Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-12, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. desember 2013síða 48

‹ fyrra síða allar 48 síður

Tekstur á síðuni

nr. 144 · 13. desember 2013 Tit eru fleiri! Eg fái ikki takið á Kaj Leo Teknarin Óli P í Vikublaðnum Eftir seinastu PISA-kanningina? Kommunuskúlin verður parkeringsøki in.fo Ruddið forsíðuna! Holgar helst til Skála in.fo Betri hug til makrel enn kamelar! Landstýrið lítlan hug til at svølgja kamelar í sildatrætuni Norðlýsið Bilførarar ella menn? Tveir tiknir fyri at koyra ávirkaðir Portal.fo Ja, kom! Í grind við Lív Næs in.fo Í ranga strúpan Til Barcelona fyri 20 krónur Rás2 skipar í hesum døgum fyri stórari jólakapping um ferð til Barcelona fyri tvey vaksin og tvey børn. Fyri at verða við í kappingini sendir tú sms-boð við innihaldinum »sos« til 1940. Hvørt sms-boð telir sum ein lutaseðil og kostar 20 krónur. Vinnarin verður funnin 23. desember beinleiðis á Rás2! Konsert í Kelduni Fríggjakvøldið verður konsert í Kelduni í Skálafirði. Kvartettin í Betesda, bólkurin Zamar og Betesda duettin fara at syngja og spæla. Bæði Kvartettin í Betesda og Zamar hava givið nýggjar fløgur út í ár, og sangir av hesum útgávu verða at hoyra. Eisini verður onkur jólasangur sungin. Kvartettin í Bestesda, Zamar og Betesda duettin Keldan í Skálafirði Fríggjakvøldið 13/12 kl. 20.30 Tónleikur á Bátasavninum Aftur í ár fer Bátasavnið í Leirvík at vera karmur um eina jólakonsert við Moniku Stauss Joensen á violin og Birgitte Schnakenburg á flygul. Í 2009 og 2012 góvu Monika og Birgitte fløgunar “Klassiskar tónleikaperlur 1 og 2” út . Og tær hava javnan spælt saman á konsertum. Jólakonsert Bátasavnið í Leirvík Sunnudagin 15/12 kl. 16.00 HØGNI við EP-fløgu Høgni Lisberg hevur síðani í summar givið fýra stakløg út, øll á føroyskum.  Hesi løgini eru nú savnað á eina EP-fløgu, sum kom út nú um dagarnar. Sum nakað serligt, fært tú við fløguni eitt kort við einum einnýtisloynitali. Loynitalið gevur tær atgongd til eitt talgilt eintak av tónleikinum, sum tú kanst taka niður av alnetinum. Tú kanst eisini lata onkrum øðrum kortið, um tær lystir.  baksíðan... lagt til rættis: Eyðun Klakstein Amariel í Klaksvík Listamaðurin Amariel Norðoy vitjar í heimligum umhvørvi komandi dagarnar. Amariel letur leygardagin upp framsýning í Leikalund í Klaksvík, og har fara málningarnir at hanga fram til 20. desember. Listin hjá Amariel hevur tætt tilknýti til upp­ vøksturin í Klaksvík, har ger­andis­dagurin hjá familjuni í stóran mun snúði seg um dekksbátin Norðan. Framsýningin letur upp leygardagin kl. 16.00, og tá fer Holgar Jacobsen at spæla nakrar sangir. Amariel Norðoy Leikalund í Klaksvík Frá 14/12-20/12 – Tað koma løtur, tá eg kundi hugsað mær at skrúva tíðina aftur til barndómin, tá pápi og eg plagdu at fara til Havnar við postbát- inum at keypa jólagávur. At koma til hendan – í barnaeygum – jólaprýdda stórbý, har tú kundi keypa alt hugsandi, var næstan sum at koma til ein ævintýrheim – Eg eri kanska vorðin eitt sindur mildari við árunum Elna Johannesen Óli P, sum í 25 ár hevur teknað á baksíðuni á Sosialinum