Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-16, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. desember 2013síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Fríggjadagur 16. desember 2013 · Nr. 145 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Eydna Skaale Vivian Johansen og børnini, seks ára gamla Lea og átta ára gamli Lucas, høvdu verið til jólafest á arbeiðsplássinum hjá Vivian í gjár. Tey høvdu júst sett ein vinmann hjá Lucasi av og vóru á veg til hús, tá bilurin varð raktur av onkrum, sum kom fúkandi gjøgnum luftina. – Børnini hava ikki sovið í nátt, tí tey eru so skelkað, og serliga dótturin er framvegis sera bangin. Hon vil ikki vera nær við nakað vindeyga, og hvørjaferð hon hoyrdi nakað til vindin var hon týðiliga bangin, greiðir Vivian Johansen frá. Lukkutíð komu tey ikki til skaða, annað enn at Lea skar seg eitt sindur í fingrarnar av glassplintrunum. Men lítla familjan fekk ein stóran hvøkk. Glas innanfyri klæðini - Klokkan var júst farin av fýra, tað var longu blivið bøla­myrkt og nógv­ur vindur. Vit komu koyr­andi í svingi­ num, har Markna­gils­vegur­in og Velbastaðvegurin møtast - har úti við bila­søl­ur­nar - tá eg sá okkurt koma fúkandi gjøgnum luftina. Eg rópti á sonin, sum fekk hugt vekk, og so small hetta í síðurútin, har hann sat, og rúturin syndraðust útyvir okkum øll, greiðir Vivian frá. Hon sá ikki hvat tað var, bara ein skugga av onkrum, sum kom fúkandi. Hóast tað knústi rútin, kom tað ikki inn í bilin, men er eftir øllum at døma fokið víðari. Vivian gjørdist so kløkk av stoytinum og av, hvussu harðliga tað setti í bilin, tá tað brast, at hon snaraði bilinum og endaði uppi á gong­u­breytini hinumegin vegin. - Lucas sat á setrinum við síðuna av mær og Lea sat á bak­setrinum, og vit vóru øll sera skelkað. Lea reageraði beinan­vegin við skera í grát, og hóast eg var sera skel­k­ að og kløkk sjálv, mátti eg bara royna at tosa róliga við børnini, so tey ikki fóru í panikk, greiðir Vivian frá. Hon sigur, at síðurúturin varð fullkomiliga burtur, og nógvi vindurin skrykti í bilin. - Eg ringdi eftir hjálp og royndi sum frægast at venda bili­num undan vindinum, so hann ikki lá beint inn í bilin. Og so var einki annað at gera enn at tosa róliga við børnini og bíða eftir hjálp, sigur Vivian. Hon greiðir frá, at glas­ splint­ur vóru allastaðni - sjálvt innan fyri klæðini. - Alt var glas inni í bili­ num. Men til alla lukku sluppu vit øll so at siga snikka­leys. Bara Lea skar seg eitt sindur í fingrarnar, men tað var bara talan um prus, so hon fekk plástur á fingr­ ar­nar, tá vit heim, og so var tað í lagið. Skelkað Hjálpin var skjót á staðið, og bil­ur­in hjá Vivian varð tikin nið­an til verkstaðið hjá Ford, har tey eisini fingu lænt ein annan bil, so tey sluppu heim. Hóast hvørki Vivian ella børn­ini fingu nakran skaða, var skelkurin stórur. - Lea var øgiliga bangin. Vit hava slett ikki sovið í nátt, tí skelkurin situr enn í okkum. Lucas er meiri rólig­ ur, men Lea var veruliga bang­in fyri, at rútarnir har heima eisini skuldu smildr­ ast, hvørjaferð hon hoyrdi nak­að til vindin, so vit hava øll verið í sama rúmi alla nátt­ina. - Tað, sum eg fekk burtur­ úr degnum í gjár, var ein knústan bilrút og tvey skelkað børn. Men vit slup- pu ótrúliga væl, tí tað kundi enda­ð nógv verri, sigur Vivian Johansen. Myndatekstur: Her á for­ setri­num sat átta ára gamli Lucas í gjár, tá okkurt feyk í rútin og syndraði hann. Lukku­tíð fekk mamman, Vivi­an Johansen, rópt á hann, so hann fekk snarað sær burtur, áðrenn rúturin knús­t­ist. Myndatekstur: Seks ára gamla Lea og átta ára gamli Lucas eru framvegis skelkað, eftir at okkurt feyk í síðurútin á bilinum seinnapartin í gjár, tá lítla familjan var á veg heim frá jólafest. - Vit høvdu glassplintur allastaðni, sjálvt innanfyri klæðini, sigur Vivian Johansen, mamma, sum eisini koyrdi bilin, tá rúturin syndraðist Mynd: Álvur Haraldsen Rúturin á bilinum knústist - Eg sá bara ein skugga koma ímóti bilinum, og eg rópti á sonin um at bukka seg niður. Hann snaraði høvdinum og hugdi forfardur uppá meg – og so smildraðist síðurúturin, har hann sat. Allur bilurin var fullur av glassplintrum. Soleiðis greiðir Vivian Johansen frá um løtuna, tá bilurin, har hon og børnini vóru í, varð raktur av onkrum, sum kom fúkandi