mánadagur 16. desember 2013síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 16. desember 2013 · Nr. 145
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur svimjing
Pál setur sær nýggj mál
Føroyska heimsstjørnan ætlar sær síðsta fetið upp í heiðursmerkjastigan, eftir at hann leygardagin í
nýggjari útgávu framdi avrik, sum bara kann sammetast við tey bestu, ið hann sjálvur áður hevur avrikað
Jóannes Hansen
Leygardagin leikaði ódnin,
og tað stóð um húsbrot kring
landið. Hetta fekk rímu
ligt rúm í útlendskum fjøl
miðlum. Samstundis varð
eisini størsta ítróttarnavnið
nakrantíð í Føroyum umrøtt
í ítróttarheiminum, og tað
var ikki av ongum.
1500 metra teinurin er at
rokna sum maratonkapp
ingin í svimjing. Tilmelding
artíðin hjá Páli Joensen í EM
kappingini í Boxen í Herning
var tann fjórði besta. Avrikið
á 400 metra teininum tveir
dagar frammanundan bendi
ikki á, at talan fór at verða
um framúr avrik á longra
teininum. Men tá ið mest um
galt, staðfesti Pál Joensen, at
hann í løtuni er næstbestur í
Europa á maratonteininum.
Føroyingar allir fegnast
sjálvandi um avrikið, sum
eigur pláss millum tey størstu
í føroysku ítróttarsøguni.
Kanska kendist hetta sum
tað størsta yvirhøvur, tí tað
heima á landi, meðan ódn
in leikaði uttanfyri, bar til
at fylgja við og at taka á
við Páli. Sjónvarpsmyndin
vísti, at danir í Boxen – bæði
áskoðararnir og svimjararnir
– fegnaðust saman við Páli
og føroysku leguni.
Í donsku miðlunum varð
staðfest, at avrikið á mann
fólkasíðuni hjá dønum í
EM kappingini var vónbrot.
Ljóspunktið var føroyski Pál
Joensen, sum umboðaði Dan
mark á olympisku leiku-num
í London í fjør, og sum venur
saman við bestu svimjarun
um í Danmark og undir leiðs
lu av Shannom Rolandson
úr Australia, sum er danskur
landsliðsvenjari.
-Eg takki dønum fyri,
at tað ber mær til at venja
saman við bestu donsku
svimjarunum. Men tað er
eingin ivi um, at silvur
krónan er vunnin fyri Føroy
ar, sum eg umboði, staðfesti
Pál Joensen í danska sjón
varpinum, tá ið sjónliga
prógvið um, at hann í løtuni
er tann næstbesti í Europa,
var komið um hálsin at
hanga.
Gyltu avrikini
At tað kann setast spurnar
tekin við, um nú hetta var
størsta og besta føroyska
ítróttaravrikið
nakrantíð
ella ikki, er tað bara ein or
søk til. Hon er, at Pál Joen
sen undanfarnu árini hev
ur megnað onnur avrik,
sum hava vakt ans í øllum
svimjiheiminum.
Kanska
hava føroyingar ikki gáað
eins nógv um tað, sum tað
varð fegnast um avrikið
leygardagin. Men tað er altso
ein veruleiki, at Pál Joensen
eisini undanfarnu árini hev
ur staðið seg framúr væl í
kappingum í 1500 metra frí
svimjing:
Í 2010 vann hann silvur
í EM á langgeil í Budapest.
Ta ferðina var hann greitt á
odda, inntil tað restaðu 300
metrar, og tá kendist tað sum
um, at hann í evstu løtu misti
gullkrónuna.
Í 2011 endaði hann á
fjórða plássi í HM á langgeil
í Shanghai, og í fjør vann
hann bronsu á stuttgeil í EM,
sum ta ferðina var í Istanbul.
Seinni vísti tað, at danski
Mads Glæsner, sum var
fyrstur á mál í tí kappingini,
ikki
hevði
reint
mjøl
í
posanum. Hann varð koll
dømdur fyri at hava verið
dopaður, og bronsukrónan
hjá Páli varð býtt um við
silvurkrónuna.
Droymir um gullið
Pál Joensen er fegin um, at
tað hesa ferð eydnaðist at
vinna silvurkrónuna í EM
kappingini, men hann fjalir
ikki, at ætlanin er at taka
síðsta fetið upp á tindin, og
at hann er eitt sindur vón
svikin av sær sjálvum, at
hann ikki megnaði at vinna
kappingina í Herning.
Tað boðar frá sjálvsáliti
num, sum skal til, og at Pál
heldur, at tað býr meiri í hon
um enn silvurkrónan:
-Eg hevði sett mær fyri, at
tað hesa ferð skuldi eydnast
at koma á pallin, og tá ið tað
eydnaðist, so eri eg sjálvandi
fegin um tað. Men eg eri
eitt sindur vónsvikin av, at
tað ikki eydnaðist at halda
tørn um leiðsluna, sum eg
hevði vunnið mær, tá ið
tveir triðingar av teininum
vóru lagdir afturum. Síðsti
triðingurin var ikki heilt
optimalur. Tað fari eg nú
at
eftirmeta
saman
við
venjaranum. Sjálvur haldi eg,
at avrikið á hesum teininum
var eyðkent av strongd, sigur
Pál Joensen.
Hvussu nøgdur ert tú,
vildi Kaj Joensen, sum var í
Herning vegna portal.fo og
Svimjisambandið hava at
vita, og Pál svaraði:
-Fýra av fimm!
Tað vil siga, at føroyska
heimsstjørnan heldur, at tað
ber honum til at leggja 25
prosent oman á avrikið:
-Nú havi eg vunnið bronsu
og silvur, og eg droymi um at
vinna gull í stóru kapping
unum. OL í London í fjør var
vónbrot. Tað lærdi eg av, og
tað er farið. Nú er OL í Rio
fyri framman, og tí arbeiði
eg fram ímóti, sigur Pál Joen
sen.
Hann veit, hvat hann
tosar um, og hvat fyri íløgu,
tað er neyðugt at gera, um
hugsningur skal vera um at
røkka stóra málinum.
Pál er nógv búnaður
Millum føroysku áskoðar
arnar í Herning leygardagin
var Jon Hestoy, formaður
í Svimjisambandi Føroya.
Gamli meistarasvimjarin er
ógvuliga fegin um avrikið,
sum hann sær stórar møgu
leikar í:
-Hetta var Pál Joensen
í
nýggjari
útgávu.
Áður
hevur hann verið bundin at
frammanundan løgdum tak
tikki, sum ikki altíð hevur
víst seg at hava verið tann
rætti. Hesa ferð var øðrvísi.
Pál Joensen vísti, at hann
alla tíðina hevði fingurin á
pulsinum. Harvið meini eg,
at hann megnaði væl at laga
sítt avrik eftir, hvussu kapp
ingin tørnaði út. Tað haldi
eg vera ein kvalitet ella eina
styrki, sum hann ikki áður
hevur víst. Hetta ber boð
um, at hann hevur yvirskot
og sjálvsálit, og tað er gott
grundstøði at arbeiða víðari
út frá, heldur Jon Hestoy.
Tað vil siga, at tú heldur
tað vera veruleikanært, tá ið
Pál sigur, at hann ætlar sær
at vinna gull í stórari altjóða
kapping?
-Heilt víst. 10. desember
fylti hann 23 ár. Hann lesur
á CBS í Keypmannahavn.
Tað er fyrst og fremst upp til
Pál sjálvan at gera av, hvussu
langt
hann
skal
røkka.
Eingin veit betri enn hann,
hvussu nógv skal leggjast
fyri, um møguleiki skal vera
fyri at røkka upp á tindin.
Higartil hevur hann verið
sinnaður at gera íløguna, og
hann hevur tíggju ár eftir
sum toppsvimjari, um hann
framvegis er sinnaður at
raðfesta svimjingina soleiðis,
sum hann hevur gjørt, sigur
Jon Hestoy, sum heldur, at
Pál og vit onnur í hesum
førinum eiga at fegnast um
silvurkrónuna heldur enn
at iðra okkum um, at tað ikki
eydnaðist at røkka gullinum.
Niðri á jørðini
Í dag er Pál Joensen aftur
í Keypmannahavn. Lukku
ynski streyma til hansara
alla staðni frá. Sær sjálvum
líkur er hann eyðmjúkur og
lítillátin:
-Eg eri sera rørdur av
reaktiónunum, eg fái frá
mínum landsmonnum, og eg
vil takka stórliga fyri tykk
ara stuðul. Ein serlig tøkk til
tey, sum stuðla mær dagliga:
venjarar, liðfelagar, Svimji
sambandið, sponsorar, vinir,
familja og ikki minst Malan
– eg hevði ikki rokkið hesum
uttan tykkum, sigur Pál
Joensen, sum leygardagin 14.
desember í EM kappingini í
Boxen í Herning vann silvur
á 1500 metra teininum í frí
svimjing.