leygardagur 29. mai 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 101 - 29. mai 2004
Nr. 101 - 29. mai 2004
11
Vøtnini millum samgongu og andstøðu eru um
at skiljast. Í byrjanin var alt at kalla idyllur, og
andstøðan fekk eitt uppskot fyri og annað eftir
samtykt á tingi við atkvøðunum hjá samgong-
uni. Andstøðan setti politisku dagsskránna og
fekk til hetta góða hjálp frá vælmeinandi ting-
monnum úr samgonguni, sum av einum
erligum hjarta royndu eftir tí breiðu semjuni.
Tað sá eisini út sum, at tað skuldi verða and-
støðan, sum avgjørdi, hvussu fíggjarlógin skal
síggja út. Tá álitið frá fíggjarnevndini kom fyri
dagsins ljós, vísti tað seg, at andstøðan hevði
sett so nógv og so greflig fingramerki á upp-
skotið, at tað gjørdist landsstýrismonnum sam-
gongunnar ovboðið. Tá fyrrverandi fíggjar-
málaráðharrin so omaná alt fór í sjónvarpið og
segði uppskotið vera sítt uppskot, fleyt bikarið
yvir.
Málið fór aftur í fíggjarnevndina, og endin
gjørdist, at uppskotið hjá samgonguni varð
samtykt við nøkrum av hjartamálum andstøð-
urnar. Nú er so vent í holuni, og andstøðan er
farin í frontalálop á samgonguna. Tað kunnu
vera fleiri orsøkir til hetta. Ein orsøkin kann
vera tann heilt einfalda, at teir hundrað dagarnir
nú eru lidnir. Hetta plagar vanliga at merkja, at
friðingartíðin hjá einum landsstýri er av. Hetta
kann eisini stava frá frustratiónum av, at tað
ikki eydnaðist at taka samgonguna av ræði í
fíggjarnevnindi. Ella, at tað við øðrum orðum
er vorðið greitt, at tann sera framfýsni semju-
søkjandi politikkurin hjá andstøðuni nú er
miseydnaður.
Andstøðan sær nú vandan fyri at verða sett heilt
út í myrkrið av eini samongu, sum hevur ein so
stóran meiriluta aftan fyri seg, at henni ikki
nýtist at samstarva. Tað er her vit helst skulu
finna orsøkina til at samgongan knappliga finn-
ur seg sjálva undir álopi, tað verið seg av stór-
málum sum ES og NATO ella av einum hvørj-
um tíðindaskrivi, sum verður lagt út sum, at
landsstýrismenn ella løgmaður ynskja at blaka
torvmold í eyguni á fólki. Hetta er eitt kreppu-
tekin hjá andstøðuni, og tí eigur hon at ansa
sær, at hon ikki loypir heilt framav. Landsstýrið
eigur eisini at ansa eftir, at tað ikki einvíst nýtir
sín stóra meiriluta móti andstøðuni. Tann
breiða semjan er altíð sterkasta loysnin, um tað
væl at merkja er sitandi samgonga sum setir
politisku dagsskránna.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Vøtnini skiljast
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Heini í Skorini heini@sosialurin.fo
Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kaj Leo Johannesen
Sambandsflokkurin
"Drop
bloktilskudet
til
Færøerne" var boðskapur-
in, sum Hermann Oskars-
son, formaður í búskapar-
ráðnum hevði at bera
dønum í tíðindasendingini
hjá Danmarks Radio týs-
morgunin í hesi vikuni.
Tíðindakvinnan endurgav
formannin í búskaparráð-
num fyri at siga, at "det er 1
mia. kroner direkte ud af
danske skatteyders lommer
og er bare til besvær for
Færøerne, som de sidste ti
år har sendt pengerne vid-
ere til udlandet".
At fáa slík boð frá "for-
manden for Færøernes øko-
nomiske råd", má vera
skelkandi
fyri
danskar
skattgjaldarar og politikar-
ar, tí tá sagt verður, at peng-
arnir verða sendir víðari til
útlond, so kann tað skiljast
sum um at føroyingar ikki
hava brúk fyri pengunum
sjálvir, og tí geva teir burtur
til onnur at brúka. Men so-
leiðis er veruleikin sjálv-
sagt ikki. Føroyingar hava
brúk fyri blokkstuðlinum,
um vit skulu varðveita tær
tænastur, sum føroyska
samfelagið hevur at bjóða
sínum borgarum.
Eingin endastøð
Pengar hava tann løgna
eginleika, at teir enda onga-
staðni, men eru alla tíðina í
umferð. Tað at vit arbeiða
og fáa løn útgoldna, er í sær
sjálvum ikki tað sum gevur
okkum mat í munnin, men
tað at vit keypa matvørður
fyri pengarnar (tað vil siga
lata pengarnar frá okkum
aftur), ger at vit kunnu eta
okkum mett.
Hetta er eisini galdandi
fyri bæði blokkstuðulin og
aðrar pengar, sum koma inn
í
føroyska
samfelagið.
Pengar sum vit vinna fyri
útflutningsvørur verða eis-
ini "sendir av landinum"
aftur, men tað merkir ikki,
at teir eru óneyðugir ella
"bare til besvær for Fær-
øerne",
sum
Hermann
Oskarsson sigur um blokk-
stuðulin. Vit fáa bæði vørur
og tænastur fyri pengarnar,
tá vit gjalda við teimum.
Búskaparráðið
Uppgávan hjá búskaparráð-
num er at ráðgeva um bú-
skaparlig viðurskifti og tí er
tað umráðandi, at úttalilsini
frá ráðnum hava somikið
við veruleikan at gera, at
tey sum skulu hava ráðgev-
ingina megna at fylgja við.
Sambandsflokkurin átek-
ur sær ongan rætt til at
ávirka búskaparráðið polit-
iskt, men flokkurin stendur
spyrjandi yvirfyri hesum
úttalilsinum, og vil tí
spyrja, um búskaparráðið
og tess limir veruliga halda,
at ein milliard, sum ikki
verður brúkt, kemur inn í
føroyska samfelagið, og at
vit onga nyttu fáa burturúr
hesi milliardini áðrenn hon
fer av landinum aftur?
Jógvan Arge
býráðslimur
Eitt kærumál hjá minnilut-
anum í Tórshavnar Býráð
er endað við, at kommunala
eftirlitið hevur skorið út í
papp, at tað er kommunu-
stýrið sjálvt, sum er játt-
anarmyndugleiki í peninga-
málum, og hesin myndug-
leika kann ikki latast eini
býráðsnevnd.
Minnilutin varnaðist fyri
einum góðum ári síðani, at
býráðsmeirilutin var farin
undir eina nýggja manna-
gongd, sum hevði við sær,
at býráðið sjálvt ikki fekk
høvi til at taka støðu til
stórar
byggiætlanir
av
barnagørðum, skúlum og
øðrum byggingum.
Málini vórðu viðgjørd og
avgreidd
í
avvarðandi
nevndum og komu ikki fyri
býráðið. Samstundis varð
ein roynd gjørd at gera eina
mannagongd, sum als ikki
hevði sjálvt býráðið inni í
málsviðgerðini, men bert
umsitingina og sernevndir-
nar.
Hetta hildu vit í minni-
lutanum vera heilt burtur-
við, og av tí, at meirilutin
forðaði okkum beinleiðis at
fáa hesi málini avgjørd í
sjálvum býráðnum, vendu
vit okkum til kommunala
eftirlitið við fyrispurningi
um, hvussu kommunulógin
skuldi skiljast.
Har stendur klárt og
greitt, at kommunustýrið er
játtanarmyndugleiki - og
ongin annar - og hetta
hevur kommunala eftirlitið
nú útgreinað í einum svari á
kæru okkara.
Kommunala
eftirlitið
skrivar m.a.: "at einstøku
íløgurnar í barnagarðar,
vøggustovur
og
aðrar
stovnar skulu viðgerast og
samtykkjast av býráðnum,
tá fíggjarætlanin ikki hevur
tikið støðu til ítøkiligu íløg-
urnar ella ikki nóg neyvt
hevur tikið støðu til hesar.
Ein nevnd kann sostatt
ikki játta pening ella seta
arbeiðir í verk, sum komm-
unustýrið ikki staðiliga
hevur játtað pening til -
annaðhvørt á sjálvari fíggj-
arætlanini ella seinni. Tílík
mál, sum verða viðgjørd í
nevndunum, skulu sostatt
leggjast fyri kommunu-
stýrið til avgerðar".
Í próvførslu okkara løgdu
vit eisini dent á, at komu
slík mál ikki fyri sjálvt
býráðið á almennum fund-
um, so høvdu borgarnir als
ongar møguleikar at vita,
hvat fór fram í býráðnum á
hesum økjum, tí nevndar-
fundirnir eru fyri læstum
hurðum. Her vóru sostatt
hvørki opinleiki ella gjøg-
numskygni.
Somuleiðis løgdu vit
dent á, at tað kundi ikki
vera rætt, at meir enn helvt-
in av býráðnum kundi hald-
ast uttanfyri so týðandi av-
gerðir, sum hesar. Býráðs-
nevndirnar hava sum kunn-
ugt fimm limir av teimum
trettan býráðslimunum.
Nú hava vit so fingið
hetta upp á pláss og ætla at
halda okkara kós fram móti
opinleika og gjøgnum-
skygni til frama fyri øll í
Tórshavnar Kommunu.
Pengar hava onga endastøð
Stórsigur til minnilutan
Laila av Reyni
Barbara Jacobsen
Fyrst í mars mánaði
hoyrdu vit dagrøktarar
sum slatur, at stórar
broytingar verða á dag-
røktarøkinum. Bygnað-
urin í dagrøktini skal
broytast,
vit
skulu
»splittast at« og knýtast
at ymiskum stovnum.
Tað frættist eisini, at
onkur stovnsleiðari av-
gjørt ikki var áhugaður í
at fáa okkum inn, tí tað
var tað als ikki pláss fyri.
Vit dagrøktarar tosaðu
aftur og fram. Hettar
slaturið kundi ikki koma
av ongum, men undar-
ligt, at vit ikki eru tiknar
við upp á ráð. Hví fund-
ast við stovnsleiðarar, tá
tað eru okkara størv talan
er um? Hvør kennir dag-
røktina betur enn vit, um
broytingar skulu gerast?
Vit vóru hóast alt positiv-
ar: Kanska skipanin, sum
nú er, krevur ov nógv av
hvørjum einstøkum? –
Sum er ynskja vit meira
vitjan av økispedagogum
enn tær hava tíð til, og
kanska sleppa vit endi-
liga at avspáka (okkara
arbeiðsvika er uppá 48
tímar og 45 min.). Vit
skuldu á vanligan økis-
fund 9. mars, so vit vænt-
aðu at frætta meira tá.
Rætt var – telefonketan
gekk
áðrenn
fundin:
»Tað var umráðandi, at
allar møttu, tí vit skuldu
hoyra um »Tankar« um
broytingar í dagrøktar-
skipanini«.
Vit komu á fundin og
fingu sjokk: Tórshavnar
kommuna ætlar at »av-
vikla« dagrøktina til au-
gust. Tað hevði verið ein
arbeiðsráðstevna 19.-20.
februar fyri stovnsleið-
arar (hví vóru vit ikki
eisini bjóðaðar við?) við
evninum: Størri saman-
hang millum dagrøkt og
stovn. Hettar er tað fyrsta
vit dagrøktarar fáa at vita
um hesa »ætlaðu« stóru
broyting. Vit blivu bólk-
aðar og vóru bidnar um
at koma við viðmerking-
um og spurningum til
glarðurnar vit høvdu
sæð. Tað var nógv tosað í
bólkunum, tí summar
vóru heilt ørkymlaðar
»Hvussu kann hettar lata
seg gera? Vita tey ikki,
hvussu smábørnini hjá
okkum eru nú?« (Á ein-
ari glarðu stóð um felags
tiltøk sum t.d. útferðir,
jólaveitslur og tunnu-
sláttur). Okkara børn eru
umleið 1 ára gomul.
Innaftur at spyrja – nú
var eingin ivi. Hettar
vóru ikki »Tankar«, her
skal okkurt álvarsligt
gjøgnumførast.
Flestu
spurningar kundu ikki
svarast, tí ein arbeiðs-
bólkur var settur at ar-
beiða við málinum, so
trivnaðarstjórin (vit ivast
í um býráðið veit, hvat
trivnaður er, hóast stjóri
er á økinum) visti einki
konkret. Leiðarin í dag-
røktini er ikki við í ar-
beiðsbólkinum, og tað er
eingin ivi um, at hon hev-
ur fingið ógvuliga vána-
liga viðferð, tí tað kom
fram sum svar uppá onk-
ran spurning, at eingin
leiðsla var – altso leiðar-
in og økispedagogar vóru
so at siga uppsøgd á
fundinum. Vit fingu at
vita, at teir fáu dagrøkt-
arar sum verða eftir,
skulu arbeiða út frá
stovnunum, og restin eru
»tryggjaðar« starv aðra-
staðni á barnaansingar-
økinum hjá Tórshavnar
kommunu. Aftaná fundin
hildu vit áfram at tosa
um allar broytingarnar.
Onkur hevði lítið og
einki fingið við, so sjelk-
að var hon. Vit eru sikrar
í, at fakfelagið hjá okk-
um fór ikki at finna seg í
slíkari viðferð! Hvør fær
arbeiði hvar? Vit eru allar
ósikrar – hvat við lønini?
Onkur ætlaði at siga upp
aftaná fundin, men sum
altíð tekur man »hen-
syn«. Hvat við børnun-
um? Hetta er so bundið
arbeiði, man sigur ikki
upp uttan víðari. Vit
høvdu roknað við, at
onkur stovnsleiðari fór at
úttala seg til bløðini. Er
tað pláss fyri okkum á
stovnunum? (4 barna-
vognar afturat). Hvat siga
stovnsleiðarar
til
at
»skula« seta dagrøktarar
í starv framum onnur???
Vit hava frætt, at vit ikki
verða tiknar fram um.
Hvussu halda tit at vit
føla okkum í løtuni???
Politikkarar – hvat halda
tit???
VIÐMERKINGAR
Býráðið er ótrúligt!
Virgar T. Dalsgaard
Nú harra Høgni Hoydal er
komin niður aftur á danska
Fólkatingið, hevur hann á
vanliga narcissistiskan hátt
saman við teimum báðum
grønlendsku
fólkatings-
kollegunum kallað saman
eitt valalið av dønum, sum
hann á knortlutan hátt og
við vanliga bombastiskum
orðalagi vil hava at hjálpa
sær móti føroyingum og
føroyska
landsstýrinum.
Naivir danir skulu heila-
vaskast til loysingarmenn
av
útnyrðingsmonnum!
Henda fjákuta norðurat-
lantiska alliancan millum
føroyingar og grønlend-
ingar er bæði vanærislig og
hartil ein eyðmýkjandi stór
skomm!
Tá ið Hoydal ikki fær sín
vilja við føroysku veljarun-
um, ja so krýpir hann heilt
eftir tí gomlu loysingar-
receptini
beint
undir
danska skjúrtufaldin og
skal bidda sær stórdanska
hjálp til at trumfa síni sjón-
armið ígjøgnum. T.d. hevði
hann boðið sjálvum stjór-
anum fyri Danska Natio-
nalbankanum (sic) at skifta
orð um framtíð Føroya.
Hvat hugsar ein slíkur
maður fyri sær? Er debattin
um føroyska parlamentar-
ismu nú flutt inn í danskan
valutapolitikk? Við allari
respekt fyri frú Bodil
Nyboe Andersen, – men
hvat í allari víðu verð veit
hon um føroyskan politikk,
og við hvørjum mandati
skal tann neyðars kvinnan
úttala seg? Hví skal henda
sakleysa kvinna gerast gísli
og kastibløka millum Hoy-
dal og føroysku mótstøðu-
menn hansara?
Men ikki nóg mikið við
hesum danska kransakøku-
figuri, nei, nei hann hevði
harafturat sjálvandi boðið
einum íslendskum profess-
ara sum talara – hetta tykist
at vera fastur siður hjá
fullveldisprofetum – men
álvaratos, hvat rakar før-
oyskur politikkkur íslend-
ingar? – Lat teir fáa skil í
egnum húsi, og lat teir
royna at berja seg burtur úr
síni fíggjarligu armóð –
»fyrimyndarlandið«, sum
hevur lægstu lønir í øllum
Norðureuropa, og annars
livir av mannminkandi
amerikanskum blokkstuð-
uli fyri eina ivingasama
militerstøð!
Tað er ein landaskomm,
at harra H.H. absolutt vil
blanda grønlendskan og
føroyskan politikk saman –
vit hava snøgt sagt einki til
felags, – præmissurnar eru
fundamentalt ólíkar, men
tað hevur eydnast harra
Hoydali upp á minni enn
seks ár at billa summum
dønum inn, at grønlend-
ingar og føroyingar eru
»eitt feitt«!
Endiliga hevði H.H. boð-
ið tí permanenta harra Her-
manni Oskarssyni, okkara
»leiðandi« hagdrongi vid.
Hesin sjáldsami »økonom-
ur« kom við sínum vanligu
ábyrgdarleysu úttalilsum
um blokkin, úttalilsir, sum
vísa, at maðurin antin ikki
respekterar ella dugir ta
lítlu tabellina. Hann loypir
lætt og elegant um alla
multiplikatoreffekt og setir
paritetiskt virði millum
blokkpening og føroysku
fíggjarlógina. Tá er hann
ikki meira seriøsur enn
tann láturligi tjóðveldis-
økonomurin, harra Jóannes
Eliassen, sum ferðaðist
sum trúboðari hjá H. H. við
Hvítu Bók um alt landið á
sinni. Sum økonomur er
Oskarssonurin púra óseri-
øsur, og kann ongantíð
takast fyri fult – ikki bara
eftir henda fundin, men
eisini fyri sín politiserandi
facon, síðan hann gjørdist
leiðari av polit-bureau (bú-
skaparráðnum)! Ófatuligt,
at ein tílíkur maður kann
sita í embætisstarvi og
møsna og dumma seg ferð
eftir ferð, antin hann so er
albanskur statskapitalistur
ella karráur og ultralibe-
ralur Friedmanns-apostul!
Men vit leggja til merkis,
at eingin – heldur ikki
fíggjarministarin Bárður
Nielsen – var boðin frá
føroyska landsstýrinum –
hetta er avbera forvitnisligt.
Hvør gevur harra H.H.
mandat til at skipa fyri
religiøsum vekilsismøti um
loysing, uttan at nakað
beinleiðis umboð er fyri
føroysku stjórnina?
Grammur danskur
gulldrongur
Harra Høgni Hoydal fær
116.000 kr um mánaðin –
hetta er ein av dýrastu
politisku dreingjum okk-
ara, og við slíkari inntøku,
heldur hann kanska, at
hann noyðist at markera
seg, so fólk halda, at hann
ger okkurt lítið fyri lønina!
Tí so mikið kunnu vit, ið
hvussu so er, øll semjast
um, at hesa astronomisku
lønina er hann als ikki
verdur, ikki í nær ella nám-
indu!.
Vit duga væl at síggja, at
tað er møtimikið hjá mann-
inum at vála desperatur í
politisku oyðimørkini men
tó er hann við danska loys-
ingarfundinum vassaður ov
langt út í illoyalan absurdi-
tet. Tað tilkemur ikki før-
oyskum fókatingsmonnum
at tjakast um politisku
framtíð Føroya, hvørki við
frelstar danir, íslendingar
ella grønlendingar – tað
hava hvørki Oskarssonur
ella Hoydalur moralskt
mandat til, nei, tað skulu
føroyingar
gera
sjálvir
heima í Føroyum!
Lítið borðbært er, at ein
maður, sum vinnur meira
um mánaðin, enn ein før-
oysk fiskavirkiskona ger
upp á eitt hálvt ár, skal
troysta sær at tosa við út-
lendingar um loysing og
fullveldi, sum fyrst og
fremst vil skerja føroysku
lág-inntøkurnar uppaftur
meira! Men harra H.H. og
hansara akademisku líkar
verða valla skerdir í fyrstu
atløgu! Hesum áttu før-
oysku politiserandi trúboð-
ararnir at upplýst sínum
íslendsku, grønlendsku og
stórdonsku
vinum
eitt
sindur um! Loysingarrørsl-
an hevur altíð dult sum
mansmorð, hvussu full-
veldið fer at skerja korini
hjá teimum ringast støddu!
Fullveldismissionerar, hag-
dreingir og aðrir playboys
fáa nokk onga neyð – slíkir
flóta altíð omaná!
Vit vóna, at Føroya
landsstýri
gevur
harra
Høgna og hinum norðurat-
lantisku
frellunum
ein
hóskandi og væl uppibor-
nan »lúsing« og eina sera
hvassa átalu fyri at vága
sær at flyta føroyskan inn-
anlendispolitikk niður á
politiskt-religiøsan
stór-
danskan vekilsisfund á
Christiansborg.
Kann Høgni Hoydal ikki
markera seg á annan og
meira civiliseraðan hátt, er
tað nógv betri, at hann
heldur fram at snorksova
ella bara njóta tað frálíka
vakra danska landslagið og
tað undurfagra og lýggja
várveðrið, sum beint nú er
komið! Tað áttu nú eins og
fyrr at verið góð líkindi fyri
eina »imperialistiskt plág-
aða tjóðveldishetju« at
dusa sær í skemtiliga,
spennandi og várkáta bý-
num Keypmannahavn, tá ið
árslønin er umleið 1,4
milliónir krónur av kúgandi
donskum gulli, sum verður
supplerað við fríari telefon,
fríum faksi, fríari teldu,
skrivstovuhaldi, skrivara og
skattafríum donskum borð-
fæi!
Sjálvt ikki tann klassiska
fríggjadagsbønin
hjá
fundamentalistunum í tjóð-
veldisflokkinum
hevur
nakrantíð verið so fjaður-
sár, innantóm og endamáls-
leys sum hetta tápuliga
vekilsismøti hjá Høgna
Hoydali, sjálvt um hann
sjálvur heldur, at hann hev-
ur fingið nakrar deyðlúgv-
aðar danir umvendar til
loysingarmenn. Tey fáu,
sum vitnaðu, virkaðu, sum
um tey ikki rættuliga vistu,
hvørja
grammofonplátu,
tey skuldu lira av fyri at
tekkjast Høgnaliðinum!
Tó eru hópin nógv, ið enn
fáliga spyrja – hví varð
hetta møtið hjá fundamen-
talistisku fullveldissektini
hildið á danska Fólkating-
inum í Danmark og ikki í
Mekka, nei orsaka meg í
Reykjavík, har teir hava so
nógvar reystar íslendskar
loysingarvinir? Hví leggja
íslendingar ikki bæði gist-
ingarhús og Alting til; hví
fíggja hesir fullveldisvinir
ikki við tí sterku íslendsku
krónuni – hví skulu danir
altíð gjalda, tá ið tjóðveld-
ismenn skulu upp at flagsa,
reypa og hava dýran gorr-
ingarfund?
Fjákut og fundamentalistiskt vekilsismøti
á Christiansborg
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
C
M
Y
K
11
10