hósdagur 12. desember 2013síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 144 · 13. desember 2013
6
VIKUSKIFTI
mynd: ab.fo
Hvat er títt starv?
Sølumaður í Miðlahúsinum.
Hvat er tað besta
við starvinum?
Nýggjar avbjóðingar
og gott starvsfólk
rundan um seg.
Er tað strævi at arbeiða undir dead-line trýsti?
Tað er ikki strævnari enn man ger tað til sjálvur,
men tað kann ofta vera sera hektist.
Tú er hondbóltsdómari,
hvat er áhugavert við tí?
Tú ert undir stórum trýsti allatíðina og tí trívist
eg faktist væl við, stórar avbjóðingar har tú
hevur eitt lítið sekund at taka avgerðina í. Tú
kemur saman við nógvum nýggjum fólki.
Hvønn tónleik
dámar tær best?
Eg haldi sjálvur
at eg kann lurta
eftir næstan
øllum tónleiki.
Hvat ger teg í góðum lag?
Mínir fantastiska góðu vinir, og eg havi eina
góða familju at koma heim til hvønn dag.
Hvat ger tú í frítíðini?
Sum oftast okkurt, sum hevur við fótbólt ella
hondbólt at gera, og so eri eg saman við vinum.
Hvørjum hyggur tú eftir í sjónvarpinum?
Góðum filmum og so fótbólti.
Hvussu eru tínir
matvanar?
Alt for ósunnir.
Hvat er tín lívrættur?
Lambakjøt, rómaeplir og brún sós frá babba.
Dámar tær at gera mat sjálvur?
Ja.
Hvør bók liggur
á náttborðinum?
My autobiography
by Sir Alex
Ferguson.
Mær dámar ikki poppmusikk.
Men undantøk eru. Undantøk
eru altíð, einki undantak uttan
undantak.
Og mær dámar als ikki tað
slagið av hugnapoppi, har sum
eitt fólk syngur og spælir gittar.
Ikki so frægt, at slíkt singalone
fær mítt elskaða land at nærkast
kókipunktinum.
Men so. Á Stroynum í
drotningarinnar Keypmanna
havn, við Storkanna gosbrunn,
sat Peter Jones í sixpence, úr
Liverpool (ja, Liverpool, mín
sann), so segði hann, og gittar
spældi og sang sínar perlur
saman við The Lazy Bandits,
viðhvørt tveir, viðhvørt fleiri enn
tveir bandittar.
Har í fyrijólakuldanum legði
hann sínar verðsligu sálmar á
gongugøtuna, so jólaskreytið hjá
Illum fánaði og stoyptu storkarnir
fóru á flog.
Frálík løg og frálík orð og
frálík framførsla við slíkum drive,
kallast tað vist, at eg slapp ikki
víðari fyrr enn hann var liðugur.
Rúnabundin.
Tey, sum vilja kanna, um eg
reypi og/ella lúgvi, kunnu fara
á Youtube. Har er Peter Jones.
Og har skrivar ein, at hann
hoyrdi Peter Jones á Stroynum
fyri tíggju árum síðani, í 2003.
Sanniliga ein garvaður gøtu
sangari.
Veit ikki, um hann og hansara
bandittar eru har á Stroynum
enn.
Men tit, sum eru í Keyp
mannahavn ella fara hagar. Gevið
tykkum stundir, góðar stundir, at
lurta eftir Peter Jones.
Frá mær fær hann allar
jólastjørnurnar.
Latið okkum so fara til aðrar
tónleikarar. Tey, sum uttan at
rodna stjala tíð frá fólki.
Í Reykjavík eru nógv skeinki
støð, sum bjóða tónleik næstan
hvørt kvøld.
Eitt teirra hevur vanliga eina
spennandi skrá. Men hon krevur
forbannað gott tol. Tað havi eg
ikki.
Á hurðini stendur, at konsertin
byrjar klokkan 21.00.
Hóast farin eitt vet upp um
tey trýss, eri eg framvegis so
góðvarin, naivur og heimføðis
ligur, at eg haldi, at klokkan
21.00 er klokkan 21.00. Tað er 21
null null. Ikki 21 og okkurt nógv
afturat.
Klokkan 21.18 ella har á leið
fer tann fyrsti, sum skal syngja
ella spæla í kvøld, upp á pallin
fyri at trýsta á tveir ella tríggjar
knøttar og snara einum.
So hendir ikki meira enn tað.
Løtu seinni eru fleiri á pallinum,
tøknimaðurin skilst og umboðs
maðurin, sæst.
Klokkan 21.47 fær onkur upp
í lag at boða frá, at tøknin virkar
ikki.
Klokkan 21.53 eru øll, sum
áttu at verið á pallinum klokkan
21.00, komin á pallin.
»Orsaka, vit eru so sein, men
vit høvdu tekniskar trupulleikar.«
Gomorin og kyss meg.
Slíkir tøkniligir trupulleikar
áttu at verið staðfestir kl.20.18 og
loystir kl.20.53. Sjálvandi.
Hetta hendi tvey kvøld á rað.
Triðja kvøldið gekk eg framvið.
Klokkan var nakrar fáar minuttir
yvir 21.00.
Og á pallinum sótu tríggir
gubbar og spældu djass.
Men teir eru eisini allir seksti
pluss minus ikki nógv.
Og munurin millum okkum
og teimum ungu er, at vit duga
klokkuna. Vit ikki bara duga
hana, vit virða hana eisini. Og
tøknin, teldan, hevur ongantíð
skyldina. Hana eigur vantandi
fólkaskikkur.
So leingi hallelujafólkið sigur
seg eiga hjúnabandið, eigur
eingin at sleppa at gifta seg, kynd
hetta ella kynd hatta. Eingin,
ikki bara børn undir 18 ár og
samkynd.
Hjúnaband er fjøturband,
tjóður, leinkja, misskiljing,
frælsisskerjing. Tey flestu angra
eisini, at tey lótu seg tøla.
Spyrt tú meg, tað gert tú
ikki, men svarið er kortini nei.
Samkynd eiga ikki at sleppa at
gifta seg. Eingin eigur at sleppa
at gifta seg. Tað er veruligt
frælsisstríð.
Bara ein hóttur minniluti fær
meira umrøðu enn tey samkyndu
í Føroyum, pandabjørnin.
Eg sigi sum Peter Jones í
einum sangi: “We Don´t Care,
What Other People Say.”
Og til helvitis við jólunum.
Umafturafturum
høgni djurhuus
Móðurmálsviðursløn 2012
Thomas Juul S. Thomsen
lagt til rættis: Leo Poulsen
Trívist undir
stórum trýsti
Tað sigur Thomas Juul Sólbjørnsson Thomsen,
sum kortini ikki heldur, at tað er strævnari at
arbeiða undir dead-line, enn ein sjálvur ger tað
til. Hansara fantastiska góðu vinir og familjan
gera hann í góðum lag, og á náttborðinum liggur
bókin, »My autobiography« hjá Sir Alex Ferguson
Gøtuperlur