mánadagur 16. desember 2013síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 16. desember 2013 · Nr. 145
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stórur skaði
Umleið 25% av tekjuni reiv í gjárkvøldið, og leivdirnar slongdust í hegnunum heim eftir móti býnum
Leo Poulsen
Tað stóð og gapaði út í
tóman heim.
- Tað var um 19 tíðina í
gjár, at eg bleiv uppringdur
og fekk at vita, at stórur
partur av takinum var farið
í nógva vindinum, greiðir
Jákup Magnussen frá.
Tað vísti seg, at takið var
farið í einum hvørtur um
Kemilux og niður í garðin
hjá Gasssøluni. Kemilux var
tó ikki sloppið heilt snikka
leyst, tí flúgvandi takpartur
in hevði rakt í takið á Kemi
lux, sum myndin vísir.
- Tað var ein skelkur at
møta til arbeiðis í morg
un. Sveisiapparatini liggja
yviri í einum horni og ger
ast neyvan til sveisiappar
at aftur. Tað rennur úr
loftinum í fleiri støðum, sig-
ur tann eini arbeiðsmaðurin.
Hann hevði hoyrt um
skaðan í gjárkvøldið, men
vildi ikki trúgva tí.
- Tað er lítið hugaligt
at møta her í morgun. Og
vit standa eisini við einari
rúgvu av arbeiðum, sum
vit nú einki fáa gjørt við, so
tað er óheppi, bæði so og so,
leggur hann aftrat.
Teir standa og tosa um,
hvussu frægast er at gera og
semjast um, at fara niðan til
Balslev at keypa tvær kraft
igar presendingar og loka so
mikið fyri, sum tað nú eina
ferð ber til.
- Eg havi verið í samband
við tryggingina, og havi
fingið loyvi til at loka fyri
sum frægast, sigur Jákup
Magnussen.
Tað er sonurin, Ragnar
Magnussen, ið er stjóri á
Nomatec.
Undarligt nokk høvdu
teir ljós úti á Nomatek í
morgun, men teir høvdu slig
ið releið frá inn í høllina, har
arbeitt verður.
Tað hevur verið ein øgi
ligur vindur, sum hevur rivið
stóran part av takinum av og
lyft tað upp um Kemilux og
yvir í garðin hjá Gasssøluni.
- Tað sá ikki gott út í
morgun, staðfestir Jákup
Magnussen.
leo@sos.fo
Takplátur og hópurin av glasull lógu og sløddust
fram við hegnunum heim eftir móti býnum
Menn eru í fer við at finna
fram til, hvat frægast er at
gera. Ragnar Magnussen,
stjóri á Nomatec, er
maðurin í reyðu húgvuni
Upp um Kemilux og inn
í garðin hjá Gasssøluni,
so langt fór parturin
av takinum, sum
loysnaði av Nomatec
stormskaðar