Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-12, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. desember 2013síða 41

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 144 · 13. desember 2013 9 VIKUSKIFTI Stórir tankar á føroyskum Tríggir góðir jólafilmar Etikkin hjá Aristotelesi kann nú lesast á føroyskum Hetta er tíðin, tá ið tú skalt geva tær stundir at hyggja at filmum – eisini jólaklassikarum Hann var føddur í lítlari bygd í Norður­grikkalandi á markinum til Makedonia og gjørdist ein av stóru hugsarunum í fornøldini. Saman við Platoni verður hann roknaður millum teir heimspekingarnar, sum hava havt mestu ávirkanina á europeiska hugmyndasøgu. Og nú kann enn eitt verk hjá Aristotoles lesast á føroyskum. Fyri júst einum ári síðani kom út megnarverkið hjá »Politikkur«, sum Eilif Samuelsen hevði týtt til føroyskt, og nú hevur Eilif týtt verkið »Etikkin«. 18 ára gamal flutti Aristotoles til Athen, og har gjørdist hann næmingur á Akademinum hjá Platoni, sum var eitt slag av gymnasium fyri ungar menn. Eftir deyða Platons í 347 f.Kr. gjørdist Aristoteles lærari hjá Aleksanduri Mikla, sum tá bara var 13 ára gamal. Aristoteles stovnaði seinni sín egna heimspekisskúla, Lykeion, sum varð uppkallaður eftir staðarnavninum har. Nógv av ritverkum Aristotelesar eru varðveitt fyri eftirtíðina, og tey hava verið dúgliga viðmerkt og umrødd líka síðani deyða hansara og fram til dagin í dag. Mest kenda etiska verk hansara er Etikkin, eisini kallað »Tann nikomakiska Etikkin«. Aristoteles sá veruleikakent upp á henda heimum og skilti ímillum stoff og form øvut av Platoni, ið sum idealistur í staðin skilti ímillum idé og fyribrigdi. Hjá Aristotelesi er etikkin eitt naturalistiskt fyribrigdi, við tað at hann ímyndaði sær, at tað liggur íborið í natúrini og harvið eisini í menniskjanum altíð at tráa eftir tí góða. Aristoteles uppfatar menn­ iskjað sum eina grundleggjandi góða og sosiala veru. Hetta setur sjálvandi sín dám á hansara etikk heilt grundleggjandi, og tað verður tískil týðandi hjá honum at greiða frá, hvussu menn­ iskjað fær ment eina røð av ymsum formum fyri dygdum. Sum Platon heldur Aristoteles, at serligi eginleikin við menniskja­ num er, at tað eigur skynsemið, vitið og skilið og evnini at lurta eftir tí. Sambært Aristotelesi er tað yvirskipaða málið hjá menn­ iskjanum lukkan. Hana vinnur tú bara, um so er, at virksemið hjá sálini er í samsvari við skynsemið og dygdirnar. Dygdirnar er tann moralska góðskan, sum vinnast kann við at venja seg til eitt. Fyri Aristoteles er moralsk góðska eitt slag av gyltari miðleið. Miðleiðin millum at vera gírigur og oyðslutur verður t.d. at vera gávumildur. Tað vil siga, at eitt og hvørt menniskja, sum hevur vitan, vil sleppa undan tí, sum er ov nógv, og tí, sum er ov lítið, men vil velja millumlutin. Tann etiskt rætta gerðin er altíð í miðjuni, tað vil siga ímillum óhógv og trotið. Á henda hátt er meira talan um at royna at koma fram til eina javnvág enn at skula avmarka sínar girndir og sín tørv. Tað er Forlagið HEMLIÐ, sum gevur bókina út. Forlagið gevur út klassikarar í heimsbókmentum og hevur higartil givið út 9 bøkur. Myrka tíðin leggur upp til, at tú lesur eina góða bók, hyggur at einum filmi ella gert okkurt kreativt heima. Desember mánaði er sum funnin fressur at tríva í góðar, gamlar filmar – eisini onkrar jólaklassikarar, sum tú umsíðir gevur tær stundir at hyggja at ella vilt uppliva einaferð afturat. Fanny och Alexander Meistaraverk hja Ingmar Bergmann, sum fylgir lívinum hjá systkju­num Fanny og Alexander, sum búgva í Uppsala í Svøríki. Filmurin varð tilnevndur til seks Oscar heiðurslønir og vann fýra av teimum. Upprunaliga gjørdur sum sjónvarpsrøð, men seinni kliptur til tríggjar tímar langan biograffilm. The Shop Around The Corner Alfred og Klara hava úr at gera í gávuhandlinum í Budapest, og viðhvørt klára tey ikki so væl upp. Men lítið vita tey, at tey eru loyniligir pennavinir hjá hvørjum. James Stewart og Margareth Sullavan hava høvuðsleiklutirnar í romantiska og fitta filminum frá 1940. It’s A Wonderful Life Hesin klassikarin frá 1946 er kanska tann kendasti jólafilmurin av øllum. James Stewarrt er í høvuðsleiklutinum sum tann deprimeraði George Bailey, ið fær hjálp frá einum eingli til at koma burtur úr síni fastløstu støðu. Filmurin var í síni tíð tilnevndur til fimm Oscar heiðurslønir og verður støðugt mettur sum ein av bestu filmunum í USA nakrantíð. UPPLIV! LES! í øllum førum tann bersøgni Jungersen dámar teirra fløgu. Honum dámar so væl tónleikin, at hann gevur útgávuni fimm av seks møguligum stjørnum. Og tað er stórt í hansara verð! Jungersen sigur seg sita eftir við einum væl nøgdum smíli, tá ið hann hevur hoyrt FATE fløguna. Hann heldur, at bólkurin skrivar góðar sangir og spælir við orku og yvirskoti. Og hóast hann staðfestir, at FATE spælir popputan rock, so er tað í lagi, tá ið mann dugir tað og ger tað ordiligt. Jungersen heldur, at If Not For The Devil hevur altjóða støði, og fleiri av sangunum hava veruligt hittpotentiali – millum annað sangurin Feel Like Making Love, sum Rás2 hevur spælt nógv seinastu vikurnar. Tónleikararnir í FATE fáa góð skoðsmál fyri síni avrik, og tá Jungesen kemur til før­ oyska sangaran, sparir hann ikki upp á rósurnar. – Dagfinn syngur spælandi lætt og framúrskarandi á hvørjum ein­asta sangi á útgávuni. Sum ein vinmaður segði, tá ið hann hoyrdi Dagfinn í øðrum samanhangi: »Halt kjaft, hann syngur væl. Hvør tramin er hann?« Tað eigur ikki at verða nakað loyndarmál nógv longur, skrivar Steffen Jungersen. FATE hevur eisini fingið fleiri onnur ummæli frá heimasíðum og tíðarritum, og flest øll um­ mælini hava verið sera góð. Tað eigur ikki at verða nakar loyndarmál, hvør Dagfinn Joensen er, heldur kendur ummælari