Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-12, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. desember 2013síða 37

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 144 · 13. desember 2013 5 VIKUSKIFTI myndir: Álvur Haraldsen hús, hevði Marita Dalsgaard úr at gera sum sjónleikari. Hon var við í nógvum ymsum leikum og ferðaðist í eitt nú í Dan­mark, Týsklandi, Russlandi, Japan og Grønlandi, har leikirnir blivu spældir. – Tað var ótrúliga stuttligt, spennandi og læruríkt, tí eg var við í fleiri stórum leikum, sum lokkaðu nógv nógv fólk til sýningarnar. Eitt skifti var eg við í fýra leikum í senn, fortelur Marita Dalsgaard og heldur fram: – Tað eina árið var eg við í 150 sýning­um, og tað er rættiliga nógv. Við familju og børnum bleiv tað onkurs­ vegna eitt sindur strævið, og eg bleiv móð av at standa so nógv á palli. Tað gjørdi meg forvitna eftir at royna okkurt annað, sigur Marita Dalsgaard. Hóast hon frammanundan hevði fingist eitt sindur við leikstjórn, valdi hon fyri trimum árum síðani at gera tað burturav. – Tá fann eg útav, at eg eri meira upp­tikin av at fortelja eina søgu enn sjálv at standa á palli. Tað er tí mær dámar so væl leikstjórn, sigur Marita Dalsgaard, sum tó hevði roynt seg við leik­stjórn, áðrenn hon valdi bara at gera tað. Hon vísir á, at leikstjórn og sjón­ leikur eru tvey ymisk ting. – Tað er ikki tað sama, tí sum leik­ stjóri skalt tú fortelja eina søgu út frá fleiri parametrum. Tú hevur eitt rúm, rekvisittir, ljós, ljóð, tónleik, tekst, dans og so framvegis. Ivaleyst er tað ein fyri­ munur fyri meg sum leikstjóri, at eg eri sjónleikari, tí eg veit, hvussu tað er at vera sjónleikarin á pallinum og at skula samstarva og samskifta við ein leik­ stjóra, greiðir Marita Dalsgaard frá. Kennir tryggleika í starvinum Hóast hon fyrst og fremst hevur fingist við leikstjórn seinastu trý árini, merkir tað ikki, at hon ongantíð aftur verður sjálv at síggja á palli. – Als ikki. Eg eri soleiðis, at eg geri sjáldan nakað, eg ikki tími. Tað snýr seg um, at eg skal hava røttu kensluna í búkinum, og tað er kanska eisini tí, at eg hetta vikuskiftið farið aftur á pall fyri fyrstu ferð í trý ár, fortelur Marita Dalsgaard og sipar til leikin Sunneva Sandø, sum hon komandi tíðina fer at framføra á Tjóðpallinum. Stundum verður ført fram, at lívið sum sjónleikari kann vera ótrygt, av tí at tú ikki altíð veitst, um tú hevur ar­beiði næstu mánaðirnar. Men at sjón­ leikara­yrkið skal vera ótrygt, er Marita Dalsgaard als ikki samd í. – At vera í føstum starvi er bara ein illusión um ein tryggleika. Hjá okk­um sjónleikarum er arbeiðsloysið onkurs­ vegna nakað, vit eru fortrólig við, tí vit vita, at tað er nakað, sum altíð lúrir inn­an sjónleikarayrkið, sigur Marita Dalsgaard og leggur afturat: – Tá kreppa kemur, síggi eg, hvussu fólk í øðrum vinnugreinum reagera. Arbeiðsloysið millum sjónleikarar er høgt, og sostatt kenna vit nógv til tað, men hinvegin munnu tað vera teir fæstu sjónleikararnir, sum ikki arbeiða. Hóast teir kanska í eitt tíðarskeið ikki hava ein arbeiðsgeva, so hevur viðkomandi altíð okkurt arbeiði at takast við, og tí føla teir seg sjáldan arbeiðsleysan, staðfestir Marita Dalsgaard. Hon vísir á, at hon kennir stóran trygg­leika í sínum arbeiði, tí hon kennir seg ikki lasta fasta á nakran hátt. – Tryggleiki kann vera so nógv. Fyri meg er tað til dømis ein tryggleiki at vita, at eg altíð kann flyta meg. Eg gangi úti í verðini, og tá ein hurð ferð aftur, fer ein onnur upp. Fyri meg er tað ikki ein tryggleiki at vera í einum føst­ um starvi hvønn dag frá 8 til 16 í eini 25 ár. Eg dugi als ikki at síggja tað trygga við tí, og eg meini tað ikki sum nakað negativt, men tað er bara á ongan hátt ein tryggleiki fyri meg, sigur Marita Dalsgaard. Marita Dalsgaard • 44 ár • Gift Olaf johannesen • Tvey børn og trý stjúkbørn • Útbúgvin sjónleikari í 2000 – Eg eri meira upp­tikin av at fortelja eina søgu enn sjálv at standa á palli. Tað er tí mær dámar so væl leikstjórn, sigur Marita Dalsgaard