leygardagur 29. mai 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 101 - 29. mai 2004
Nýggja
steypið skal
handast
Um vikuskiftið verða
dystirnir í steypakapping-
ini hjá dreingjum leiktir.
Her er talan í ár um nýtt
steyp, og er tað Prentmið-
støðin, sum hevur latið
hetta. Sigandi heitið á
steypinum er blaðberara-
steypið, og lítið er at ivast
í, at onkur av teimum,
sum
leygardagin
fær
hendur á steypinum, eis-
ini er við í liðnum hjá
Prentmiðstøðini, sum ber
føroysku dagbløðini út
kring landið. Fríggjadagin
vóru tvær hálvfinalur á
skránni, og skuldu ávíka-
vist HB-VB og B36-EB/S
tá stríðast um finalu-
plássið. Sjálvur finalu-
dysturin verður leiktur
leygardagin.
-jm
Julian vann
Tað glapp burtur ímillum
í fríggjadagsútgávu okk-
ara, men føroyingaupp-
gerðin í Íslandi mikudag-
in endaði við, at Julian
Johnsson og ÍF vunnu 2-0
á útivølli móti Fram. Allir
tríggir føroyingarnir byrj-
aðu inni á vøllinum, og
eftir ein javnan fyrra
hálvleik eydnaðist beint
undan steðginum ÍF at
leggja seg á odda.
Fyri Fram var seinni
hálvleikur einki serligur.
Málverjin
fekk
reyða
kortið, og beint eftir økti
ÍA til 2-0. Og síðani fóru
tríggir av leikarunum hjá
Fram skaddir av vølli.
Teirra millum stórspælar-
in, Rikhardaru Dadason.
Úrslitið ber við sær, at
ÍA nú er á øðrum plássi í
deildini, men saman við
Fram hava teir so leikt ein
dyst fleiri enn hini liðini.
Í Fram tykist lagið tó
framvegis at vera gott. Á
heimasíðuni verður sagt,
at nú trý umfør eru leikt,
er talan um bestu úrtøku
felagsins í fleiri ár, og tí
halda tey, at hóast tapið,
so hevur felagið nógv at
fegnast um.
-jm
Skála er
favorittur
Veddingarfyritøkan,
NordicBet, hevur eisini
føroyskar dystir á útboðið
sínum. Til ber at vedda
um dystirnar í føroysku
fyrstudeild, og her fram-
gongur millum annað, at
Skála verður roknaður
sum lítil favorittur, tá teir
leygardagin taka ímóti
B36.
Her verður tó roknað
við einum sera jøvnum
dysti, og tað sama er talan
um, tá NSÍ tekur móti KÍ.
Størsti favoritturin er HB,
har tað bert ber til at
spæla handicap-spæl. Tað
vil siga, at um talan skal
gerast um 1-tal í tí dyst-
inum, skal HB vinna við
minst tveimum málum.
Oddsini fyri ymsu dystir-
nar finnast á heimasíðu
felagsins, og fyri føroysku
1. deild eru tey hesi:
Dystur
1
X
2
VB-ÍF
1,60 3,20 4,70
GÍ-EB/S 1,65 3,15 4,35
HB-B68
(H 0-1)
1,85 3,00 3,60
NSÍ-KÍ
2,25 3,55 2,35
Skála-B36 2,25 3,65 2,30
-jm
Triathlon á
hvítusunnu
Kapping í 1/4 triathlon
verður 2. hvítusunnudag.
Tá kappast verður í 1/4
triathlon
verður
fyrst
svomið 1500 m, súkklað
40 km og at enda runnið
10 km.
Byrjað verður í svimji-
høllini í Havn, og síðan
verður súkklað til Kald-
bak (nýggja byggistigið),
har vent verður. Súkklað
verður inn á Kaldbaks-
botn, har vent verður áðr-
enn mann kemur út á
landsvegin aftur. Leiðin
gongur aftur til Kaldbak
(nýggja byggistigið), har
vent verður og so gongur
leiðin allan vegin til
Havnar aftur. Koyrt verð-
ur niðan til ringkoyring-
ina við Ringvegin/R. C.
Effersøesgøta, og síðan
oman á mál við Plantusøl-
una á Hvítanesvegnum.
Tá runnið verður verður
runnið frá Plantusøluni til
Føroya Sparikassa Yviri
við Strond og aftur til
Plantusøluna. Hesin tein-
ur skal rennast tvær ferðir.
HB-B68:
Jákup verður kanska við
Fríggjadagin verður
avgjørt, hvørt Jákup á
Borg sleppur heim til
Føroya, soleiðis at
hann longu nú kann
verða partur av HB-
liðnum
UPPTAKT
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Stóri spurningurin í HB-
húsinum – og kanska eisini
longuri suðuri – er, hvørt
Jákup á Borg fer at verða á
HB-liðnum leygardagin, tá
B68 er á vitjan.
Sambært leigusáttmálan-
um, sum OB og HB gjørdu,
skuldi Jákup annars vera í
OB, til danska kappingin
var liðug, og tað vil siga
eisini hetta vikuskiftið.
Tað vildi viðført, at fyrsti
dysturin hjá Jákupi vildi
verið ímóti B36, og hóast
hetta ljóast sum ein spenn-
andi uppgáva, so tykjast
bæði HB og Jákup at halda,
at tað vildi verið skilabest,
um leikarin í øllum førum
fekk ein dyst á liðnum
undan hesum.
Og møguleiki skuldi ver-
ið fyri hesum. Nú bert eitt
umfar er eftir av donsku
kappingini, hevur Jákup
enn ikki fingið spælitíð á
besta OB-liðnum, og tá
kappingin hjá eykaliðnum
er av á hesum sinni, verður
kanska talan um fríviku-
skifti.
– Eg havi so spurt meg
fyri, um tað er møguleiki at
sleppa heim longu fríggja-
dagin, men svarið upp á
hetta fái eg so ikki fyrr enn
sama dag, segði Jákup, tá
vit høvdu orð á hann hós-
kvøldið.
Í aðrar mátar tykist HB-
hópurin tó at vera hampu-
liga væl fyri. Martin Christ-
ensen noyddist av vøllinum
við skaða seinast, og hann
verður neyvan tøkur. Tað
verður Hans á Lag heldur
ikki, eftir at hann annars
var um at koma fyri seg.
Verjuleikarin kom eisini á
vøllin sum skiftisleikari í
dystinum móti ÍF, men
síðani er knæskaðin aftur
farin at gera um seg, so
hildið verður, at ráðiligasta
í løtuni er, at steðgurin
verður longdur.
Lagið í botni
Á Toftum man fótbóltslag-
ið í løtuni ikki vera av tí
besta. Enn er einki stig
komið til høldar, og á úti-
vølli móti meistaraliðnum
sigur tað seg sjálvt, at talan
er um trupla uppgávu.
Og líkt er eisini til, at
toftamenn verða skerdir til
dystin. Mikkjal Thomas-
sen, sum var maðurin, sum
skuldi lyfta arvin á mið-
vøllinum, keikti fótin sein-
ast, og enn verður ikki
roknað við, at hann er
tøkur. Eisini Bogi Petersen
hevur drigist við skaða,
men tá vit frættu av Toftum
seinast, varð tó roknað fyri
vist, at hann verður klárur
leygardagin.
Støðan, 1. deild menn
v
t
mál-
dystir v
- j - t
mál
mál munur stig
1 Skála
4
3
- 1 - 0
11
4
7
10
2 B36
4
2
- 2 - 0
10
3
7
8
3 HB
4
2
- 1 - 1
5
4
1
7
4 GÍ
4
2
- 1 - 1
6
6
0
7
5 KÍ
4
1
- 3 - 0
6
5
1
6
6 VB
4
1
- 2 - 1
4
3
1
5
7 NSÍ
4
1
- 2 - 1
7
8
-1
5
8 ÍF
4
1
- 0 - 3
9
11
-2
3
9 EB/Streymur
4
0
- 2 - 2
2
8
-6
2
10 B68
4
0
- 0 - 4
2
10
-8
0
Støðan, 2. deild menn
v
t
mál-
dystir v
- j - t
mál
mál munur stig
1 TB
4
4
- 0 - 0
16
5
11
12
2 Royn
4
3
- 0 - 1
13
8
5
9
3 B71
4
3
- 0 - 1
10
11
-1
9
4 AB
4
2
- 1 - 1
6
5
1
7
5 FSV
4
2
- 0 - 2
15
9
6
6
6 Sumba
4
2
- 0 - 2
8
8
0
6
7 B36
4
2
- 0 - 2
8
10
-2
6
8 KÍ
4
0
- 1 - 3
7
12
-5
1
9 VB
4
0
- 1 - 3
5
12
-7
1
10 LÍF
4
0
- 1 - 3
4
12
-8
1
Danska superligan
v
t
d
v
- j - t
mál
mál
+/- stig
1 FCK (M)
32
19 - 8 - 5
52
25
27
65
2 Brøndby (S)
32
19 - 7 - 6
53
28
25
64
3 Esbjerg
32
17 - 8 - 7
65
41
24
59
4 OB
32
15 - 9 - 8
62
46
16
54
5 AaB
32
15 - 9 - 8
52
40
12
54
6 FCM
32
14 - 6 - 12
64
48
16
48
7 Viborg
32
10 - 9 - 13
45
44
1
39
8 AGF
32
11 - 3 - 18
45
65
-20
36
9 FC Nordsj.
32
7
- 11 - 14
33
55
-22
32
10 Herfølge
32
8
- 7 - 17
34
53
-19
31
11 Frem
32
8
- 3 - 21
37
59
-22
27
12 AB
32
8
- 2 - 22
30
68
-38
26
Føroyskir leikarar: Todi Jónsson (FCK), Jákup á Borg (OB)
Íslendska Landsbankadeildin
v
t
d
v
- j - t
mál
mál
+/- stig
1 Keflavík
2
2
- 0 - 0
5
2
3
6
2 ÍA
3
1
- 2 - 0
3
1
2
5
3 Fram
3
1
- 1 - 1
4
3
1
4
4 Fylkir
2
1
- 1 - 0
2
1
1
4
5 KA
2
1
- 0 - 1
2
2
0
3
6 FH
2
1
- 0 - 1
1
1
0
3
7 ÍBV
2
0
- 2 - 0
2
2
0
2
8 Grindavík
2
0
- 2 - 0
1
1
0
2
9 KR
2
0
- 0 - 2
1
4
-3
0
10 Víkingur R
2
0
- 0 - 2
0
4
-4
0
Líkt er nú til, at Jákup á Borg fyri fyrstu ferð kann fara í troyggjuna við 9’talinum
C
M
Y
K
20
Nr. 101 • leygardagur • 29. mai 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Tá ið málini
verða sett
Tinghellan á s. 6–7
Eirikur Lindenskov
Livandi legendan úr Uriah Heep,
Ken Hensley, fer at spæla heims-
hittini, sum hann hevur skrivað,
á Summar Festivalinum 2004.
Hvør kennir ikki sangir sum
»Easy Livin«, »Lady in Black«,
»July Morning«, »Stealin«, »The
Wizard« og aðrar, sum gjørdu
bretska rockbólkin »Uriah Heep«
til eitt heimsnavn. Nú spælir Ken
Hensley við sínum egna bólki,
og hann hevur verið nógv úti og
spælt seinastu tíðina. Millum
annað í Norðurlondum, í Russ-
landi og í Bretlandi.
Hóast Uriah Heep hevur spælt
tvær ferðir í Føroyum, so var
Ken Hensley, sum øll meta sum
stóra mannin í bólkinum, ongan-
tíð við. Men nú verður møgu-
leikin at hoyra legenduna spæla
live í Føroyum.
Ken Hensley er føddur í
London 24. august 1945. Hann
byrjaði at spæla gittar sum 12
ára gamal, og fyrstu ferð, hann
spældi alment, var sum 15 ára
gamal í 1960. Í 1965 stovnaði
hann bólkin The Gods, og har
spældi eisini kendi gittaristurin
Mick Taylor úr »The Rolling
Stones«. Ken Hensley skrivaði
mesta av sangunum, sang og
spældi Hammond. Orøskin til, at
hann fór at spæla Hammond var,
at Mick Taylor dugdi sera væl at
spæla gittar. Tá visti eingin av, at
hann fór at fáa sera stóran
ávirkan á rocktónleikin júst sum
orgulspælari.
Í
1970 varð navnið Uriah Heep
fyrstu ferð brúkt. Nú spældi
Hensley saman við øðrum
tónleikarum, og hann var av
álvara farin at gera góðar sangir.
Uriah Heep gjørdist eitt av
stóru nøvnunum í 1970'unum.
Tann gamla manningin við
Hensley, Byron, Box, Kerslake
og Thain hevði rættiligan vind í
seglunum, og Uriah Heep verður
í dag mett sum ein tann størsti
bólkurin í bretskum rocktónleiki.
Ken Hensley var 10 ár uppi í
Uriah Heep og hesi árini góvu
teir 13 plátur út. Samstundis gav
Hensley eisini tvær soloplátur út.
Manningin í bólkinum skifti
nakað, basspælarin Gary Thain
doyði, og kemiin í bólkinum var
ikki tann sama. Í 1980 fór eisini
Ken Hensley burtur úr, og hann
fór at spæla í øðrum samanhang-
um, hann gav nýggja plátu út og
spældi nógv í USA, men so valdi
hann at taka seg aftur frá tón-
leiki.
Í 90'unum vóru tíðirnar broytt-
ar, og Hensley leitaði aftur til
sínar tónleikaligu røtur. Í 1994
kom ein nýggj pláta hjá honum
við gomlum upptøkum, og í
1999 kom enn meira ferð á.
Hann fór í studio aftur og gav
eina nýggja fløgu út.
Síðani hevur hann spælt alsamt
meira á konsertum, og nú leitar
hann sær eisini til Føroya.
Ken Hensley býr í Spania, men
ferðast nógv kring heimin við
sínum egna bólki.
Hitt-makarin úr Uriah Heep
Heimsgitni tónleikarin og tónaskaldið, Ken Hensley, vendi eitt skifti tónleikinum fullkomiliga
bakið. Men seinni árini hevur aftur verið á palli, og í august kemur hann til Føroya
Nýggjur tónleikafestivalur verður í Klaksvík í døgunum frá 13. til 15. august. Tiltøk
verða uttandura og í KÍ-høllini. Stóra konsertin verður á Vágsbø mitt í býnum
leygardagin. Tá fara stór føroysk og útlendsk nøvn at spæla. Úr útlandinum kemur eitt
nú Ken Hensley við sínum egna bólki, men eisini føroysk nøvn sum Frændur og Týr
verða at hoyra.
Stór nøvn á palli í Klaksvík
Stóra legendan, hitt-makarin Ken Hensley, er best kendur úr tónleikabólkinum Uriah Heep, har hann spældi frá
stovnan í 1970 til 1980. Hann tók seg heilt burtur úr tónleikalívinum í áttatiárunum, men var aftur at hoyra í
nítiárunum. Nú er hann ofta á palli, og í august verður hann at síggja og hoyra í Klaksvík
21