mánadagur 16. desember 2013síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 16. desember 2013 · Nr. 145
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
PISA-kanning
Sosialur arvur
– Hædd er als ikki tikin fyri
tí sosiøkonomiska grundar
lagnum í føroysku Pisa-kann
ingini, hóast vit væl vita, at
sosialur arvur hevur ómeta
liga nógv at siga fyri lesi- og
læriáhugan hjá børnum og
ungum. Vit vita, at tað er
útbúgvingarstøðið hjá for
eldrunum og mentanarligi
og sosiali kapitalurin í heim
inum, ið hevur mest at siga
fyri úrslitini í Pisa-kann
ingunum. Tann veruleikin
kann lættliga ávirka eitt
Pisa-úrslit, men tað ger ikki
føroyskar næmingar hvørki
býttari ella klókari enn næm
ingar aðra staðir, sigur Rógvi
Thomsen.
– Tað er ikki annað enn
merkisvert, at hesi viður
skifti ikki eru við, tí hetta
er sjálvt grundarlagið fyri
øllum broytingum og fram
hugsnum átøkum í fólka
skúlanum. Og kanska tað
einasta vit kunnu brúka
Pisa-úrslitini til.
– Tann parturin, ið vísir
okkum, hvar teir ymisku
bólkarnir eru í sosiøkonom
iskum samahangi – bakstøðið
hjá ymisku bólkunum –
verður gjørdur upp í Pisa-
kanningunum.
Men
tað
tykist Mentamálaráðið ikki
at halda hevur áhuga hjá
okkum, tíansheldur neyðugt
at gera upp. Tað undrar meg
stórliga, at hetta ikki verður
viðgjørt í sambandi við før
oysku Pisa-kanningina, tí í
londunum rundan um okk
um verður dúgliga kjakast
um júst hetta, leggur hann
afturat.
Eitt er, at hann finst at
sjálvari Pisa-kanningini, og
at hon her heima ikki er við
gjørd á annan hátt, enn at
ráðu tølini eru samanborin
við tey í grannalondunum.
Eitt annað er, hvat kanningin
verður brúkt til fram eftir.
Framsøkin eftirmeting
– Tað, eg óttist mest, er, at
mann fer at gera okkurt óum
hugsað, tí tað hevur mann
gjørt higartil, bara fyri at
verða betri í Pisa fram eftir. Tí
hetta er mest av øllum er ein
heimsmeistarakapping mill
um lond og politikarar um at
liggja hægst á eini stigatalvu,
sum í veruleikanum lítið og
onki kann brúkast til. Tí
verður kanningin oftast bara
brúkt negativt innanhýsis til
at niðurgera skúlar og lær
arar og banka teir uppá pláss
við trongum, stýrandi náms
ætlanum.
– Hesi gongd fari eg at
ávara ímóti. Hesar kann
ingarnar nytta lítið og onki,
og
tær
kunnu
ongantíð
brúkast
sum
grundarlag
fyri broytingum í okkara
skúlaskipan og undirvísing.
Tí skulu lærararnir halda
seg til sítt egna vit og skil, tí
tað eru teir, ið eru fakfólkini
og kenna næmingarnar, og
ikki lata seg ávirka av hesi
Pisa-øsingini, sigur Rógvi
Thomsen.
Við hesum meinar hann tó
ikki, at lærararnir og skúlar
nir skulu gevast at eftirmeta,
men teir skulu gera tað
framsøkið, progressivt – tað
er allatíðina.
– Pengarnir til hesar Pisa-
kanningarnar høvdu betrið
verið
brúktir
til
okkara
egna eftirmetingarstovn á
haldgóðum,
vísindaligum
grundarlagi. Eftirmetingin
skal vera støðug og ikki sum
nú bara í 9. flokki, og hvør
einstakur næmingur eigur at
verða eftirmettur í mun til sín
sjálvs og ikki sum liður í eini
samanbering millum skúlar
og lond. Eftirmetingar er eitt
pedagogiskt
hjálpiamboð
og ikki ein kappingarmiðil.
Eftirmetingin eigur at vera
ein samskipaður partur av
verandi skúlaskipan og eigur
at leggja seg eftir at bróta
negativ sosial mynstur. Tað
er tað, sum skapar fyritreytir
nar fyri at kunna læra nakað.
Pisa leggur dent á fakligar
testir, men als ikki á tað,
sum skapar fyritreytirnar
fyri at læra, staðfestir Rógvi
Thomsen.
ingolf@sosialurin.fo
Ingolf S. Olsen
Tá Bjørn Kalsø, menta
málaráðharri, legði úrs
litið av Pisa 2012 fram 3.
desember,
kundi
hann
staðfesta,
at
Føroyar,
hóast framgongd í mun til
fyrru Pisa-kanningarnar, á
øllum fakøkjum framvegis
eru í niðasta triðinginum
av teimum 66 londunum,
ið eru við í kanningini, og
aftanfyri øll hini Norður
londini.
– Eg eri fegin um, at vit
sum tað einasta norður
landið hava framgongd á
øllum økjum. Nógv átøk eru
sett í verk í fólkaskúlanum
síðani fyrstu Pisa-kann
ingina, og vit fáa nú fyrstu
ábendingarnar um, at tað
gongur rætta vegin. Tað
hevur tí stóran týdning,
at allir partar, sum varða
av fólkaskúlanum halda
á fram við at menna okk
ara fólkaskúla, segði hann
tá og ætlaði annars, at
kanningarúrslitið
skuldi
hava avleiðingar í stund
ini.
Sostatt skuldi Menta
málaráðið
beinanvegin
viðgera úrslitini saman við
skúlaleiðarunum og heita á
Fólkaskúlaráðið um at gera
eitt tilmæli við støði í Pisa-
kanningini.
Ivaspurningar
Fundurin við skúlaleiðarar
nar var eisini longu í sein
astu viku, men lands
stýrismaðurin er tó varin
við at leggja ov stóran
týdning í kanningarúrs
litið.
–
Spurningurin
er,
hvussu vit best lofta hesi
kanningini. Nógvir iva
spurningar verða reistir,
og nógv boð upp á frá
greiðingar eru at hoyra og
lesa. Er okkara skúlaskipan
skrúvað saman til slíkar
kanningar? Tað er ein við
komandi spurningur at
seta. Men kortini haldi eg,
at sama hvørjar frágreið
ingar annars eru, so liggja
vit ov lágt í Pisa-kanning
ini.
– Eitt nú kann tað for
klára ein part, at vit hava
ein inkluderandi skúla, og at
allir 9. floks-næmingarnir,
eisini teir, ið hava tørv á
sernámsfrøðiligari
hjálp,
vóru við í kanningini.
Tað kann ávirka úrslitið
niðureftir samanborið við
skúlaskipanir, har næm
ingar, ið hava serligan tørv,
eru sílaðir frá í serflokkar.
Men hóast tað, liggja vit ov
lágt, sigur Bjørn Kalsø.
Eisini hann staðfestir
tó, at føroyingar als ikki
tykjast standa aftanfyri
onnur, tá tað snýr seg um
útbúgvingar eftir fólka
skúlan og um at klára seg
væl í vinnulívinum.
– Vit eru eisini dugnalig
á summum økjum í fólka
skúlanum, sum ikki verða
máld í Pisa-kanningini.
Eitt nú í íverksetan, har vit
eisini klára okkum heilt
væl í altjóða høpi. Vit hava
iverksetan í framhalds
deildini og hava planir
um at fara longur niður í
skúlastigini við hesi læru
greinini, sigur Bjørn Kalsø.
Skunda undir átøk
Samanumtikið
heldur
hann, at vit eiga at halda
fast við okkara inkluder
andi fólkaskúla, men sam
stundis brúka Pisa-kann
ingina
konstruktivt
at
skunda undir tær betringar
og tey átøk, ið longu eru
sett út í kortið.
– Vit skulu halda áfram
við at eftirútbúgva og
førleikamenna
okkara
lærarar,
millum
annað
útbúgva fleiri orðblinda
lærar, lesivegleiðarar og
AKT-lærarar til førleika
stovurnar, sum nú virka á
teimum stóru og miðalstóru
skúlunum á øðrum ári.
Henda skipanin sær út til
at rigga væl. Eisini hava
vit gjørt av at útbúgva ser
lærarar í náttúruvísund,
støddfrøði og KT, og eisini
at eftirútbúgva og før
leikamenna skúlaleiðslur
nar, sigur mentamálaráð
harrin.
AKT-lærar
eru
ser
útbúnir
at
ansa
eftir
atferðar-,
kontakt-
og
trivnaðartrupulleikum hjá
næmingum.
– Nógv annað er eisini
sett í verk eftir Pisa-
kanningina í 2006. Vit
hava
fingið
tvílærara-
skipanir, fleiri tímar í bæði
føroyskum og støddfrøði
og enskt niður í 4. Flokk.
Serligar
skipanir
eru
gjørdar úti á skúlunum fyri
næmingar við serligum
tørvi, eins og Sernám kann
traðka til, tá brúk er fyri tí.
Tað snýr seg um at fylgja
betri upp upp á alt hetta,
sum longu er sett í verk.
Og vit hava enn onki Pisa-
úrslit sæð av hesum. Tað
gera vit í fyrsta lagi í 2015,
men bara partvíst tá, og
annars í 2018, sigur Bjørn
Kalsø.
Positiv sermerki
Hann leggur dent á, at Pisa-
kanningin ikki einsamøll
skal sleppa at lýsa dygdina
í føroyska fólkaskúlanum.
– Eitt er sjálv fakligheit
in, sum ikki er nóg góð,
tá tað snýr seg um lesi
førleikar, støddfrøði og
náttúrvísund. Men skúlin
er so øgiliga nógv annað,
og okkara inkluderandi
skúli hevur eisini síni
positivu sermerki, tolsemi
og
eina
góða
sosiala
dimensjón til dømis. Og tað
eru hópin av fólki, ið hava
fingið sína grundskúling
í hesum skúla, sum í dag
gera seg galdandi í stórum
stíli á altjóða arbeiðs
marknaðinum. Hetta hevur
eisini týdning at gera sær
greitt, sigur mentamálaráð
harrin.
Mentamálaráðharrin er varin
Bjørn Kalsø, mentamálaráðharri, ansar
sjálvur eftir ikki at leggja ov stóran týdning
í Pisa-kanningarúrslitið. Men hann heldur
tó kanningina vísa, at fakliga støðið
ikki er nóg gott hjá næmingunum
Vit sleppa ikki uttan um, at
Pisa-úrslitið er ov vánaligt,
men vit mugu tó ikki
gloyma, at okkara fólka
skúli er so nógv annað enn
bara faklig undirvísing
í lesing, støddfrøði
og náttúruvísund,
minnir Bjørn Kalsø,
mentamálaráðharri, á.
Savnsmynd