hósdagur 12. desember 2013síða 43
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 144 · 13. desember 2013
11
VIKUSKIFTI
at sleppa onglendingum fullkomiliga.
Tey ætla sær at varðveita bretska
kongshúsið, og í politiskum høpi ætla
tey sær eisini at hava tætt samstarv við
Ongland.
Hjartað ella heilin
Skotar eru ernir av sínum tjóðskaparliga
uppruna, og teir hava altíð kent seg
sum sjálvstøðugt og sermerkt fólk.
Tað er kortini eingin sjálvsøgd borgan
fyri fullveldi. Enn er meirilutin av
skotum ímóti, at Skotland fer úr sam
veldinum.
Hetta er ein støða, sum ikki er
okkum fremmand í Føroyum. Ríkis
felagsskapurin er fremst av øllum eitt
búskaparligt samstarv. Tað vóru eisini
búskaparligu viðurskiftini í ríkisfelags
skapinum, sum sambandsløgmaðurin,
Kaj Leo Holm Johannesen, tók fram
á ólavsøku í fjør. Hann segði tá, at
Føroyar kunnu fáa fíggjarligar fyri
munir, um ríkisfelagsskapurin verður
dagførdur til ein felagsskap við trimum
sjálvstøðugum londum. Tað er serliga
spurningurin, hvussu nógv Føroyar og
Grønland kunnu gera á altjóða pallinum,
sum nívir løgmann. Meginreglan er, at
Danmark talar vegna ríkisfelagsskapin.
Trupulleikin er, at ofta eru ósemjur í
ríkisfelagsskapinum. Eitt dømi eru
ósamsvarandi áhugamálini hjá Danmark
og Føroyum í WTO. Annað dømi er, at
Føroyar kunnu ikki vera sjálvstøðugur
limur í Norðurlandaráðnum. Henda
dreymamyndin hjá løgmanni var tó
fyri hvøssum atfinningum í Sambands
flokkinum.
Føroyski sambandsvongurin held
ur, at ríkisfelagsskapurin hevur prógv
að sítt virði sum trygdarnet, tá Eik
Banki fór á húsagang. Tey hava eisini
víst á, at Føroyar fáa góða rating frá
Moody’s, tí føroyska landsstýrið hevur
støðug viðurskifti við donsku stjórnina.
Loysingarvongurin heldur, at føroy
ingar ráða ikki í Føroyum, og at fíggjar
ligu fyrimunirnir sum sjálvstøðugt land
eru ovurstórir.
Búskaparligu viðurskiftini seta eis
ini dagsskránna í Skotlandi, nú fólka
atkvøðan er sett á breddan. Orsøkin
til, at meirilutin enn vil vera verandi
í samveldinum, er, at Skotland stendur
sterkari í altjóða høpi í søguliga bretska
samstarvinum. Við fullveldi viknar
tann skotska røddin, meðan tað verður
trupult at varðveita tænastuna í verju
málum og við øðrum eftirliti. Tey bera
ótta fyri at missa fíggjarligu styrkina og
sterka verjapolitikkin, sum samveldið
gevur. Meirilutin av skotum væntar ikki,
at tænastan á almennu veitingunum
verður eins góð, sum hon hevur verið, og
lívskorini verða verri, nú eldrabylgjan
nærkast. Summi siga kortini, at hesi
viðurskiftini koma í rættlag við tíðini,
men tað fer at merkjast fyrstu árini.
Onkur heldur, um tað skal hvessast av
álvara, at hetta er ein spurningur um
at velja við hjartanum ella heilanum
– um kenslur ella rationellar avgerðir:
Skotska hjartað sigur ja, men skotski
heilin sigur nei.
Skotar vilja í øllum førum varðveita
sama livistøði sum nú, um tey taka full
veldi, og tey skulu hava vissu fyri, at tað
verður so. Við Hvítabókini, sum kom í
november, hevur SNP svarað, at skotski
búskapurin er væl fyri við framleiðsluni
av olju og gassi í Norðsjónum, grønari
orku, aling og ferðavinnuni, og tað er
óneyðugt hjá skotum at framhaldandi
gjalda í pengakassarnar í London.
Kenslan at syrgja fyri sær sjálvum er
eisini beinleiðis sjálvsstimbran, verður
víst á.
Javnverdugir partar
Ein høvuðsmunur, sum ikki nívir tjóð
skaparkensluna hjá skotum er, at sam
veldið ber heitið Stóra Bretland. Sama
støðan er ikki galdandi í Føroyum. Her
er tað í nógv størri mun eindarríkið
Danmark, sum hevur hevjað seg upp
um Føroyar og Grønland. Tað nívir
hjá nógvum føroyingum. Føroyingar,
grønlendingar og danir eru ikki ríkis
felagsskapsmenn á sama hátt sum
onglendingar, walisar og skotar eru
bretar. Ein einfaldur munur, sum kann
nevnast, er, at onglendingar, walisar og
skotar luttaka í OL undir felagsheitinum
United Kingdom. Flaggið er Union Jack,
og felagssangurin er Rule Brittania.
Tað vóru hinvegin nógv, sum hildu
tað vera sera óheppið, at føroyski Pál
Joensen umboðaði Danmark og danska
Dannebrog til OL í fjør.
Londini kenna seg í størstan mun
javnsett í bretska samveldinum. Tað,
sum kann fatast sum mannminkandi, at
ein partur hevur valdið á einum øðrum,
hevur ikki verið galdandi í Bretlandi.
At summi hava verið misnøgd við, at
London er politiski miðdepilin, og at
summir partar hava ikki kent seg nóg
væl umboðaðar, er komið fyri. Hini
londini hava kortini aldri kent seg sum
hjáland hjá Onglandi. Stóra Bretland
er ein felagsskapur við sjálvstøðugum
limum, og tað verður av somu orsøk
lættari hjá borgarunum í einstøku
londunum at fyrihalda seg til felags
skapin.
Fólkaatkvøðan
Støðan er nú, at skotar halda ikki, at
fyrilit verður ikki tikið fyri teimum í
politisku kósini í Westminister. Og tað er
fremst av øllum har, at ósemjan stendur.
Tað eru nógv ivamál, sum skotska
fólkið skal taka støðu til. Hvussu stóran
týdning hava fíggjarligu fyrimunirnir
og altjóða ávirkanin við bretska sam
veldinum? Eru størri fyrimunir við at
fara upp í onnur politisk samstørv, enn
at verða verandi í Stóra Bretlandi?
Greið tekin tykjast benda á, at livi
støðið hevur størri týdning enn nak
að annað, nú krossurin skal setast.
Avgerðin at taka fullveldi skal vera
rationelt grundað. Uppgávan hjá
SNP er nú at sannføra skotar um, at
teir hava grein í sínum máli, tá sagt
verður, at framtíðin er bjørt uttan fyri
bretska samveldið, meðan Cameron og
Miliband hótta og mótmæla harðliga.
Avgerðin verður tikin 18. september í
2014.
Ja
Nei
Veit ikki
Februar 2013 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 32%
47%
21%
Mars 2013 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 36%
46%
18%
Apríl 2013 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 30%
51%
19%
Mai 2013 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 30%
56%
14%
Juli 2013 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 37%
46%
17%
August 2013 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 34%
47%
19%
September 2013 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 37%
47%
16%
Oktober 2013 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 37%
45%
17%
November 2013 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 38%
47%
15%
VELJARAKANNINGAR 2013
Kelda: whatdoesscotlandthink.com