høvdu so- nevndar flatbotnaðar doriu- bátar við sær. Umborð á smáu bátunum var vanliga ein maður, og fongurin varð førdur umborð á skonnart- irnar. Hesin fiskiskapur minnir um fiskiskapin hjá føroyingum í Grønlandi, tá ið skip fóru vestur hagar við føroyskum bátum um- borð. Andras vísir á, at amer- ikansku doriurnar vóru størri enn tær sponsku og portugisisku, og við hesum bátum vóru vanliga tveir mans. Eitt størri skip – Eftir myndini í Sosial- inum at døma, er talan um vraklutir av einum størri skipi, sum kundi verið ein av hesum skonnartum ella øðrum skipi, sum komið er um hesar leiðir. Hann vísir á, at tað tó er ógjørligt at siga nakað ítøkiligt um lutirnar - bert við at síggja myndirnar. – Men við at hyggja nærri at dimensjónunum og støddini á plankunum, er neyvan so torført at siga, hvussu stórt eitt slíkt skip hevur verið í tonsatali. Hann sigur, at kunnu vraklutirnir plaserast á skipinum, ber eisini til at síggja, hvat slag av skipi, hetta hevur verið. – Soleiðis hevði vænt- andi eisini borið til at stað- fest, um vraklutirnir kunnu stava frá eini av teimum ensku sluppunum, sum fleiri komu til Føroya. Andras heldur, at vórðu vraklutir sendir til kanning- ar í Danmark, hevði saktans borið til at fingið staðfest rættiliga neyvt, hvussu gamal viðurin er. – Vit kunnu rokna við, at trævøksturin, sum skipið í sínari tíð er bygt úr, er eini 80-100 ára gamal. Tí ber til at staðfesta, hvussu gamalt timbrið er samanlagt og harvið eisini skipið, sum í sínari tíð endaði á havsins botni. Eingin áheitan Spurdur, um hann kundi hugsað sær at luttikið í einum møguligum kann- ingararbeiði av vraklut- unum, sigur Andras, at tað hevði hann avgjørt. – Men í løtuni havi eg rættiliga nógv at gera. Hann sigur tó, at kom ein áheitan frá Fornminnisavn- inum um at verða við til hesar kanningar, hevði hann ikki borið seg undan. Tá ið reinsiskipanin varð bygd av nýggjum í Vágs- botni, komu teir fram á nakrar skipslutir, sum lógu har undir húsunum. – Eg var við í hesum kanningararbeiði, og vit hava gjørt onkrar fyribils niðurstøður um, hvaðani hesir lutir stava, sigur hann. Andrass vísir á, at tær gomlu ensku sluppirnar, sum vórðu bygdar tíðliga og 1880-unum og mið- skeiðis í 1880-unum, høvdu træ-og koparnaglar eins og vraklutirnir sum Ljósafelli fekk í trolið. – Hetta var bygnings- hátturin tá í tíðini, og tí er ógjørligt at siga, hvaðani vraklutirnir, sum Ljósafelli fekk í trolið innanfyri Flemmish Kap, stava. Skulu vit fáa eina ábending um hetta, er neyðugt við veruligum kanningum, sigur Andras Joensen. Okkara skylda Í blaðnum í gjár fanst Jói Winther, sum hendan túrin var við Ljósafelli, at Forn- minnissavninum, tí stovn- urin ikki vísir vraklutunum størri águga. – Tá ið vit komu aftur av túri, boðaðu vit Fornminn- issavninum frá tí, vit høvdu fingið, men eg haldi ikki, teir hava víst hesum nakran serligan áhuga. Jói helt fyri, at tað er okkara skylda mótvegis okkum sjálvum og øðrum at kanna, hvaðani eitt slíkt skip, sum í sínari tíð er gingið burtur, stavar. – Eg hevði heilt avgjørt væntað, at onkur fór at taka sær av hesum. Men tá ið eingin áhugi er at taka hond um slíkt, er ikki hugsandi, at fólk heldur tíma at goyma tað, tey nú einaferð kunnu koma fram á – tað veri seg á landi ella sjógvi, segði Jói Winther. Vraklutir av einum størri skipi – Hetta var bygningshátturin tá í tíðini, og tí er ógjørligt at siga, hvaðani vraklutirnir, sum Ljósafelli fekk í trolið innanfyri Flemmish Kap, stava. Skulu vit fáa eina ábending um hetta, er neyðugt við veruligum kanningum, sigur Andras Joensen Mynd: Rúna Sivertsen - Eg hevði heilt avgjørt væntað, at onkur fór at taka sær av hesum. Men tá ið eingin áhugi er at taka hond um slíkt, er ikki hugsandi, at fólk heldur tíma at goyma tað, tey nú einaferð kunnu koma fram á – tað veri seg á landi ella sjógvi, sigur Jói Winther Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 9 8