mánadagur 16. desember 2013síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 16. desember 2013 · Nr. 145
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
PISA-kanning
Botnurin skal leggjast
í fyrsta flokki
Undirvísingin er ikki løgd til rættis eftir Pisa-
kanningum, staðfestir flokslærarin í 9. flokki í
Sørvágs Skúla, sum heldur fast við sína námsætlan.
Núverandi 9. floks næmingarnir kenna seg ikki
aftur í kanningini, sum var gjørd av teimum,
ið gingu í 9. Flokki skúlaárið 2011/2012
Ingolf S. Olsen
– Um hesi børnini fóru til
Pisa-kanning, og úrslitið
hevði víst, at tey lítið og
onki dugdu, so hevði eg
mótmælt.
Tað
sigur
Marin
Sigvaldsdóttir
Bláberg,
flokslærari og føroyskt-
lærari í 9. flokki í Sørvágs
Skúla.
Hon ivast stórliga í,
um Pisa-úrslitið er rætt
vísandi.
–
Árgangir
kunnu
sjálvsagt
vera
ymiskir,
men tað skal vera løgið,
um tað stendur so illa
til í veruleikanum, sum
kanningarúrslitið
vísir.
Ein frágreiðing kann vera
mátin, kanningin verður
gjørd upp á, sigur Marin
Sigvaldsdóttir Bláberg.
Øðrvísi roynd
Hon vísir á, at Pisa-kann
ingin
er
ein
sonevnd
multiple choice roynd, har
hvør spurningur hevur
fleiri svarmøguleikar, sum
næmingurin so skal velja
ímillum.
– Føroyskir næmingar
eru ikki vanir við hatta
slagið av royndum, og tað
kann hava stóra ávirkan.
Vit kunnu jú ikki vænta,
at tú dugir at koyra bil fyri
tað, um tú dugir væl at
koyra skutara, sigur Marin
Sigvaldsdóttir Bláberg.
– Eg haldi, at nýggja
royndin »Lesifatan«, sum
Mentamálaráðið er komið
við,
minnir
meira
um
mátan, sum Pisa brúkar,
sigur flokslærarin.
Hon ætlar ikki at koll
velta
sína
undirvísing
orsaka av Pisa-úrslitinum.
– Vit leggja dent á onnur
ting enn Pisa ger, og eg
ætli mær at fylgja okkara
námsætlan fyri 9. flokk.
Í føroyskum merkir tað í
høvuðsheitum
fyrisøgn,
mállæra og tekstgreining
fimm tímar um vikuna,
sigur Marin Sigvaldsdóttir
Bláberg.
Sørvágs
Skúli
telist
millum teir smæstu fram
haldsskúlarnar í landinum
við bert einum flokki á
hvørjum stigi í framhalds
deildini.
Fyrimunir og vansar
Tað hevur bæði fyrimunir
og vansar við sær, heldur
flokslærarin í 9. flokki.
– Akkurát hesin 9. flokk
urin, sum eg havi nú, er
nokk so javnur fakliga, men
annars tillaga vit undir
vísingina eftir næminga
tørvi eins og aðrir skúlar.
Vit hava sjálvsagt ikki líka
nógvir breytir sum teir
stóru skúlarnir, men vit
royna altíð at gera okkara
besta at hava eitt fjølbroytt
breytaútboð, sigur Marin
Sigvaldsdóttir Bláberg.
Hon heldur annars, at
tað er skeivt at fokusera so
nógv upp á 9. flokk, bara
tí, at tað eru næmingar á
hesum floksstigi, sum eru
við í Pisa-kanningunum.
– Byrjunarundirvísingin
er tann grundleggjandi
undirvísingin,
ið
legg
ur botnin fyri alla eftir
fylgjandi undirvísing. Tað
er í fyrsta flokki, at børnini
læra at lesa, so har skal
eitt stórt arbeiði gerast av
lærarum, sum tíma sítt ar
beiði. Tí undrar tað meg, at
lærararnir í fyrsta flokki
onga
fyrireikingartíð
hava, meðan vit lærarar
í framhaldsdeildini hava
tað. Tíbetur fáa fyrsta
floks-lærarnir eisini fyri
reikingartíð
frá
næsta
skúlaári,
sigur
Marin
Sigvaldsdóttir Bláberg.
Tað eru serliga lesi
førleikarnir, ið eru í brenni
deplinum í sambandi við
føroysku Pisa-kanningina,
men næmingarnir í 9.
flokki í Sørvági kenna seg
ikki aftur í vánaliga úrs
litinum. Tey flestu siga seg
lesa javnan av egnum huga
og halda eisini, at úrvalið
av føroyskum bókum er
hampuliga gott.
– Um hesin børnini fóru til Pisa-kanning, og úrslitið vísti, at tey onki dugdu, so hevði eg
mótmælt, sigur Marin Sigvaldsdóttir Bláberg, flokslærari hjá 9. flokki í Sørvágs Skúla
Myndir: Álvur Haraldsen
– Eg lesi nógv, bæði føroyskt
og enskt. Mær dámar upp á
ein máta betri at lesa enskt,
tí enskt er meira fjølbroytt
enn føroyskt, sigur Birna
Joensen, ið eftir 9. flokk
ætlar sær eitt ár til Írlands
sum skiftisnæmingur fyri
at blíva enn betri til enskt
Teitur Anderson er
ósamdur við restina av
floksfeløgunum í 9. flokki
í Sørvágs Skúla um, at
føroysku lærubøkurnar eru
góðar. – Danskar lærubøkur
eru nógv lættari at skilja
enn føroyskar, sigur hann
Rannvá Skaalum Petersen
ivast eitt sindur í, um
hon skal taka 10. flokk,
áðrenn hon fer í holtur við
studentsprógvið, men annar
er hon als ikki í iva um sínar
framtíðarætlanir. – Eg fari
at lesa jura, sigur hon
– Stílarnir vóru lættari upp
á tann gamla mátan, men
vit læra meira nú, tá vit gera
meira burtur úr greining,
sigur Hilmar Gudmundsen
um broyttu undirvísingina og
próvroyndirnar í føroyskum
framhaldsdeildini. Hilmar
ætlar sær til skips eftir
loknan 9. flokk at vita, um
sjólívið er nakað fyri hann.
Er tað tað, væntar hann at
fara at lesa til skipsførara
– Eg kundi væl hugsað
mær eina útbúgving sum
tíðindafólk, í øllum førum
vænti eg at skula útbúgva
meg í Danmark, og tí fari
eg á eftirskúla í Vejle
eftir 9. flokk fyri at læra
meg danska málið betri,
sigur Katrina Davidsen