mánadagur 16. desember 2013síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 16. desember 2013 · Nr. 145
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Dania og Kaj
í Bartalstovu
diamantbrúdleyp
Í dag, 16. desember, hava
Dania og Kaj í Bartalstovu í
Syðrugøtu verið gift í 60 ár.
Dagurin
verður
hildin
í Filadelfia í Gøtu tann 28.
desember kl. 14-18, har høvi
verður til at heilsa uppá hetta
gamla, men framvegis unga
parið, sum so nógv kenna.
Dania er úr Porkeri. Hon
lærdi tíðliga lívsins álvara
at kenna. Hon var bara 6
ára gomul, tá ið hon misti
mammuna, sum doyði av
nátasjúkuni í 1937. Eftir sótu
fýra systkin. Margith giftist
til Eiðis og Elisabeth giftist til
Kollafjarðar. Tær blivu eisini
fiskimannakonur.
Beiggin,
Johannes, bleiv verandi í Por
keri. Pápin, Hans Pauli, giftist
aftur við Bettu, og tey fingu
Karin Helenu og Pola.
Missurin av mammuni
gjørdi sítt til, at tað hevur
verið óvanliga gott samband
millum hesar ættir í fleiri
ættarlið.
Dania kom at búgva í
Hvalba hjá pápabeiggjanum,
Thormann Sørensen og konu
hansara, Jastrid. Seinni kom
hon til Havnar at arbeiða, og
her hittir hon Kaj. Tey giftust
og búsettust í heimbygdini
hjá honum.
Kaj hevur siglt allar sínar
dagar. Dania hevur tískil í
eins stóran mun verið fiski
mannakona, og hon hevur
verið eitt dyggiligt umboð
fyri tann “stættin”, sum hevði
ábyrgd av heim og familju,
meðan maðurin var burtur.
Kaj er sonur Lenu og Hans
í Bartalstovu í Syðrugøtu.
Hann hevur fyrst og fremst
siglt við trolara sum yvir
maður. Fyrstu nógvu árini
var hann nógv saman við
Hvannasundsbeiggjunum.
Hann sigldi við “Bóndanum”,
Jóannes Patursson, sum var
ein tann mest framkomni
trolarin í 1950-unum. Seinnu
árini sigldi hann við rækju
skipum sum “Logos” og “Artic
Viking”.
Kaj sigur, at hann er far
in “um Kappan” 200 ferðir.
Hetta merkir, at hann hevur
verið einar 100 túrir til fiski
skap í Vesturgrønlandi og
Canada. Flestu túrir hava
vart í mánaðir, og hesar leiðir
kunnu vera sera harðbalnar.
So her man ofta hava staðið
nógv á.
Slíkt lív krevur sín mann,
og Kaj er eisini kendur sum
ein koyrari. Har hann var,
skuldi alt ganga skjótt fyri
seg! Tað er ógvuliga stuttligt
at hoyra hann greiða frá sín
um sjólívi, sum í Rás 2 fyri
kortum. Tá kom eisini til
sjóndar, at hann hevur evni
sum sangari, eini evni, sum
vit onnur alt seint hava fing
ið gleði av!
Hann var 68 ár, tá ið hann
legðist uppá land.
Hóast Kaj gongur á 90.
ári, so merkist hetta als ikki.
Hann er nærum líka bragd
ligur enn. Sum tá ið hann
sigur: “Satt at siga, so gavst eg
sjólívinum 10 ár ov tíðliga!”
Tey eiga børnini Kristi
anna, gift við Djóna Ennigarð,
Hans Leo, giftur við Onnu
Mariu f. Isaksen, Torri og
Jógvan Páll, sum øll búgva
í heimbygdini. Systirdóttir
Daniu, Hjørdis, kom at búgva
hjá teimum, tá hon seks ára
gomul
misti
mammuna,
Elisabeth. Hon er gift við Er
ling í Liða, tey búgva á Argj
um.
Ættin í Bartalstovu er
fyri ein stóran part ímyndin
av fótbólti í Gøtu. Hesum
hevur Kaj eisini gingið upp
í við lív og sál, ikki minst, tá
ið synir og abbasynir hava
spælt. Hann hevur hugt eftir
hvørjum dysti, men nú er
hann “leikbannaður”. Læknin
heldur ikki, at hansara gamla
hjarta tolir, at hann sær fleiri
dystir!
Men so ymisk kunnu hjún
vera. Dania hevur neyvan
hugt eftir so mikið sum ein
um dysti. Men tá hennara
spælarar koma aftur til hús,
hevur Dania tikið upp, og
tá hevur hennara partur
ikki ligið eftir. Dania hevur
passað “heimafrontin” við
stórum dugnaskapi, og tað
ger hon enn. Hon hevur uttan
hóvasták og háva hildið og
røkt sítt heim til lítar.
Tey bæði hava alla sína
tíð havt eitt fyrimyndarligt
heim, har hurðarnar altíð
hava verið opnar. Og blíð
skapur hevur verið teirra
fremsta eyðkenni. Tey eru
sum sagt sera familjukær,
og ein kennir seg altíð sum
heima hjá teimum. Hóast
ymisk av lyndi rigga tey væl
saman ella kanska júst tí. Kaj
er tann meira forti, meðan
Dania er tann friðarliga, og
hetta eru ofta eginleikar, sum
rigga væl saman.
Sum sagt halda tey dagin
í Filadelfia, har tey alla sína
tíð hava verið dyggir stuðlar.
Hetta er ein serstakur dag
ur í Filadelfia. Sama dag
giftist sonardóttirin Eydis í
Filadelfia við Páll Skýlindal
í Havn.
Ynskt
verður
teimum
hjartaliga tillukku við hesum
stóra degnum við bestu
ynskjum framyvir.
Óli í Tjørnustovu
Fjarnám í Klaksvík
Fjarlestrardepil er nú ein
veruleiki í Klaksvík. Í hølun
um hjá Íverksetarahúsinum
er nú skipaður ein útbúgv
ingardepil, sum knýtir sam
bond millum fjarlesandi og
lestrarstað.
Depilin fer at virka sum
tilboð til teirra, ið ætla undir
hægri
útbúgving,
hægri
ískoytisútbúgving ella undir
endurútbúgving og uppskúl
ing.
Vakstarætlan í
Klaksvíkar kommunu
Í Klaksvík kundi verið fleiri
útbúgvingarmøguleikar,
og tí verður stig tikið til at
fáa boðið borgarunum ein
møguleika at menna seg í
nærumhvørvinum. Fólk velja
at búseta seg í umhvørvi, har
tey á ungum árum trívast, og
tí er tað av stórum týdningi,
at kommunan hevur fleiri til
boð til ung eins og til teirra,
ið hava búsett seg. Vakstar
ætlanin, kommunan í seina
stu setu læt gera, vísti, at ov
fáir møguleikar at búgva,
starvast og at lesa eru í
býnum. Tilmælið í vakstrar
ætlanini var, at meira fjøl
broytni kring høvuðsvinnuna
bæði viðvíkjandi undirvísing
og útbúgvingarstovnum er
neyðug í Klaksvík. Sum lið
í hesi menningarætlan fer
býráðið at bjóða lestrarum
hvørvi til teirra, ið búgva í
umhvørvinum.
Ymsar útbúgvingar
Lestrardepilin fer at bjóða
heilar útbúgvingar út, so
møguligt er at nema sær
heilar útbúgvingar umvegis
fjarlestur. Umframt heilar
útbúgvingar verður arbeitt
við at fáa boðið styttri og
longri stakskeið út, alt frá
universitetsstøði til styttri
førleikamennandi
skeið.
Harumframt er ætlanin, at
lestrardepilin skal kunna
veita virkjum og øðrum
vinnuligum
áhugaðum
skeið.
Fjarlestrardepilin
skal
bjóða lesandi lestrarvegleið
ing í lestrarskeiðinum. Hvørja
lestrarhálvu verða skeið í
uppgávuskriving, verkætlan
og
metodu.
Harumframt
kunnu onnur viðkomandi
skeið eisini verða boðin.
Innivist til lesandi
At lesa við hús kann fyri
mong tykjast og trongligt
ella óskipað. Stýrið fyri
depilin hevur mett, at tað
er av størsta týdningi at
heva lesandi umstøður at
lesa. Tí verður skipað fyri
hølisviðurskifti á deplinum
við neyðugum amboðum
til fjarlesandi. Á deplinum
skulu
fjarlesandi
kunna
fylgja fyrilestrum og/ella
undirvísing umvegis alneti,
taka lut í skeiðum, fáa leið
beining
í
sambandi
við
útbúgvingina og lesa og
loysa uppgávur sjálvur ella
í bólkaarbeiði saman við
øðrum fjarlesandi.
Ynski um lestur
Tey lesandi kunnu sjálv
koma til Fjarlestardepilin
við
unskjum
um
lestur.
Depilin hjálpir fólki at fáa
tilknýti til ávísa útbúgving/
útbúgvingarstað, tey hava
áhuga í. Á henda hátt lagast
tænastan eftirspurninginum,
og fólk kunnu altíð finna ta
útbúgving, teu hava áhuga
í. Á henda hátt verður tæn
astan góð og alla tíðina dag
førd.
Øll hjálp frá fjarlestrar
deplinum er ókeypis hjá borg
arum í Klaksvíkar Kommunu.
Onnur áhugað úr øðrum
kommunum eru somuleiðis
vælkomin umvegis gjald fyri
somu tænastu. Tænastan er
annars skipað soleiðis, at hin
lesandi rindar allan kostnað,
útbúgvingin annars kostar
frá útbúgvingarstovninum.
Áhugað kunnu venda sær
til fjarnam@fjarnam.fo
Stýrið fyri Fjarlestardepilin
Óluva Klettskarð, forkvinna
Eyðstein Poulsen,
næstformaður
Maiken Skarðenni,
stýrislimur