leygardagur 29. mai 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 101 - 29. mai 2004
15
Gentufnis og látur er
ikki tað fyrsta vit seta
í samband sjúku og
sjúkrahús. Men tá
kvinnur, ið eru í
stráluviðgerð fyri
krabbamein, læra seg
at leggja make-up
saman við Elsu í
Garði, hoyrist láturin
langt út á gongina á
landssjúkrahúsinum
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
– Øll hava brúk fyri at
flenna, og allar kvinnur
vilja síggja gott út. Eisini
tær, ið eru í stráluviðgerð
fyri krabbamein. Fyri tað,
um tær hava mist hár,
eygnabrýr og vippur, hava
tær ikki mist humørið ella
hugin at síggja gott út. Á
skeiðunum í andlitsrøkt fáa
tær eitt skump tann rætta
vegin og eina glaðari mynd
av sær sjálvum í speglinum,
sigur Elsa í Garði, vakur-
leikaserfrøðingur
og
sjúkrarøktarfrøðingur.
– Eg læri kvinnurnar at
tekna natúrligar eygnabrýr
og nýta røttu litirnar til at
fáa eitt gott dæmi aftur. Tað
finnast alskyns tricks, tú
kanst nýta, soleiðis at ongin
varnast, at nakað er øðrvísi,
og sum fáa teg at síggja
frískan út. Tú skalt bara
hava røttu amboðini og
læra at nýta tey. Tað er nýtt,
spennandi og stuttligt, og
vit hava hvørki tíð ella hug
at tosa um sjúkur. Størsta
avbjóðingin hjá okkum er
oftast at at halda penslum
og stiftum beint, meðan vit
flenna í kíki, sigur Elsa í
Garði, sum er lærari á
skeiðnum.
Útsjónd og sjálvsvirði
Í flestu førum setur strálu-
viðgerð rættiliga sjónlig
spor á útsjóndina. Húðin
fær ein grá/gulan lit, og
hárvøksturin hvørvur sum
oftast. Hetta hendir sjálv-
sagt bæði hjá kvinnum og
monnum, men royndir vísa,
at nýggja spegilsmyndin
órógvar kvinnur nógv meir
enn menn. Tí hevur Føroya
Felag Móti Krabbameini
seinastu tvey árini skipað
fyri skeiðum í andlitsrøkt
fyri kvinnum í stráluvið-
gerð.
– Øll vita, hvussu stóran
týdning útsjóndin hevur
fyri okkara sjálvsvirði. Og
øll hava vit okkara lýti, sum
vit læra at káma, so tey ikki
eru so sjónlig, ella vit venja
okkum við tey við aldrin-
um. Men fært tú stráluvið-
gerð
fyri
krabbamein,
hendir broytingin í út-
sjóndini knappliga og ofta
ógvusliga.
Serliga kvinnur hava ofta
ilt við at góðtaka at tær
missa hárið og gráa and-
litslitin, sum fylgir við.
Hetta ávirkar teirra sjálvs-
virði, so at tær helst bara
vilja goyma seg og sleppa
undan yvirhøvur at fara út
ímillum onnur fólk. Og tað
oyðileggur sjálvandi eisini
lívsgóðskuna í síðsta enda,
sigur Elsa
Lívsgóðska
– Hetta snýr seg jú ikki
bara um útsjónd og sjálvs-
virði. Ein kvinna, sum
hvønn dag sær eina sjúka
andlitsmynd í speglinum,
kennir seg ofta nógv meir
sjúka, enn hon í veruleik-
anum er. Í ringasta føri
kann tað hava við sær, at
hon missir móti um nakran-
tíð at gerast frísk aftur.
Onnur fólk fara eisini
øðrvísi við fólkum, sum
síggja beinleiðis sjúk út.
Tey vita ikki, hvat tey skulu
siga, og ansa væl eftir ikki
at siga nakað um útsjónd-
ina. Og tað ávirkar sjálv-
andi allan stemmningin og
mátan,
arbeiðsfelagaðar
ella avvarðandi eru saman
við tí sjúka, sigur Elsa.
Samskifti
Elsa í Garði er eisini sjúkr-
arøktarfrøðingur, og tað
heldur hon vera ein av-
gjørdan fyrimun, tá hon
hevur skeið við kvinnum,
sum fáa stráluviðgerð.
– Eg havi sjálv arbeitt
sum sjúkrarøktarfrøðingur
á krabbameinsdeildum, so
eg veit, hvat nívir hesar
kvinnur, og hvussu tosið
gongur millum tær, tá tað
ræður
um
útsjóndina.
Flestu kvinnur halda seg
hava okkurt lýti við síni
útsjónd, sum tær ikki eru so
fegnar at práta um við
hvønn sum helst, sjálvt um
tað snýr seg um okkurt heilt
vanligt. Hjá kvinnum, sum
fáa stráluviðgerð, kemur
sjúkan afturat, og tað fær
tær ofta at kenna seg einsa-
mallar við tí, tær halda mis-
prýðir tær. Sjálvandi ynskja
tær eisini at deila sínar
tankar við onkran, men tað
er ikki altíð tær tora.
– Eg havi sæð so nógvar
kvinnur, sum fáa stráluvið-
gerð, so eg verði hvørki
kløkk ella illa við, tá tær til
dømis taka parykkin av. Eg
eri jú eisini von við at nerta
við sjúk fólk, og eg trúgvi,
at kvinnurnar merkja, at eg
taki tað púra avslappað. Og
hetta hevur nógv at siga, tí
skeiðini snúgva seg í veru-
leikanum minst líka nógv
um gott samskiftið og at
kenna seg tryggan, sum um
smyrsl og litir, sigur Elsa.
Look good – Feel
Better.
Tað Føroya Felag Móti
Krabbameini,
sum
við
íblástri frá altjóða átakinum
Look Good - Feel Better,
skipar fyri skeiðnum, sum
er ókeypis.
Look Good - Feel Better
skeiðini byrjaðu í Onglandi
í 1989. Aðrastaðni verða
tey sponsorerað av sminku-
fyritøkum,
soleiðis
at
skeiðini eru ókeypis, og
kvinnurnar kunnu fáa eina
tasku við øllum teimum
tørvar til dagliga andlits-
røkt heim við. Innihaldið í
taskuni hevur eitt virði á
ein 2-3000 kr, men so stóra
gávu hevur felagið ikki ráð
at lata føroysku kvinn-
unum. Tær fáa tó ein
sminkupung við varrastift,
mascara og eygnablýanti.
– Vit hava hava fingið
stuðul ymsa staðni frá, men
peningurin røkkur ikki so
langt, sum vit vildu ynskt.
Aðrastaðni verða slík skeið
hildin 14. hvønn dag, men
vit hava bert ráð at halda
tey umleið 3 til 4 ferðir um
árið. Tí er tað sjálvandi
mark fyri, hvussu nógvar
kvinnur fáa gleði av hesum.
Men vit royna allatíðina at
søkja stuðul, og vóna tað
besta. Fyribils kunnu vit í
øllum førum fegnast um,
hvussu stóra gleði, kvinn-
urnar, sum hava verið á
skeið, hava havt av tí, sigur
Jansy Gaardlykke, sam-
skipari í Føroya Felag Móti
Krabbameini.
Næsta skeiðið verður
komandi mikudag í Gesta-
borðstovuni á Landssjúkra-
húsinum kl. 14.00.
Loppu-
marknaður
fyri eldri
Áhugabólkurin
fyri
eldri í norðoyggjum
fer at skipa fyri loppu-
marknaði, kaffisølu og
køkutombola tann 12.
juni. Í tí sambandi við
loppumarknaðin vilja
tey heita á fólk um at
lata lutir. Tað kann
vera alt frá klæðum til
leikur og møblum til
postalín, siga tey úr
áhugabólkinum.
– Vit taka í móti
lutum í kjallaranum á
sambýlinum á Heyg-
num týsdagin 1. juni
frá klokkan 19 til 21.
Tey, sum hava lutir
at lata, men ikki hava
møguleika at koma við
teimum sjálvi, kunnu
seta seg í samband við
Mariu Klein á tlf
455383 ella Gerdu
Absalonsen
á
tlf
455174 ella 455164.
-sae-
Látur og smyrsl
á sjúkrahúsinum
- Tað skal ikki bara vera trist og keðiligt at koma á landssjúkrahúsið. Tí hava vit valt at hava
skeiðini í at leggja make-up har, sigur Elsa í Garði, vakurleikaserfrøðingur og skeiðshaldari
Mynd: Jens Kristian Vang
15
14
Nr. 101 - 29. mai 2004
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Sjálvur andin vitnar saman við anda okkara, at
vit eru Guds børn
Róm. 8,16
Hvítusunnan er andans hátíð. Andin kemur yvir
ápostlarnar. Men vit trúgva sum kristin, at andin
altíð er har, orðið verður boðað og har sakrament-
ini verða býtt út. Gud er við øðrum orðum okkara
millum. Hann er har menniskju koma saman í
kristna felagsskapinum.Vit hava andan í okkum og
millum okkum. Og andans uppgáva er at gera boð-
skapin livandi og viðkomandi hvørja ferð hann
ljóðar. Uttan andan er orðið deytt og óviðkomandi,
tað er mannaorð. Men tá andin kemur aftrat
orðinum gerst tað livandi, tað gerst Guds orð. Tað
er hetta hvítusunnan merkir.
Andin ger okkum kristnu heil og sonn, ger
okkum til sonn vitnir fyri øðrum. Vit gerast av
sonnum kærleikans umboðsmenn og kvinnur. Ja,
vit kunnu siga, at andin ger, at kristna trúgvin fær
týdning fyri okkum, sigur okkum nakað og gerst
tað, vit liva og doyggja í. Vit kunnu ikki sjálv geva
okkum trúgv og vit kunnu ikki gera kristna
boðskapin viðkomandi fyri okkum.
Tað megnar bara andin og tað vil siga, bara Gud.
Soleiðis kunnu vit siga, at trúgv er gáva, tað er
givið at trúgva. Trúgvin og kærleikin spíra framí
hinum kristna felagsskapinum. Trúgvin kemur av
at hoyra, sum Paulus ápostul sigur. So fáa vit kraft
og megi og inspiratión til at liva kærleikans lív í
heiminum, tá orðið um hitt góða ljóðar. vit fáa
andans kraft til at verða salt og ljós, ein sannur
kristin bæði í orði og verki. Hvør dagur er ein
nýggj avbjóðing, ein nýggjur møguleiki at liva
lívið saman við Gudi í trúgv og saman við næsta
okkara í kærleika. Bara andin kann hjálpa okkum
til hesa trúgv og til hesa kærleikans tænastu. Tað
sigur hvítusunnuboðskapurin okkum.
David Johannesen, prestur
EITT LJÓS Á GØTU MÍNI
Til minnis um
Albert Mortensen
á Argjum
Tú vaks upp mitt í bygdini á Argjum
á Høvdanum gamla har vøgga tín stóð
har hoyrdi sum piltur tú duni frá sjóð
tá móður teg trygt hevði lagt
stóð Argjahøvdi í lannerings briminum vakt
Tú var løgfrøðingur, hugsjónarmaður,
listamaður, spakførur og vinsælur
lívið kann geva mong høgg
yvir hvørjum tindi er róð
handan fjøll tann æviga sól
Hvíl í frið í fosturlandsjørð
eg drýpi høvur í tøgn
Jesus verið hjá tær!
æra verið minni títt
Viggo Olsen
80 ár
Mikudagin 2. juni fyllir Marita Pállsdóttir Mohr 80 ár.
Føðingardagurin verður hildin á Lágargarði millum kl.
16.00 og 19.00.
Gullbrúdleyp
Marianna og Leif Nolsøe í Sørvági hava gullbrúdleyp
2. hvítusunnudag, 31. mai, og verða tey hendan dag frá
kl. 17.00 seinnapart stødd hjá synunum uppi í
Húsadali, har vitjandi eru vælkomin at heilsa upp á tey.
Brúdleyp
22. mai giftust í Dómkirkjuuni Guðrun av Reyni,
Tórshavn, og Arthur Jakobsen, Runavík.
Í gjár, 28. mai, giftust í býráðssalinum í Havn Olina Eið
Knudsen og Sigmar Djurhuus úr Porkeri.
Í dag, 29. mai, kl. 15.00 giftast í Glyvra kirkju Randi
Lamhauge Hansen, Glyvrar, og Ólavur Olguson,
Klaksvík. Veitslan verður í kappróðrarneystinum á
Glyvrum kl. 19.00 fyri innbodnum.
Í dag, 29. mai, giftast í prestagarðinum í Lamba Gunn
Johannesen, Runavík, og John Dávid Joensen, Leirvík.
Døgurði verður fyri innbodnum á Sjómansheiminum í
Runavík. Eftir kl. 20.00 er opið hús heima hjá Lyon og
Jórun, har øll eru hjartaliga vælkomin.
Í dag, 29. mai, kl. 16.00 giftast í Glyvra kirkju Odd-
bjørg Johansen, Runavík, og Kevin Chukwudi Ugwa,
Nigeria. Veitslan verður fyri innbodnum í kantinuni hjá
FJM, Fjøruvegur, Runavík.
Silvurbrúdleyp
Mikudagin 2. juni hava Marjun og Erling Petersen,
Klaksvík, verið gift í 25 ár. Vælkomst verður í
KFUM&K leygardagin hin 29. mai frá kl. 18.00.
2. juni hava hjúnini Randi og Símun Petur Hjelm í
Klaksvík silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin í dag,
29. mai, í Skálanum frá kl. 17.00. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
Hósdagin læt Astri
Luihn upp eina
listaframsýning í
Listaskálanum í
Havn. Hetta er fjórða
stakframsýning, hon
hevur í Føroyum
Malan Marnersdóttir pro-
fessari læt framsýningina
upp, og Petra Iversen sang
á móttøkuni.
Á Framsýningini eru 44
málningar, ið eru gjørdir á
linoleumsplátur, har hon
sker, málar og nýtir ymisk-
an grafiskan teknikk í eini
og somu mynd.
Astri sigur um máln-
ingarnar á framsýningini:
"Eg ynski at skapa eina
megnandi megi í einum
kvirrum heimi við at leita
inneftir – eina glaskenda
avdúking av rúmi og tíð -
myndirnar eru niðursjóð-
ingar av teknum, uppliving-
um uttan um okkum og inn-
an í mær"
Framsýningin er opin til
18 juli.
Astri Luihn í Listaskálanum
2. Hvítusunnudag 31.
mai kl. 20.00 hevur
Leikhúsið Gríma
premieru á Not
Kabarett
SJÓNLEIKUR
Tá ið tað ferð eftir ferð er
staðfest, at tað, sum selir
mest í Føroyum eru sex og
porno, skandalir og religi-
øsir sangleikir, so mugu vit
heldur ávara tykkum um, at
eingin av hesum omanfyri
nevndu kategorium eru við
í Not Kabarettini, sum
Leikhúsið Gríma í næstum
fer at sýna fram.
Soleiðis sigur Leikhúsið
Gríma í tíðindaskrivi um
leikin, sum verður frum-
framførdur annan hvítu-
sunnudag.
Tey siga, at okkara trans-
vestittar eru bæði hampu-
ligir/ar og siðiligir/ar, og
tankalesarin ansar væl eftir,
at innastu forbodnu tankar-
nir ikki koma fram -
idioturin er slett ikki so
býttur sum hann sær út til -
og purrivøtturin er slett og
aldeilis einki farligur.
Hetta er ikki ein Ólavs-
vøku-kabarett, hon kemur
ikki fyrr enn tá, men hetta
er heldur ein »á-veg-í-býin-
kabarett« til eitt og hvørt
hugnaligt
hóskvølds-
fríggja-leygar- og sunnu-
kvølds-høvið.
Spælt verður klokkan
20:00 hóskvøld og sunnu-
kvøld - men fríggjakvøld
og
leygarkvøld
verður
spælt
klokkan
22:00.
Kostnaðurin er 125.
Við hesum verið væl-
komin á Not-Kabarett. Og
góða skemtunn, heilsa tey
úr Grímu.
el
Gríma: NOT KABARETT
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
14