leygardagur 29. mai 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 101 • leygardagur • 29. mai 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Todi tekur endaligu
landsliðsstøðuna
Eftir at hava latið
dyrnar staðið glopp-
aðar í trý ár, fer Todi
Jónsson nú endaliga
at boða frá, hvørt
hann hevur eina
framtíð á føroyska
fótbóltslandsliðnum
ella ikki
TODI & LANDSLIÐIÐ
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Eftir at danska kappingin
endar um vikuskiftið, fara
leikararnir hjá FCK í eina
stutta summarfrí.
Ikki óvæntað fer Todi
Jónsson at halda hesa í
Føroyum, og ein av teimum
fimm døgunum, sum hann
verður her heima, veður
talan um ein tíðindafund,
sum skal haldast í Havn.
Og her eru tað fyrst og
fremst tvey mál, sum verða
á skránni.
Annað er kunning um
dystirnar, sum FCK fer at
spæla í Føroyum móti
ávíkavist KÍ og HB.
Kanska’ið skal burtur
Hitt málið er støðan hjá
Toda viðvíkjandi landsliðn-
um. Tað eru nú trý ár síðani,
at Todi boðaði frá, at hann
ikki sá seg føran fyri at taka
lut í aljtóða dystunum hjá
Føroyum. Spurningurin um
eitt møguligt come-back
hevur javnan verið frammi,
men enn hevur svarið hvørja
ferð verið hitt sama: Ikki í
løtuni.
Nú er tó liðugt við hes-
um. Sjálvur vil Todi einki
siga, hvørji boðini verða á
tíðindafundinum, men sam-
bært tí, sum Sosialurin er
kunnaður um, so hevur eitt
ávíst samband verið millum
Toda og FSF seinastu
dagarnar.
– Hetta er ein spurningur,
sum alla tíðina hevur verið
frammi hesi seinastu trý
árini. Satt at siga, so hevur
tað til tíðir verið eitt sindur
møðsamt at hoyra hetta
umaftur og umaftur, so nú
fari eg at taka eina endaliga
støðu, sigur Todi.
Hvør støðan verður, vil
hann sum sagt ikki siga,
men hann vónar, at hann á
tíðindafundinum
kann
svara nøkrum av teimum
spurningum,
sum
hava
verið reistir seinastu mongu
árini.
– Og so vóni eg, at tey,
sum hava funnist at míni
avgerð, verða til staðar.
Hetta verður so seinastu
ferð, at eg yvir høvur fari at
umrøða hendan spurningin,
og eg ætli mær so at svara
øllum spurningum so væl,
sum eg yvirhøvur kann.
Meira enn tað sama fæst
ikki burturúr Toda hesum
viðvíkjandi. Ikki annað,
enn at diskussiónin kring
evnið er liðug, tá tíðinda-
fundurin er av. Og tað kann
so innibera eitt av tveimum
møguliga. Antin at málið
verður avgreitt við at leik-
arin aftur sigur seg vera
tøkan, ella at tað verður
sligið fast, at talan ikki
verður um fleiri dystir og
harvið basta.
Gleðir seg til FCK-
ferðina
Hitt málið á tíðindafundin-
um verður sum sagt kom-
andi
Føroya-ferðin
hjá
FCK. Ein ferð, har Todi
hevur havt ein sera aktivan
leiklut, og har tað hálva
vegna er hann, sum stendur
fyri ferðini.
– Tað er einki at ivast í, at
hetta er nakað, sum eg gleði
meg til. Eg havi nú veð í
FCK í rættiliga nógv ár, og
fyri meg er tað ein stór-
hending, at eg soleiðis kann
vísa teimum mítt heimland.
Hetta er nakað, sum eg
onkra tíð havi hugsað um,
og nú bæði KÍ og HB fylla
100, var tað eitt upplagt
høvi at fáa hetta í lag.
– Fyri flestar av leikarun-
um er galdandi, at teir ikki
hava verið í Føroyum, so eg
vóni, at vit fáa stundir til at
upplivað eitt sindur av
landinum. Í øllum førum,
so verður talan um eina
ferð til Klaksvíkar, tá KÍ-
dysturin stendur á skránni,
og so fáa vit at síggja,
hvussu nógv annað vit fáa
stundir til, heldur hann.
Og spurdur, hvørt talan
verður um eitt FCK-lið í
sterkastu uppstilling, sigur
hann, at tað verður tað.
– Einasti leikarin, sum
ikki er við, verður helst
Magnus Kihlstedt, sum tá
er við svenska landsliðn-
um, men annars verða teir
so allir við. Bæði Santos og
Zuma og hvat teir annars
eita. So er bara at vóna, at
eg sleppi at byrja inni í
álopinum, tekur hann held-
ur skemtandi til at enda.
Dystir um vikuskiftið
1. deild menn
Dagf.
Dystur
Dómari
29.05
GÍ-EB/S
Páll Augustinussen
29.05
VB-ÍF
Oddmar Andreasen
29.05
HB-B68
Eiler Rasmussen
29.05
NSÍ-KÍ
Birgir Sondum
29.05
Skála-B36
Lassin Isaksen
2. deild menn
29.05
Sumba-KÍ
Jens Petur Brattalíð
29.05
FSV-TB
Georg Rasmusse
29.05
LÍF-B36
Tummas P. Olsen
29.05
AB-B71
Dan Højgaard
29.05
Royn-VB
Petur Skarðenni
3. deild menn
31.05
GÍ-EB/S
Eugen Voda
31.05
TB-ÍF
Poul Poulsen
31.05
HB-B68
Jónleif Frederiksen
31.05
NSÍ-SÍ
Palli Gregersen
31.05
Skála-Fram
Jákup M. Kjeld
1. deild kvinnur
31.05
GÍ/B68-KÍ
Jan á Líðarenda
31.05
FSV-AB
Kristin av Kák
31.05
Sumba-EB/S
Mihai Matai
Seinasti dysturin hjá Toda á føroyska landsliðnum var í mars
mánaði 2001 í Luksemburg. Tá noyddist hann enn einaferð
skaddur av vøllinum, og júst skaðafrekvensurin var orsøkin til,
at hann tá gav eitt fyribils avboð til landsliðið. Komandi viku
verður greitt, hvørt hetta so bert var fyribils, ella um fremsti
føroyski leikarin tá spældi sín seinasta landsdyst
17
16
Nr. 101 - 29. mai 2004
UTTAN ÚR HEIMI
Ríkmaður í rættin
Í gjár var fyrsti rættarfundurin í málinum ímóti ríkasta
manni í Russlandi, Mikhail Khodorkovskij, sum er
ákærdur fyri skattasvik og annað svik fyri fleiri milli-
ardir krónur. Verður hann dømdur sekur, kann hann fáa
upp í 10 ára fongsul.
Ákæruvaldið vil vera við, at hann hevur skákað sær
undan at gjalda russiska ríkiskassanum fleiri milliardir
krónur í skatti og avgjøldum, og í vikuni segði ein
dómstólur, at Khodorkovskij skal gjalda ríkiskassanum
einar 20 milliardir krónur. Sjálvur hevur hann sagt, at
rættarmálið ímóti sær er politiskt, tí at hann hevur
stuðlað politiskum mótstøðumonnum hjá Vladimir
Putin, forseta.
Tann 41 ára gamli Khodorkovskij stovnaði í síni tíð
oljufelagið Yukos. Í oktober í fjør varð hann tikin, tá
privatflogfar hansara millumlendi á einum flogvølli í
Sibiria. Hann verður hildin at vera ríkasti maður í
Russlandi, og serkøn halda, at hann eigur pengar og
virði fyri einar 100 milliardir krónur.
Lumpaði løgregluna
Myndugleikarnir í Týsklandi søknast nú eftir islamiska
leiðaranum Metin Kaplan, og myndugleikar í øllum
londum hava fingið boð um at leita eftir honum.
Metin Kaplan hevur fleiri ferðir almannakunngjørt
sínar víðgongdu islamsku hugsjónir, og tað fekk týskar
politikarar at krevja, at hann skuldi vísast úr Týsklandi.
Málið kom fyri rættin, men ein dómstólur gjørdi av, at
maðurin hevði rætt at verða verandi í Týsklandi. Miku-
dagin broytti ein annar dómstólur avgerðina, men tá
løgreglan fór eftir Metin Kaplan, var hann horvin.
Nú kjakast týskarar um, hvør hevur skyldina av, at
maðurin slapp til rýmingar. Løgreglan heldur seg ikki
hava gjørt nakað skeivt, og trygdartænastan sigur tað
sama. Boðini frá politikarunum eru greið: Finnið
mannin og sendið hann av landinum! Summi halda, at
hann er longu rýmdur úr Týsklandi.
Arnold væl dámdur
Filmsleikarin Arnold Schwarzenegger er væl umtóktur
sum guvernørur í amerikanska statinum Kalifornia.
Ein kanning vísir, at 65 prosent av kaliforniska fólk-
inum eru nøgd við tað, sum hann hevur fingið frá hond-
ini, síðani hann gjørdist guvernørur, og so stóra undir-
tøku fingu teir báðir seinastu í guvernørstarvinum, Pete
Wilson og Gray David, ongantíð, skrivar Aftenposten.
Tað er hinvegin ikki vist, at hann fer at varðveita ta
stóru undirtøkuna. Búskapurin í Kalifornia er illa fyri,
og Schwarzenegger hevur sagt, at skal hallið á
fíggjarlógini, sum er 14 milliardir dollarar, fáast burtur,
er einki annað at gera uttan at hækka skattin. Tann
avgerðin verður neyvan væl dámd ímillum veljararnar
og fer uttan iva at ávirka umdømið hjá guvernørinum,
skrivar Los Angeles Times.
Ballón mátti neyðlenda
Ein luftballón við 26 fólkum umborð mátti neyðlenda
eystan fyri Stockholm hóskvøldið, tí vandi var fyri, at
hon fór at detta niður í havið.
Bæði svenska sjóverjan, bjargingartænastan og løg-
reglan komu á staðið, eftirt at teir báðir ballón-
skipararnir høvdu boðað frá, at teir fingu ikki ballónina
at seta seg. Teir gjørdu fleiri royndir, men ballónin rak
longri og longri frá landi, og at enda var vandi fyri, at
brennievnið fór at ganga undan.
Ballónskipararnir gjørdu tí av at neyðlenda á sjónum.
Tað gekk væl, og tey 26 fólkini vórðu tikin upp. Eingin
fekk skaða av ferðini, sum bleiv fyriskipað í sambandi
við, at eitt av ferðafólkunum hevði 40 ára føðingardag.
Ein iranskur maður,
sum hevur smittað
kvinnur og menn í
fleiri londum við
HIV, er latin leysur
HIV
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Myndugleikarnir í fleiri
londum halda, at Mehdi
Tayeb hevur havt kynsliga
samveru við meiri enn
hundrað
kvinnum
og
monnum uttan at siga
teimum frá, at hann er
smittaður við HIV.
Mehdi Tayeb gjørdist
kendur
undir
heitinum
"HIV-maðurin", eftir at
hann hevði neyðtikið eina
18 ára gamla gentu í Svør-
íki í 1998. Tá svenska løg-
reglan rannsakaði íbúð
hansara, funnu løgreglu-
menninir heilivág ímóti
HIV og eina telefonbók við
nøvnunum hjá 180 kvinn-
um.
Kanningarnar avdúkaðu,
at Mehdi Tayeb hevði havt
kynsligt samband við 130
kvinnur og tveir menn í
Svøríki, USA og Kanada.
Eingin teirra hevði fingið
at vita, at hann hevði HIV.
Tað vísti seg eisini, at
Mehdi Tayeb hevði neyð-
tikið ímillum 20 og 25 av
teimum 130 kvinnunum.
Eftir kravi frá svensku
løgregluni bleiv Mehdi
Tayeb tikin í Iran í fjør,
men hósdagin frættist, at
hann var latin leysur. Sviar
hava fleiri ferðir kravt at
fáa hann útflýggjaðan, men
iransku myndugleikarnir
hava ikki svarað kravinum.
Nú hevur svenska løg-
reglan spurt, hví hann er
latin leysur, men iranar
hava ikki svarað, skrivar
Aftonbladet.
"HIV-maðurin" latin leysur
Samstundis sum und-
irtøkan hjá George W.
Bush, forseta minkar,
harðna álopini frá
andstøðuni. Nú krev-
ur hon, at fleiri av
næstu medarbeiðar-
um forsetans skulu
koyrast frá
USA
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Tað harðasta álopið higartil
kom frá fyrrverandi vara-
forsetanum Al Gore í einari
røðu, sum hann helt á lærda
háskúlanum í New York
hóskvøldið.
Í røðuni legði hann for-
setan undir at hava logið
fyri amerikanska fólkinum.
Hann vildi eisini vera við,
at Bush hevur gjørt tað
vandameiri at liva í heim-
inum, og at vandin fyri
yvirgangi í USA er størri
nú, enn tá forsetin tók við.
–
Forsetin
sannførdi
meirilutan av amerikanska
fólkinum um, at Saddam
Hussein hevði ábyrgdina av
atsóknini tann 11. septem-
ber í 2001. Veruleikin var,
at hann hevði einki við at-
sóknina at gera, segði Al
Gore. Og hann helt fram:
– Tann 12. september í
2001 æt forsíðan á einum
av teimum størstu fronsku
bløðunum "Nú eru vit øll
amerikanarar", og tá fingu
vit stuðul um allan heimin.
Nú síggja vit myndirnar av
tí, sum er hent í Abu
Ghraib-fongslinum í Irak.
Hvat er tað, sum er hent í
hesum tíðarskeiðinum?
Hann gjørdi greitt, at
Bush má sleppa sær av við
fleiri av sínum næstu med-
arbeiðarum. Hann hevndi
Donald Rumsfeld, verju-
málaráðharra, Paul Wolfo-
witz,
varaverjumálaráð-
harra, Condolleezzu Rice,
trygdarráðgeva,
George
Tenet, stjóra í CIA, og tveir
embætismenn.
– Tey eru ikki nóg dugna-
lig. Støðan versnar fyri
hvønn dag, so leingi tey
sita í sínum størvum, segði
Al Gore. Serliga verju-
málaráðharin fekk ákoyr-
ingarnar:
– Land okkara er í vanda
hvønn einasta dag, Rums-
feld er verjumálaráðharri.
Okkum tørvar ein ein betri,
segði varaforsetin hjá Bill
Clinton.
Tey eiga at fáa sekkin
Condoleezza Rice, trygdarráðgevi hjá Bush, er óegnað til starv sítt
USA er í vanda, so leingi Donald Rumsfeld er
verjumálaráðharri, sigur Al Gore.
Paul Wolfowitz, varaverjumálaráðharri eigur
at fáa sekkin
C
M
Y
K
16
Høng Gymnasium og HF
www.hoeng-gymhf.dk
tlf.:+45 5885 2636
Á Høng Gymnasium hendur tað eisini
naka, tá ið klokkan hevður ringt út
Gymnasium og HF – skeið við kostdeild.
Ring ella hygg á heimasíðu okkara.
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo