mánadagur 16. desember 2013síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. desember 2013 · Nr. 145
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Eftir væleydnaðu royndirnar
hjá partrolarunum Heyki og
Falki fyrr í ár at fiska upsa við
skiljirist, ætlar Havstovan at
gera eina nýggja roynd aftrat
við somu skipum. Ætlandi
verður henda royndin gjørd
stutt eftir ársskiftið, helst í
januar.
- Royndirnar at sleppa
undan tí smáa upsanum,
sum ristin skilir út aftur,
eydnaðust
stak
væl,
og
kanningarnar vístu, at ristin
skilir umleið 60% av smáa
upsanum úr aftur trolinum.
Royndirnar vístu eisini, at
smái upsin, sum slapp út
aftur, svam livandi burtur
frá trolinum.
Eilif
Gaard
sigur,
at
tað, sum ræður um við
skiljiristini, er, at tann smái
fiskurin verður soldaður frá,
samstundis sum tann stóri
upsin ikki verður mistur.
Gjøgnumganga økini
-
Vit
skulu
eisini
gjøgnumganga
øll
tey
friðaðu økini í komandi ári.
Hetta verður gjørt saman við
teimum aktuellu pørtunum
og vinnuni.
Stjórin á Havstovuni vísir
á, at tað eru ymiskar orsøkir
til, at økir eru friðað. Hetta
er ikki bara fyri at verja
smáupsa, men eisini fyri at
skilja sundur húk og trol á
landgrunninum - og so eru
eisini gýtingarfriðingar.
Størri rásarúm
Umleið
40%
av
landgrunninum út á umleið
200 metra dýpi er friðaður
fyri trolveiði.
- Tað er ikki óhugsandi, at
ein partur av hesum økjum
kunnu latast uppaftur fyri
trolveiði við skiljirist uttan
stórvegis hóvasták. Hetta
hevði so aftur merkt, at
ísfiskatrolararnir ikki vórðu
so nógv trongdir saman, sum
teir eru nú, sigur Eilif Gaard.
Upsastovnurin
er
nógv betri fyri enn toska-
og hýsustovnurin, tó at
upsastovnurin hevur havt
eina lítla afturgongd.
Fara at gjøgnumganga
friðaðu økini av nýggjum
- Tað er ikki óhugsandi, at ein partur av stongdu økjunum kunnu latast uppaftur fyri
trolveiði við skiljirist uttan stórvegis hóvasták, sigur Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni
Skeið í málningalist
hevur verið á Vága
Listastovu í Miðvági.
Tað var Birgit Kirke
sum undirvísti.
Umboð fyri Vága
kommunu
vóru
og
vitjaði listastovuna.
- Her var sera posi
tivt at koma innar. Lut
takarar vóru úr Vágum,
eins og fólk úr øðrum
økjum eisini høvdu
leitað sær vestur.
Tað
sigur
Vága
kommuna.
Lagt verður aftr
at, at umleið 15 lista
fólk eru knýtt at lista
stovuni.
- Her er kvøldskúla
undirvísing, umframt
at fólk møtast dagliga
til at mála. Umstøður
nar á listastovuni eru
góðar, her er rúmligt
og ljóst.
Vága
Listastova
heldur til, har spæli
stovan hjá dagrøkt
arskipanini í Miðvági
helt til.
15 fólk
knýtt
at lista
stovu
Vilmund Jacobsen
Jacob Vestergaard, lands
stýrismaður í fiskivinnu
málum, heldur, at tað avgjørt
eru møguleikar at lata nøkur
av stongdu økjunum á land
grunninum upp aftur til
veiði eftir upsa við skiljirist
í trolinum.
- Jú, eg haldi avgjørt, at
royndirnar hjá Heyki og Falki
vóru rættiliga áhugaverdar,
men enn er einki ítøkiligt
hent, síðan tær vórðu gjørdar,
sigur hann.
Landsstýrismaðurin held
ur, at tá umleið 40% av land
grunninum er stongdur fyri
trolveiði, liggur so mikið stør
ri trýst á teimum økjum, sum
eru opin.
- Her eru avgjørt møgu
leikar, sum vit eiga og burdu
gjørt meira við. Spurningurin
er, um vit ikki eiga at hyggja
nærri eftir hesum økjum, nú
vit síggja, at møguleikar eru
at verja ungfiskin á ein ann
an hátt, enn vit higartil vit
hava gjørt í veiðini eftir upsa,
sigur
Jacob
Vestergaard,
landsstýrismaður.
Teir, sum eiga ísfiskatrol
ararnar, hava leingi kent
seg avmarkaðar við øllum
teimum stongdu økjunum,
sum eru á landgrunninum,
og stundum kann tað taka
langa tíð hjá skipunum at
sigla millum økini, tá skipini
royna ymiskar leiðir.a
Nýggir møguleikar hjá trolarum
- Nú royndir við skiljirist vísa, at tað ber til at skilja umleið 60% av smáa
fiskinum úr aftur trolinum, talar nógv fyri, at nøkur av hesum økjum kunnu
latast uppaftur fyri trolveiði, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum
Mynd: Álvur Haraldsen
Jana Ólavsdóttir,
ið arbeiðir sum jarð
frøðingur á Jarðfeingi,
fer hin 20. desember
at verja ritgerð sína
á Københavns Uni
versi-teti. Jana hev
ur seinastu árini
granskað føroysku
undirgrundina.
Í Spaniastovu í Klaksvík er nógv á skránni. Eitt
av tiltøkunum, sum liggja fyri framman, er eitt
sonevnt forteljarkvøld, sum verður hin 19. desember
klokkan 20, har klaksvíkingarnir, Rudolf Joensen,
fyrrverandi gekkavertur og Óli Olsen, fyrrverandi
sjómansskúlalærari og rithøvundur, fara at hugleiða.
- Vit fara at gjøgnumganga øll tey
friðaðu økini í komandi ári. Hetta
verður gjørt saman við teimum
aktuellu pørtunum og vinnuni, sigur
Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni