Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-16, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. desember 2013síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 16. desember 2013 · Nr. 145 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Tað var meira av tilvild, at tað júst vóru 18 kvinnur, sum svumu í Sandágerði hin 11.12.13 - klokkan 14.15, men klokku­tíðin, sum myndin er tikin, er ikki tilvildarlig. Henda dagin við hesi ser­ støku dagfesting, sum so aft­ ur passaði so serstaka væl við klokkutíman - 14.15 - vórðu nógv­ar ymiskar myndir tikn­ar kring um heimin, eins og nógv ymiskt hevur ver­ið fyriskipað, sum kann knýt­ ast til júst hesa løtu á nevnda degi. Eisini her heima hjá okkum sóu vit nógvar ymisk­ar myndir á netinum og myndina, sum vit prenta sam­an við hesum greina­ stubba, fingu vit sendandi frá Lisbeth Gotved Petersen. Svimja í Sandágerði Søgan aftan fyri myndina er, at í nøkur ár hava nakrar kvinn­ur í høvuðsstaðnum, sum dáma at svimja á sjón­ um, havt ein facebook-pro­fil, har avtalað verður síná­mill­ um, nær farið verður at svim­ ja í Sandágerði. Um sumrarnar, tá náttin er stutt, og dagurin er langur, hev­ur verið svomið regluliga, og ofta eru tær møttar í Sandá­gerð­in um 06.30-tíðina og soleiðis eisini, áðrenn farið verð­ur til arbeiðis. Tað eru ikki altíð 18 kvinn­ ur, sum hava svomið saman, men dagurin 11.12.13 - og klokku­tímin 14.15 - var eitt ser­stakt høvi, og tí møttu so nógv­ar til hesa forkunnugu mynda­tøku. Ymiskar í aldri Vanliga plaga einar 7-10 kvinn­ur at svimja saman i Sandágerði, og svomið verð­ ur eisini av og á í vetrar­ hálvu­ni. Kvinnurnar, sum soleiðis svim­ja saman, eru í øllum aldri - heilt úr umleið 30 ár­ um og upp í stívliga seksti ár. - Tað er bara ikki so lætt at finna løturnar um vet­u­rin, tá náttin er lang, og dag­ur­in er stuttur, sigur ein av kvinn­un­ um, sum plagar at vera við. Leypa á bláman áðrenn tær fara til arbeiðis í nøkur ár hava nakrar kvinnur í høvuðsstaðnum, sum dáma at svimja á sjónum, havt ein facebook- profil, har avtalað verður sínámillum, nær farið verður at svimja í Sandágerði - og ofta verður lopið út í, áðrenn farið verður til arbeiðis 18 kvinnur og 18 oyggjar. Júst henda dagin og hesa løtu 11.12.13 - klokkan 14.15 - møttu 18 kvinnur upp til at svimja í Sandágerði. Myndaeigari er Lisbeth Gotved Petersen Vilmund Jacobsen Fleiri línuskip koma inn at landa í dag, og tey hava mest av toski og hýsu. Eitt línuskip er undir Ís­landi. Tað er Sandshavið, sum væntandi landar miðskeiðis í vikuni. Eitt línuskip hevur roynt á Rygginum og land­ar helst eisini í dag. Sunnudagin var ódn, og tí er væntandi, at flestu skip, sum royndu undir Føroyum, stevndu til lands í hampiligari tíð. Streymurin verður hampi­ligur teir næstu dag­ar­nar, men væntandi er, at veðrið verður skift­ andi. - Vit vænta tí ikki nógv­an útróður teir næstu dagarnar, sigur Fiska­marknaður Føroya. Allir partrolararnir, sum eru til fiskiskap, fiska upsa og koma inn at landa, sum vikan gong­ ur. Nakrir hava lagt til jóla. Fiskamarknaður Før­ oya veit at siga, at bara ein djúpvatnstrolari hev­ur verið til fiskiskap sein­as­tu dagarnar. Hann kem­ur ætlandi inn at landa síðst í viku­ni. Trol­ arin fiskar svart­kalva, kongafisk og blá­longu. Fríggjadagin, tá mark­ naðurin gjørdi sínar metingar fyri hesa viku­ na, vóru tríggir trolbátar til fiskiskap. Teir fiskaðu havtasku og landa helst allir í dag. vilmund@sosialurin.fo Nógvan landingar eftir ódnar­ veður Vilmund Jacobsen Vestmanna bygdarráð við­gjørdi á fundi hin 11. desember mál um vetrar­ friðing av Fjalshaga. - Umsitingin hjá kommununi hevur í eina tíð havt samráðingar við um­boð fyri Fjalshaga um friðing av parti av vetrar­ biti­num hjá haganum. Úrs­ lit­ið av samráðingunum varð viðgjørt á bygd­ar­ráðs­ fundinum hin 11. desember, har bygdarráðið samtykti upp­skotið. Tað sigur Vestmanna kommu­na. Lagt verður aftrat, at málið er ikki endaliga sam­tykt av eigarunum í Fjalshaga. Hagin skal æt­ landi viðgera uppskotið á hagafundi ímillum jól og nýggj­ár. - Fundur hevur eisini verið við Neshaga. Avtalað varð, at kommunan ger full­ fíggjað uppskot til hagan at leggja fyri haga­stevnu komandi vár. Triðji hagin, sum eisini hevur rætt til vetrar­bit, er Heygahagi fremra helvt. Vestmanna kommuna sigur, at arbeiði at hegna seyð­in úti verður helst ikki byrjað, fyrr enn allir tríggir sáttmálarnir eru undir­ skrivaðir. Avtala um friðing í Vestmanna Í Vestmanna er nú avtala gjørd um friðing av vetrarbiti hjá Fjalshga Felagið Føroysk Træ­seglskip er sera feg­ið um løg­tings­ stuðul­in fyri 2014 sum verður 600.000 krón­ur Limirnir í nýggja Kommunufelagnum. For­ maður er Heðin Mortensen, borgar­stjóri í Tórshavnar kommunu og Magnus Ras­mus­sen, borgarstjóri í Runa­víkar kommunu, er næstformaður.