Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-16, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. desember 2013síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. desember 2013 · Nr. 145 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rógvi Thomsen, pedagogiskur ráðgevi, fýlist á, at Mentamálaráðið ikki alment setur navn á øll tey fakligu fyrivarnini, ið eiga at takast viðvíkjandi Pisakanningini. Kanningin lýkur heldur ikki alment galdandi hagfrøðisligar reglur. Tí er kanningin óbrúkilig, og tað hon kanska kann verða brúkt til, verður føroyska kanningin ikki brúkt til, heldur hann PISA-kanning vísingini Ingolf S. Olsen Føroyskir næmingar eru eftir­bátar í øllum læru­grein­ um sambært Pisa-kann­ing­ unum, og hóast ein fram­ gongd er at hóma í hesi seinastu kanningini í mun til hana í 2009, so sær so svart út, at millum annað for­maðurin í Lærarfelagnum alment hevur kallað úrslitið eina katastrofu. Men Rannvá Skeel Johannesen, føroysktlærari og floks­lærari hjá einum 9. flokki á Eysturskúlanum, hevur ikki fingið andvekur av Pisa-kanningini. Og tað er ikki tí, at kanningin rósar lesi­førleikunum hjá føroysku 9. floks-næmingunum. Har eru vit – eins og í støddfrøði og náttúruvísund – ringast av øllum norðurlondum, og ser­ liga hjá dreingjunum stendur illa til sambært Pisa. Teirra lesiførleikastig er eitt heilt skúlaár aftanfyri genturnar. – Pisa fyllir ikki nógv hjá okkum, tí kanningin mátar hvørki førleikarnar, ella hvat næmingarnir hava fingið burtur úr, í mun til okkara náms­ætlanir. Tí fái eg ikki brúkt hasa kanningina til nakað í míni undirvísing, sigur Rannvá Skeel Johannesen. Búskaparkanning Hon heldur als ikki, at skúlar­ nir eiga at taka úrslitið av Pisa-kanningini fyri fult, tí kanningin er ikki ætlað teimum. – Tað er OECD, sum er ein búskaparligur felagsskapur, ið stendur fyri Pisa-kann­ ing­unum. Tað eru 66 búskap­ ir, ið kappast her, og ikki 66 skúlaskipanir. Kann­ingin er ikki gjørd til skúlar­nar at taka støðu til, men til politikarar­ nar. Tí liggur bólturin hjá teim­um, um Pisa-úrslitið skal hava nakrar avleiðingar, og ikki hjá skúlunum, sigur Rannvá Skeel Johannesen. Hon nevnir eina røð av møgu­ligum orsøkum til, at før­oyskir næmingar ikki standa seg so væl í Pisa- kanningum, tá tað snýr seg um lesiførleikar. Eitt nú eru flest øll teldu- og snildtelefonforrit á fremm­andum máli, og í sjón­ varp­inum er bert tilfar til tey smæstu tekstað á føroyskum, ella hevur fingið føroyska talu. – Tað sigur seg sjálvt, at so nógvur ágangur á okkara mál, sum frammanundan er so ungt og tískil veikt sum skrift­mál, hevur negativa ávirk­an á lesiførleikarnar. Teir eru eisini amboðið í øll­ um øðrum lærugreinum, sum tískil eisini líða undir hes­um. – Afturat allari ávirkanini uttanífrá kemur so okkara sam­felagsligi hugburður til skúlaskap. Føroyar eru eitt lítið land við einari stórari høvuðs­vinnu, og her líkjast vit nógv øðrum smáum sam­feløgum við bert einum stór­um vinnuvegi – tey klára seg heldur ikki so væl innan skúlaskap. Áhugavert hevði verið, um næmingar okkara royndu eina danska Pisa- kanning. Her halda fakfólk, at pisaúrslitið tá møguliga hevði verið eini 30 prosent hægri. So týdningarmikið er, at vit rað­festa móðurmál okkara. Ein trupulleiki er ivaleyst, at næmingarnir duga ov illa móður­málið, sigur Rannvá Skeel Johannesen. Duga eins væl Men niðurstøðan er ikki, at okkara 9. floks næmingar hava verri evni at læra enn teirra javnaldrar í londunum rundan um okkum. – Tað er onki, sum bendir á, at føroyingar klára seg verri, tá teir fáa sær útbúgving eftir fólkaskúlan. Tvørturímóti so gera føroyingar vart við seg bæði í vinnuhøpi, og tá tað kemur til hægri lestur, staðfestir Rannvá Skeel Johannesen. Hon heldur, at føroysku lær­ararnir skulu halda seg til sínar námsætlanir, og skúlar­ nir skulu lata tey tiltøkini, ið longu eru sett í verk at betra um lesiførleikarnar, sleppa at virka, heldur enn at stara seg blindan upp á Pisa-kann­ ingar. Og um vit endiliga vilja gera Pisa-kanningar, so sæst tað, sum varð sett í verk eftir kanningina í 2006, ikki aftur við fullari megi fyrr enn í kanningini, sum verður í 2018. – Vit fingu nýggjar náms­ ætlanir, nýggjar próvtøku­ hættir og ein nýggjan próv­ tals­stiga í fjør. Tað sær út til at rigga væl, og tað er í øllum førum í mun til hetta, vit skulu meta um og eftirmeta okk­ara undirvísing. Og so skulu vit krevja, at skúlin og útbúgvingin av okkara ungu verða sædd sum ein felags uppgáva hjá okkum øllum. – Skúlaskapur verður saman­umtikið ikki serliga høgt virdur í Føroyum. Øll tykj­ast vita alt um skúlan, men ongin kemur at spyrja ella tosa við okkum um hann. Klára børn seg illa í skúla­num, eru fólk ógvuliga skjót at geva lærarunum og skúlanum skyldina. Her vil eg fegin verja borg, tí tað er ikki skúlin og lærararnir, ið einsa­møll hava ábyrgdina fyri, at vit hava ein góðan skúla. Tað er ein samfelagslig upp­gáva, sum vit øll skulu lyfta í felag, sigur Rannvá Skeel Johannesen og leggur afturat: – Finnland klárar seg best í Pisa av norðurlondunum, og har hevur skúlaskapur altíð verið høgt virdur. Har hava lærarar høgan status og verða eisini brúktir sum politiskir ráðgevarar. Ongin er framúr Eysturskúla-lærarin heldur, at vit skulu halda fast um ein inkluderandi skúla – ein skúla, ið ikki býtir næmingar upp í serligar flokkar fyri tey, ið hava lætt við at læra, og tey, ið hava tørv á hjálp í skúlanum. Men hon ivast kortini í, um skúlin á ávís­um førum kanska er ov inkluder­ andi. – Í Pisa-kanningini er ongin føroyskur framúr- næm­ing­ur. Tað sigur eitt sind­ur – eisini sjálvt um, eg ikki taki kanningina í so stórum álvara. Vit hjálpa næm­ing­um, ið eru bókliga illa fyri, men vit hava onki ser­tilboð til tey í hinum enda­num. Tað skuldu vit kanska havt. Vit kundu til dømis flokka lærugreinarnar í hástig, miðstig og grundstig, so øll kunnu fáa undirvísing og sleppa at virka á einum stigi, sum er í samsvar við teirra førleikar, sigur hon. – Vit skulu í øllu førum vita, at við skúla er tað sum við ítrótti – fyri at verða ein elitu­skúlanæmingur krevst nógv arbeiði, bæði av næm­ ingi og lærara. Og her er tað helst aftur okkara skúla­hug­ burður ella kanska okkara fólkasál, ið er upp á spæl. Vit taka ikki okkum sjálvi í so stórum álvara, held­ur ikki skúlan og Pisa-kann­ ingar­nar, sigur Rannvá Skeel Johannesen. – Hetta hevur nakað við samleika okkara at gera og er ikki, tí vit ikki tíma ella vita. So er spurningurin sjálvandi, hví samleiki okkara er tann, ið hann er, og her haldi eg, at tað hevur nakað við okkara tjóðarligu sjálvsfatan at gera, sigur hon. Spurningurin er so, um vit framhaldandi skulu vera við í Pisa. – Um vit halda Pisa-kann­ ingarnar vera eftirfarandi, so er svarið ja. Um ikki, so er svari nei, og eg haldi ikki, at kann­ingin er eftirfarandi, sig­ur Rannvá Skeel Johannesen. Rannvá Skeel Johannesen er flokslærari hjá einum 9. flokki á Eysturskúlanum, tó ikki hesum, sum hon hevur í føroyskum. Fólkaskúlin fær av at vita, tí vit klára okkum so illa í føroyskum, men Rannvá verjir borg: – Eg taki ikki Pisa- kanningina fyri fult, tí hon tekur ikki støði í okkara námsætlanum. Tey árini, eg havi verið lærari, síðani eg varð útbúgvin í 2007, er nógv áhugavert hent í føroyska skúlanum, og haldi arbeiðið sum lærari vera spennandi, sigur hon Myndir: Álvur Haraldsen lítið í undir­- Pisa fyllir