mánadagur 16. desember 2013síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. desember 2013 · Nr. 145
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hví ódemokratiska bøssabrúd
leypið má avlívast... og tað nú!
Uppskotið hjá LGBTsa senditíkum á tingi er autoritert, tí soleiðis at geva
hjúnabandinum eina so einsíðaða yvirháling, er í sær sjálvum autoritert.
Føroyingar fara at vakna í eini institutión—ella mangul upp á somu—sum er um
samlív og samlag, heldur enn eini, sum er um at føra ættina víðari
Agga Niclasen
meining@meyl.fo
Problemið við bøssabrúd
leypinum er fleirfaldað. Onk
untíð samansett, onkuntíð so
sera simpult. Men samanum
tikið hevur tað ein ódemo
kratiskan dám.
At loyva tvey av sama
kyni at giftast, er eitt demo
kratiskt problem. Tað er tað,
tí eitt “javnstøðu-brúdleyp”,
eitt statsstuðlað hjúnaband,
intensiverar statsuppílegging
í privatlívið, og tí inn í økið,
sum hevur við kærleika og
pliktan at gera, andliga sum
praktiskt.
Eg góðtaki, at staturin
altíð hevur gjørt sær dælt
av og verið ein meklari av
hjúnabandinum. Hann hev
ur ansað eftir tí. Hann hevur
brúkt og broytt tað. Summa
tíðir til tað betra, summatíðir
verra.
Men autoritera lógarupp
skotið
gevur
statinum
óafturtakandi rásarúm at
definera
meiningina
við
hjúnabandinum, moralsku
meiningina við tí, sum er
nakað, staturin higartil hevur
hildið seg langt burtur frá, og
tað við góðari grund.
Meiningin
við
hjúna
bandinum hevur altíð verið
definerað av kirkjuni, av
samfeløgum, ígjøgnum fleiri
øldir, men nú hevur tú eina
støðu, ein McCarthyistandi
vinstravong, ið letur hjúna
bandið upp á víðan vegg hjá
statinum at definera tað av
nýggjum — og fyri ein libera
list sum meg, er hetta at fara
kilometrar ov langt.
Í løtuni fungerar stat
urin sum meklari av hjúna
bandinum, og hevur aldri
verið meiri enn tað: nettupp
fyri at verja privatlívið, fyri
at familjan og samfelagið
kann varðveita sítt privata
helle, sítt friðskjól. Vegna
føroyingin og fólkaræðið
er tíðin tí aldri “búgvin til”
eina umdefinering av hjúna
bandinum. Eginliga er tað
modernað at havna hasum
atkvøðulifrandi uppskotin
um.
Uppskotið hjá LGBTsa
senditíkum á tingi er autori
tert, tí soleiðis at geva hjúna
bandinum eina so einsíðaða
yvirháling, er í sær sjálvum
autoritert.
Hetta brýtur kirkjunnar
sjálvræði og gevur statinum
enn ein kjans at agera sum
legitimur ófriðarkroppur í
mun til familjuna og tað, ið
faktiskt er privat.
Rætt, vit hava eina stats
kirkju, men tað merkir ikki,
at
fólkakirkjan
tilhoyrir
statin. Effinett sum tú og eg
ikki eru undirgivin statin,
sum staturin ikki eigur okk
um, eigur hann heldur ikki
kirkjuna. Hon eigur seg
sjálva, og hon hjúnabandið.
Og sjálvt um, bara fyri frið
skyld, kirkjan ikki hevur átt
hjúnabandið í allar ævir, tá
hevur hon sitið á tí í so nógv
árahundrað, at spurningurin
um hevd kemur í gildi.
Hjúnabandið er altso, sum
er, í góðum hondum, og er jú
eksklusivt á tann hátt, at ein
og hvør kann giftast samtíðis
við, at tað ikki er fyri ein og
hvønn. Annars er tað ikki
“eksklusivt ”— DOH! Og ein
asti felagsnevnari, einasti!,
tað sum ger tað eksklusivt,
er leinkjan “maður og kona”
og íborna ynskið um avkom.
Og so hevur tað verið, og tað
í allar ævir.
Av hesum er tað bara
hennara business, skal at
dráttarmikla og stabiliser
andi hjúnabandið umdefiner
ast — og tí, gevur seg sjálvt,
avviklast. Tað er óinspirer
andi idioti og hykl at blíva
við at heilatváa føroyingin
at halda, at hetta handlar
um “kærleika”, og tá ið tað
ikki riggar, tá “javnrættindi”,
og tá ið tað heldur ikki riggar,
tá “mannarættur”.
Fínt, ynskir soft-útgávan
av føroysku fólkakirkjuni
eitt relativt hjúnaband, sum
vit so eins væl kunnu kalla
“Parlagstokki Take 2”, lad gå!,
men tað hevði harmað meg
almikið. Men hetta hevði so
verið ókey, tí tað var kirkjan
sjálv, ið bestemmaði hetta;
og tað var kirkjan sjálv, ið
slættaði
latte-drekkandi
bureaukratum motorveg inn
í okkara lív.
Men teologiskir prestar
og frísinnaðir demokratar,
av tí ektaða slagnum, høvdu
heldur búð í kollektivi við
Fleksnes enn gjørt seg inn á
annara sjálvræði. Tessvegna
er tað serliga, ja, kleiggjut, at
Framsókn, av øllum, letur seg
fjarstýra av LGBT.
So uppskotið er á øllum
hermótum eitt drakoniskt
álop á hjúnabandið, men eis
ini á øll hasi, túsundtals av
føroyingum, ið longu eru gift,
sum fóru inn í hjúnabandið
av heilt serligum ávum, og
sum ein dagin fara at vakna
upp úr svøvni í eini aldeilis
aðrari institutión enn henni,
tey á sinni fóru inn í.
Tey fara at vakna í eini
institutión — ella mangul upp
á somu — sum er um samlív,
heldur enn eini, sum er um
at føra ættina víðari, um
endurføðandi framleingjan.
Alright, stundum eydnast
tað, stundum ikki, men aftur
skapan er so ógjørlig uttan
tað, ið maðurin og kvinnan
kunnu geva hvørjumøðrum.
Og, viðurkennandi, av og á
giftast maður og kona hand
an nøringsaldur, hvat eisini
er gleðiligt.
Fyri hjúnabandið vil nør-
ing tó altíð vera idealið. Tað er
hetta, hjúnabandið, sambært
definitión, tráar eftir! Og bert
tí ikki øll vilja ella kunna tað,
er tað sorgarborið, at nøkur
eru endað so háarrogant, at
tey, í teirra fordømisleysa
vísdómi, halda seg kunna
umdefinera nakað, allir okk
ara forfedrar hava verið ov
vitugir at gjørt.
Hygg her! Samkyndur
kærleiki er óførur, bæði sum
“natúrligur” og ikki. Eisini tað
lív, ið spyrst burturúr samlagi
millum tvey av sama kyni.
Men samkyndur kærleiki er
altso “bara”, innast inni, eitt
samband millum tvey fólk.
Hjúnalag er ikki. Tað er
ein institutión. Tað snýr seg
ikki bara um eitt samlag, tað
snýr seg ikki eingong um at
hava eitt intenst samband.
Tað snýr seg um nógv meiri
enn tað; um at skapa eina
eind við egnum reglum, við
urkend av statinum sum eitt
serskilt samveldi.
Henda kulturella eins
rættanin hjá Unga Tjóðveldi
og ungum “sosialistum”, ein
undirbrotlig
cruise
ship-
útgáva av David Bowie alt
pakkið, har tú klamsar saman
eitthvørt menniskjasamband,
so at øll samvera kann
homogeniserast til hugtakið
“hjúnaband”, tænir ongum.
Fyri túsund og aftur túsund
føroyingar
er
hjúnalagið
nevniliga um meiri enn sam
lív, um meiri enn tvey fólk,
sum elska hvønnannan. Tað
er um meiri enn tvey fólk, ið
kanska, kanska ikki, elska
hvønnannan; tað er um
familju, um børn, um sam
feløg. Tað er um at binda
seg til hvønnannan, ikki
bara til ein einstakling, eina
individualiseraða sál, men
sjálvt samfelagið.
Hetta er ikki rakettvísindi,
men má sigast, tí annars end
ar hjúnabandið, og moralurin
eisini, sum eitt relativistiskt
og persónligt minniluta-pro
jekt, har hjúnabandið er tað,
hvør Hanus og Janus ger tað
til.
Bøssabrúdleypið er eitt
elitert uppfinnilsi, tí hetta
er eitt suverent topp-niður
projekt. Eisini tí, at ongin
annar enn fínborgarar ella
kulturharrar tíma at fáast við
glansbílæts-rættindi. Enntá
rættindi órelevant í mun til
hjúnabandið. Fólkið, sum
so, skítur á bøssabrúdleypið.
Ella gjørdi tað so í ovurmát
inntil LGBT fór í holt við
bøssabrúdleypið og hugtøk
ov samansett hjá tí at rúma,
harímillum “javnrættindi” og
“mannarættur”.
Nú vit eru við hesum
“rætti”, lat meg tá skera ein
hvønn iva á háls, enn einaferð,
og lurta nú eftir (!): at giftast
er ikki um “javnrættindi”,
eiheldur ein “mannarættur”,
hvat
Evropeiski
Manna
rættindadómstólurin eisini
nýliga staðfesti í sínum
dekan
ítøkiliga
úrskurði,
“The European Convention
on Human Rights does not
require
member
states’
governments to grant same-
sex couples access to marr
iage.”
Lóggáva handlar verri
enn so altíð um at øll skulu
“kunna tað”. Og “javnrættindi”
og “mannarættur”, so leingi
tey hava við trúlig rættindi
og forfjóna kúgan, er um
møguleika, ikki úrtøku, og
tí er mismunur ein reellur
partur
av
lógarverkinum
og samfelagnum. So er við
fátækrahjálp, ella forsorgar
hjálp; ella lógini um nær tú
kanst fáa koyrikoyrt. Allar
lógir áseta, at øll kunnu
sleppa hetta okkurt, men í
raðfylgju krevja allar hesar
lógir nakað spesifikt av
hvørjum einstøkum borgara:
hjá Almannastovuni at ganga
tíni umsókn um fátækrahjálp
á møti, mást tú vera... ahem,
fátækur; øll kunnu fáa koyri
koyrt. solongi sum tú ert
átjan ára gamal og hevur
tikið neyðugar royndir hjá
koyrilærara. Sama við hjúna
lagnum.
Øll kunnu giftast, eisini
formaðurin í LGBT, men so
má hann giftast borgara, sum
ikki er sama kyn sum hann—
nettupp tí at hjúnalagið bert
kann vera millum mann og
konu. Hetta er einasti felags
nevnari, ymisk kyn, ikki kær
leiki.
Var tað so, var love einasta
treyt fyri at giftast, tá hevði
onki forðað Kenneth í Sør
vágs skúla at gift seg við
bókavørðin Pussy. Og Rasmus
at gift seg við stórusystrini
Rasminu. Tí hvør er staturin
at avgera, hvat “veruligur”
kærleiki er fyri nakað. Fyri
tað halda flestøll, væl eisini
LGBT, at hetta við, at systkin
giftast, og at Kenneth í
sjeynda skaffar sær eina
brúðarnátt við Pussy, ikki
er heilt í lagi, hóast tey elska
hvønnannan—siga tey. Og
tað, “kærleiki”, er væl kriteriið
hjá LGBT... áh!
Hóast eg skilji og havi
inntonktan samhuga við tí
kristnu forkláringini um, hví
hjúnabandið bert kann vera
millum mann og kvinnu,
er tað tann kulturella for
kláringin, eg leni meg at.
Ikki neyðturviliga tí hon er
mest heimilað, als ikki, men
kanska vetið ruddiligari.
Um fólk hava trupult
við at góðtaka, at nakað
kann definerast per se, tá
eiga tey so, sum minstakrav,
síggja, at hjúnabandið sum
instutitión er vorðið styrkt
uppígjøgnum
fleiri
øldir,
her altíð undir kirkjuni, og
hervið eisini definitiónin av
hesum bandi, ið aftur altíð
hevur verið grundað á eina
fyritreyt, og bert tí einu: at
tað er eitt samband millum
mann og konu. Søgan, um
tú vilt, hevur uppelskað eina
styrkta definering av hjúna
bandinum.
At gera sum LGBT og
umrøða hjúnabandið sum
nakað millum “tvey fólk”,
er at avhenda tað; tað er
at gera tað til eitt óvanliga
individualiserað fyribrigdi,
eina bourgeois institutión,
sum handlar um at “vera
saman”, um “kærleika”, held
ur enn hvat tað var, er og
eigur at vera: eitt sosialt og
demokratiskt amboð at ala
upp børn og skapa samfelag.