mánadagur 16. desember 2013síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. desember 2013 · Nr. 145
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
tíðindi
Átti heima í myrkri
Tá ódnarveðrið leikaði harðast í í gjárkvøldið, átti Hildur Eyðunsdóttir ein son á loftinum í húsum teirra í Havn.
– Stormurin og streymslitið gjørdu bara upplivingina enn betri og hugnaligari, sigur Hildur Eyðunsdóttir
Rannvá G. Fossaberg
Mitt í øllum storminum
í gjárkvøldið átti Hildur
Eyðunsdóttir ein son heima
við hús.
– Sjálvandi bleiv alt eitt
sindur annarleiðis, enn vit
høvdu væntað, av tí at veðrið
var, sum tað var, men alt gekk
og væl og púra ódramatiskt,
sigur Hildur Eyðunsdóttir,
sum frammanundan eigur
trý børn.
Hildur
Eyðunsdóttir
var eftir ætlan sett at eiga
tann 25. desember, og hon
og maðurin, Oyvindur av
Skarði, høvdu tikið avgerð
um, at hon hesaferð skuldi
eiga heima.
– Eg havi átt fyrr, og
hvørjaferð hevur tað gingið
væl. Tá eg átti seinasta barnið,
segði eg við meg sjálva, at
skuldi eg eiga einaferð aftur,
kundi eg hugsað mær eina
heimaføðing, greiðir Hildur
Eyðunsdóttir frá.
Høvdu gjørt klárt
Um middagsleitið sunnu
dagin byrjaði Hildur Eyðuns
dóttir at merkja, at møguliga
fór hon at eiga henda dagin.
– Tá um eitt-tíðina sunnu
dagin fekk eg mistanka um,
at vatnið fór, og stutt aftaná
merkti eg veikar verkir, og
eg ringdi tí á føðideildina at
boða teimum frá, at møguliga
fór okkurt at henda í dag,
sigur Hildur Eyðunsdóttir.
Klokkan
15
kom
ein
jarðarmóðir og byrjaði at
gera klárt.
– Vit høvdu fingið okkum
eitt kar, sum stóð í gongini
uppi á loftinum, har eisini
kamar og baðiverilsi er.
Streymur skal til fyri at
blása hetta karið upp, og
tíbetur náddi maður mín at
syrgja fyri hesum, áðrenn
streymurin fór, sigur Hildur
Eyðunsdóttir.
Hóast
stormurin
ýldi
uttanfyri, og streymurin fór
um nátturðatíð, kendi Hildur
Eyðunsdóttir seg ongantíð
bangna ella ótrygga við støð
una.
– Vit tendraðu kertuljós,
og alt kendist ógvuliga róligt
og trygt. Eg hevði ongantíð
ampa á mær, fortelur Hildur
Eyðunsdóttir.
Gekk skjótt fyri seg
Umframt Hildur Eyðuns
dóttir og mann hennara var
jarðarmóðurin
til
staðar
í húsinum henda seinna
partin.
– Hon kom klokkan 15 fyri
at gera alt klárt, og so ætlaði
hon at fara avstað aftur, tí
hon væntaði, at tað ivaleyst
fór at ganga nakað av tí,
áðrenn eg skuldi eiga. Men
tá klokkan var 17 gjørdust
verkirnar ógvusligari, so hon
bleiv bara verðandi. Eisini
kom mamma mín, og hon
hevði úr at gera við at kóka
vatn á gasskomfýrinum, sum
síðani skuldi stoytast í karið
fyri at halda vatninum har
heitt, greiðir Hildur Eyðuns
dóttir frá.
Klokkan 18.58 átti Hildur
Eyðunsdóttir ein lítlan drong,
og sjálv føðingin gekk uttan
trupulleikar.
– Eg hevði tríggjar pressu
verkir, og so var hann her.
Tað gekk upp á stás. Eg
haldi eisini, at tað má vera
ein deiligur máti at koma til
verðina upp á henda mátan,
har
bert
kertuljós
vóru
tendrað og stemningurin
var so avslappaður, heldur
Hildur Eyðunsdóttir fyri.
Hóast
heimaføðingin
bleiv enn meira serlig, enn
tey høvdu vænta, eru Hildur
Eyðunsdóttir og maðurin
ógvuliga glað fyri uppliv
ingina.
– At eiga heima við hús
upp á henda mátan kann eg
avgjørt viðmæla, og eg hevði
ikki ivast í, at gjørt tað aftur,
um so var.
– Streymslitið gjørdi bara
upplivingina
hugnaligari,
sigur Hildur Eyðunsdóttir.
rannva@sosialurin.fo
Oyvindur av Skarði, Hildur Eyðunsdóttir og fimm ára gamla dóttirin, Píl, við nýfødda beiggjanum
Myndir: Álvur Haraldsen
Mynd: Privat