Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-16, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. desember 2013síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. desember 2013 · Nr. 145 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Skamm fái tykkum! At bidda meira blokkstuðul úr Danmark inn í næsta valskeið er ein skarnsgerð ímóti fortíðini, nútiðini og framtíðini hjá fólkinum í Føroyum. Og tað gongur beint ímóti okkara málum um at skapa frælsi, fólkaræði, javnrættindi, samhaldsfesti og burðardygd Høgni Hoydal Beint ímóti teimum lyftum, sum flokkarnir góvu Før­ oya fólki í 2011, hava nú eisini Fólkaflokkurin og Mið­flokkurin samtykt, at so­nevndi blokkstuðulin úr Danmark skal hækka kom­ andi trý árini – inn í næsta valskeið. (Hendan upp­ hæddin átti av røttum at itið “olmussugjald fyri at selja sjálvræðið og sjálvsvirðingina frá okkum”). Hesir flokkar hava sostatt boðað greitt frá, at teir hava gjørt ein sam­ bands­blokk í føroyskum poli­tikki. Og hvørjar eru avleið­ing­ arnar? Við hesum siga tit við Føroya fólk og okkara uppvaksandi ungdóm: “Vit hava ikki álit á tykkum. Vit hava ikki álit á, at tit megna at skapa virðini her og at býta tey javnt. Og vit hava ikki álit á tí landi, vit stíga á ella á ti sjógvi, vit sigla á. Øll skulu bara hugsa um egnar lummar og partapolitiskt fjantispæl. Og vit skulu gera alla tjóðina hefta og leggja ábyrgdina frá okkum.” Hvussu skal nakar hava álit á tykkum og á okkara aldargamla tingi, tá tit ikki hava álit á fólkinum og á tí stóra ríkidøminum í hesum landi? Eitt er tykkara egna ómegd. Men við hesi avgerð gera tit eitt heilt fólk til biddarar og taka sjálvræði frá okkum øllum. Ein skarnsgerð Hetta er ein skarnsgerð ímóti fortíðini, nútíðini og framtíðini hjá fólkinum í Føroyum. Ein skarnsgerð ímóti for­ tíðini og øllum tí ómetaliga stríði og hugsjónunum hjá tí fólkinum, sum hava bygt og ment hetta landið gjøgnum meira enn 40 ættarlið. Ein skarnsgerð ímóti nú­ tíðini, har vit hava so ser­ staka góðar møguleikar at reisa okkum sum tjóð og at gagn­nýta okkara ríkidømi – heldur enn aftur at leggja okkum og aftur lata heima­ stýris-ábyrgdarloysið blaka alt burtur aftur í egingirnd og umberingum. Og ein skarnsgerð ímóti fram­tíðini, har okkara upp­ vaksandi ættarlið skal gerast meira heft búskaparliga og politiskt – og skal missa møguleikar at skapa eitt trygt og sjálvstøðugt samfelag. Alternativið er ítøkiligt Upp móti hesum seta vit í Tjóðveldi sjálvandi okk­ara uppskot (sum hevur verð­ ur á tingi minst seks ferðir seinastu árini) um, at so­ nevndi blokkstuðulin verður minkaður við helvtini av hvørjari eyka krónu, sum landskassin fær í inntøku, so hvørt sum búskapurin veksur. Hin helvtin verður nýtt til raðfestingar í samfelagnum. Vit hava eisini skotið upp – sum eina roynd at finna semjur - at upphæddin, ið verður minkað, kann fara í Búskapargrunn Føroya. Frælsi, fólkaræði, javnrættindi, samhaldsfesti og burðardygd Og upp ímóti sambands­ blokk­inum seta vit í Tjóð­ veldi okkara hugsjónir og mál: Frælsi, fólkaræði, javn­ rættindi, samhaldsfesti og burðardygd. Lat okkum viga avgerð­ ina um at bidda meira blokk­ stuðul á eini vekt við hesum málum: 1. Skapar hetta frælsi? – Nei, tað ger okkum heft og vit missa ábyrgd og sjálvs­ virðing. 2. Skapar hetta fólkaræði ? Nei, beint tvørturímóti. Hetta leggur avgerðirnar í hendurnar í øðrum, sum vit ikki sjálv hava valt. 3. Skapar hetta javnrættindi? Nei, tað gevur okkum verri møguleikar at virka á jøvn­um føti við aðrar tjóð­ir úteftir – og tað skap­ ar ikki somu rætt­indi og skyldur mill­um føroyingar innan­hýsis, tí vit leggja ábyrgd­ina frá okkum av týdningarmiklum sam­fe­ lags­økjum. 4. Skapar hetta samhalds­ festi? Nei, beint tvørtur­ ímóti. Heldur enn at standa til svars fyri at skapa vælferðina sjálv og at býta virðini javnt, so elvir blokkstuðulin til, at tey fáu gerast ríkari og ábyrgdin móti øðrum verður løgd á danskar pengar. Til dømis hoyra vit landdsins hægstu menn og kvinnur siga, at vit hava ikki ráð til okk­ara veikastu um vit ikki fáa danir at gjalda. Og samstundis hava tey játtað sær sjálvum pening til ein nýggjan Mercedes ella eini nýggj hús – uttan at hava arbeitt ein tíma eyka ella skapt eitt einasta nýtt virði. 5. Skapar hetta burðar­ dygd? Nei, ein studnings­ búskapur skapar ongantíð varandi virði. Hann ger kappingarstøðuna hjá vinnuni verri og hann skap­ar altíð ójavna kapp­ ing. Hyggið bert at, hvat søgan hevur víst okkum. Heldur enn at brúka ork­una til, hvussu vit kunnu skapa varandi virðir í Føroyum og at fáa meira burturúr okk­ara egna tilfeingi, so verður kapping um, hvør kann bjóða mest pengar úr Danmark. Og onki sam­ svar verður millum tað, ið vit skapa, og tað, ið vit brúka. Tí er bara eitt at siga um av­gerðina hjá sambands­ blokkinum á tingi: Skamm fái tykkum! Hanus Samró Løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin Vit eiga dugnaligan ungdóm. Ein evnaríkan og framfýsnan ungdóm, ið klárar seg, har hann er. Bæði hvat viðvíkur ítrótti, mentan og list, men sanniliga eisini innan út­ búgv­ing. Vit síggja tað við næm­ingum, ið fara frá fólka­ skúlanum til miðnám. Frá mið­námi til universitet. Hóast málsligar og ment­ anar­ligar avbjóðingar hava tey fingið so mikið gott í beinið, at tey koma gjøgnum universitetini við eins góðum ella betri bachelor-prógvum og floksfelagarnir. PISA Eg eri ikki sannførdur um, at okkara skúlaskipan er girað til PISA, tí kanningin er grundað á eina generella kanning, har næmingarnir t.d. verða spurdir, hvussu teir busta tenn, um teir duga at finna í einum bókasavni, men hvat hetta sigur um “intelli­gensin”, er ivasamt. Hin­vegin. Eg skal ikki fara og verja úrslitið, tí kanningin er akkurát líka generel í hinum londunum, so úrslitið gevur okkum eina ábending um, hvar vit standa í mun til tey. Tá tað er sagt, eru nøkur viðurskifti, ið kunnu gerast betri. Miðal Í Føroyum hava vit eina sam­ haldsfasta skipan, har miðað verður eftir miðalgóðum næm­ingum. Eina skipan, ið meir ella minni heldur evna­ríku næmingunum niðri. Eina skipan, ið ikki hjúklar nóg mikið um tey, sum hava tørv á eyka hjálp. Eina skipan, har miðalgóðu næmingarnir mugu klára seg sjálvar, tí undirívisingartíðin er avmarkað. Við øðrum orð­ um: vit hava eina skipan, sum ikki tekur atlit til evnini hjá hvørjum einstøkum næmingi, men strembað verður eftir einari samhaldsfastari skip­ an, har øll eru eins. Evnir skulu lønast Vit mugu ásanna, at næm­ ingar eru ymiskir. Nakrir duga føroyskt. Aðrir støddfrøði. Meðan onnur hava góðar eginleikar innan tónleik og list. Hetta eru eginleikar, ið vit skulu gleðast um. Bæði sum samfelag og sum tjóð. Tíverri heldur politiska skip­anin evnunum niðri. Hon loyvir ikki evnunum at spríkja. At vaksa. Politiska skipanin virðir ikki evnini hjá einstøku næmingunum. Tí hevði tað verið ynskiligt, um landsstýrismaðurin við mentamálum, Bjørn Kalsø, fór í eina tilgongd, har arbeitt varð fram ímóti at broyta fólkaskúlalógina soleiðis, at næmingar sleppa at arbeiða við sínum evnum. Har fólka­ skúlin verður býttur upp eftir evnum. Førleikum. Hetta er ein kollvelting av før­oyska fólkaskúlanum, men tað er avgerandi, at næm­ingarnir finna sínar líkar innan ymisku fakini. Umráðandi fyri framhaldandi búningina. Hetta verður ikki sagt í kjalarvørrinum av PISA- kanningini, tí okkara ungu klára seg har, sum tey eru, men er tað neyðugt fyri víðari menningina av okkara ungu. Útvarps og Sjónvarps-gjald! Petur Strøm Vágur Tað er nógv fyri at hoyra Bjørn Kalsø tosa um trupul­ leikarnar við kring­varps­ gjaldi, á rás2. Sum fólkapensjónsnistur, kann eg siga honum, at eg og nógvir við mær, gjalda millum 50 og 70% av eini mánaðarløn í kringvarpsgjaldi um árið. Hettar, saman við nógvum øðrum, kann ikki góðtakast í einum demokratiskum sam­felag, uttan so at øll onn­ ur skuldi gjalda tað sama í prosentum av eini mán­ aðarløn. Tá hevði verið nógv­ ur peningur hjá hesum felagi at spælt sær við. Eitt annað er so, at eg síggi ikki sjónvarp Føroya, men álíkavæl má eg gjalda tað sama um árið! Svínarí, ella legalt tjóðarí? Veit ikki! Eitt annað hjartamál er sjúkatrygging! Fyrr bleiv goldið 120,00 kr. um mánaðin til sjúkrakassan. Men politikararnir billaði okkum inn, at tað vóru nógv sum ikki vildi betala limagjald, og tí mátti mann gera eina sjúkatrygging, so øll skuldi gjalda. Tað skuldi verða bíligari og betur. Nú gjaldi eg 220-230,00 kr. um mánaðin. So hattar var ein stór lygn, ið kann gera meg súran. Hettar vóru bara nakrir tankar um samfelag okkara! Vit eiga evnaríkan ungdóm