mánadagur 16. desember 2013síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. desember 2013 · Nr. 145
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Rógvi Thomsen, pedagogiskur ráðgevi, fýlist á, at Mentamálaráðið
ikki alment setur navn á øll tey fakligu fyrivarnini, ið eiga at takast
viðvíkjandi Pisakanningini. Kanningin lýkur heldur ikki alment galdandi
hagfrøðisligar reglur. Tí er kanningin óbrúkilig, og tað hon kanska kann
verða brúkt til, verður føroyska kanningin ikki brúkt til, heldur hann
Ingolf S. Olsen
– Vit hava hoyrt landsstýris
mannin og onnur tætt at
Pisa-kanningini júka upp í
saman um, at Pisa-kanningar
úrslitini skulu takast við fyri
varni, men ongin sigur nakað
um, at sjálvur mátin, kann
ingin er gjørd upp á, í allar
hægsta grad eisini skal takast
við størsta fyrivarni. Tey
fakligu fyrivarnini, ið eiga
at verða tikin, eru so nógv, at
kanningin í roynd og veru er
fullkomiliga óbrúkilig.
So bersøgin er Rógvi
Thomsen, cand.ped og náms
frøðiligur ráðgevi hjá Ser
nám.
Ongin frágreiðing
Hann hevur nærlisið al
mannakunngjørda
tilfarið
í seinastu Pisa-kanningini,
Pisa 2012, og er skelkaður.
Ikki av, at føroysku næm
ingarnir klára seg so illa í
kanningini, men av, at hon
er almannakunngjørd uttan
nakað boð upp á veruligar
frágreiðingar.
– Bara tað, at føroyska frá
greiðingin ikki fyllir meira
enn 20 síður, meðan tann
danska fyllir 164 síður, sigur
nóg mikið um fakligu við
ferðina, føroyska kanningar
úrslitið hevur fingið frá tí
myndugleikanum, ið hevur
biðið um kanningina, stað
festir Rógvi Thomsen.
Men hvat er tað ítøkiliga,
sum fær hann at vera so
avgjørdan í síni kolldøming
av Pisakanningini?
– Fyri tað fyrsta, tá tú
mátar okkurt, so mást tú
vita, hvat tú mátar, og hvat
tú mátar í mun til. Og tá
tú so hevur eitt mátiúrslit,
mást tú hava boð upp á, hví
úrslitið bleiv, sum tað bleiv.
Onki av hesum er uppfylt í
hesi kanningini. Vit kenna
einki til bakstøði, fortreytir
og metodur í kanningini. Tað
er eitt krav, skal kanningin
hava vísindaligt gildi, sigur
hann.
Óvísundalig kanning
Høvuðstrupulleikin í kann
ingini er sambært Rógva
Thomsen – og fleiri ser
frøðingum, ið hava fingið
ljóð uttanlands – at sjálv
premissan, fortreytin, fyri
kanningin ikki heldur. Tí tað
verður gingið út frá, at kann
ingin verður einsháttað í
øllum londunum, tí tað sama
verður mátað í øllum lond
unum, og at tað tískil ber til
at samanbera úrslitini í teim
um ymisku londunum.
Men so einfalt er heimurin
ikki skrúvaður saman.
Rógvi Thomsen vísir serliga
til ein av fremstu Pisa-kritikar
unum í Danmark, hagfrøðingin
Svend Kreiner, professara, ið
beinleiðis heldur Pisa-kann
ingarnar
vera
vísundaliga
ógrundaðar, tí hagfrøðisligu
fortreytirnar ikki halda.
Kreiner
hevur
millum
annað víst á, at torleikastigið
í Pisa-uppgávunum er ymiskt
frá einum landi til annað, og
at munurin ofta er ógvuliga
stórur. Og tann trupulleikin
kann væl vera til staðar, sjálvt
um uppgávurnar vóru neyvt
tær somu í øllum londunum.
Tí mentanirnar eru sera
ymiskar, og somuleiðis skúla
skipanirnar. Tær leggja als
ikki dent á tað sama í øllum
heiminum.
Ymiskir førleikar
Eitt nú hevur Svend Kreiner
verið við til at gera greiningar,
ið vísa, at danskir næmingar
duga betri enn kanadiskir
næmingar at fáa upplýsingar
burtur úr tekstum. Øvugt
duga kanadiskir næmingar
betri enn danskir at gera sær
hugsanir, reflektera, um tað,
ið lisið verður.
Sostatt verður tað ein
spurningur um, hvussu upp
gávurnar eru blandaðar. Eru
fleiri spurningar um upp
lýsingar enn reflekterandi
spurningar, klára danskir
næmingar
seg
betri
og
øvugt.
– Júst hesar atfinningarnar
verða tiknar stórum álvara
uttanlands. Í Danmark hava
atfinningarnar ávirkað teirra
Undirvísingarmálaráð
so
nógv, at tey ikki vilja plasera
Danmark á Pisa-stigatalvuni.
Í staðin siga tey, at Danmark
er í einum bólki av londum,
sum liggja á nøkunlunda
sama stigi. knar ast um jørki
b er rofessari
– Trupulleikin er, at tað,
man ger mátinginarnar í – 9.
flokkar í ymiskum mentanum
og skúlaskipanum – langt
frá er einsháttað. Tí fært tú
nettupp úrslit, ið ikki kunnu
samanberast. Tað einasta,
tú kanst staðfesta við vissu
út frá mátingunum er, at
mentanirnar eru ymiskar,
sigur Rógvi Thomsen.
– Í teirri føroysku Pisa-
frágreiðingini frá 2012, verða
hesar samanberingar nærum
absurdar. Her verður gjørd
ein neyv stigatalva, ið vísir
samanberingina millum tey
seks Norðurlondini. Tá ið vit
so vita, at alt eftir hvussu
Pisa-kanningin verður gjørd
upp, so kunnu tey einstøku
londin flyta heilt nógv upp
ella niður á stigatalvuni, so
er føroyska samanberingin
óbrúkilig. Tað er millum
annað
tí
danska
Undir
vísingarmálaráðið
ikki
kunngerð, hvar Danmark er
plaserað á stigatalvuni; men
tað ger føroyska Mentamála
ráðið uttan nakað fyrivarni,
sigur hann.
Skiparasøgurnar
Føroyska mentanin og før
oyskur skúlaskapur er eisini
ymiskur í mun til onnur lond,
vísir hann á og nevnir nógvu
søgurnar
um
føroyskar
skúlanæmingar, sum vórðu
skírdir ar vera sibbar ella
vónleysir forherðingar, men
sum kortini endaðu sum
skiparar og skipsførarar.
– Eg haldi, at tað er nógv,
sum bendir á, at hatta ikki
bara er ein mýta. Nógvir
føroyskir
dreingir
hava
ikki tímað at gingið í skúla,
skúlin hevur einki havt at
bjóða teimum, og av tí sama
hava teir onki dugað. Øll siga
søgur um slíkar dreingir frá
síni skúlatíð. Men tá teir so
knappliga fáa brúk fyri sín
um evnum, so eru tey har, og
teir kunnu fara upp á skúla
og fáa góð pappírir.
– Tað, sum vit eiga at
spyrja
okkum
sjálvi
er,
hvussu tað ber til, at skúlin í
9 – 10 ár ikki hevur klárað at
møtt hesum dreingjum. Hvat
er tað, skúlin ger skeivt?
Nýggj donsk kanning av
sama bólki av teimum 15 –
20 prosentunum, ið hava
vánaligastu lesiúrslitini í 9.
flokki í Pisa-kanningunum
vísir, at aftaná fimm ár hava
60 prosent av teimum tikið
eina ungdómsútbúgvin, ja,
ein fjórðingur hevur tikið
studentsprógv, og fleiri eru
í gongd við eina fimm ára
langa ella longri útbúgving.
Bara hetta eigur at siga
okkum, hvussu óálítanndi
Pisa-kanningarnar
eru,
og at tær als ikki eru eitt
brúkiligt amboð at bøta um
fólkaskúlan við, sigur Rógvi
Thomsen.
Hann leggur stóran dent
á, at tað eigur at viga tungt
í øllum førleikamátingum,
hvussu tað sosiala og øko
nomiska familjuumhvørvið
–
tað
sosioøkonomiska
grundarlagið – hjá hvørjum
einstakum næmingi sær út.
er óbrúkilig
PISA-kanning
Pisa
kanningin
– Mentamálaráðið svíkir mest við ikki at taka
fyrivarni fyri øllum lýtunum og óvissunum í
sjálvum fortreytunum fyri Pisa-kanningini,
sigur Rógvi Thomsen, námsfrøðiligur ráðgevi
Mynd: Álvur Haraldsen
Tá tú hevur eitt
mátiúrslit, mást tú hava
boð upp á, hví úrslitið
bleiv, sum tað bleiv.
Tað er ikki uppfylt í
hesi kanningini