Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-12, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. desember 2013síða 47

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 144 · 13. desember 2013 15 VIKUSKIFTI Dugdi væl at ansa eftir landskassanum Demmus fær frá sínum floksfeløgum tað um­ mæli, at hann var ein góður politikari. Hann var sakligur, og sum landsstýrismaður dugdi hann »samvitskufult at passa uppá lands­ kassan«. Hjá honum var einki við at gjara út til høgru og vinstru. Ì hansara skeiði varð skatta­lógin broytt við sanering av frádráttum. Tað var ein hópur av frádráttum. Tann sum var ringastur at umsita var frádrátturin fyri um­væling av egnum húsum. Í staðin varð gjørdur ein fastur løn­takara­ frádráttur, sum var nógv lættari at umsita. Tað kann kanska sigast, at henda broyting var ein fortreyt fyri kelduskattinum, sum kom seinni. Demmus var ein góður og hittinorðaður talari, sum eisini dugdi at býta frá sær. Hetta gav at býta eina ferð, tá ið samgongufelagin Jákup Frederik Øregaard frá javnaðarflokkinum í einum útvarpaðum orðaskifti um fíggjarlógina segði um Demmus, at hann var eins og ein kavaplógv, sum skumpaði kavan frammanfyri sær til dungin gjørdist so stórur, at hann steðgaði upp. Tá tendraði Demmus og gav Øregaard, sum var formaður í fíggjarnevndini, av grovfílini. Í sambandi við eini viðgerð av fíggjarlógini hevði fíggjarnevndini í sínum áliti reist spurningin, um tað ikki kundi sparast meira uppá frímerkir og telefon. Slíkar smáligheitir gav Demmus ikki nógv fyri og kallaði slíka viðmerking fyri ikki annað enn »krutl«, sum samb. orðabókini merkir kattaklór. Nevndarsessir Demmus hevur eisini í sínum virksemi verið við í nógvum nevndararbeiði og kann nevnast: • Formaður fyri landsskattanevndina 1964- 75 og aftur frá 1981 til seinast í 90-unum. • Nevndarlimur í SEV frá 1967-75. • Limur í Norðurlandaráðnum 1973-80. • Nevndarlimur í Grønlandsfelagnum og Nordafar, valdur av Føroya Skipara og Navigatørfelag. • Í 1983 varð hann valdur til formann í umboðsnevndini hjá Tryggingarsambandið Føroya. • Nevndarlimur í Norrøna felagnum 1985- 1995. Formaður 1990-1995 Ættin hjá Helenu Helena, kona Demmus, var av teirri kendu Hammershaimb Debes ættini. Langabbi hennara var Samuel Hammershaim Debes (1813-1897), sum var kendur sum bókhaldari hjá Kongaliga handlinum. Hann var giftur við Christionnu Carolinu Winther (1818-1904), ein onnur kend ætt í Føroyum. Abbasonur hansara, sum eisini kallaðist Samuel Hammershaimb Debes (1873-1938), var pápi Helenu. Mamman var Anna Cathrina Djurhuus f. 1890 í Kollafirði. Tá ið Sámal doyði í 1938 skrivaði Dimma­ lætting: »Sunnudagin seinasta andaðist Samuel Hammers­haimb Debes, dagliga nevndur Sámal á Bakka. Hann var ikki fult 65 ára gamal. Fyri tann ið kendi Sámal frá barnaárum og fram gjøgnum tíðina er tað ein saknur ikki at kunna møta honum meira. Tí tað var altíð hugna­ligt at hitta og tosa við hann, blíður og skemtingar­samur, sum hann var. Hann hevði líka frá yngri árum av góðan arbeiðshug. Hann elskaði at vera á trøðni, og tá hann t.d. var liðugur við sítt dagsverk sum málari fór hann um kvøldið út á trøðna ella eisini eftir einum torvleypi. Men eitt sum eyðkendi hann fram um alt, var hansara vælsignaða góða hýri, hann var »glad såsom fågeln i morgonstunden«, væl dámdi honum at syngja, altíð var hann glaður og fróður og beit ongan frá sær. Hann elskaði sína fiól, leikaði í »gomlum døgum« ofta saman við Bakar Hansen, Long og Poul Restorff og var tað eisini hugnaligt at hoyra hann spæla einsamallan. Nú, Sámal, er dagur tín endaður, dagstrev títt er liðugt, og ynski eg tær, at Guðs friður og signing verið hjá tær, tú letur bara góð minnir eftir tær. Í ætt við gamla landslæknan Ein skyldmaður Helenu var gamli landslæknin Hanus Debes Joensen. Í sambandi við hansara 100 ára »føðingardag« herfyri kann verða nevnt eitt sindur um teirra felags ættarsøgu. Í 1927 skrivar Føroyatíðindi hesa grein um Elsu, sum var fastur Helenu: 80 Aar Imorgen kan en højt skattet Borgerinde i Trangisvaag fejre sin 80-Aarige Fødselsdag. Som Datter af Samuel Debes, Bogholder ved den Kongelige Handel, stammer Fru Else Jacobsen fra Thorshavn, men kun 16 Aar gammel rejste hun til København, hvor hun herefter opholdt sig i 11 Aar. Her til Tveraa kom fru Jacobsen i 1879. Hun var da gift med den raske og dygtige Sømand Hans Jacobsen, der i en Aarrække var knyttet til A/S J. Mortensens Eftf, for hvilket han bl.a, førte Sjógvormin. Da Fyrene paa Tveraa blev bygget overtog Hr. Jacobsen imidlertid pasningen af disse, og da Else Jacobsen 58 Aar gammel mistede sin Husbond, fortsatte hun hans Gerning. I det ydre har Fru Else Jacobsens Liv saaledes ikke været mærket af store Begivenheder, men til Gengæld har det altid været Præget af et usædvanligt og virksomt Sind. Fru Jacobsen husker Tveraa fra den Tid, da det kun bestod af 3-4 Huse forbundet med en smal Sti, og for hende staar den Udvikling, der er gaaet for sig her paa Pladsen, som fulkommen amerikansk voldsom. Men under alle omskifteligheder har hun gaaet sin stille, trofaste Gang, altid virksomt optaget af Dagens Gerning og altid ved godt Humør. Udvendig som indvendig har hendes Hjem med Datter, Svigersøn og Dattersøn altid været præget af forbilledlig Hygge og Orden. Om fru Else Jacobsen kan det i Sandhed siges, at hun ingen Fjender har, og alle vil da kunne enes i et Ønske om, at hun endnu vil have mange lykkelige Aar for sig. Trods sin høje Alder er hun saa rask og rørig og saa levende interesseret i alt, at hendes Livsaften tegner lige saa harmonisk smuk, som hendes Liv har været det. Tað var sjáldsamt at skriva minningarorð og enn sjáldsamari føðingardagsheilsanir til konu­fólk. So Elsa man hava verið ein heilt serlig kvinna. Bara tað at ein 16 ára gomul genta í 1862 fer til Danmarkar bendir eisini á hetta. Elsu og maðurin Hans Debes Jacobsen vóru systkinabørn. Foreldur hansara vóru Dánjal Pauli Jacobsen, pakkhúsbetjentur við kongaliga handilin, og Cathrina Maria Debes, systir tann gamla Sámal H. Debes. Langabbasonurin Tórður greiðir frá, at Hans búði í mong ár í Southampton, haðani hann sigldi við klipparum til Kina. Elsa og Hans fingu tvey børn. Dánjal Pauli var føddur í 1878 og doyði sama ár. Marianna var fødd í 1883. Hon giftist við Torvald Florian Joensen av Sandi. Tey fingu Hanus Debes Joensen f. 27.11 1913. Komandi partur: Í komandi partur kemur seinasti partur av røðini um Tórleif Bech. Triði og seinasti partur um ættina hjá Demmus kemur fyrst í januar. Landsstýrið sum varð valt 11. januar 1975. V.f. Jákup Lindenskov, Finnbogi Ísakson, Demmus Hentze, Atli Dam, Petur Reinert og D.P. Danielsen Helena, kona Demmus Sámal Hammershaimb Debes, pápi Helenu