hósdagur 12. desember 2013síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 144 · 13. desember 2013
10
VIKUSKIFTI
Skotland
Uni Holm Johannesen
post@sosialurin.fo
»We want to change political power
from Westminister to Holyrood.«
Tað svaraði skotski parlamentslim
urin í bretska undirhúsinum, Angus
MacNeill úr Hebridunum, í útvarpinum
hjá Kringvarpinum tann 4. august í ár,
tá hann varð spurdur, hvat endamálið
við skotsku fólkaatkvøðuni er. Tann 18.
september næsta ár skulu skotar taka
støðu, um teir skulu loysa frá bretska
samveldinum. Teir skulu seta kross við
annaðhvørt ja ella nei til spurningin
»Tekur tú undir við, at Skotland verður
sjálvstøðugt land?«
Angus MacNeill umboðar skotska
tjóðveldisflokkin, Scottish National
Party (SNP), ið hevur sum aðalmál
at skipa Skotland sum fullveldisland.
Fólkaatkvøðan skal tryggja, at farið
verður undir tilgongdina at flyta polit
iska valdið hjá skotum úr London til
Edinburgh.
Fólkaatkvøðan hevur vakt ans í
Onglandi. Bretski forsætisráðharrin,
David Cameron, og andstøðuleiðarin,
Ed Miliband, hava ávarað ímóti full
veldisætlanini hjá SNP. Teir hava sagt,
at tað verður ein vanlukka fyri sam
starvið, og minkar um ávirkanina, sum
Bretland hevur í altjóða politiskum høpi,
um skotar velja at fara burturúr. Eitt
skotskt ja til loysing kann somuleiðis
elva til ófrið í Norðurírlandi og Wales,
tí tey londini fara helst eisini at krevja
størri sjálvræði.
Gott og væl fimm milliónir fólk
eru í Skotlandi og skotsku oyggj
unum, Hetlandi, Orknoyggjum og
Hebridunum. Fólkatalið er størri enn
í bæði Norra og Ísland, sum eru sjálv
støðug lond. Tað er grundarlag fyri
einum sjálvstýri, heldur skotska sjálv
stýrisrørslan. Men undir skræðuni er
veruleikin ikki so einfaldur. Bretska
samveldið er eitt búskaparligt samstarv,
sum hevur verið skotum holl hjálp.
Samveldið í søguligum ljósi
Tað var merkisdagur í Skotlandi, tá
skotska tjóðartingið í Edinburgh alment
varð latið uppaftur tann 1. juli í 1999. Tað
var úrslitið av, at skotar høvdu samrátt
seg til størri sjálvræði innan bretska
felagsskapin. Fleiri málsøkir fóru tá á
skotskar hendur. Alex Salmond, sum
hevur verið formaður í SNP síðan aldar
skiftið, segði tá, at hetta var bara eitt
fet á leiðini ímóti skotskum fullveldi.
Við tjóðartinginum kom heimildin
at reka sosialpolitikk, skúlapolitikk,
vinnupolitikk og orkupolitikk. Dyrnar
til skotska tjóðartingið høvdu tá verið
stongdar í útivið 300 ár.
Samveldið Stóra Bretland varð evnað
til og reist í 1707, tá samveldissáttmálin
Acts of Union varð settur í gildi.
Sambandsskjalið sameindi Ongland,
Skotland og Wales í eitt ríki við einum
felags parlamenti í Westminister í
London. Tað var eitt bretskt tjóðríki, og
ikki ein savnað bretsk tjóð. Samstarvið
fekk heitið »United Kingdom of Great
Britian«. Í 1801 fór Írland upp í sam
starvið. Eftir ófrið í landinum tóku írar
fullveldið aftur í 1927, meðan nýggja
tjóðin, sum spratt burtur úr ruðuleik
anum, Norðurírland, er enn í samveld
inum.
Við sambandsskjalinum í 1707 sam
ráddu skotar seg til fría atgongd til
handilsmarknaðin í London, eina sjálv
støðuga kalvinska kirkju, eina serliga
skotska rættarskipan, eina sjálvstøðuga
útbúgvingarskipan og rættin at prenta
skotsk pund. Við startskotinum til
ídnaðarkollveltingina var Stóra
Bretland tann størsti spælarin í altjóða
politikki við nógvum hjálondum og
góðum handilssambondum.
Skotar fingu sjálvsagda ávirkan á
bretska parlamentið. Skotland hevur
nú 59 umboð í undirhúsinum, House
of Commons. Hini 587 umboðini eru
úr Onglandi og Wales.
Skotland hevur minni sjálvræði
í bretska samveldinum enn Føroyar
hava í ríkisfelagsskapinum. Skotar
kunnu millum annað ikki krevja inn
skatt, umframt at Westminister hevur
ábyrgdina av sosiala trygdarnetinum,
hervaldinum, uttanríkispolitikkinum,
fjølmiðlunum og øðrum. Búskapar
politikkur í Westminister hevur av
somu orsøl alstóra ávirkan á skotska
samfelagið.
Vælferðarsamfelagið
Skotland
Vantandi heimildin at taka politiskar
avgerðir er grundarlagið undir sjálv
stýrisrørsluni. Ein meginorsøk til, at
SNP vil hava størri politiskt frælsi, er,
at politiska dreymamyndin er ikki tann
sama í Skotlandi sum í Onglandi. Skotar
ætla sær eitt norðurlendskt vælferðar
samfelag. Dømi er, at SNP vil varðveita
ókeypis útbúgvingarskipanina og barna
ansingina, umframt at fíggja eldrarøkt
øðrvísi, meðan onglendingar taka
brúkaragjald fyri hesar tænasturnar.
Skotar eru somuleiðis munandi meira
sinnaðir at vera í ES, enn David
Cameron og Konservativi flokkurin í
Onglandi er.
Fólkaatkvøðan er av somu orsøk
áhugaverd fyri londini í Norður
atlantshavi. Tað er ført fram, at norður
lond, og kanska eisini Norðurlanda
ráðið, fáa ein nýggjan viðspælara, tí
Skotland sum fullveldisland ætlar sær
at samstarva við Ísland, Noreg og hini
londini. Skotland skal byggjast eftir
norðurlendskum leisti.
Tað var serliga høgrasnaringin hjá
Margaret Thacther, sum elvdi til, at
skotar fóru at tosa um politiskt frælsi
seinast í sjeytiárunum. Annars hevði
friður valdað í Skotlandi síðan 1707.
Í 1979 slapp hon fram at valdinum í
Downing Street sum forsætisráðharri.
Marknaðarhugsjónin var kollvelt,
meðan hon ráddi fyri borgum í Bretlandi,
og saman við Ronald Reagan, sum var
forseti í USA um somu tíð, slóðaði hon
fyri marknaðarliberalistisku bylgjuni,
har marknaðurin fekk munandi fríari
ræsur at virka.
Hon setti tá síni liberalistisku hug
skot á dagsskrá, tí, sum hon tók til,
samfelagsbyrðan var so mikið tung, at
privata vinnulívið var um at kvalast.
Eirindaleyst snaraði hon politiska
kumpassið so langt til høgru sum til bar.
Við herrópum sum, at »there is no such
thing as society« fór hon í hernað móti
fakfelagsrørsluni, har serliga ósemjan
við kolaarbeiðararnar er minnisverd.
Byggivinnan, stálvinnan og skipa
smíðið í Skotlandi vóru fyri bakkasti
hesi árini. Sum fjeppari av minimalstat
inum útinti hon síni politisku hugskot
í verki.
Skotar tóku als ikki undir við kósini
hjá Thacther. At kalla allir skotar mettu,
at hetta var ódámligur vælferðar
politikkur. Burtur úr hesum spratt
hugskotið um at fáa størri sjálvræði
í Skotlandi. Vit vilja ikki hava eina
stjórn, sum onnur hava atkvøtt fyri,
sigur Angus MacNeill.
– Hvør leggur meira í skotskan
politikk enn fólkini, sum búgva her?
spyr hann.
SNP hevur kortini staðfest, at
ætlanin hjá sjálvstýrisrørsluni er ikki
Tann
avgerandi
Skotar skulu á fólkaatkvøðu í september taka støðu, um teir skulu
taka seg úr bretska samveldinum. Enn er ikki meiriluti fyri loysingini
krossurin