Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-29, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. mai 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 101 - 29. mai 2004 23 2 Sosialurin Nr. 101 - 29. mai 2004 Á HESTBAKI Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen Ein túr á hestbaki úr Havn til Vestmanna? Avbjóðingar, sum tú fært sum blaðmaður kunnu so sanniliga vera fjøtlbroyttar. Ja, hví ikki. Gamaní hevði eg ikki sitið á hestbaki, síðani vit í barnagarðinum vóru so heppin at hava ríðingarfólk millum pedagogarnar, men tað var nú ikki meira, enn at hesi minnini framvegis vóru til. So var munur á at skula ein 10 tíma drúgvan túr til Vestmanna. Spenningurin um ferðina vann á óttanum fyri ikki at duga reiðkynstrið, og seinasta leygar- morgun stóðu vit báðir, myndamaðurin, so til reiðar við ríðihøllina hjá Berg Hestum, har ferðin skuldi byrja. Óttafullur hálvur tími Fyrsta lítla teinin av ferðini var tað tó ikki sørt, at tankarnir fóru at sveima. Ivaðist í, hvørt afturparturin nú fór at halda til so- mikið nógvar tímar afturat. Millum mongu hestarnar, sum vóru til taks, fekk eg alt fyri eitt gott eyga á Stelpu. Ein roynd ryssa, men tað var ikki frítt, at vit bæði fyrst skuldu læra hvønn annan at kenna. Ella kanska var tað bara reiðmaðurin, sum var somikið óroyndur. Í øllum førum kendist tað, sum var eg bara ein hoppandi trækubbi, sum skuldi tola nakrar túsund túrur upp frá og niðuraftur, men spakuliga komu vit tó á rætta lagið. Tað hjálpti eisini væl í so máta, at steðgirnir á ferðini vóru títtir. Partvíst fyri at hvíla hestarnar, men helst einamest fyri at geva meira óroynda partinum av reiðliðnum møguleika at koma fyri seg. Góð ráð vórðu samstundis fingin til vega; hvussu beinini skuldu hvíla í stigboylan- um, og hvussu eg lættast kundi sita gott á hestinum, og so við og við funnu Stelpa og eg alt betri hvønn annan. Eftir hálva tíman kundi eg meira róliga sleppa boylanum á saðlinum, uttan ótta fyri at detta úr saðlinum, og spakuliga bar nú til at njóta ferðina. Ikki minst var tað hugtakandi at síggja landslagið kring oyggjar okkara. Landslag, sum tú tíverri alt ov sjáldan gevur tær far um, tá ferðast verður í bili, og heldur ikki til gongu er útsýnið hitt sama. Tað er líkasum, at við hesum tríkvarta metrinum, sum hesturin lyftur teg uppfrá, verður sýnið eitt heilt annað, og tá hesturin kortini er tann, sum ansar eftir, hvar stigið verður, kunnu eyguni frítt leita yvir stórslignu náttúruna. Ei undur í, at íslendingar soleiðis hava gjørt hetta slagið av ferðing til »big business«, og spurningurin fyri mær tóktist bara at vera, hví vit í Føroyum enn ikki hava fingið somu undirtøku fyri hesum. Stelpa vildi heim Nú var so bara at halda settu kósina. Leif Berg og Jacklin Durhuus, sum eiga og reka Berg Hestar, vóru fremst í fylginum alla tíðina, og síðani komu vit onnur sjey í gásagongd eftir honum. Tað var heilt skjótt, at Húsa- og Bøllureyn vórðu løgd afturum, og við einum væl kunnaðum og - uppløgdum tíðindaleiðara úr Útvarpinum við á ferðini, var forvitnisligt at fáa at vita ymisk staðarnøvn og ymsar søgur, sum tú als ikki hevði givið gætur fyrr. Komnir til Hundsarabotn var steðgað at eta fyrsta partin av matpakkanum. Onkur hevði hug at mótmæla, nú pannukøkurnar skuldu etast undan grindini, men soleiðis sum alt var pakkað, hildu vit tað vera skilabest at tøma taskuna við pannukøkunum fyrst. Turra grindin og fiskurin lógu væl í eini saðilstasku, so har var eingin av okkum reiðfólki, sum mátti leggja rygg til. Og so fekk eg eisini brádliga at læra, at hestar so sanniliga hava sín egna vilja. Helt annars at Stelpa hevði tað óført, har eg hevði sett hana við tveir aðrar hestar, men onkra staðni millum aðru og triðju pannukøkuna komu vit eftir, at hesturin var horvin. Skimast var bæði væl og leingi, og brádliga síggja vit, at hon nú gongur oman móti maskinunum í grótbrotinum. Sum ein annar cowboy var Leif tó skjótur avstað. Hóast Stelpa royndi at seta ferð á, tá hon varnaðist vandan, so var hon Mín hestur, m Tað hevur einhvønn romantiskan farra, tá tú á hestbaki ferðast kring landið. Eins og vitjar tú við hesum aftur til nostalgiina í gomlu western-filmunum, samtundis sum talan er um ein »trendy« ferðahátt, har upplivingar í nógvar mátar gerast sterkari, enn tá talan er um bil- ella gonguferðir Hestarnir verða riggaðir til, áðrenn farið verður úr stóru høllini við Oyggjarvegin Gott er við nýbakaðum pannukøkum á ferðini, men onkur hevði hug at mótmæla, at hesar vórðu etnar undan grindini Stelpa hevði ætlanir um at rýma, men lukkutíð var Leif skjótur avstað. Sum ein annar cowboy kemur hann her ríðandi á henni, so blaðmaðurin slapp undan at nýta apostlarnar, tað sum eftir var C M Y K 23 22