hósdagur 12. desember 2013síða 40
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 144 · 13. desember 2013
8
VIKUSKIFTI
LURTA LES & UPPLIV
lagt til rættis: Eyðun Klakstein
»Halt kjaft,
hann syngur
væl – Hvør
tramin er
hann?«
Legendariskur ummælari
gevur sangara úr Funnings
firði ordans herðaklapp
Rocktónleikarar
í Danmark eru
altíð spentir at
vita, hvat tiltikni
ummælarin Steffen
Jungersen, ið starvast fyri blaðið
BT, heldur um teirra útgávu. Hann
kann verða eirindaleysur í sínum
kritikki, og eitt spark í afturpartin
frá Jungersen kennist veruliga
sum eitt spark í afturpartin!
Hinvegin kann eisini verða
mjúkur sum ein spælisjúk ketta,
um honum dámar eina útgávu.
Nú um dagarnar skrivaði
Steffen Jungersen ummæli av
nýggju útgávuni hjá rockbólkinum
Fate, har Dagfinn Joensen úr
Funningsfirði er sangari. Fløgan,
sum kallast If Not For The
Devil, kom út í farna mánaði
og er onnur útgávan hjá Fate
við Dagfinni sum sangara.
Fate er danskur rockbólkur,
sum gav fleiri plátur út í
1980’unum og sum hittaði við
sanginum Lovers. Bólkurin hevði
steðg í meira enn 10 ár frá 1993,
men síðani 2004 hava teir aftur
verið virknir við bæði framførslum
og útgávum. Seinastu árini hevur
Dagfinn Joensen úr Funningsfirði
verið sangari í bólkinum.
Fate gjørdi í summar upp
tøkurnar til nýggja fløgu. Jacob
Hansen, sum er virdur framleiðari
av rocktónleiki, tók upp og ljóð
blandaði. 12 sangir eru á útgávuni.
Jungersen um Dagfinn
Dagfinn Joensen og hinir í bólk
inum kunnu fegnast um, at
Høvundin er barnvaksin í sjóvinnumentan, væl útborin at
granska innan skipasøgu og at tilevna eina slíka bók sum hesa
Listabloggurin letur heiðursløn fyri
framúrskarandi listarligt avrik
Óli Olsen, Siglandi arvurin
– søgan um føroyskt
træskipasmíð
Fyrr í vetur kom út ein sera væl
frágingin og forvitnislig bók um
føroysk træskip, farin so væl
sum enn siglandi, um træskipa
bygging í Føroyum og í tí sam
bandi tað nær um útdoygjandi
liðið av skipstimbrarum.
Hitti í so máta í heyst ein
javnaldra, sum segði seg
vera millum allarseinastu
lærlingar av tí slagnum.
Væl er hetta søga og um eina
farandi tíð í føroyskum fólkalívi,
tó at at fleiri gomul træskip enn
eru við sítt fríska lív, takkað veri
tí, at síggja til, vaksandi áhuga hjá
fólki at varðveita hesi, endurbøta
og at halda tey í siglandi standi.
Og hví tað? Gomul træskip
og fólkið kring tey, eru ein
týðandi partur av Føroya
søgu, og »fátækt er tað fólk,
íð ikki kennir sína søgu«.
Onkur siga gomul træskip
og bátar HAVA SÁL og vera
eina søgu í sjálvum sær. So
er, tá hugsað verður um teirra
sigling í ódn og í logn og tey
menniskju, sum onkusvegna
hava kent tilknýti til førini.
Høvundin, Óli Olsen,
er í maritimum høpi ikki
hvør sum helst.
Hann er abbasonur tiltiknan
royndan og skilagóðan út
róðrarformann í Klaksvík.
Farbróðurin P.J.Olsen, sáli,
fyrrverandi løgtingsmaður, var ikki
minni tiltikin, krøkin og skilamaður
á sjónum, og við honum var
eisini pápi høvundans, Sofus á
Dalinum, til Sofus fór at føra
strandfaraskip oyggjana millum.
Høvundin er barnvaksin í
sjóvinnumentan, væl útborin at
granska innan skipasøgu og at
tilevna eina slíka bók sum hesa.
Hann er útbúgvin skipsførari og
hevur sum slíkur siglt úti í stóru
verð, og gamaní hevur hann
frammanundan ognað sær kravda
siglingstíð á føroyskum kjøli.
Seinri fekk hann sær
læraraútbúgving og gjørdist
sjómansskúlalærari.
Við síni spakføru, lurtandi
og kurteisligu framferð hevur
honum, afturat drúgvum
granskingararbeiði á skjala
søvnum, eydnast at koma á tal
við nógv vitandi heimildarfólk,
sum greitt hava ríkað hesa bók.
Hendan seinasta stóra
og flotta bók hansara um
føroysk træskipasmíð og
enn siglandi træskip er yvir
200 síður, er í dupultum
síðubroti og við greiðum yvir
litum og navnaregistarum
yvir bæði før og fólk.
Bókin er greið, ruddilig og
væl orðað og við sera nógvum
forvitnisligum skipa- og persóns
myndum, sum í hvussu er
undirritaði ikki áður hevur sæð.
Skipatekningar eru eisini, og ikki
visti eg av, at bygging av skipum
og bátum á sinni fór so víða fram
um Føroya land um tað mundið,
tá deksfør loystu áttamannaførini
av sum vinnuamboð hjá sjófarandi
føroyingum. Tí er bókin eisini
patur av bygda-og persónsøgum.
Onnur hava áður skrivað um
tað elstu skipasøguna, men tað
sum hjá mær er serliga forkunnugt
og nýtt á prenti í hesi bók er
nágreiniligt yvirlit og frásagnir
um tey smærru deksførini, sum
eg sjálvur beri kenslu av.
Eyðun Joensen
Fríggjadagin verður eitt lista
fólk heiðrað, sum sambært
ritstjóranum á Listablogginum,
Inger Smærup Sørensen og
Kinna Poulsen, hevur skarað
framúr í brátt farna ári.
Heiðurslønin verður latin fyri
framúrskarandi listarligt avrik á
hvørjum ári í sambandi við útgávu
av tíðarritinum Listin 2013, sum er
eitt úrval av ársins listabloggum.
Á almennari samkomu í
Steinprenti fríggjadagin kl. 16.00
verður avdúkað hvør fær lista
heiðurslønina og hví. Umframt
heiðurin fær avvarðandi listafólk
eitt grafiskt listaverk, sum er
framleitt í Steinprenti í ár.
Samstundis verður Listin 2013
løgd fram. Hetta er fjórða árið
á rað, at Forlagið í Støplum við
John Dalsgarð gevur út Listina.
Í ár fevnir ritið um 66 greinar,
og sum vant eru kategoriirnar
tríggjar: Myndlist, List, sum ikki
er myndlist og Listakjak. Í ritinum
eru eru ummæli og viðmerkingar
til mentanarpolitikk, fjølmiðlar
og til ymiskt, sum fyriferst í
samfelagnum. Her er ein gjøllig
grein um kjallaramálaran Tórodd
Poulsen og modernismunnar
negativu gandaflís. Her er
ein kritisk gjøgnumgongd av
nýheingingini í Listasavni Føroya
og ein áhugaverd sammeting
millum pylsur í Sandagerði og
eitt gamalt sjúkrahús í Berlin.
Harumframt inniheldur ritið
eina ørgrynnu av litmyndum av
ymiskum listarligum, sum hevur
gingið fyri seg í 2013, og tað er
ikki hissini. Við ritinum í hondini
ber til at staðfesta, at sjálvt
um tíðin gongur við rúkandi
ferð, ja so er væl fingið burturúr
listarliga sæð brátt farna árið.
LURTA!
Stór og flott bók
Fate er 80’ara rockbólkur, sum
framvegis heldur stand við útgávu
Listin heiðrar listafólki
UMMÆLI