Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-29, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. mai 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 101 - 29. mai 2004 19 NSÍ-KÍ: Bara sigurin telur Við ávíkavist seks og fimm stigum, kunnu KÍ og NSÍ fylgja við oddinum, men trý stig leygardagin er kravið til tess UPPTAKT Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hjá bæði NSÍ og KÍ hevur byrjanin upp á kappingar- árið verið heldur soltnari, enn vónirnar vóru til. Men enn er so ikki ov seint. Oddurin er ikki av álvara drigin frá enn, og við einum sigri leygardagin, hava liðini av álvara møguleikan at leggja seg út í oddastríðið. Skyldu øllum ein sigur Og hjá báðum pørtum er galdandi, at tey hava á leið alt fólkið tøkt. Jógvan Martin Olsen sig- ur, at hjá teimum er talan hvørki um leikbann ella skaðar, og spurdur, hvørt teir fara eftir sigrinum, er venjarin ivaleysur. – Tað gera vit sjálvandi altíð, men tað er so ikki hvørja ferð, at tað eydnast. Hinvegin haldi eg, at vit skylda bæði felagnum, okkum sjálvum, og ikki minst okkara trúgvu áskoð- arum, at vit nú gera álvara av hesum, og við allari virðing fyri KÍ, so skal hetta bera til. Venjarin heldur eisini, at spælið hjá liðnum hevur verið heldur betri seinastu dystirnar, men málini resta framvegis, og sum kunn- ugt, so eru tað fyrst og fremst hesi, sum telja. Báðar vegir Og hjá KÍ hevur júst hetta eisini verið ein av stóru trupulleikunum í ár. Enn hevur liðið ikki roynt at fara av vøllinum sum taparar, men ov nógvir javnleikir kunnu kosta dýrt á talvuni, og hetta tykjast teir á liðnum eisini at vera greiðir um. Hesaferð noyðast teir tó at vera Símun Joensen fyriuttan, eftir at hann fekk reytt seinast, men í aðrar mátar tykist hópurin vera styrktur. Leon Bjartalíð gjørdi kortini ikki álvara av sínum ætlanum um at skifta felag, og hann hevur so vant aftur við fullari ferð, og eisini Jacob Bymar er um at koma fyri. Danski álopsleikarin hevur drigist við skaða í lærkrikanum, men hesin er nú batnaður somikið, at hann í øllum førum verður í hópinum leygardagin. KÍ má vera Símun Joensen fyriuttan, eftir at hann fekk reytt í dystinum móti EB/Streymi seinast Skal metast eftir hagtølun- um, so verður mest spenn- andi uppgerðin leygardagin tann við Løkin, har KÍ vitj- ar NSÍ. Hagtølini fyri dyst- in siga í øllum førum, at her hevur staðið at kalla á jøvn- um millum NSÍ og KÍ sein- astu tíggju árini. Av níggju dystum hava liðini vunnu hvør sínar fýra, meðan ein dystur er endaður við javn- leiki. Og málmunurin er so javnur sum 13-12. Sæð burtur frá Skála- B36, so benda hagtølin í hinum dystunum annars á greiðar heimasigrar. Ikki minst í Gøtu, har GÍ fleiri ferðir hevur vunnið stórt á EB/Streymi, tó at dysturin í fjør endaði við javnleiki. Men tað verða so neyvan hagtølini, sum fara at av- gera dystirnar. Stuttlig kunnu tey kortini vera, og talvan sýnir so, hvussu tað hevur tørnað út, tá mót- støðuliðini leygardagin hava hitst í bestu deildini seinastu tíggju árini. -jm Á pappírinum tykist VB hava nógv tey sterkastu kortini, nú ÍF kemur á vitjan UPPTAKT Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Vágbingar eru grammir eftir stigum, nú ÍF kemur suður á vitjan. Eftir at kappingarbyrjanin var í heldur lakari lagi, tykist VB hava fótað sær av álv- ara, og eftir sigurin sein- asta umfar og javnleikin í fyrru hálvfinaluni, eru tað nú aftur trý stig, sum telja. – Vit ætla okkum so í øllum førum at fáa trý stig leygardagin. Megna vit at fáa úrtøku úr teimum báð- um næstu dystunum, so fer tað eisini at síggja heilt gott hjá okkum. Soleiðis sigur Birgir Jørgensen, sum aftur í ár telist millum teirra, sum kappast um pláss í VB- álopinum. Um hópin til dystin sig- ur Birgir, at tað man fara at vera á góðari leið. And- ers Nygaard fór út við keiktum fóti seinast, og hann er so ikki tøkur enn, men í aðrar mátar eru allir mans tøkir. Og so er spurningurin, hvussu tað fer at vignast, nú vøllurin á Eiðinum av álvara skal takast í nýtslu. Í Fuglafirði ásanna tey, at talan verður um trupla uppgávu, og hon gerst ikki minni trupul, um hugt verður at fráverulistanum. Her er Bartal Eliasen annars strikaður, eftir at hann hevði leikbann í hálvfinaluni, og tað er sjálvsagt eitt pluss. Min- ussini tykjast tó eisini vera fleiri. Tað tykist heilt víst, at Hanus Eliasen ikki verður við vegna skaða, og eisini Magni á Lakjuni er ógvuliga ivasamur. Fritleif í Lambanum hevur leikbann hesaferð, og heldur ikki Bárður á Lakjuni er tøkur, so tað eru góðar kreftir, sum liðið má vera fyriuttan. Hartil kemur so, at Áki Petersen, Eyðun Rygs- hamar og Roy Róin allir hava drigist við skaðar seinastu tíðina, men her er vónin so, at tað fer at bera til at pjøssa teir saman til dystin. Gøtumenn vilja sleppa aftur í oddin, og til hetta krevjast trý stig móti botn- liðnum, EB/Streymi UPPTAKT Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað hevur gingið striltið hjá EB/Streymi higartil í ár, og eftir øllum at døma, so verður talan um trupla uppgávu í Gøtu. Ikki tí. Tað er neyvan nakar, sum hevur roknað við lættari uppgávu í Gøtu tey nógvu seinastu árini, men umframt mót- støðuna, so stríðist EB/- Streymur við fleiri skaða- trupulleikar á liðnum. Hesaferð er líkt til, at nýkomni Nico Dugaro noyðist at standa uttanfyri við skaða, og hóskvøldið var eisini ivasamt, hvørt Jákup Martin Joensen verður tøkur. Tað gevur í øllum førum hol á mið- vøllinum, har Knút Vestur- tún heldur ikki hevur vant í vikuni, men hetta hevur so verið av arbeiðsávum, so hann er tøkur til dystin. Í Gøtu tykist støðan vera ein heilt onnur. Allir mans eru tøkir. Eingi leik- bann og eingir skaðar, so hjá okkum er bara at fara eftir øllum stigunum. So- mikið kontant eru boðini, og so er spurningurin, hvørt GÍ nú megnar at fáa gongd á stigainnsavnina aftur, eftir at henda hevur staðið eitt sindur í stað seinastu umførini. VB-ÍF: Skerdir fuglfirðingar Eftir leikbann seinast, er Bartal Eliasen nú aftur tøkur hjá ÍF GÍ-EB/S: GÍ eftir øllum Púra javnt við Løkin 19 18 Nr. 101 - 29. mai 2004 Skála-B36: Fótbóltsfepur á Skála Greipan bíðar eftir Toda Todi er í hópinum, tá FCK vitjar FC Nord- sjælland, men tað tyk- ist ikki serliga sann- líkt, at hann verður millum teir fyrstu ellivu DM-GULLIÐ Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Leygardagin hevur Todi Jónsson møguleikan at vinna sítt triðja meistara- heitið við FKC, tá hvítu leyvurnar vitja hjá FC Nordsjælland. Kravið her er ein sigur, og hendir tað, so kann tað gera tað sama, hvussu tað tørnar út, tá Brøndby og longu niðurflutta AB hitt- ast. Todi Jónsson hevur sein- astu tíðina aftur fingið nak- að av spælitíð í FCK, eftir at hann annars hevur verið úti við skaða stóran part av árinum, og hann er aftur í 16 manna stóra hópinum, sum Hans Backe hevur tikið út til seinasta dystin. Um føroyski áleyparin verður millum teir fyrstu ellivu á vøllinum, tykist tó meira ivasamt. Eftir leik- bann seinast er Hjalte Nørregaard aftur tøkur, og hann fær heilt víst pláss á miðvøllinum. Tað mekir so helst, at Morten Bisgaard fer út aftur á kantin at spæla. Har var Jesper Bech vikarur móti AaB, og so er spurningurin, hvørt tað verða hann ella Todi, sum koma at vera álopsmakkari hjá Alvaro Santos. Ein tví- dystur, har Jesper Bech í løtuni tykist hava bestu møguleikarnar. Gamli venjarin provokerar Hóast hesar gitingar, so tykist tað ikki vera nakað, sum nervar Toda Jónsson, tá vit skiftu orð við hann um frammanfyristandandi uppgávuni. Ein dystur, sum fyri fyrstu ferð síðani ung- lingatíðina í KÍ kann hava við sær, at Todi endar eitt kappingarár sum greipuvinnari. – Vit fara so allir til dyst- in, og tað verður við trúnni uppá, at vit kunnu avgera alt sjálvir. – Sjálvandi verður tað ein trupul uppgáva, og Christi- an Andersen (venjari hjá FCN, blðm.) hevur veruliga gejla stemningin upp í topp. Eg veit ikki, um hann framvegis er illur um, at hann varð sagdur úr starv- inum sum FCK-venjari fyri nøkrum árum síðani, men tað er í øllum førum nakað, sum miðlarnir hava gjørt nógv burturúr, og hann hevur so ikki hildið seg aftur, sigur Todi. Og hann heldur eisini, at teir í FCK hava nakað at hava gullvónirnar í. – Eitt ella annað stað, so haldi eg, at vit hava fyri- mun. Stigatalvan sigur í øll- um førum, at vit hava betra liðið, og tað líkamikið, hvat teirra venjari sigur, so burdi tað verið ein munur á, nú vit stríðast fyri gullinum, meðan teir einki hava at spæla fyri. – Hartil tykist tað ofta, sum hava vit fyrimun av at spæla á útivølli. Tá sleppa vit undan at skula alt ov langt fram á vøllin at trýsta, soleiðis sum talan ofta er um í Parkini, sigur Todi at enda. Dysturin verður sendir beinleiðis á TV3, sum byrjar at senda kl. 13.00. Bygdarfólkið tykist bara at tosa um fót- bólt í hesum døgum, og nú verður talan um oddadyst, tá B36 vitjar UPPTAKT Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Nógv er vent upp og niður seinasta árið. Fyri einum ári síðani vitjaði eitt kreppurakt og sigursleyst B36 líka so kreppurakta Skála. Ta ferðina fekk B36 við einum sigri rætta skút- una somikið, at teir fram til tað seinasta vóru ein av heitastu FM-biðlunum. Nú vitjar B36 aftur á Skála, men hesaferð er talan so ikki um nakran botndyst. Liðini sum tá lógu á ávíkavist 10. og 9. plássi er nú nummar eitt og tvey, og ein møguligur vinnari kann av álvara skræða seg leysan í odda- stríðnum. Málið er óbroytt Og ikki minst á Skála hevur hetta av álvara sett bygdina á høvdið. Vanliga plagar tað at vera hondbóltstosið, sum gongur heitast har um leiðir, men hesa seinastu tíðina hevur bert fótbóltur verið á skránni. – Áhugin er øgiligur. At kalla hvør maður tosar bara um fótbólt. Fólk eru og hyggja at, tá venjingarnar eru, so hetta er nakað heilt annað. Orðini eigur áleyparin, Jónhard Frederiksberg, og hann dylir ikki fyri, at talan er um hugaliga støðu hjá leikarunum. – Sjálvandi er tað stutt- ligt. Ikki minst nú vit eisini skulu spæla oddadyst. Vit taka tað í øllum førum sum eina stóra avbjóðing, og vit fara so eisini at gera okkara besta. So fáa vit at síggja, um tað er nóg mikið, heldur hann. Men hóast góðu støðuna á talvuni, so tykjast hvørki Jónhard ella viðleikararnar at hava mist sambandið við veruleikan, sum sigur at Skála tvey ár á rað hava bjargað sær tilveruna í bestu deildini á evsta leik- degi. – Málið er framvegis tað sama. Vit vilja fyrst og fremst tryggja okkum, at vit eisini spæla í fyrstu deild komandi kappingár. Men við sigri leygar- dagin kunnu tit mest sum tryggja tykkum hetta, nú bara fimta umfar er a skránni. – Ja, tað hevur tú rætt í, um stigini seinastu tvey ár- ini skulu nýtast sum grund- arlag. Men vit taka so ein dyst í senn. Bólturin er framvegis rundur, so vit ætla okkum ikki soleiðis at kollvelta øllum ætlanum her og nú, heldur hann. Jónhard sigur annars, at allir mans eru tøkir til dyst- in. Hvørki skaðar ella leik- bann tykjast hótta nakran av leikarunum, so Jóhan Nielsen hevur allar møgu- leikar at blanda kortini. Hvussu tað so verður gjørt hesaferð, er ein annar spurningur, Veteranar trýsta á dyrnar Og í B36 tykjast tey eisini greið um, at nú skal liðið av álvara ígongd, um odda- sessurin skal endurvinnast. – Vit fara so í øllum førum eftir oddasessinum. Tað verður so ikki nøkur løtt uppgáva, men royndin skal so gerast, heldur Kenn- eth Jacobsen, sum í ár tyk- ist hava bitið seg fastan á høgra bakki á B36-liðnum. Sjálvur sigur hann, at teir kenna ógvuliga lítið til Skála liðið, sum teir tó hava hitt tvær ferðir í venjingar- dystum. Tær báðar ferðir- nar vann B36, men tey úr- slitini kunnu tó sjáldan nýtast sum vísital fyri nak- að sum helst. Í B36 eru tey annars um at hava allar mans í breiða hópinum tøkar. Bárður Mortansson verður tó ikki við eftir reyða kortið, sum hann fekk seinast, og í hansara stað kann roknast við við, at Allan Mørkøre fer at spæla. Hartil er spurningurin, hvørt tað hesaferð verður rúm fyri Jens Kristian Han- sen millum teir fyrstu ell- ivu. Eftir enn ein skaða- steðg hevur hann verið á beinkinum tær báðar sein- astu ferðirnar, men í slíkum dystum hava royndir ofta nógv at týða, og tí er ikki óhugsandi, at hann verður millum teir fyrstu ellivu hesaferð. Og so er Niels Joensen nú eisini komin fyri seg eftir skaða, men tað má metast sum sannlíkt, at hann í fyrstu atløgu verður at síggja á beinkinum. Í fjør var talan um botnuppgerð, tá B36 vitjaði á Skála, men hetta er í øllum førum broytt seinasta árið Todi Jónsson hevur leygar- dagin møguleikan at vinna triðja DM-gullið í fýra ár C M Y K 18