Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-29, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. mai 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 101 - 29. mai 2004 Nr. 101 - 29. mai 2004 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Dagurin 29. mai. Maximinus, deyður í 352. Biskupur í Trier í Fraklandi. Á ferð til Miklagarðs at royna semju í kirkjuligum stríði doyði hann. 30. mai. Vigand. Helst tann sami sum hin heilagi Venantius úr Arles í Suðurfraklandi, sum var av heidnari ætt, men gjørdist kristin. Doyði umleið ár 400 á ferð í Eysturlond. Rasmus Effersøe varð føddur hendan dagin í 1857. 31. mai. Petronella, deyð umleið ár 100. Ein kend halgikona í fornkirkjuni. Halgisøgan sigur, at hon var dóttir Pætur ápostul, men tað skal helst skiljast sum andaliga dóttir hansara. 1. juni. Nikomedes, deyður umleið ár 300. Rómverskur borgari ið gjørdist kristin og tí varð tikin av døgum. Føðingar Vit eita Marianna og Hilma. Tann 26. mai fingu vit eina diddu og ein beiggja. Diddan var 50 cm long og vigaði 3125 gr, beiggin var 51 cm langur og vigaði 2700 gr. Mamma og babba eita Unn og Finnbjørn Simonsen, Kaldbak. 18. mai fingu Christina Danberg, Tórshavn, og Tróndur Ravnsfjall, Miðvági, eina dóttur. Hon var 56 cm long og vigaði 3850 gr. 20. mai fingu Beinta Dam og Claus Thomsen eina dóttur. Hon var 46 cm long og vigaði 2220 gr. Tey búgva í Christiansfeld. 21. mai fingu Anja Haraldsen og John Gudmundsen, Sørvági, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3550 gr. 21. mai fingu Beinta D. og Niels E. Ennigarð, Oyrar- bakka, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 4050 gr. 22. mai fingu Miriann og Annfinn Fagraklett, Norðragøtu, eina dóttur. Hon var 56 cm long og vigaði 4500 gr. 22. mai fingu Maria Vinther og Niels Jacob Eystur- berg, Vági, ein son. Hann var 52 cm lang og vigaði 3350 gr. 23. mai fingu Súsanna Gaard og Ólavur Hansen, Klaksvík, ein son. Hann var 51 cm langur og vigaði 3150 gr. 24. mai fingu Sólfríð Lognberg og Bjarki Henriksen, Sandi, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3300 gr. 25. mai fingu Frida og Símun Poulsen, Hoyvík, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3750 gr. 25. mai fingu Bina Jógvansdóttir og Kári Gullfoss, Hoyvík, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3400 gr. 26. mai fingu Kristina og Ronnie Háfoss, Hoyvík, ein son. Hann var 57 cm langur og vigaði 3950 gr. 27. mai fingu Anna J. og Rasmus Frederiksberg, Strondum, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 4250 gr. 27. mai fingu Nanny Ritter og Poul Falkvard, Sør- vági, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 4200 gr. Tøkk Eg takki hjartaliga øllum, ið gleddu meg á konfirmatiónsdegi mínum tann 4. apríl 2004. Heilsan Beinta Rasmussen Í hesum døgum hevur Øss- ur Johannesen listamaður framsýning í Smiðjuni í Lítluvik. Talan er um eina annar- leiðis og litfagra framsýn- ing, sum lýsir líðing, sálar- pínu og krossfesting. Á framsýningini eru bæði málningar og tekningar. Framsýningin er opin til 2. juni. Mikudagin 26. mai fingu 18 sjúkrarøktarfrøðingar prógv á Sjúkrøktarfrøðiskúla Føroya. Prógvini vórðu handaði á samkomu í Veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum. Aftara rað f.v. Ingibjørg Abrahamsen, Tórun P. Borentzvige, Bárða Eyðbjørg Brandsdóttir, Maibritt Wolles Djurhuus, Borghild á Fløghamri, Diana M. Hansen, Paula Jacobs, Aslaug Joensen, Dóra D. Johansen. Fremra rað f.v. Elsa Lamhauge, Inga Magnussen, Regina M. Midjord, Jana Mortensen, Súsanna Olsen, Guðni Remberg, Ása Malan Samuelsen, Annika Strøm. Mynd: Jens Kristian Vang Øssur Johannesen í Smiðjuni Sjúkrarøktarfrøðiskúli Føroya: 18 sjúkrarøktarfrøðingar fingið prógv Mynd: Jens Kristian Vang NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Listasavn Føroya hevur sett 27 ára gomlu Inger Smærup Sørensen í starv sum listarligur leiðari frá 1. august 2004. Inger Smærup Sørensen er cand. mag í listasøgu, og í dag starvast hon sum listarligur leiðari á Heerup Museum í Keypmanna- havn Inger Smærup Sørensen verður frá 1. august 2004 listaligur leiðari á Listasavni Føroya Mynd: Jens Kristian Vang Listasavn Føroya: Inger Smærup Sørensen listarligur leiðari Fríggjadagin 28. mai hevði Asta Jacobsen í Sørvági 25 ára starvsdag í Føroya Banka. Asta er 46 ára gomul og úr Sørvági. Hon byrjaði sum bankalærlingur í Sjó- vinnubankanum í Sørvági 28. mai 1979, lærutíðin var fýra ár. Í 1983 var hon útbúgvin bankakvinna, og arbeiðir hon við øllum vanligum bankaarbeiði og við kunda- ráðgeving. Í 1994 varð Sjóvinnu- bankin lagdur saman við Føroya Banka. Asta var virkin í fakfe- lagnum hjá bankanum og var álitiskvinna í fleiri ár. Hon hevur eisini sitið í nevndini í starvsfólkafe- lagnum SFF. Frítíðina brúkar Asta í urtagarðinum heima við hús, og henni dámar væl at ganga túrar í náttúruni. Asta er dóttir Mary og Tóra Skaalum í Sørvági. Hon er gift við Eivin H. Ja- cobsen úr Sørvági, og tey eiga trý børn: Inga 27 ár, Marit 19 ár, og Terji 14 ár. Asta Jacobsen, Sørvágur: 25 ára starvsdag í Føroya Banka Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á ymiskan hátt hjálptu okkum og sýndu tykkara samkenslu, tá kæri maður, pápi, sonur og bróður okkara Hans Olaf Johannessen Klaksvík andaðist 1. mars og fór til gravar úr Christianskirkjuni tann 5. mars. Familjunnar vegna Jóna, Katrin og John Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu, tá ið góða mamma, vermamma, omma og langomma okkara Súsanna Joensen Tórshavn doyði og varð jarðað. Familjunnar vegna Páll, Jógvan, Eyðgerð, Margret og Annika Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá Karin Isaksen Norðragøtu doyði og varð jarðað. Tøkk fyri blómur, kransar og minnisgávur til nýggja sambýlið í Gøtu. Tøkk til tykkum, sum fylgdu henni til gravar. Eisini ein tøkk til starvsfólkið á B6 og B7. Systkini Hósdagin 27. mai var sein- astu ferð at Hansina Larsen í Havn sat vakt við próv- tøkurnar á Føroya Lærara- skúla. Hansina er ættað úr Kví- vík og verður skjótt 80 ár. Hon byrjaði í 1965 at sita vakt á Føroya Læraraskúla. Tá helt skúlin til í gamla komunuskúlanum í Vaglin- um í Havn, har sum býráðið er í dag. Hetta tíðarskeiðið hevur Føroya Læraraskúli havt fimm stjórar. Tá hon byrj- aði, var Tummas Nygaard stjóri, síðan var tað Martin Holm, Bjarni Niclasen, Andreas Højgaard og Pauli Nielsen, sum í dag er rekt- ari á skúlanum. Seinnu árini hevur Han- sina skipað fyri vaktunum og skaffað fólkini sum sita vakt. Vanliga sita trý fólk vakt undir próvtøkunum. Hansina Larsen, Tórshavn: Sitið vakt í 40 ár á Føroya Læraraskúla Andlát 20. mai Albert Mortensen, Argir,andaðist í London, 55 ár. Paula Krúnufjall, ættað av Norðtoftum búsitandi í Klaksvík, 67 ár. 21. mai Kim Freyser Jacobsen, Klaksvík, 42 ár. 22. mai Ragnhild Djurhuus, ættað úr Sumba, búsitandi í Reykjavík, 80 ár. 23. mai Mathea Olsen, fødd Højgaard, Toftir, 71 ár. Henry Ziska, Klaksvík, 83 ár. 24. mai Jaspur viá Garð, ættaður úr Klaksvík búsitandi í Kollafirpi, 65 ár. Jákup Berg, Tórshavn, 76 ár. Hjørleif Johansen, ættaður úr Miðvági búsitandi í Hovi, 71 ár 25. mai Astrid Eliasen á Bakkanum í Fuglafirði, 92 ár. 26. mai Michala Hjelm, Vágur, 84 ár. Frida í Dali, Tórshavn, 94 ár. Pauli Nielsen rektari á Føroya Læraraskúla takkar Hansinu Larsen fyri langa og trúgva tænastu Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 13 12