Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-12, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. desember 2013síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 144 · 13. desember 2013 4 VIKUSKIFTI Samrøða Rannvá G. Fossaberg rannva@sosialurin.fo – Eg minnist væl fyrstu sýningina við »Sangur í mjørka«, tí eg kendi beina­vegin eitt nøgdsemi. Eg veit ikki reiðiliga, hvat tað er, men onkursvegna gongur alt í hesum leikinum upp í eina hægri eind, og tað gevur mær eina góða kenslu sum leikstjóri. Soleiðis sigur Marita Dalsgaard, sum er útbúgvin sjónleikari, ið serliga hevur fingist við leikstjórn seinastu árini. Tann 2. november var frumframførslan av leikinum »Sangur í mjørka«, sum Elin á Rógvi hevur skrivað, og Marita Dalsgaard hevur leikstjórnað. Ein leikur, sum hon upp á mangar mátar er serstakliga væl nøgd við. – Eg eri ógvuliga errin av leikinum og ikki minst teimum leikarunum, sum eru við. Onkursvegna hava vit megnað at fingið tey røttu fólkini til hvønn einstakan leiklut, og tað er eisini tí, at hetta er tann leikurin, eg eri glaðast fyri at hava verið partur av, sigur Marita Dalsgaard og heldur fram: – Fyri meg hevur tað týdning, at tey, eg arbeiði saman við, hava ein opinleika, tíma at læra og tíma at vera skapandi saman. Tað er hesum, eg hyggi eftir, meira enn eg hyggi eftir talenti sum so, sigur Marita Dalsgaard, sum er av tí sann­føring, at talent ikki er til. – Eg trúgvi ikki upp á talent, tí eg haldi, at øll kunnu læra at duga eitt­ hvørt væl, bara tey vilja tað nóg nógv. Sjálvandi eru tað summi, sum hava betri hegni til at spæla sjónleik enn onnur, men heilt grundleggjandi haldi eg, at tað snýr seg um, at tú sum leik­ stjóri skalt duga at gera leiklutirnar til leikar­arnar og ikki umvent, sigur Marita Dalsgaard. Vil fortelja søgur Í meir enn 20 ár hevur Marita Dals­ gaard, sum er úr Hoyvík, men dagliga býr í Keypmannahavn, fingist við sjón­ leik. Hon minnist, at hon sum barn var til ymsar leikir saman við foreldrunum, og tað, heldur hon, hevur havt stóra ávirk­an fyri hennara áhuga fyri sjón­ leiki. – Onkursvegna hevur sjónleikur altíð hugtikið meg. Barnaárini búði eg í Froðba í Suðuroy, og eg minnist væl, tá pápi mín einaferð tók meg við at síggja tjekkiskan dukkusjónleik. Tað fangaði meg alt fyri eitt, og líka síðani hevur tað at fortelja eina søgu havt mín áhuga, greiðir Marita Dalsgaard frá. Tað lá tó ikki í kortinum, at Marita Dalsgaard skuldi gerast sjónleikari. – Eg hevði valt mær eina yrkisleið, har eg arbeiddi við teldum og búskapar­ frøði, men ein dagin gekk tað upp fyri mær, at eg gekk frá skíggja til skíggja. Eg hugdi inn í ein skíggja, tá eg var til ar­beiðis, og tá eg kom heim, hugdi eg aftur inn í ein annan skíggja. At hetta skuldi vera mítt lív, hevði eg ikki hug til, og so var tað, at eg søkti um at sleppa inn á sjón­leikaraskúla, fortelur Marita Dalsgaard, sum var 26 ára gomul, tá hon slapp inn á skúlan. Í 2000 fekk hon sjón­leikara­prógvið, og bert fáar vikur seinni fekk hon fyrstu uppgávuna sum útbúgvin sjónleikari. – Tað var leikluturin sum Annika í Dímun, og tann leikin spældi eg í sam­ bandi við eitt hátíðarhald í Sjón­leikar­ húsinum, minnist Marita Dalsgaard. Trívist betur sum leikstjóri Árini eftir at útbúgvingin var komin í Eg trúgvi ikki upp á – Talent er ikki nakað, sum er til. Eg eri sannførd um, øll kunnu læra seg at duga eitthvørt væl, sum til dømis at spæla sjónleik. Um øll høvdu talent, var eingin orsøk til at hava útbúgvingar. Tað heldur 44 ára gamla Marita Dalsgaard, sjónleikari og leikstjóri. Seinastu vikurnar hava yvir túsund fólk verið í Sjónleikarhúsinum og sæð leikin »Sangur í mjørka«, sum Marita Dalsgaard hevur leikstjórnað. – Hetta er tann leikurin, eg eri glaðast fyri at hava verið partur av, sigur hon talent