Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-12, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. desember 2013síða 46

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 144 · 13. desember 2013 14 VIKUSKIFTI Siðsøga við Óla Jacobsen Demmus kemur upp í politikk Í 1962 kemur Demmus upp í politikk og verður valdur á løgting fýra ár seinni. Í 1974 kemur hann í landsstýrið. Eisini verður í hesum parti greitt frá ættini hjá Helenu D emmus kemur úr eini sera polit­isk­ari ætt, so tað er ikki so løgið, um hann eisini kem­ ur upp í lands­politikk. Hetta hendi í 1962. Hann var tá ikki limur í nøkrum politiskum felag, men kom­andi úr eini sjálvstýris- og bóndaætt var Fólka­flokk­urin nokk so nærliggjandi. Undan løgtingsvalinum hetta árið komu tríggir menn á gátt, ein av Sandi, ein úr Skála­vík og ein úr Húsavík at spyrja, um hann ikki vildi vera valevni til løgtingsvalið. Antines Sørensen í Húsavík var valdur fyri Fólkaflokkin í 1943 og fall fyri Erlendi Paturson í Tjóð­veldisflokkinumí 1954. Nú vildu fólkafloksmenn fegnir hava sessin aftur. Tað eydnaðist ikki til hetta valið, og Demmus lovaði sandoyingum at royna eina ferð enn. Millum 1962 og 1966 vóru fleiri fólka­ tings­val, har Demmus var eitt valevni. Tá ferðaðist hann um alt landið til valfundir. Til løgtingsvalið í 1966 gjørdi hann nógv meira burtur úr, og tá eydnaðist at vinna sessin aftur, og Erlendur Paturson fall. Hann varð tó valdur inn á ting fýra ár seinni í Suðurstreymoyar valdømi. Í 1966 fekk Demmus í mun til veljaratalið i valdøminum størstu persónliga undirtøku í øllum landinum. Demmus bleiv so afturvaldur í 1970, men í 1974 restaðu tvær atkvøður at verða valdur. Tá varð skipað ein samgonga, sum ikki hevði verið roynd fyrr millum Javnaðarflokkin, Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin. »Tá kemur Hákun Djurhuus til mín og sigur, at so lætt sleppur tú ikki. Eg skuldi fara í landsstýrið og umsita fíggjarmál«, greiðir Demmus frá. Hin landsstýrismaðurin fyri Fólkaflokkin var Dánjal Pauli í Búðunum, og Atli Dam var løgmaður. Hetta var ein samgonga, sum var nýhugs­ andi á fleiri økjum, og tey fyrstu fýra árini gingu væl, og samstarvið var gott. Í hesum landsstýrinum vóru fyrstu ferð framdar yvir­ tøkur av donskum málsøkjum. Postverkið varð yvir­tikið. Tað sama var við umsiting av skúla­málum. Henda samgongan fór eisini undir samráðingar um yvirtøku av undir­ grundini. Tað var sjálvsagt nógv at taka støðu til. Sum tá ið stjórin fyri Østifternes Kreditforening kom til Føroya at kanna møguleikarnar at veita lán í Føroyum, eisini til sethús. Demmus legði hetta fyri aðrar i lands­stýr­ inum og segði, at sær dámdi einki, at ein real­ kreditstovnur koma higar at fíggja sethús. Ein slíkur stovnur kom ikki at taka sama atlit til lántakaran, sum ein føroyskur vil gera, um tað kom at standa á fíggjarliga. Hesum tóku Finnbogi og Atli undir við. Men Demmus kundi taka undir við lán­ um til virkisbygningar, men tað skuldi biðjast um loyvi frá landsstýrinum í hvørjum føri. Tá komu teir ymsa staðni frá, sum úr Luxemburg, at biðja um at sleppa at fíggja, men teir fingu nei. Tað kundi lættliga blivið ov nógv av tí góða. Hetta hava royndirnar aðra staðni eisini víst seinni. Annars var Atli góður at samstarva við. »Eg plagdi at siga honum, hvørjar ætlanir eg hevði og svarið var vanliga, at tað var í lagi, 'ger sum best'.« Aftaná valið í 1978 var samgongan endurskipað. Tá hendi tað sjáldsama, at tveir tingmenn hjá fólkaflokkinum ikki atkvøddu fyri egnum landsstýrismonnum, sum kortini vórðu teir somu. Í heila tikið gekk samstarvið millum flokkar­nar tá ikki so væl, og hetta var fyrst og fremst í samband við siglingina millum lond. Javnaðarflokkurin helt uppá, at hetta eis­ini skuldi vera ein almenn uppgáva, meðan fólkaflokkurin meinti tað beint mótsatta. Tískil varð val eftir bert tvey ár, og í 1980 rest­ aði Demmusi eina atkvøðu at verða valdur. Norðurlandahúsið Demmus hevði sum landsstýrismaður eisini ein leiklut í Norðurlundahúsinum. Hann greið­ir soleiðis frá: »Eg gjørdist limur av Norðurlandaráðnum í 1973 og bleiv limur í mentunarnevndini, 'kulturutskottet'.« Í sama tíðarskeiði var íslendski professarin og politikkarin Gylfi Gislason formaður. Tá lá í nevndini uppskotið hjá Erlendi Paturson um »Kulturcenter i Thorshavn«. Okkurt álit var skrivað, men hóast málið var fyri á fundi ferð eftir ferð, var tungt at fáa nakra samtykt gjørda. Hetta var ikki so løgið, tá hugsað verður um tað »kríggj«, sum er her á landi, tá av­ settur peningur til mentan skal býtast til felags­skapir og stovnar. Í Norðurlandaráðnum royna øll norðurlond eisini at draga til sín av teirri avsettu upphædd til mentan. Hóast vælvild frá mentanarnevndini stóð eftir spurningurin, hvussu nógv hetta húsið fór at kosta. Ein leyslig meting segði 10 milliónir krónur. Tá Tórshavnar kommuna bjóðaði sær at lata eitt grundøki stórt 9.000 fermetrar ókeypis, og landsstýrið bjóðaði sær til at kosta útspreinging og planering, var klárt at seta bygningin á planeraða stykkið. Nevndin samtykti málið, og síðan varð henda samtykt góðkend av ministararáðnum, fíggjarmálaðharrunum. Tann upphædd, sum kom úr Føroyum, var metta at vera 1,5 mill.kr. Í Føroyum tyktist lítil áhugi at vera fyri hesum »kultursentri.« Tað var onkur felags­ skapur, sum var beinleiðis ímóti. Eitt av argu­ment­unum var, at húsið vildi kvala sjón­ leikar­húsið í Havn. Tá ið málið kom fyri á løgtingi var ikki nógv orðaskifti. Fleiri vóru ímóti, og tá atkvøtt varð, vóru 17 atkvøður fyri, so tað var um reppið, at uppskotið ikki varð samtykt. Her kann eg leggja afturat, at áðrenn eg gavst sum limur í Norðurlandaráðnum, fekk eg frá ministararáðnum tríggjar spurningar at svara, og hesir vóru: • Hvat skal navnið vera á hesum mentanar­stovni? • Skal arkitektkapping bert bjóðast út í Føroyum? • Skal húsið vera eitt dramahús ella eitt konserthús? Eg svaraði beinanvegin aftur, at uppskot míni vóru hesi: Til fyrsta spurningin: Mær dámdi ikki orðið kultursentur. Í før­oyskum bløðum gekk orðið kultursentur undir heitinum »mentunarmiðstøð«. Tá øll norðurlond vóru eitt slag av med­ eigarum av húsinum, skuldi navnið vera Norður­landahúsið í Føroyum. Til annan spurningin: Útbjóðing av arkitektakapping skuldi vera í øllum norðanlondum. Til triðja spurningin: Eg ivaðist eina løtu men hugsaði sum so, at eitt rættiligt konserthús verður tað seinur dagur, at vit fáa, og at eitt konserthús eisini mátti kunna brúkast til drama og sjónleik. Tí bleiv svarið konserthús. Í dag eru helst øll samd um, at svar mítt var ikki skeivt. Eftir fimm ár, sum limur í Norður­landa­ ráð­num fór eg frá, og nú varð settur ein stýrisbólkur við Jan Stjernstedt sum formanni. Hesi dámligi og vitandi svenskarin var framúr dugna­ligur og ágrýtin sum formaður, og hann skal hava tøkk fyri, at vit fingu tað Norðurlandahúsið, sum hýsir so nógvum mentanartiltøkum. Jan doyði fyri umleið ein­um ári síðani. Demmus Hentze 2. partur Demmus talar á pisufundi Demmus eigur sín leiklut i hesum avriki