mánadagur 16. desember 2013síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Fríggjadagur 16. desember 2013 · Nr. 145
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
1500 metra frísvimjing í EM Herning
leygardagin 14. desember 2013
Gergely Gyurta, Ungarn, 14:30.26
Pál Joensen, Føroyar, 14:35.99
Gabriele Detti, Italia, 14:36.43
Rodnaði av
sær sjálvum
Tað vakti ans, tá ið svimji
hettan so við og við gleið
alt longri niður í pannuna,
meðan Pál stríddist fyri at
halda tørn um leiðsluna
leygardagin.
At
enda
smoygdi hann hettuna av
sær.
Spurningurin er so, um
hetta órógvaði so mikið,
at tað hevði ávirkan á
úrslitið:
-Eg eri flovur av mær
sjálvum. Hetta eigur ikki
at koma fyri, og hetta er
amatøraktigt, men hetta
er ikki fyrstu ferð. Eg
helt, at hettan sat, sum
hon átti at gera, men
kanska havi eg verið í so
ógvusligur í sambandi við
vendingarnar. Møguliga
ávirkaði hetta eitt sindur
samlaða avrikið, men ikki
so mikið, at tað var av
gerandi fyri, um eg vann
gull ella silvur, segði Pál
Joensen.
Jón Bjarnason og Pál
Joensen
hava
arbeitt
saman í nógv ár, og undir
EM kappingini hevði Jón
aftur ábyrgdina. Borgar
stjórin í Vági, Dennis
Holm, hevur sjálvandi
fingurin
á
pulsinum.
Hann sigur soleiðis um
leiklutin hjá Jón Bjarna
son:
-Uttan
undangongu
fólk vinnur eingin fram
á leið. Er tað nakar, sum
eigur part í, at Pál Joensen
vann silvur á 1500 metra
frí teininum, so er tað Jón
Bjarnason. Tykur hava
gingið undan í menning
ini av føroyskari svimjing.
Jón Bjarnason heldur,
at tað er møguleiki fyri, at
trupulleikin við hettuni
ávirkaði samlaða úrslitið:
-Tað síggja vit á splitt
tíðunum.
Tá
ið
hann
hevði mist tað eina takið,
tí hann tók hettuna av,
fóru tíðirnar væl upp um
29 sekund. Tað var tungt
at fáa tær niður aftur, og
tað ávirkaði. Tað svarar
til, at ein, sum rennur 10
túsund metrar, verður
órógvaður, tá ið ferðin er
komin upp á tað hægsta.
Tað sigur seg sjálvt, at
um hann tá missir eitt
sindur, so er ómøguligt
at fáa ferðina upp aftur
á sama stað, sum hon var
frammanundan, og so
leiðis var tað hjá Pál Joen-
sen, tá ið hann í eina løtu
noyddist at brúka tíð og
fokus upp á hettuna, sigur
Jón Bjarnason.
Vágbingar fagnaðu
bygdarsoninum
Tað var stórt jólaborðhald
í Vági leygarkvøldið. Onkra
staðni millum 350 og 400 fólk
vórðu savnað í Vágshøll. Tey
møttu fáar tímar eftir, at tey
øll høvdu sitið frammanfyri
sjónvarpini og tikið á við
vágbinginum Pál Joensen,
sum í Herning stríddist
ímóti teimum bestu í Europa
á longsta svimjiteininum, og
sum endaði við at vinna silv
ur.
Rímuligt varð nógv tosað
og fegnast um avrikið hjá Páli
í Vági. Har heiðraði fjøldin
stoltleika bygdarinnar við at
reisa seg og í ein minutt við
lógvabresti at fegnast um
framúr avrikið. Og so varð
sangur sungin til heiðurs
fyri Pál, sum bygdaskaldið
Niels Petur Nolsøe áður
hevur yrkt til heiðurs fyri
Pál Joensen.
Lutakastið til áttandaparts
finalurnar í Champiuons
League fór fram klokkan
11 fyrrapartin, og tað
fall soleiðis út:
Manchester City-Barcelona
Olympiakos-Manchester United
AC Milan-Atletico Madrid
Leverkusen-Paris Saint Germain
Galatasaray-Chelsea
Schalke 04-Real Madrid
Zenit St. Petersburg-Borussia Dortmund
Arsenal-Bayern München
Eisini hitt enska liðið, ið gjørdist
nummar tvey í sínum bólki, Manchest
er City, fekk ett trupult mótstøðulið,
nevniliga Barcelona.
Bólkavinnararnir,
Chelsea
og
Manchester United, fingu á pappíri
num yvirkomiligar avbjóðingar í ávika
vist Galatasaray og Olympiakos.
Schalke 04 skal møta Real Madrid,
og tað eru teir væl ikki so fegtnir um.
Dystirnir verða leiktir 18./19. og
25./26. februar, tá nummar tvey í bólku
num hava heimavøll, og 11./12. og 18./19.
mars hava eittararnir so heimavøll.
Arsenal
dró Bayern
München